hósdagur 25. februar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
EN
Nr. 38 — 25. FEBRUAR 1999
Okkara oljufyrisiting hevur
serd
tíðindablaðið
góð viðurskifti við útlendsku oljufelogini
Útbjóðingin eigur at
verða tidliga í heyst
Skulu vit hava eina útbjóðing til heystar, so eigur henda at verða klár tíðliga
í heyst, soleiðis at felógini fáa stundir at leggja sínar verkætlanir til rættis at
byrja næsta summar, heldur Regin Hammer
Sum eygleiðari av gongdini
í oljumálinum øll hesi sein-
astu árini åsannar Regin
Hammer, at tað hevur ging-
ið seint við at fáa tingini
uppá pláss men hann við-
gongur í sama viðfangi, at
marknaósemjan eigur ein
stóran part av skyldini.
-Eg haldi, at fólkini á
Oljumáladeildini hava brúkt
bíðitíðina øgiliga væl til at
fyrireika seg i. Og tey hava
borid seg rætt at. Sjålvur
havi eg varhugan av, at før-
oyska oljufyrisitingin hevur
gott innlit i, hvat gongur fyri
seg. Hon er ikki órealistisk
og kennir eitt nú oljufel-
øgini uppá fyrstu hond. Tí
haldi eg man kann siga, at
henda bíðitíðin hevur verið
bæði góð og ring.
Regin Hammer heldur
annars, at um vit skulu hava
eina útbjóðing til heystar, so
eigur henda helst at verða
klár rættiliga tíðliga í heyst,
tí feløgini skulu verða klár
at skjóta seismikk og hava
eina verkætlan klára til
næsta summar. Tá nyttar
ikki at koma út við útbjóð-
ingini so seint sum desem-
ber ella í januar. Feløgini
klára neyvan at seta saman
eina nóg góða operatións-
ætlan uppá so fáar mánaðir
til at seta í gongd um
summarið.
-Eg haldi tó, at alt tykist
at vera á rættari kós, men
vit mugu so líka ansa eftir,
at útbjóðingin ikki verður
seinkað aftur, um vit meina
nakað við, at feløgini skulu
sleppa í gongd við leiting.
Skilagott við
samstarvi við bretar
Nú hevur Regin verið í
Bretlandi í fleiri ár og tí
eisini = kunnað eygleitt
menningina av oljuvinnunu
har. Hvussu imyndar hann
sær eitt møguligt samstarv
millum føroyingar og bretar
å oljuøkinum?
-Tað kundi so verið innan
fyri útbjóðing, tí tað hava
vit ikki roynt fyrr. Eg trúgvi
væl, at vit kundu fingið
nógv gott frá teirra roynd-
um
Regin Hammer heldur, at
hetta eisini átti at borið til,
tí fólkini á oljufyrisitingini
hava dugað sera væl at
koma í samband við onnur
lond og aðrar fyrisitinginar
til tess at vita, hvussu hesar
hava skipað seg og borið
seg at.
-Tær nýtist ikki at kopiera
skipaninar hjá øðrum. Tú
kanst hyggja eftir, hvussu
teir hava borið seg at og so
taka tína egnu stóðu út frá
ti.
Hevuðsuppgáva um
skatting í Føroyum
Regin Hammer lat herfyri
inn høvudsuppgåvuna i
sambandi vid útbúgvingina
í Dundee. Evnið var nettup
oljuskatting, og um tann
føroyska skattaskipanin
nøktadi tørvin hjá Føroyum.
Hann gitti sær til eina
slika skipan og bygdi hana
uppå nøkur standard olju-
felt. Ut frå ti gittu skatta-
skipanin kom hann fram til
ta nidurstødu, at føroyska
øki0 var ikki so attraktivt
m.a. ti at vågin er so stórur.
Hetta eru so bert metingar,
sum ein må vara seg vid at
lesa nakað åvist út av. Men
slík uppgåva kann geva eitt
gott innlit i, hvørji aspekt
ein eigur at hyggja eftir, tå
man designar eina
oljuskattaskipan tvs. hvat
hon skal gera og ikki, hvat
oljufeløgini skulu fåa burtur
år osfr.
