Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999 Bota um figgjar- ligu korini hjá tíðindablaðið pensjonistum Vit halda ikki, at tingið kann koma sær at lata hesa fyrstu tingsetu í hesum nýggja valskeiði fara, uttan at tingið fær høvi til at viðgera og samtykkja eina hækking av fólkapensjónini, sum tingmenn annars tykjast at vera samdir um, er átroðkandi neyðug, segði Hans Pauli Stróm m.a. tá ið hann legði uppskot- ið fram vegna Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin viðvíkjandi almannaveitingum OLAvur Í BEITI Týsdagin løgdu teir tríggir flokkarnir Javnaðar-, Sam bands- og Miðflokkurin fram uppskot um almanna- veitingar. Hans Pauli Strøm, sum legði uppskotið fram vegna hesar flokkar, lýsir fyrst málið í viðmerkingu- num, og sigur, at høvuds- grundgevingin hjå umbod- um meirilutans fyri ikki at taka undir vid hesum upp- skoti um hækkingar av fólk- apensjónsviðbótunum var, at man vildi bíða eftir tí uppskoti frá landsstýris- manninum í almannamálum til ein pensjónsreform, sum landsstýrismaðurin segði var ávegis. — Enn er tó einki uppskot til pensjónsreform komið frá landsstýrismanninum, og tykist heldur einki at røkjast fyri tí, áðrenn freist- in fyri at seta fram lógar- uppskot í hesum skeiði verður úti um fáar dagar. Ein reformur, sum hevði grundað pensjónina á eina uppsparing gjøgnum eitt langt arbeiðslív, heyði held- ur ikki ngktað tann bráneyð- uga tørvin fyri eini hækking av fólkapensjónunum, visti Hans Pauli Strøm å. — Vit halda ikki, at tingið kann koma sær at lata hesa fyrstu tingsetu i hesum nýggja valskeiði fara, uttan at tingid fær høvi til at við- gera og samtykkja eina hækking av fólkapensjón- ini, sum tingmenn annars tykjast at vera samdir um, er átroðkandi neyðug. Pen- sjonistar kunnu jú íkki sjálvir áseta sína inntøku, hvørki sum t.d. løntakarar í samráðingum við arbeiðs- gevarar, ella t.d. sum ting- menn við lóg. — Allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensjón- in seinastu mongu árini er afturúrsigld. Einasti batin | | | - Orsakað av at pensjónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 2 mió.kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi 40 mið. kr. fyri ár 2000, segði Hans Pauli Stróm m. a., uppskotið fram tá ið hann legði hesi árini er arbeiðsmarkn- aðareftirlónargrunnurin, ið byrjaði útgjald sítt í apríl í 1997. Tann partvísa javn- ingin av almannaveitingum, herundir fólkapensjónini, sum varð sett í verk fyri jól, er bert eitt lítið endurgjald fyri ta stóru virðisminking, sum fólkapensjónin hevur verið fyri seinastu árini, síð- an javningin av pensjónu- num varð tikin av í 1993. Munandi hækking — Hóast vit viðurkenna, at allir fólkapensjonistar hava verið fyri stórum reallønarmissi, meta vit tað vera mest neyðugt fyrst og fremst at bøta um fíggjar- ligu korini hjá teimum pen- sjonistum, ið bert hava al- mennu fólkapensjónina at liva av, og hjá teimum, ið ikki hava stórvegis av aðrari inntøku. — Tí skjóta vit upp at hækka pensjónsviðbótina til Hetta er ISO-9000 9000 góðkenning. stakar fólkapensjonistar við kr. 1300,00 mánaðarliga og pensjónsviðbótina til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 850,00 mánaðarliga — Henda hækking skal henda í tveimum stigum, soleiðis at fyrra helvtin av hækkingini kemur í gildi 1. apr. 1999 og seinna helvun 1. jan. 2000. T.v.s. at 1. apr. 1999 hækkar pensjónsvið- bótin til stakar fólkapen- sjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjóns- viðbótin til hvgnn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga. 1. jan. 2000 hækkar pensjónsviðbótin aftur, til stakar fólkapen- sjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjóns- viðbótin til hvgnn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga. 40 mió. | — I dag fáa nógvir pensjon- istar ískoyti til pensjónina, — Henda fysrta tingsetan i hesum nyggja valskeidi kann ikki fara, uttan at tingið fær høvi at viðgera og sam- tykkja eina hækking av fólkapensjónini, heldur Hans Pauli Stróm orsakað av at pensjónin er so lág. Uppskotið fer at hava við sær, at hesi iskoyti í summum fórum lækka ella fella burtur, og harvið vil hetta eisini hava við sær eina sparing fyri landskass- an. Orsakað av at pensjóns- viðbótin verður hækkað, kemur javningin av almann- aveitingum at kosta lands- kassanum uml. Í mió. kr. meira. Nettokostnadurin fyri landskassan verður so- Hjartaliga tillukku Heri Thomsen Transport Service Spf er tann fyrsta føroyska fyritøkan, ið er innstillað til efna ISO-9000 góðkenning á tí føroyska marknaðinum. Virkisráðgeving Spf ynskifi fy: hjartaliga tillukku, og vit nýta hervið høvi til at takka fyri samstarvið. 1S0-9000 skipanin er ein altjóða góðkend góðskuskipan. At ein fyritøka hevur tillagad sítt virksemi til eina ISO-9000 skipan merkir, at hon er eftirmett av altjóða góðkendum "góðskuskoðarum“", og at hesir hava mett, at hon arbeiðir eftir altjóða krevum.til góðsku. Innføring av einari ISO-9000 skipan er tí ikki nakað, sum hendir eftir fáum vikum, meri tøkur sum oftast fleiri mánaðir ella år, alt eftir hvussu umfatandi fyritøkan er. Virkisráðgeving Spf hevur havt projektleiðsluna um hendi hjá Heri Thomsen Transport Service Spf. og er soleiðis eisini tann fyrsta føroyska rådgevingarfyritøkan, ið hevur hjálpt einari fyritøku til eina 180- | | Fy Virkisráðgeving Spf Leiðsla - Búskapur - Marknaðarfering - Rekruttering - Góðskuskipanir tif. 44 95 91, fax. 44 95 92, homepage: http:/hwww.konsutt fo statt mettur til í mesta lagi 15 mió. kr. fyri 1999. — Orsakað av at pensjóns- viðbótin verður hækkað, kemur javningin av almann- aveitingum at kosta lands- kassanum uml. 2 míó.kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður so- statt mettur til í mesta lagi 40 mió. kr. fyri ár 2000, segði Hans Pauli Stróm m. a., tá ið hann legði uppskot- ið fram.