Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 2. MARS 1999 tíðindablaðið Johan Mortensen, hev: ur ikki slept. fiskivi innuni: - Vit geva fiski sum matvøru -Hóast fiskivinnan er okkara høvudsvinna, so geva vit okkum als ikki fær um, hvat tað er fyri edilig matvøra vit her eiga. Tað er líkasum, at vit fóroyingar eru fremm- andagjórdir í mun til okkara høvudsvinnu Johan Mortensen vil við fortíð síni sum fiskaseljari lata eyguni upp hjá førovingum fyri, hvussu góður matur fiskur er. JAN MULLER Nú skulu føroyingar fáa eyguni upp fyri, at fiskur er góður matur. -Vit hoyra bara Føroyar umtalaðar sum ein fiski- vinnutj60. Ongantíð verður tað tosað um, at vit eru framleiðarar av matvørum, og tað tykist mær sera logið sigur Johan Mortensen, fyrrverandi fiskasølumadur og í dag partur av stabinum hjá oljufelagnum Amerada Hess í Havn. Hóast oljuvinnan dregur, so hevur Johan Mortensen tó ikki heilt slept fortíðini, fiskivinnuni. Hann brúkar stóran part av frítíð síni til at sannføra sínar egnu landsmenn um, hvør Guds gáva fiskurin, sum svimur við okkara stendur, í veru- leiknum er. Johan Mortensen vil hava føroyingar at koma burtur - Tel #298 31 95 40 Fax #298 31 75 41 : Alt innan prentlutir-“—" Maif: face post.olivant.fo frá hesum óskykkinum bara at umrøå fisk sum var tað bara ein vanlig råvøra sum alt annað. -Latid okkum tosa um fiskin sum ein mat- vora, sum nakað sera dýr mett og gott, og í hesum sambandi eiga vit sjálvi eisini at gera meira burtur úr fiskinum, tá vit sjálvi borðreiða við honum. Johan Mortensen heldur, at føroyingar líkasum hava ikki dugað nóg væl at fáa hesa dimensiónina inn i søluna av okkara fiski og vísir á, hvussu eitt nú danir hava ráð, sum bara hevur til uppgávu at ferðast kring heimin og siga frá, hvussu góðar danskar landbúnað- arvørur eru. Og tekur tú Ís- land so hava teir meistara- kokkur, sum eisini ferðast úti í heimi fyri at gera vart við, hvussu góður íslendsk- ur fiskur er, tá hann stendur á døgurdabordinum. Mugu gera meira burtur úr Johan Mortensen spyr, hví vit ikki gera meira vart við okkara fisk eitt nú, har mangir útlendingar koma og fara sum t.d. á flogvøll- inum. Har er ikki ein lýsing frá nøkrum fiskaframleiðara og tú kanst ikki ein gang keypa fiskaúrdráttir ha longur. Og Johan Morten- sen heldur okkum gera alt ov lítið burtur úr at markn- aðarfóra fiskin sum mat- vora, har vit hava høvi til tess, sum eitt nú, tá vit fáa vitjan av framstandandi fólki. -Hví borðreiða vit ikki við nøkrum av teimum vælskakkandi fiskasløgun- um, sum vit jú rósa okkum av svimja í heimsins rein- asta sjógvi? Hann heldur tað vera hugstoytt at vita sær, at kanska 90% av fóroyingum hava ongantíð etið havtasku ella skøtu, fiskasløg, sum eru ótrúliga vælsmakkandi Íslendsku kokkur vitjar Men eiit eru orð. Annað er at vísa nakað í verki. Johan Mortensen, sum rekur fel- BALDUR, fer ti í saman við Hotel Føroyum at fáa ein av teim- um frægu kokkunum í Is- landi til Foroya at gera til fiskarættir. Tað er Rúnar Marvinsson, sum er ein hin kendasti íslendski fiska- kokkurin. Hann hevur mat- stovuna Við Tjørnina i Reykjavík, har mangur føroyingur hevur sitið væl. Fríggjadagin 26. mars verður eitt sokallað busi- ness seminar fyri umleið 25 fólkum, sum hava tilknýti til fiskivinnuna. Leygar- kvøldid 27. mars verður so alment kvold á Hotel Før- oyum, har Rúnar Marvins- son fer at gera eina fiska- menú burturav. Johan Mortensen sigur, at ætlanin við hesi vitjanini er at kveikja og vekja áhugan fyri fiski - fáa eyguni hjá føroyingum upp fyri, hvat tað er fyri ein frálík og rein råvøra vit hava og eiga. -Lat meg undirstrika, at hóast eg haldi, at oljan verð- ur ein av vinnunum í Før- oyum í framtíðini, so liggur mítt hjartað framvegis nógv hjá fiskivinnuni. agið næstum Gastronomiskan stovn Johan Mortensen við- gongur, at hann hevur ikki | Rúnar Marvinsson, ein hin kendasti fiskakokkurin í Íslandi, kemur til Foroya í næstum sjálvur megnað at gjørt nóg nógv vart við hetta í síni tíð sum fiskasølumadur, men rann heldur seg hava fingið so nógvan íblástur frá ar- þeiðinum við fiski gjøgnum oll árini. at tiltakið hann nú tekst við vónandi bert er byrjanin. Hann dylur ikki fyri. at slíkt tiltak sum hetta kanska ann verða grundarlagið undir einum gastronomis- kum institutti i Føroyum Við mínum drúgvu royndum í fiskivinnuni kenni eg tað soleiðis. sum at vit føroyingar í veru leikanum eru fremmanda- gjørdir frá okkara høvuds- vinnu. Vit hava einki for- hold til tað vit gera, og tað kann ikki vera rætt. Hann vísir á, at vit hava ikki nakrar fiskatraditiónir. Tvs. vit hava ongan fiska- kók, fiskarættir, uppskriftir ella ein fiskahandil. Vit síggja rundan um okkum, hvussu tann grøna aldan floymir inn yvir lond, har tað verða sett krøv til reinar råvørur og har einki verður tilsett. Har er fiskurin ein av favorittunum. Johan Mortensen heldur, at fiskurin er vorðin so stór sjálvfylgja, at vit leggja als ikki merki til, hvussu stóran týdning hann kann fáa, eru vit meira vitandi um, hvat hann hevur at týða sum matvøra. -Eg sigi hetta ikki fyri at klikkja niður á nakran, ti okkara fiskaútflytarar gera eitt stórt og gott arbeiði. Men tað er bara líkasum, at vit gera okkum ikki greitt, hvat tað er fyri ein gullverd råvøra te. matvøra vit sita vid. Johan Mortensen heldur. at tað átti at verið so, at tå útlendingar hava vitjað í Føroyum, so hava teir etið vælsmakkandi og tilgjørdan fisk. soleiðis at teir fara heimaftur við einum 6- gloymiligum minni um. hvussu væl fiskur kann smakka Nú tosað verður um at útbyggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna vónar Johan Mortensen. at slíkt sum royndarkøkur verður partur av virkseminum i fram- tíðini Fiskurin til tiltókini á Hotel Føroyum koma frå Foroya Fiskavirking > HMLLY "Konfirmatiónskjólar Prísir úr “848,- Eisini stórt úrval Sþkálabøðin Dr. Jakobsensgeta 21 - TIf. 315315