Tað uppskotið, sum nú
liggur í tinginum, er bara
vanligur = inntøkuskattur,
sum oll lond hava. Fyri at
fáa eina heildarmynd av
einum útviklingi må ein
eisini vita, hvat serskattur
og nýtslugjald skulu vera.
Og tá ein útbjóðing skal fara
út má ein eisini seta fólk at
rokna uppá, hvussu nógv
oljufeløgini skulu gjalda
fyri at sleppa í gongd,
hvussu nógv skulu tey fáa
burtur úr osfr.
Væl fyri við fólki
Nú hann sjálvur hevur valt
at fáa sær eina hægri út-
búgving innan oljuvinnu
spurdu vit Regin, um vit í
Føroyum útbúgvingarliga
sæð eru væl fyri at taka
ímóti oljuvinnuni, soleiðis
at vit ikki verða við sviðu-
sod, tá vinnan kemur i
gongd?
-Tað haldi eg man vera á
heilt góðari leið. Vit hava
longu so nógvar føroyingar,
sum hava verið í praktikk
ol. Tá hugsað verður um, at
vit ikki enn hava sæd ein
dropa av olju, so eru vit væl
fyri í so máta. Tað gongur
eisini rættiliga lang tíð frá
olja verður funnin til fram-
leiðsla byrjar.
-Nú tá tú hevur fingið
eina útbúgving, sum er
lutvíst sponsorerað av
oljufeløgum, hevur tú tá
nakran ampa av ti, at
onkur kanska heldur, at
oljufeløgini tá hava lagt
bond á teg?
-Nú arbeiði eg so í Fíggj-
armålastyrinum, og har skal
eg arbeiða „ímóti“ oljufel-
øgunum. Tað liggur í teirra
áhugamálum at útbúgva
fólk til sín sjálvs og til mót-
partin. Tað er einki verri fyri
eitt oljufelag enn at koma í
eitt land, har eingin hevur
ánilsi um, hvat tosað verður
um, har vitleys krøv verða
sett upp, og har eingin veit.
hvat hvussu vinnan virkar
og hvat hon kostar.
Regin Hammer sigur, at
oljufeløgini royna at út-
búgva fólk, soleiðis at hesi
eisini kunnu arbeiða í tí
landinum, tey koma til - tó
ikki harvið fyri at kunna
keypa fólk ol. Tey, sum fel-
øgini skulu samráðast við
ella ímóti, mugu eisini hava
ein ávísan førleika skal
nakað skilagott koma burtur
úr fyri báðar partar.
Regin Hammer ber ann-
ars ótta fyri eins og so nógv
onnur, at lágu oljuprísirnir
verða galdandi leingi aftrat.
Men harvið tekur hann ikki
undir við teimum, sum siga,
at vit eiga at lata oljuna
liggja til betri tíðir - um her
er nøkur.
-Um oljufeløgini ikki eru
áhugað fyri oljuni, so er tað
teirra avgerð. Sjálvur haldi
eg ikki. at vit skulu blanda
tað uppí. um vit vilja hava
hana ella ikki. Soleiðis sum
gongdin hevur verið. mugu
vit lata økonomisk áhuga
mál finna út av tí. Ber tað
ikki til, so ber tað kanska til
seinni. Men leitar tú ikki nú,
so finnur tú ongantíð út av.
um nakað er í undirgrund-
ini. Tí haldi eg ikki tað er
nøkur grund til at bíða.
Vit skapa karmar -
oljufeløgini leita
Regin Hammer heldur okk
ara uppgávu vera at skapa
fyritreytir fyri. at oljufel-
øgini við síni ekspertisu og
pengum kunnu vita, um olja
er her ella ikki.
-Oljufeløgini skulu gera
tað tey duga best. og tað er
at finna olju. Vit skulu so
skapa karmarnar, og gera
tað møguligt undir okkara
lógum og reglum; at leiting
kann fara í gongd. Og so
skulu vit tryggja, at vit fáa
nakað burtur úr eisini. Kol-
vetnisskattalógin, sum er
løgd fyri tingid, er so ein
partur av hesum.
