fríggjadagur 26. februar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
- Andras Samuelsen
førir hetz moti mær
— Mær tykir, at Andras L. Samuelsen, formadur Føroya Lærarafelags gongur
í sera trongum skóm, og at hann blandar partapolitikk saman við starvid sum
formaður í Fóroya Lærarafelag, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður, í
viðmerking til harða kritikkin frá formanni Lærarafelagsins
EIRIKUR LINDENSKOV
— Eg kenni tað sum eina
hetz, sum Andrass L. Sam-
uelsen førir ímóti mær.
Hetta sigur Signar á
Brúnni, landsstýrismaður í
skúla- og mentamálum í
viðmerking til tað, sum for-
maður = Lærarafelagsins
førdi fram í oddagrein í
Skúlablaðnum (sum var
endurgivið í Sosialinum týs-
dagin) um, at Fóroya Læra-
rafelag hevur mist tolið við
Signari á Brúnni.
— Eg haldi tað vera sera
løgid, at formaðurin í Lær-
arafelagnum ongantíð biður
meg koma á fund og har
tosa um vidurskiftini. Hann
fer heldur í fjølmidlarnar -
og brúkar oddagreinina í
Skúlablaðnum - imóti mær,
sigur Signar á Brúnni - sum
undrast stórliga á atburðin
hjá lærarafelagsformanni-
num
— Tað er fallið mær fyri
bróstið - og mongum ørðum
við - at Andrass Samuelsen
fer við mær á henda hátt.
Tað er eisini sera løgid, tá
hann sigur, at hesin trupul-
leiki hevur staðið uppá í
fleiri ár, sigur Signar á
Brúnni, sum vísir á, at hann
bert hevur sitið sum lands-
stýrismaður í slakar tíggju
mánaðir - og eg haldi tað
vera sera løgid, at Andrass
Samuelsen fer ødrvisi við
mær, enn hann fór við fyrr-
verandi landsstýrismanni-
num í skúlamálum, sigur
Signar á Brúnni.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin í skúlamálum, Eilif
Samuelsen, er farbróðir
Andras Samuelsen.
Avaraði um nýggju
fólkaskúlalógina
Signar á Brúnni sigur, at
hann var ein av teimum,
sum ávaraði ímóti, at
nýggja fólkaskúlalógin varð
skundað igjøgnum.
— Tíverri fingu vit rætt,
sum ávaraðu. Tað bar ikki
til at fáa lógina at virka til
fulnar eftir so stuttari tíð,
sigur Signar á Brúnni.
Hann vísir á, at Føroya
Lærarfelag førdi fram yvir
fyri Løgtinginum at, at tað
fór at kosta 90-100 milliónir
at flylla karmarnar í lógini.
— Hetta skiltu vit, sum tá
sótu í mentanarnevndini hjá
tinginum sum eina ávaring
frá lærarafelagnum um ikki
at fara undir hetta, tí sam-
felagið megnaði tað ikki,
sigur Signar á Brúnni.
Hann sigur eisini, at
mentanarnevndin hjå
Tórshavnar byråd hevði
roknað seg fram til, at um
borið varð saman við
danska kommunu av somu
stødd sum okkara samfelag,
so fór skúlin í Føroyum at
kosta einar 50- 60 milliónir.
- Og tað passar væl saman
við hinum, tí vit mugu
leggja eitt sindur afturat til
okkara oyggjasamfelag.
Signar á Brúnni sigur, at
upphæddin á fíggjarlógini
til fólkaskúlan er hækkað,
og at hann tí íkki skilir
Ilt eyga kann einki gott sjá...
— Tað hevur altíð eyðkent formenninar í Lærarafelagnum undan Andrassi
Samuelsen, at teir hava klárað at hildið partapolitikkin uttan fyri formans-
starvið, sigur Signar á Brúnni, sum stórliga undrast á framferðina hjá Andr-
assi L. Samuelsen. — Hatta ber ikki boð um, at hann er sinnaður at loysa
trupulleikarnar, heldur landsstýrismaðurin
- Tað hevur altíð eyðkent
formenninar í Lærarafelag-
num undan Andrassi Sam-
uelsen, at teir hava hildið
partapolitikk uttanfyri.
At menn soleiðis samtala
gjøgnum fjølmidlarnar um
slik mål heldur Signar å
Brúnni vera sera óheppið -
og ikki bera boð um, at
menn eru sinnaðir at loysa
mál. Vilja menn veruliga
loysa málini, so er bara at
tosa saman, heldur Signar á
Brúnni, ið heldur seg hava
gjørt tað hann kann fyri at
hava eitt so gott samstar
sum gjørligt við Føroya
Lærarafelag.
— Vit hava jú sama enda-
mál, at fáa ein so góðan
skúla sum gjørligt, sigur
Signar á Brúnni.
