týsdagur 2. mars 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 41 — 2. MARS 1999
MBF havt aðalfund:
Broytingar ávegis í viður-
skiftunum hjá brekaðum
Leygardagin hevði Meginfelag
teirra brekaðu aðalfund. Helena
Dam á Neystabó, almanna- og
heilsumálaráðharri, luttók áðrenn
sjálvan aðalfundin og røddi hon
um ymiskt viðvíkjandi umstøOunum
hjá brekaðum. M.a. er nýggj lóg
ávegis eins og aðalorðaskifti um
viðurskiftini verður í næstum.
Vógv fólk var á aðalfundinum,
sum m.a. samtykti at senda Signari
á Brúnni, landstýrismanni, áheitan
um at skipa Sernámsdeplin betri.
D AGFINN Oil SEN
MYNDIR: JENS KR. VANG
um
Doris Hansen, forkvinna
i MBF sigur, at hetta var
áhugavert og at fólk tók væl
undir. Sjálvur aðalfundurin
skuldi vera klokkan 16:30,
men varð seinkaður, tí
klokkan gjørdist 18, ella
meira, áðrenn orðaskiftið
Nógv fólk var á aðalfundi
hjá MBF leygardagin. Aðr-
enn sjálvan aðalfundin
røddi Helena Dam á
Neystabø um ymisk viður-
skifti viðvíkjandi brekað-
Emma fekk
virdisløn
Hvørt år skipar MBF fyri
kapping. Hetta er tekni-
kapping. har eitt MBF-
merki verður tikið út.
Virdislønin er 3000
krónur og í ár vann Emma
Vágoy. Hon fekk hand-
aðan kekk uppá 3000
krónur á aðalfundinum
leygardagin.
var liðugt
Helena Dam á Neystabø
kom inn á almannapolitikk-
in, og tær broytingar, ið
kunnu væntast, og hon
nevndi eisini aðalorðaskift-
ið, ið verður um viðurskift-
ini um stutta tíð.
Almanna- og heilsumála-
ráðharrin kom eisini inn á
pensionsvidurskiftini.
Nýggj lóg er ávegis. Ein
grundupphædd verður og so
verður eitt ískoyti. ístaðin
fyri tey mongu iskoytini,
sum eru nu
Íbúðartrupulleikar.
Í umrødu síni kom Helena
Dam á Neystabo eisini inn
sum MBI
Trupult
å ibudartørvin
FOIK
myndugleikarnir saman vid
Husalånsgrunninum eru
fer við at seta á stovn sam-
i hesum økinum
» }
Nógv varð prátað um, at
tað bert er á hesum økinum,
at hagtøl eru. Sum heild
vóru fólk samd um, at tað
er ov fátæksligt, at tøl bert
finnast á hesum eina økin-
um
- Tað er ov vánaligt, at
ein ikki hevur hagtøl fyri,
hvussu nógv sálarliga sjúk
og rørslutarnadi hava hjálp
fyri neyðini. Myndin verður
skeiv. Og so er tað jú eisini
lættari hjá politikarum at fáa
nakað igjøgnum, um teir
hava tøl at vísa á, sigur
Doris Hansen.
Helena Dam á Neystabø
viðgekk, at hesi tølini átti
ein at fingið til vega.
Skúlin á Treðni
er burtur
Eisini varð tosað um við-
gerð. Skúlin á Trødni er ikki
longur, men ístaðin er Ser-
námsdepilin komin. Hetta
He le na
ymisk vi
rn A
Dam á Ne
JUFSKITI VU
hevur við sær, at eingi børn
ganga Í barnagarðinum
á Trødni longur. Eingin ser
- Hetíe merkir, at børn .
10 hava hjálp frá fysiotera-
peut fyri neyðini, mugu fáa
hjálpina, har tey nú eru, ella
har tey búgva. Foreldrini
søgdu seg vera bangin fyri,
at tann viðgerðin ikki bleiv
so góð, sum hon kundi ver-
ið, um talan var um tera-
peutar, ið eru vanir at hava
småbørn og brekað børn,
sigur Doris Hansen, ið
annars fegnast um, at
Helena Dam á Neystabø
ætlaði sær at taka hetta upp
við leiðaran á Ser-
námsdeplinum.
Annars varð tosað um ar-
beiði til rørslutarnad. Eis-
ini fall prátið á ALV skúlan,
og vist var á , at Finnur
Helmsdal, løgtingsmadur,
hevur boðað frå fyrispurn-
ingi hesum viðvíkjandi.
- Fundurin var livandi og
spurningarnir til almanna-
og — heilsumålarådharran
vóru nógvir, sigur Doris
Hansen, sum er væl nøgd
við fundin
Aðalfundurin
Nakað seinkaður byrjaði
sjálvur aðalfundurin. Doris
Hansen stóð ikki fyri
afturvali hesaferð, og heldur
sostatt fram í nevndini.
„ Annars komu í nevndina
Asla Svensson, Maria Ellef-
sen, Laila Solmunde og
Henning Sørensen.
Nevndin er spent uppå
aðalorðaskiftið um viður-
skiftini hjá brekaðum, sum
verður í næstum.
Annars eftirlýsir nevndin,
at ein hevur størri brúkara-
ávirkan. Nú lógarbroytingar
skulu gerast, so heldur
nevndin tað er rímuligt, at
brúkarin verður hoyrdur.
Nevndin heldur, at neyð-
ugt er at fáa stórri saman-
hang í, og kundi hugsað sær,
at øll tey ymsu verkini og
stýrini arbeiða betri saman.
her verður hugsað um t.d.
skúla-, almanna- og heilsu-
ystabø luttók á aðalfundinum hjá MBF leygardagin. Hon røddi um
vikjandi umstødunum hjá brekaðum
verk.
Á Hjálpitólamiðstoøðini
er ein verkætlanarleiðari.
sum arbeiðir við at fáa eina
betri mannagongd. so bíði-
tíðin ikki verður so long
Hetta er nevndin eisini sera
spent uppá, sigur Doris
Hansen, og leggur afturat,
at eisini her skal ein umsóka
til ummælis í fleiri støðum
við núverandi skipan.
Samtyktu áheitan
- Aðalfundurin samtykti at
senda áheitan til Signar á
Brúnni, landstýrismann, um
at skipa Sernåmsdepilin
betri, og at fleiri pengar
verða settir av til undirvís-
ing eftirútbúgving av lærar-
um. Soleiðis verður eisini
betri fylgt tí upp, sum er sett
út í kortið við einum so-
nevndum uppriti, har sagt
verður hvussu Sernåms-
depilin og serundirvísing í
Føroyum skal skipast, sigur
Doris Hansen, forkvinna í
MBF.