Hann leggur aftrat, at
umrøddu karmnar skulu so
eisini fevna um ynski
okkara at fyrireika føroysku
vinnuna til at vera við
Hvat viðvíkur einum
almennum føroyskum
oljufelag, so er tad eisini
nakað. sum verður tikið við
í metingarnar, tá oljufeløg-
ini koma inn í eitt nýtt oki.
Fyri oljufeløgini er tað eis-
ini at meta sum eitt slag av
skatti. Regin Hammer sigur,
at vit mugu so vega eitt
alment oljufelag upp ímóti
tí, um vit heldur vilja hava
pengarnar inn gjøgnum
skatt. Har má so vera ein
javnvág.
(Regin Hammer ger vart
við, at hetta eru hansara per-
sónligu sjónarmið, og ikki
tey hjá Fíggjarmálastýri-
num, har hann starvast
Minningarorð um urtagarðsmannin
Thorvald Poulsen
eingin veit á morgni at siga
hvar hann á kvøldi eistur
Rættir tú hondir
hjálp. tekur hann hana
tryggleika og kærleika til Jesus
Sum ungur bleiv Thorvald útbúgvin til
mann í Danmark. Við ildandi
og kærleika til vakurleika eydnad
byggja ein urtagarð. hvors blómur hava prýtt
tiliga og álvarsamar lotur
staðni. Thorvald var álvars- og timadur,
eftir vidurskiftum og umstødum vardi gomul minn
ir og skaldskap
Sum góður føroyingur vildi hann, at í Føroyum
skuldu foroyingar ráða
Hann var eisini vinur vinanna. og góður at vitja
Heilsuna hevði hann góða og gjørt sær greitt, at
henni skal man ansa eftir meðan hon er góð
ArbeiOssamur, friskur, sterkur og raskur sum ein
unglingi. Ongar álvarssama
Ongantíð á sjúkrahúsið :
hann fekk viðferð, sum best kann lýsast við orð
unum hjá kenda danska skurðlæknanum professor
Rovsing fyri 100 árum síðani. »Operationen lyk
kedes - men patienten døde«
G60a Elspa, eg fari i hesi svåru løtu, og min
sidstu kvødu til ein g6dan vinmann, at takka tær
mangar ferðir fyri alt, tú hevur verið fyri vinmann
mín, Thorvald Poulsen, urtagarðsmann
it dragast við
í einuferð har
Karl Nolsøe, Keypmannahavn
Minningarorð um Miggommu
Dorthea Petersen
f. 25.12.1923 - d. 19.1.1999
At Miggomma ikki er ímillum okkum longur følist
undarligt
Miggomma var ein góð omma fyri okkum omu-
børn, hon var altíð í góðum lag tå ið vit komu
norður at vitja hana, hon kom altíð út á trappuna
ímóti okkum har vit fingu muss og klemm, altíð
hevdi hon einar ella fleiri bundnar hosur til okkum
Henni dámdi ikki tá ið man skuldi fara avstað
aftur
Tað verður undarligt at koma norður aftur ti,
eingin stendur á trappuni og tekur ímóti okkum
Hon var so sjúk at Jesuspápi vildi hjálpa henni
við at taka hana heim til sin so hon bleiv frísk
Men vit vilja takka henni fyri alt hon hevur verið
fyri okkum og vit biðja Jesuspápi um at passa
uppá hana, tí einaferð skulu vit metast aftur heima
hjá Jesuspápa.
Vit biðja Jesuspápa um at hjálpa og styrkja okk
um í stóru sorg okkara, nú vit hava mist okkara
kæru mammu, vermammu, ommu og langommu
Sov blítt og søtt
og droym um sól
sum lýsir yvir hav
gud faðir, hann í himli býr
skal ansa eftir tær
Vit vilja lýsa frið yvir minnið um okkara kæru
ommu.
Alis og Julian