mikudagur 3. mars 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 42 — 3. MARS 1999
Svimjihøllin í Klaksvík
umbygd fyri hålva million
Partur av
rúm og nýggjar brúsur
umbygginguum í svimjihøllini í Klaksvík eru nýggj umklæðingar-
Nýggj gólv
Tá svimjihøllin varð stongd
um miðjan desember, var
galið við hitaskipanini i
gólvinum. Tískil vórðu
golvini brotin upp, og nýgg
hitaskipan løgd í. Hetta
heyði við sær, at nýggj og
betri gólv komu í umklæð-
ingarrúmini.
Nýggju gólvini eru gjørd
soleiðis, at hallið gongur frå
veggjunum út móti miðjum
gólvinum, har vatnið rennur
burtur gjøgnum eina langa
rist, ið er løgd eftir allari
miðjuni.
Skáp til klæðini
Eingi skáp hava verið til
læðini í svimjihollini í
Klaksvík. Men nú eru um-
klæðingarrúmini gjørd heilt
av nýggjum. og hava hesi
nýggj skáp. har ein kann
læsa klæðini inni. Eisini eru
beinkirnir framvið skáps-
rødunum nýggir
Venjingarmidstød
Kári Kjelnes, leiðari i
Svimjihøllini i Klaksvík
sigur, at ætlanin er, at
svimiihøllin einferð um ikki
so langa tíð kann gerast ein
venjingarmidstød. Hugsað
verður nevniliga um at seta
vektir og annan reiðskap til
kropsvenjing upp í høllini
í svimjihellini í Klaksvík
um ikki so heilt langa tíð.
Hóat reiðskapur til styrki-
venjing ikki er komin í
svimjihøllina enn, so eri
sólir komnar. Talan er um
sólirnar, ið fyrr vóru i
svimjihellini í Gundadali.
Hesvældar, so tær eru sum
nýggjar, nú svimjihøllin í
Klaksvík fer at lata upp
aftur
Øll hollin byggjast um
Svimjihøllin letur upp aftur
í komandi viku. Men hetta
er helst ikki seinastu ferð
hollin er stongd vegna um
vælingar, ti Klaksvíkar
Kommuna hevur nevnilig:
ætlanir um, spakuliga at
byggja alla høllina um
Hetta verður tó ikki gjørt á
JOHN JOHANNESSEN hevur svimjihøllin í Klaks- = verið síðani tå at umbyggja = og tí er kommunan farin = hesum sinni, men roknast
vík verið stoned. Orsøkin til = svimjihollini. Hon er vorðin = undir eina verkætlan at ný- = kann við, at klaksvíkingar
>
esember hetta er arbeitt hevur = gomul og ótíðarhóskandi. mótansgera hana.
sleppa at styrkja vøddarnar
Gongur spakuliga
tann rætta vegin
Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmála-
stýrið ganga striltið, men tað gongur tann rætta vegin. Partarnir
fóru hvør til sítt og skuldu hittast aftur klokkan 11 í dag
hava nú sitið
man síðan sunnudagin
klokkan 14. bert slitid av
átta tíma svøvni týsdagin
Hóast partarnir eru sparn-
ir við upplýsingum. so eru
teir kortini á einum máli
um, at tað gongur framå,
men sera spakuliga. Tað er
kravið hjá Starvsmannafel-
agnum um nýggja lønar-
skipan, sum er trupulleikin,
og tað er eisini nýggju løn-
arskipanini, sum partarnir
burturav hava arbeitt við
seinastu trý samdøgrini
Orsøkin til trupulleikar-
nar er, at Starvsmannatel-
er eitt sera vittfevnandi
g. og tiskil eru nógv
tekniskir spurningar, sum
skulu fáast uppá pláss í
sambandi við eina nýggja
ønarskipan. Og eftir tí, sum
Sosialurin skilir, so er tað
her trupulleikin liggur
Partarnir skulu igjøgnum
nógvar smálutir áðrenn løn-
arskipanin endaliga er kom-
in upp á pláss, og tað er
hetta sum tekur langa tíð
Men tað er gongd í sam-
ráðingunum hóast alt.
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, sigur við Sos-
talin, at tað gongur framå,
men at tað gongur seint
- Aðalmálið hjá Starvs-
mannafelagnum er at fáa
eina nýggja lønarskipan, og
tí er tað henni vit arbeiða
við. Um ein nýggj lønar-
skipan kemur upp á pláss,
so rokni eg við, at tað fer at
loysa upp fyri einum stórum
parti av hinum krøvunum
hjá felagnum, sigur fíggjar-
málaráðharrin
Hann leggur tó afturat, at
hóast tað tykist, sum sam-
ráðingarnar taka drúgva tíð,
so er tað kortini ikki eitt
tekin um at partarnir eru so
øgiliga ósamdir.
Men eru tit farin at tosa
um lønarkrøvini hjá felag-
num?
- Nei, ikki beinleidis.
Men av ti at lønarskipanin
er ein partur av samladu
krøvunum, so verður nortað
við lønarkrøvini, so hvert
sum vit koma inn á eitt slíkt
oki. Men nei, lønarkrøvini
liggja enn eftir.
Og høvudsavtalan er løgd
til viks fyri altíð?
- Bæði og. Vit vilja fegin
hava eina høvudsavtalu,
men vil Starvsmannafelagið
ikki hava hana, so verður
ikki meiri gjørt við hana.
Men tað er mín meting, at
tað er rættari at hava eina
høvudsavtalu, tí í grundini
hjálpir hon fakfeløgunum
meir enn hon hjálpir ar-
beiðsgevarunum, sigur ein
troyttur Karsten Hansen,
sum hevur verið í gongd í
nógvar dagar.
Rokna fyri
seinastu ferð
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum, Gunnleivur Dals-
garð er samdur við fíggjar-
málaráðharranum um at tað
er glið á, men hann er eitt
sindur ónøgdur við, at tað
gongur so seint sum tað ger.
- Vit eru byrjaði ov seint,
og tí er ov long tíð farin
uttan vit eru komin nóg
langt, sigur hann.
Gunnleivur Dalsgarð við-
gongur at trupulleikin ligg-
ur í nýggju lønarskipanini.
- Staryvsmannafelagið
fevnir um so nógv ymisk
økir, at tað er trupult at fáa
alt upp á pláss. Vit fóru aftur
hvor til sitt, ti lønardeildin
skal gera nakrar útrokning-
ar, men nú má tað fara at
verða seinastu ferð teir gera
tað, sigur hann.
- Eg rokni við, at dagurin
í dag verður avgerandi fyri
um tað verður fuglur ella
fiskur, leggur hann afturat.
Men er so vandi fyri, at
talan verður um verkfall?
- Nei tað fari eg ikki at
svara uppá, sigur hann.
- Eg haldi, at vit skulu
geva degnum í dag ein møg-
uleika og so fáa vit at síggja
hvussu langt vit koma, sigur
Gunnleivur.
Formaðurin í Starvs-
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
mannafelagnum skoytir at
enda uppí, at tað eru grund-
leggjandi munir í áskoðan-
ini á eina nýggja lønarskip-
an, sum er orsøkin til at
hendan ikki er komin upp á
pláss enn.