Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOS" Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999 Bygdamyndin á Skála er broytt Skálabygd er ikki tann sama, sum hon hevur verið tey seinastu nógvu árini. Seinnapartin týsdagin fór russiski, ella fyrrverandi í hvussu er, trolarin av Skála fyri seinastu ferð SVEINUR TRÓNDARSON Seinnapartin týsdagin fór skipið, sum, saman við Nólsoyar Páll í fleiri ár hev- ur verið myndin av havnar- agnum á Skála, út eftir fjørðinum fyri seinastu ferð Vasilij Adonkin hevur lig- 10 svínabundin við bryggj- na á Skála síðani Í 993. Tá ort skuldi t sum mundi hugsa, at hetta skip skuldi næstan gerast ferða- ar i Skála næstu seks árini. Men sum orða- d sigur, eingin veit á morgni at siga, hvar hann á låKH kveldi gistir Manningin á russiska trolaranum gekk og mól á Skála í drúgva tíð, áðrenn hon slapp aftur Skipið fór tó ongan veg — har vóru eingir pengar at gjalda við — hvørki til manning ella til skipasmiðj- una Seinastu nógvu árini hev- ur skipið ligið uttan at havt nakran góðan og tað er synd at siga, at tað var ein vekur sjón. Hartil skal havast í huga, at skipið var í sera vánaligum standi, so tað var sera smátt við áhugaðum keyparum. Men umsíðir eydnaðist tað sakføraranum Julionnu avstað Klett at sleppa av við skipið — sum gamalt jarn, og tað eru skálafólk glað fyri. Pláss til gevandi skip Bygdarráðsformaðurin á Skála, Símun Pauli Berg, sigur í eini stuttari viðmerk- ing við Sosialin, at hjá teim- um var tað mest umráðandi at fáa skipið burtur. Vit hava verið í tí stóðu, at skipið hevur ligið og gnaddað gummi við bryggj- An, men vit hava ikki fing- ið eitt klovið oyra fyri tað seinastu fýra árini. So vit hava mist heilt fitt av peng- um upp á skipið Hava teir nakrantíð gold- ið? — Jú, í tey fyrstu árini syrgdi Skipafelagið, sum var agentur hjá felagnum, sum átti Adonkin, fyri at vit fingu pengar, men eftir at felagið fór á heysin, so góv- ust teir við tí. Men hvussu nógvar peng- ar hava tit so mist? — Eg veit ikki heilt greitt, men tað verður eitt sindur ígjøgnum fýra ár, sigur bygdarráðsformaðurin á Skála. Sosialurin hevur kannað hvussu nógv Skála komm- una hevur mist í kajpengum hesi fýra árini, Adonkin hevur ligið við bryggju utt- Nú er hann burtur - >russ<tikusturin - ta tid hann lá har. Umleid 1,4 mió. krónur misti Skála kommuna an at hava goldið, og tað vísir seg, at tað snýr seg um umleið 1,4 mió krónur. Tað kostar nevniliga uml. 30 túsund krónur um mánaðin fyri eitt skip sum Adonkin, at liggja við bryggju á Skála. Fáa ikki eina krónu aftur Símun Pauli Berg sigur eis- ini, at kommunan á Skála fær ikki eina krónu, nú Ad- onkin verður seldur sum gamalt jarn. — Nei, tað eru ikki vit sum selja hann, men vit hava gjørt tað sum stendur í okk- ara makt, fyri at fáa hann burtur. Orsgkin er tann, at tað í okkara hugaheimi er eitt sindur ógreitt hver hev- ur ábyrgdina av skipinum um so skuldi verið, at hann brádliga sakk niður við bryggjuna. Var tað okkara ábyrgd, so hevði tað kostað nógva ferðir meir at fingið hann burtur tá. - Tí hevur tað havt stóran skudn fyri okkum, at fáa skipið burturbeint, leggur Símun Pauli Berg. »Russarakaiin« rudda Men tað var nú ikki bara eftir hæli nú Adonkin fór av Skála. Kaigkið, tað, sum á Skála verður rópt russarakaiin, hevur nevniliga verið rætti- liga óruddiligt. Gamalt jarn, sum ikki kundi brúkast til nakað, hevur ligið og rikist, og tað hevur ikki borið til at fingið tað burturbeint. Men nú tá Adonkin allík- avæl skuldi seljast sum gamalt jarn, so var alt hetta gamla draslið sent somu leið. Alt varð fylt umborð á Adonkin, so tað endaði við, at hann gjørdi skálafólki eina tænastu nú hann fór — bæði so og so. Tað var ikki møguligt hjá Sosialinum at fáa at vita hvussu nógv fekst fyri Ad- onkin, nú hann fór avstað, Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele: Nú kemur ferð á GSM-skipanina | Fyri einum ári síðani varð roknað við, at tað bert var talan um mánaðir, so fór GSM-fartelefonskipanin at virka í Fóroyum. Men í veruleikanum kemur ikki ferð á hesa skipanina fyrr enn nú, viðgongur Andrass Róin, stjóri á Fóroya Tele SVEINUR TRÓNDARSON Tidliga í ijør beyð Føroya Tele, ella Telefonverk Føroya Løgtings, til tíð- indafund, har nyggja GSM-fartelefonskipanin varð »presentera«. Millum annað varð sagt, at |. juni var skip- anin tek í teimum størru økjunum í Føroyum, og stutta tíð eftir