mikudagur 3. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Myndamenn:
pri i ið Ki Postadr: Postsmoga 76,
Åb rgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Turið Kjølbro | ne
ar úller jór | Jonhard Hammer Niclas Johannesen | Jens Kristian Vang re gren a
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen | AlvurHaraldsen | ti iða
Eirikur Lindenskov.- | John Johannessen | Utgevari, uppseting og prent: | ele Og
ríggjarleiðari: | Blaðfólk: | Sp/f Sosialurin (- SM
Internet: www.sosialurin.fo
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Sveinur Tróndarson post &sosialurin.fo
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Dagny Joensen |
Aki Bertholdsen,
Viðmerkingar:
Skelkandi dømi um
vantandi almannapolitikk
Oddagrein
TAÐ var skelkandi at hoyra sjónvarpstíð-
indini um sjúka kvinnu, sum roktarverkið
ikki kundi taka sær av. Samstundis góvu
hesi tíðindini eina ábending um, at tað
eru óivað mong sjúk, sum familja og onnur
leggja alla orku í at taka sær av.
HETTA var tað gamla í Foroyum og hetta
er gott. Hesin hugburðurin liggur fram-
vegis í føroyinginum, og tað skulu vit vera
fegin um. Hann sigur okkum nakað um
næstrakærleika og okkara sosiala sinna-
lag. Hesum mugu vit ikki sleppa, men
verja.
Tá tað er sagt, so mugu vit eina ferð
afturat ásanna, at okkara heilsuverk - ella
roktarskipan - ikki noktar torvin í dagsins
samfelagi. Heldur ikki hevur almannaverk-
ið skipanir, sum kunnu veita familju ella
oðrum nøktandi figgjarligt gjald fyri hjálp
ella umsorgan.
Í hesum føri er talan um kvinnu, sum
maðurin hevur ansað í eini 20 ár. Men nú
er. hann farin, og eingin møguleiki er hjá
sjúku kvinnuni at koma á rektarheim.
Børnini hava arbeiði, og eitt møguligt end-
urgjald fyri at ansa mammuni, er so lítið,
at tað kann ikki sammetast við eina løn-
arinntøku, sum øll hava brúk fyri í samfel-
agnum í dag.
EIN loysn er funnin - fyribils í hvussu er -
men hetta er aftur eitt domi um, at okkara
skipanir og tænastur á almanna- og heil-
suøkinum eru ikki nóg góðar. Hetta er
sagt og ásannað fleiri ferðir, og tey, sum
nú hava ábyrgdina, skulu ikki lastast. Aft-
urímóti má tann nýggja foroyska almanna-
lóggávan verða so mikið fræg, at hon eis-
ini hevur loysn á slíkum málum.
NU eru í ollum forum góðir møguleikar at
seta út í kortið av nýggjum. Í fleiri ár hevur
bara verið møguligt at halda tørn og
pjøssa um verandi skipanir, hóast onkur
nýskipan hevur sæð dagsins ljós. Aðal-
orðaskifti skuldi verða um almannamál
síðst í januar, men tá útsetti landsstýris-
kvinnan í almannamálum tað til síðst í
februar, men í dag skriva vit 3. mars. Enn
er eingin frágreiðing løgd fram, so tað
gongur óivað ein mánaði, áðrenn vit fáa
eina hóming av, um veruligur politiskur
vilji er at skapa nakað nýtt og framburð-
arkent á almanna- og heilsuøkinum.