Andrass L. Samuelsen
vísti í nevndu oddagrein í
Skúlablaðnum eisini á, at
Skúlin á Trødni er so illa
fyri orsakað av vantandi
vilja landsstýrismansins at
loysa trupulleikar, at vandi
nú er fyri, at næmingar
mugu sendast av landinum.
— Eg havi tosað við em-
bætismenn í landsstýrinum
um hetta málið, og teir ar-
beiða við málinum, sigur
Signar á Brúnni. Hann sig-
ur, at tað er so nógv at gera
í samband við nýggju fólk-
askúlalógina, og at m. a. 40
kunngerðir skulu gerast.
Hann vísir eisini á, at á-
vísar rættingar mugu gerast
í lógini, sum hann tí má
leggja fyri tingið. Eitt nú
vísir hann á, at nýggja und-
irvísingargreinin, — tøkni,
sum skuldi vera i 4., 5., og
6. flokki nú bert kann vera í
4. flokki, tí at undirvísing-
artilfar ikki er klárt - tí vit
ikki eru nóg væl fyrireikad,
sigur hann.
Men landsstýrismaðurin
vísir eisini á framstig, sum
eru hend á økinum.
— Eitt nú við kunningar-
tøkni í skúlanum. Á hesum
øki er nógv hent, eitt nú
hava lærarar fingið í boðið
undirvísing í teldu. Eisini
hava við gjørt sáttmála við
Foroya Tele um internet-
samband - eina sera góða
avtalu. Men hetta nevnir
Andrass Samuelsen ikki við
einum orði, sigur Signar á
Brúnni - og nevnir orðatak-
ið »Ilt eyga kann einki gott
Sjá.
Landsstýrismaðurin vísir
eisini á, at tá hann ikki fekk
neyðugu játtanina til skeið-
virksemi fyri lærarar í 1998,
bað hann um eykajáttan upp
á fýra milliónir. Hann fekk
kortini bert tvær, og tí valdi
hann at broyta kunngerðina
um skúladagar soleiðis, at
lærarar nú kundu fáa frí
tveir dagar í hesum skúla-
árinum til skeiðvirksemi. Á
henda hátt vórðu nógvir
pengar spardir, tí nú skuldi
bert gjaldast fyri tann, sum
kom at undirvísa læraru-
num.
- Fleiri lærarar hava sagt
mær, at teir eru sera væl
nøgdir við henda møgu-
Andrass L. Samuelsen, formaður Førova Lærarafelags
leika, sigur Signar á Brúnni.
At enda vísir landsstýris-
maðurin á, at hann ikki reið-
iliga skilir kritikkin frå
Andrassi Samuelsen um
nevndina, sum skal vidgera
arbeidstidina hjå lærarum.
— Vit vóru samd um at
seta eina nevnd. Vit skuldu
útnevna tveir persónar, lær-
arafelagið tveir og Fíggjar-
málastýrið ein. Lærarafel-
agið var ikki nøgt við teir
persónar, sum eg hevði valt.
og tí gjørdi eg av at ganga
teimum so mikið á møti, at
eg skifti annan persónin út
- og so skuldi verið klárt at
farið til arbeiðis, sigur Sign-
ar á Brúnni
Men hetta var heldur
ikki nóg gott. Nú vil lærar-
afelagið hava meg at skifta
hin persónin út eisini, men
tað geri eg ikki - nú bíði eg
eftir lærarafelagnum, og tá
teir eru klárir, kann nevdnin
fara til verka.
Signar á Brúnni sigur, at
hann ikki hevur mist tolið
við formannin í lærarafel-
agnum, og hann hugsar
ikki, at hinir nevndarlimir-
nir eru av somu áskoðan
sum formaðurin. — Eg skal
nokk hava tol við honum.
Ég undrist bara stórliga á
atburðin hjá formanninum.
men hann skal vera hjarta-
liga væl komin til mín at
tosa um øll viðurskifti, sum
liggja honum á hjarta
formannin í Lærarafelag-
num.
Hann vísir eisini á, at allar
hesar broytingarnar krevja
tíð.
— Formaðurin í Lærara-
felagnum kann ikki vera so
bláoygdur, at hann heldur,
at alt kann gerast eftir
einum degi, heldur lands-
stýrismaðurin.
Signar á Brúnni sigur, at
tá fíggjarlógin var til 1.
viðrgerð vísti m. a. Javnað-
arflokkurin á, at hann fegn-
aðist um, at játtanin varð
hækkað soleiðis, at rúms-
håttari gjørdist hjá fólka-
skúlanum. Hann heldur, at
hetta m. a. er boð um, at
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í skúla- og
mentamálum
andstødan tekur undir við
arbeiðsháttinum hjá lands-
stýrinum
Andrass L. Samuelsen
gongur í sera trongum
skóm, heldur Signar á
Brúnni Mangt er sum
bendir á, at hann blandar
partapolitikk upp í málið,
og tað er ikki gott, heldur
hann
í Tróndargetu
tlf. 318200