tað, kundu føroyingar brúka sina | GSM telefon uttanlands. Men sum orðatakið sig- ur, at mongum brestur ætlan. Juni månadi for aftur um og tað fóru fleiri aðrir mánaðir eisini. Nú skriva | vit skjótt marts mánað i | 99 og enn virkar skipanin ikki optimalt Vit hava spurt Andrass Róin um orsøkina til seinkanina — Orsøkin til at vit eru seinakaðir við GSM-skip- anini er, at vit vóru ikki førir fyri at liva upp til al- tjóða krøvini um avrokning. Hann sigur, at vid NMT- skipanini er tad so, at tad verður avroknad eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna. Men við GSM skipanini eru altjóða reglur sum siga, at datamongdin skal verða operatørinum í hendi í seinasta lagið 36 tímar eftir samtaluna. — Hetta er sambært áset- ingarnar í GSMMOU, og vit skulu fylgja hesum regl- um fyri at roamingavtalur- nar kunnu koma igjøgnum, sigur Andrass Róin. — Fyri at liva upp til hesi krøv hava vit, saman við ødrum gjørt eina nýggja edvskipan til endamálið, leggur hann afturat. Og sambært stjóranum, so er arbeiði komið so langt, at hann væntar, at fyrsta av- talan um roaming verður al- mannakunngjørd ein av all- arfyrstu døgunum. — Flestu avtalurnar og testirnar eru lidnar, tad vant- ar bert hetta, sigur hann. Og tå tad er gjørt er einki til hindurs fyri at føroyingar brúka sína fartelefon í ødr- um londum Dekkar betri enn NMT900 Í fjør varð greitt frá eini útbyggingarætlan, = sum segði, at áðrenn 1999 varð farið afturum var dekning- urin tann sami, sum á NMT900. Hetta er eisini broytt, men tann positiva vegin, tí longu nú dekkar GSM-skipanin betri enn NMT900 skipanin ger. — Onkur hol eru, eitt nú á Hósvíksleiðini, men tað verður rættað við at seta eina basisstød hinumegin. Andrass greiðir frá, at tað ikki verður gjørt meira við at útbreiða NMT-skipanina. — Hon fellir eftir øllum at dóma burtur í okkara grann- alondum innan alt ov leingi, so tað er ikki rætt av okkum at fara at gera meiri við ta skipanina. Hann viðgongur, at tað eftir øllum at dóma var skeivt at TFL ikki fór undir GSM útbyggingina í 1992, men tað er so lætt at verða bakklókur, leggur hann afturat. Prísurin fer niður Tað er rættiliga kostnað- armikið at tosa í GSM telefon. Tað kostar 3,50 í minuttin í dagtímunum og 1,75 á kvgldi, men sambært Andrassi, so er eisini ein broyting á veg á hesum øki. — Eg dugi ikki at siga nær tað verður, men kundarnir kunnu roknað við, at takstirnir á GSM- fartelfoni, koma niður á NMT-stødi innan eitt til tvey ár. Tá verður prísurin åviksavist 2 og I krónu um minuttin á degi og á kveldi. Vasilij Adonkin. Hann lá leingi og kostaði Skála kommunu heilt fitt av peningi men Julianna Klett sakfør- ari sigur, at tað var alt ov lítið. Tað hava verið trupulleik- ar at selja bátin, orsakað av teimum ógreiðu eigaravið- urskiftunum. Rættarskipan- in í Russlandi er ikki so at samstarva við, sigur hon og vísir á, at tað var trupult at fáa svar úr Russlandi tá eitt keypstilboð lá á borðinum. Men nú er Adonkin søga á Skála, og um stutta tíð leggur hann at í Esbjerg, hagar hann er seldur, sum gamalt jarn. Leivur Hansen, borgarstjóri: = Fleiri p-básar til rørslutarna á veg Í seinastu viku skrivaðu vit í Sosi- alinum um at MBF hevði sent bý- ráðnum bræv um teir alt ov fáu p- båsarnar í hóvuðsstaðnum. Tað hevur hjálpt, tí býráðið hevur tikið málið upp SVEINUR TRÓNDARSON Tað loysir seg át gera vart tað. sum ein er ónggd- ur vid. Hesum kunnu tey rørsi- utarnaðu taka undir við. Um ikki beinanvegin, so tó Í nærmastu framtíð. Í hvussu er um ein skal trúgva tí, sum borgarstjór- in í Havn, Leivur Hansen sigur. Seinasta míkudag skrivaðu vít í Sosialinum um at rørslutarnad høvdu sent býráðnum skriv, har tey gjørdu vart við, at tað eru alt ov fáir p-básar í Havn til rørslutarnad. I eini stuttari viðmerk- ing til Sosíalin, sigur Leivur Hansen, borgar- stjórin í Havn, at býráðið er farið undir at kannað viðurskiftíni. — Tað sær út til, at vit uttan stórvegis hóvasták kunnu géra eini 4 ella 5 p-básar til rørslutarnad, Ferðslunevndin hjá býráðnum hevur hugt at viðurskiftunum, og vit halda at vit kunnu gera eitt á Vaglinum, eitt við sjónleikarahúsið og eitt við Sjómansheimið. Har- afturat ætla vit at fara at tosa við SMS um ikki teir eisini kunnu avmerkja básar til rørslutarna. Leivur Hansen sigur at enda, at arbeiði við at merkja básarnar fer í gongd, so skjótt sum av- gerðin er tíkin og veðrið er til tað. „sígur hann.