mikudagur 3. mars 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 3. MARS 1999
tíðindablaðið , 8
Neyðugt við tidarhoskandi
log um arbeidsumhvørvi
Á våri 1996 og aftur á våri i 1998 varð uppskotið um lóg um arbeidsumhvørvi lagt fyri Føroya Løgting. Í fyrra
fórinum varð uppskotið ikki liðugt viðgjórt orsakað av tíðarneyð, og í seinna fórinum datt uppskotið burtur, tí nýval
var útskrivað. Nú hevur Kristian Magnussen so aftur lagt uppskotið fyri tingið og var tað til 1. viðgerð í gjár
ÓLAVUR f Bem
Um endamålid vid uppskot-
inum um arbeidsumhvørvi,
sigur uppskotsstillarin, at
tað er at virka fyri einum
tryggum og heilsugóðum
arbeidsumhvørvi, sum altíð
er í samljóð við teknisku
og sosialu gongdina í
samfelagnum, og at skapa
grundarlag fyri, at virkini
sjálvi kunnu loysa teirra
trygdar- og heilsuspurning-
ar, við vegleiðing og í
samstarvi við feløgini á
arbeiðsmarknaðinum, og
við vegleiðing og eftirliti av
Arbeiðseftirlitinum.
Uppskotið umfatar m.a.
reglur fyri trygdar- og heils-
ulig tiltøk á virkjum, útinn-
an av arbeiðnum, arbeiðs-
plássið, teknisk hjálpartól,
evni og tilfar, hvíldartíð og
frisamdøgur, børn og ung
undir 18 ár, læknakanningar
v.m., arbeidsumhvørvisrå0-
ið. arbeiðseftirlitið, kærur,
reysing.
Undanferðslur
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, sigur Kristian
Magnussen, at á vári 1996
og aftur á vári í 1998 bleiv
uppskotið um lóg um ar-
beidsumhvørvi lagt fyri
Føroya Løgting. Í fyrra før-
inum bleiv uppskotid ikki
liðugt vidgjørt orsakað av
tidarneyd, og f seinna føri-
num datt uppskotid burtur,
ti nyval var útskrivað. I vet-
ur hevur undirritaði 2 ferðir
við munnligum fyrispurn-
ingum á Føroya løgtingi
spurt avvarandi landsstýris-
mann, Finnboga Arge, um
landsstýrið ætlar at leggja
uppskotið fyri tingið aftur.
Hóast svarið frá honum var
merkt av undanførdslum, so
framgekk tó, at ætlaninin
ikki var at leggja uppskotið
fyri tingið aftur í verandi
líki.
— Um vit í Føroyum skulu
hava eina tíðarhóskandi lóg
um arbeidsumhvørvi eigur
at verða gjørt av i løgtingi-
num, og verdur uppskotid
ti lagt fyri tingið aftur, sigur
Kristian Magnussen í við-
merkingunum til uppskotið
sum var til 1. viðgerð í gjár.
Gongdin |
Um sjålva gongdina i måli-
num viðvíkjandi lógini um
arbeidsumhvørvi, verður
annars sagt, at Føroya
Landsstýri heitti í 1988 á
Arbeiðsumhvørvisráðið um
at koma við uppskot til
nýggja lóg um arbeiðsum-
hvørvi. Henda lóg skal av-
loysa lógina um arbeiðara-
vernd, sum kom í gildi 1.
januar 1975. Í 1973 setti
Danmark eina arbeiðara-
verndarlóg í gildi fyri Grøn-
tand.
I 1988 álegði landsstyr-
ismaðurin Arbeiðsum-
Kristian Magnussen,
løgtingsmadur
hvørvisrådnum at gera eitt
fullfíggjað uppskot til eina
tíðarhóskandi arbeidsum-
hvorvislóg fyri Føroyar.
Hetta varð gjørt, og upp-
skotið varð sent komm-
unum, stovnum og gllum
vinnufeløgum (bæði hjá ar-
beiðsgevarum og arbeiðs-
takarum) til ummælis. Sum
grundarlag fyri hesum lóg-
aruppskoti hevur ráðið havt
lógina, sum galdandi er í
Grønlandi um arbeiðs-
umhvørvi.
Broytingar
Munurin millum hetta lóg-
aruppskot og arbeiðara-
verndarlógina er stórur. Ar-
beiðarverndarlógin hevur
grundarlag í vernd móti
vandamiklum maskinum. Í
dag fevnir arbeidsumhvørvi
um vælferð, fyribyrging,
best møguliga skipan av ar-
beiðið út um vernd móti
vandamiklum maskinum.
Um oljuídnaður verður í
framtíðini, verður tað eisini
neyðugt við einum nútím-
ans lóggávu innan fyri ar-
beidsumhvørvisøkid, eins
og tað er ein fyrimunur, at
lóggávurnar líkjast teimum
í grannalondunum.
Uppskotið frá ráðnum
varð sent landsstýrinum í
1991. A vári 1996 varð upp-
skotið lagt fyri tingið, men
málið varð ikki liðugt við-
gjørt og datt burtur. Tað er
hetta uppskot við smáum
broytingum, sum aftur verð-
ur lagt fyri tingid, og sum
var til 1. viðgerð í gjár.
TRYGG
BILTRYGGING
Biltrygging fyri fastan prís
Nógvir bilførarar koyra uttan skaða í fleiri år, men
hóast tað verða teir revsaðir við einum hægri trygg-
ingargjaldi, um teir eru so óhepnir at vera atvold til
skaða. Tað halda vit á Trygd er órímuligt.
Tí bjóða vit teimum góðu bilførarunum eitt nytt slag
av trygging. Henda biltryggingin verður ikki dýrari,
hóast skaði verður gjørdur.
FAST. GJALD
- HEILT EINFALT
Við einari fastgjaldstrygging slepst undan óhuga-
ligum figgjarligum avleiðingum. Tó er sjålvsåbyrgd,
sum er eins stór og tað árliga tryggingargjaldið, altíð
galdandi.
Fyri at fáa eina fastgjaldstrygging er m.a. galdandi:
e Tryggingin kann bert teknast sum ein samansett
ábyrgdar- og skrokktrygging.
e Tú skalt verða fyltur 28 ár
e Tú skalt hava havt biltrygging seinastu 8 árini og í
mesta lagi ein skaða.
e Virðið á bilinum kann í mesta lagi vera kr. 350.000.
e Tú skalt hava tínar tryggingar hjá Trygd.
Árligt gjald við fastgjaldstrygging
Vektbólkur 1: t.d. Opel Corsa 2600,-
Vektbólkur 2: t.d. Toyota Corolla 2900,-
Vektbólkur 3: t.d. Ford Mondeo 3400,-
Vektbólkur 4: t.d. Audi A6 3900,-
Fyri bilar, eldri enn 6 ár, lækkar tryggingargjaldið 25%
Lýkur tú ikki treytirnar fyri Fastgjaldstrygging, hevur
tú meguleika fyri at tekna eina vanliga biltrygging
hjá Trygd.
Í skrokktrygging hjá Trygd - fastprístrygging og
trygging í stigum - er ein føraravanlukkutrygging
íroknað, uttan at tygum skulu gjalda eyka.
Spyr starvsfólkini í Foroya Banka ella hjá Trygd.
FAST GJALD
HEILT EINFALT ...
RYGD
… eitt fet fremri
Postboks 44 110 Tórshavn
Tórsgeta 16
Tel 31 16 77 Fax317211