NEYÐUGT er óivað at hugsa oðrvísi, og
viðurskifti eiga at verða greinað. Men
grundarlagið má enn sum áður verða ein
solidariskur almanna- og heilsupolitikkur
og ikki brúkaragjaldspolitikkur fólkafloks-
ins. Sosialurin
gjørdar fosturtøkur
Virðið rættin hjá
kvinnuni til fosturtøku
Í staðin fyri at standa model til eina slíka herferð, áttu
politikarar okkara at virt rættin hjá kvinnuni at søkja sær
abort, tå umstødur hennara gera tað átrokandi neyðugt,
sigur Turið Debes Hentze, sum setir spurningin, um
kvinnan sjálv ella ein serfróðingur skal avgera, um hon
skal fáa abort
Enn einaferð skal spurning-
ur setast við rættin hjá
kvinnuni at fáa fosturtøku
gjørda undir tryggum um-
støðum, nevniliga undir
læknahond ístaðin av kvak-
salvara. Hesaferð í hami av
eini skerping av okkara av-
oldaðu fosturtokulóg, so
leiðis at nú skulu serfrød-
ingar avgera, um kvinnan
kann fáa fosturtøku
I dag verður kanska
gloymt, at í botn og grund
er fosturtokulógin gjørd fyri
at tryggja at kvinnur ikki
mistu lívið ella fingu óbót-
aligan skaða av fosturtøkum
framdum undir ábyrgdar-
leysum ótryggum umstød-
um. Fosturtøka er ikki nak-
að nytt fyribrigdi og bert
søgugong gdin vid teimum
mongu r: ædslusøgunum um
átti at
verið nóg mikið at víst á
hvussu álvarsliga óhepna
stóðu ein kvinna kann koma
í, sum gerst við barn óynskt.
Graviditetur kann
broyta lívsleiðina
Hóast samfelagið støðugt
broytist og í nógvar mátar
er betri og ødrvisi enn fyri
50 árum síðani, so kann tað
framvegis nú sum tá seta
eina kvinnu í ta álvarsamu
og óhepnu stóðu, at hon vel-
ur abort framum at føda
barnid. Og soleidis fer iva-
leyst altíð at vera. At fyri-
gigla sær sjålvum ella ødr-
um eitt samfelag vid ongum
abortum, broytir ikki nógv
henda veruleika.
Samfelagið verður helst
ongantíð so, at eitt gitid egg
í bukinum, og sum seinni
verður til eitt barn. altíð er
vælkomið. Tverturímóti
kemur tað ofta tvørt fyri, og
hjá summum so tvørt fyri.
at best er at beina fyri tí -
ongantíð ov skjótt. Ein
graviditetur og eitt barn
kann broyta lívsleiðina hjá
eini kvinnu púrasta. Talan
kann td. vera um unga
gentu, kanska 14-16 ár, sum
skuldi havt alla framtíðina
fyri sær, hvussu nú við
skúlagongd, útbúgving og
øðrum. Er tað alt líkamikið,
ella er tað minni vert enn
tað lív sum veksur í búkin-
um á henni, og sum enn als
ikki er blivið eitt menniskja,
og sum hon annars onki
annað følir fyri enn sum ein
stóran trupulleika. Og er
tann lítli klumpurin i búk
inum eisini so nógv verdur.
at hesin skal liva fram um
alt - og so er líkamikið
hvussu lívið hjá kvinnuni og
barninum. tí óynskta, ann-
ars verður, tá tað kemur í
hesa ikki altíð tespiligu
verð.
Eru tey yvirmenniskju
At banna kvinnum fostur-
tóku bert við tí eini grund-
geving at hetta er at týna
lív - gudsskapt lív - og á
henda hátt útrópa kvinnurn-
ar og læknarnar sum dráps-
fólk. er ein herferð sum ikki
fyriheldur seg til veruleikan
og dagligdagin hjá okkum
menniskjum, men sum við
sjálvrættvísi og ofta við bíb-
liuni í rygginum, skal siga
øðrum hvussu tey skulu
liva.
Ofta ivast tú í, um við-
haldsfólkini til slíka herferð
hva í hesi verðini sum
menniskju. kanska eru tey
yvirmenniskju - ella liva tey
kanska á ein slíkan hátt. at
tey ongantíð koma út fyri
slíkum lagnum. Lata tey
kanska eyguni aftur.
Kvinnan veit best sjálv
Tey mongu seinni árini er
fosturtøkan framd undir
skipaðum viðurskiftum
undir læknahond i Føroyum
ella aðrastaðni. Hetta hevur
kanska fingið onkran at
gloymt ella at undirmeta, at
ynskini hjá kvinnuni til fost-
urtøkuni eru eins sterk og
áður. Viðhvert verður ført
fram. at nú gongur tað so
lætt og automatiskt. Tíbetur
gongur tað lættari nå, men
automatiskt verður tað ong-
antíð. Gentan ella kvinnan
sum er uppá vegin, er tann.
sum best av øllum eigur at
vita, um hon ynskir at føda
barnið, sum nú stendur
henni í boði. Tað er hon sum
fyrst av øllum skal taka sær
av barninum, tá tað kemur í
verðina og geva tí umsorg-
an. Tað er hon sum veit.
hvor påpin er, og um stuðul
kann væntast frá honum.
