Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 2. MARS 1999 Heavy og Sankta Mortan Tá ið ungu vestmenning- arnir vóru lidnir at spæla, komu fýra blaðungir havn- armenn á pallin. Teir mann- aðu bólkin Peachy Bounder, og miðalaldurin hjá teimum lá um gott sekstan ár. Hesin ókendi bólkur hevur nýliga verið í Danmark og spælt á einum risastórum ungdóms- tónleikafestivali í Aalborg, og um hetta verður meiri at frætta í Yngd í morgin. Peachy Bounder spældi, eins og bólkurin undan teimum, harðan rokk, men hesir ungu dreingirnir høvdu funnið upp á tað for- vitnisliga, at teir høvdu kryddrað sangirnar, um man vil kalla tað so, við at blanda eitt sindur av kvæði inn í rokksangirnar. Tað var rættuliga stuttligt at hoyra teir spæla harðan rokk, og so mitt í lagnum steðga á og kveða eitt ørindi úr Sankta Mortan. Hesar ungu dreingirnar fara vit óivað at hoyra meiri til seinni, tí teir tordu væl at standa á palli, og eisini høvdu teir sera gott sam- band við áhoyrarnar. Clickhaze blásti øll um koll Eftir at tveir ókendir bólkar við sera ungari manning høvdu roynt seg, stóð eyst- uroyarbólkurin Clickhaze fyri tørni. Tað visti seg tó. at nakrir av limunum í bólk- inum vóru ikki so ókendir sum bólkurin. Sangarar vóru tey bæði Eiðver Påls- dóttir og Petur P. Jensen, og annar av gittarleikarunum var Bogi á Lakjuni. ið sam- an við Peturi eru við til at manna Visible Fish. ið longu hava spælt seg í finaluna um Prix Føroyar í ar. Clickhaze spældu fram- úrskarandi væl, og tað var skjótt. at so høvdu teir fingið allar áhoyrararnar at flippa út til tónleikin, og tað var ein sonn frødi at sita og lurta til sangin hjá Peturi og Eidvør, og so tær fråliku soloirnar hjá Jón Tyril og Boga å Lakjuni. At Petur hevði goymdar gávur sum rappari, kom eisini til sjónd- ar undir framførsluni, og tå ið hann sang duett saman við Eiðver, var tað so vakurt, at hárini reistust eftir øllum nakkanum. Ai Clickhaze einans hevur tveir mánaðir á baki, er Otruligt, tí tað swingaða so væl, at man skuldi trúð, at bólkurin hevdi spælt sam- an í fleiri ár. Rúm fyri ollum Eitt av eyðkennunum fyri Prix Føroyar er, at tað er rúm fyri øllum sløgum av tónleiki í kappingini. Tó er tað so, at meginparturin av teimum bólkum. sum taka lut í kappingini, spæla rokk/ popp. meðan tað bert eru einstakir bólkar, ið bróta frá. Ein bólkur var. ið breyt full- komiliga frá leygarkvøldid, og tað var vágabólkurin Holgar og Vinmenn Vágabólkurin spældi tað, sum tey flestu helst vilja kalla fyri góðan, gamlan føroyskan dansitónleik. og hetta var heilt nakað annað, enn tað sum hinir bólkarnir høvdu spælt framman- undan. At bólkurin ikki var so væl samanspældur var skilligt, tí millum annað høvdu teir ikki fingið sær ein trummusláara fyrr enn ljóðroyndin var, tá ið teir fingu ein av tøkningunum at spæla trummur Tað tóktist eisini, sum um tónleikurin hjá hesum bólkinum kom fullkomiliga bak upp á áhoyrararnar, tí ein stórur partur av teimum yngru áhoyrarunum stóðu bara og gløddu. Tey hava óivað spurt seg sjálvan, um slíkur tónleikur kann verða við í Prix Føroyar. Vágagospel og Bimbs Holgar og Vinmenn var tann fyrsti av trimum vága- bólkum í slag, sum royndu seg. Aftaná teir kom gospelbólkurin M. M. M., og hesin bólkurin var spennandi at hoyra, og serliga vóru tað tær báðar sangkvinnurnar, Olga Joen- sen og Alice Simonsen, ið stóðu seg væl. Tónleikurin hjá teimum var áskoðara- vinarligur, og haraftrat merktist tað eisini væl, at M. M. M. var á heimavelli. tí tey høvdu so sanniliga åhoyrararnar vid sær. og hetta ger tað altíð munandi lættari at spæla. Bólkurin Bimbs hevur fleiri ferðir áður verið við í Prix Føroyar, og teir hava eisini spælt seg i finaluna. Hesin bólkurin var væl samanspældur, og tað er einki dulsmál, at tað var sera gott lag á áhoyrarun- um, tá ið Bimbs spældu. Bólkurin hevur eina roynda manning, og tað var eisini sjónligt, at teir eru vanir við at standa á palli. Uttan iva hevur bólkurin staðið ovar- laga á listanum hjá dómar- unum, og teir høvdu staðið enn ovarlagari, um teir høvdu havt meiri intensitet í sínari framførlsu og tón- leiki. MC Hár er nakað fyri seg Ein bólkur, sum altíð hevur eina sermerkta framførslu, er MC Hår. Onkuntíð hava teir staðið á palli í berum yvirbelti, men hesaferð høvdu teir so valt at trína inn á pallin í svartum klædningi, slipsi og hvítari skjúrtu. Sum vant vóru tað Niels Uni Dam og Allan Morten- sen, ið stóðu fyri rappinum, meðan menn sum Tróndur Bogason Hansen á key- board, Niels Arge Galan á gittar og Heri Reynheim á bass stóðu fyri solounum. Framførslan hjá MC Hår var dynamisk, og tað hoyrd- ist væl, at tað vóru bæði royndir og serstakliga dugnaligir tónleikarar. ið mannaðu bólkin Tá ið MC Hár vóru lidnir at spæla, kom enn ein vága bólkur á pallin. Hesin bólk- urin nevndist RUSK, og teir spældu góðan rokktonleik, og høvdu teir havt ein betur sangara, so høvdu teir helst staðið seg betur. Gittarsolo- irnar hjá bólkinum vóru góðar, men bólkurin tóktist ikki so væl samanspældur. tíðindablaðið Røttu vinnararnir RUSK var seinasti bólkurin á pallinum, og tå ið teir vóru lidnir at spæla, gekk umleið ein | hálvur tími. áðrenn dóm- |) í á På ararnir høvdu tikid }= samanum og funnið fram | til, hvørjir bólkar skuldu sleppa vidari til finaluna. Fyrst bleiv avdúkað, at MC Hår gjørdist nummar tvey, og var hetta til stóra = fróði fyri áhoyrararnar. É Bólkurin fór á pallin og gav eitt eykalag, áðrenn vinn- andi bólkurin skuldi skírast. Fråsøgumadurin, Leif Láa- dal, kom so aftur upp á pall- in, og spenningurin bleiv útloystur, tá ið hann avdúk- aði fyri fjøldini, at eysturoy- arbólkurin Clickhaze hevði vunnið umfarið og saman við MC Hår eitt pláss í finaluni. + DE +