Tað er hon sum veit, hvønn
stuðul hon kann vænta frá
sínum nærmastu. Tað er eis-
ini hon sum veit best, um
hon yvirhøvur ynskir eitt
barn undir teimum umstød-
um hon livir undir, og tað
er eisini hon sum skal av-
gera. um hon heldur at eitt
barn verður ein ov stór forð-
ing i livi hennara til at hon
t.d. kann fáa eina skúla-
gongd ella útbúgving, sum
hon kanska hevur ætlað sær
ella stendur mitt í. Og tað
er tískil eisini hon sum best
viet, hvat barnið hevur i
væntu.
Seksuallívið er
enn tabu hjá summum
Tíbetur nýtast fáar kvinnur
í dag at fáa abort, tí tær ikki
eru giftar ella ikki hava ein
pápa til barnið - og treyð-
ugt so, at innan summi
umhvorvi eru hesar reglurn-
ar enn galdandi. Og so trag-
ikomiskt tað er, so eru júst
hesir bólkar ofta eisini ímóti
abort. Hvussu ger tann gent-
an. Fær hon abort í loyndum
ella eigur hon eitt barn við
ongum pápa. Og fyri at tað
skal vera heilt fullfíggjað,
so er hetta ofta sama genta
sum ikki fær neyðuga seks-
ualundirvísing heima og um
foreldrini skuldu bestemma
so heldur ikki í skúlanum -
tí seksualundirvísing er
privat øki. Seksuallivid er
framvegis tabu innan nógv-
ar familjur.
Tað skal ikki yvirlátast til
serfrødingar at finna útav,
um abort skal loyvast van-
ligum frískum kvinnum.
Tað er kvinnan sjálv sum
evt. saman við lækna sínum
skal finna fram til, um tað
er hennara veruliga og væl-
umhugsaða sannføring, at
hann ikki ynskir at eiga
barnið. Evt. ráðgevarar
skulu ikki hava til uppgávu
at fortelja kvinnuni, hvat er
best fyri hana, men bert
saman við henni finna fram
til hver stóða hennara er.
Avgerandi er, eisini fyri eft-
irtíðina, at tað er hennara
avgerð. og ikki avgerðin hjá
foreldrum, serfrødingum
ella øðrum sum liggur til
grund.
Ein avgerð um abort er
ein álvarslig avgerð og tað
er at undirmeta kvinnuna og
hennara avgerð yvir lív
hennara at taka frá henni
rættin sjálv at velja, um hon
ynskir abort. Tað er hennara
lív og lívsleið sum skal virð-
- Bert eitt herróp um at
lív ikki má týnast< er at
einfaltgera lívið, men
hetta herróp er klárt og
lættskiljandi og tískil væl
hóskandi á politiksa
vigvøllinum, sigur Turið
Debes Hentze
ast og setast uppmóti lívið
hjá fostrinum - og so eisini
lívinum og innihaldinum í
lívinum hjá evt. barnið.
Bert eitt herróp um at »liv
ikki má týnast< er at ein-
faltgera lívið, men hetta her-
róp er klárt og lættskiljandi
og tískil væl hóskandi á pol-
itiska vigvøllinum. Sjálv-
andi kanst tú siga at tú resp-
ekterar hetta sjónarmið
teirra, men kortini geri eg
tað ikki meiri enn so, at eg
hugsi at onkur av hesum
viðhaldsfólkum høvdu tagt
ella Kanska verið minni
harðmælt. tann dag tey
høvdu trupulleikan tætt at
sær og veruliga skiltu
hvørja menniskjalagnur tað
snúði seg um - og skiltu at
her snúði seg ikki bara um
orð.
Istadin fyri at standa
model til slíka herferð og
siga lítð og onki, so haldi
eg stundin átti at verið kom-
in fyri politikkarar okkara
at virða henda rættin hjá
kvinnuni at søkja sær abort,
tå umstødur hennara gera
tað átrokandi og neyðugt,
og nútímansgera lóggávu
okkara soleiðis, at kvinnan
tær fyrstu 12 vikurnar av
graviditetinum einsamøll,
evt. saman vid lækna sin-
um, tekur hesa avgerð.
Turið D. Hentze