Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 3. MARS 1999 tíðindablaðið Húsalánsgrunnurin ger bústaðir til eldri fólk Húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisu- varða í Havn verða í framtíðini bústaður hjá eldri fólki TURIÐ KJØLBRO Húsalánsgrunnurin hevur keypt húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisuvarða frá Tórshavnar býráð til eldrabústað. Herfyri keypti Tórshavnar byråd alla ogn- ina, tað vil siga húsini og stóra urtagarðin, og hevur síðani selt húsini til Húsa- lånsgrunnin. Hvørki Tórs- havnar byråd ella Húsaláns- grunnurin vilja upplysa keypsprisin - Vit keyptu ognina fyri at varðveita urtagarðin sum ein grønan blett í miðbý- num í eini ætlan at saman- binda miðbýin við Trappu- trødna, sigur Leivur Han- sen, býráðsformaður í Havn. Tórshavnar kommuna eigur húsini og urtagarðin hjá Hans Andriasi Djurhuus beint við síðuna av. Komm- unan hevur røktina av tí garðinum um hendi og ætlanin er nú at víðka hann til eisini at fata um urta- garðin hjá Zacharisi á Skipafelagnum og kanska longur niðan seinni soleiðis, at Trapputrødin verður bundin saman við miðbýin. - Hetta gera vit fyri at varðveita nakrar grónar blettir í býnum og fyri at skapa ein hugna hjá fólki mitt í øllum ferðslurokan- um. Har kunnu fólk koma inn í eina oasu, har tað ber til at ganga uttan at verða ávirkað av ferðsluni, sigur Leivur Hansen. Urtagarðurin hjá Zacha- risi á Skipafelagnum er stór- ur og vakur, men åbøtur og viðlíkahald skulu gerast. Vakurt umhvervi Umframt at varðveita vakrar grónar blettir í bý- num liggur tað eisini frammarlaga í huganum hjá Tórshavnar býráð at útvega eldri fólki bústaðir. Í løtuni arbeiðir ein bólkur við at gera eitt álit um, hvønn poli- tikk Tórshavnar kommuna skal reka á eldragkinum í framtíðini, og har er eldra- íbúðir eitt mál, ið stendur á skránni. Alitið verður liðugt í summar. - Vit taka ímóti nýggja tiltakinum hjá Íbúðar- grunninum hjá Húsaláns- grunninum við opnum ørm- um. Býráðslimir hava ásannað, at vit eiga at arbeiða miðvíst við at skapa umstødur fyri at eldri fólk fáa alternativar bústaðar- møguleikar sum heild. Húsalánsgrunnurin hevur biðið um at sleppa at byggja eldraíbúðir á Skålatrød og tað málið er í løtuni til við- gerðar í byggideildini og kemur væntandi fyri á fundi í byggi- og býarskipanar- nevndini í næstu viku. Somuleiðis ætlar grunnurin at byggja eldraíbúðir á eini tróð, teir hava keypt við Dalavegin umframt at aðrar ætlanir eru í umbúna. Verð- ur alt hetta sett í verk er talan um eitt rættiliga stórt tal av íbúðum. Tórshavnar kommuna fer ikki sjálv undir bygging av eldra- íbúðum, men verður við í tann mun, at hon útvegar lendi. Hvor, ið fer at gera av, hvor sleppur í íbúðirnar, er ikki greitt enn, men helst verður talan um eina nevnd við umboðum fyri Tórs- ÚR Ut | = = Húsini liggja mitt í býnum í einum vøkrum umhvørvi og í framtíðini verða tey karmur um eldrabústaðir. havnar býráð og Húsaláns- grunnin. Húsini væl egnað Enn hevur Húsalánsgrunn- urin ikki gjørt endaliga av, um húsini hjá Zacharisi á Skipafelagnum verða bygd um til eldraíbúðir ella sam- býli. - Vit hava kannað báðar móguleikarnar, og hvat hús- ini eru best egnað til. Eitt upprit er gjørt um, hvussu nógvar íbúðir kunnu gerast í húsinum og hvussu nógv fólk eitt sambýli kann hýsa. Út frá tí taka vit so eina støðu, men eftir øllum at døma verða tað eldraíbúðir. Húsini eru gomul, men væl egnað til endamálið. Tey eru í einum góðum og vøkrum umhvørvi við einum stórum Mynd: Jens Kr. Vang urtagarði, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsa- lánsgrunninum. Stjórin í Húsalánsgrunn- inum vil í løtuni ikki siga, nær húsini verða liðug um- bved. - Vit fara í gongd í år, men nær tey verða liðug er ov tíðliga at siga, sigur Jóannes Dalsgarð. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn: Kommunan tekur grund- stykki inn aftur Fólk, ið hava keypt grundstykki frá Tórshavnar kommunu, kunnu nú selja tey aftur til kommununa, um tey ikki hava ætlanir um at byggja á tað. - Eftirspurningurin eftir stykkjum er stórur, og kommunan ætlar ikki undir nýggjar útstykkingar í bræði. Tí er grundarlag fyri at taka stykki inn aftur, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn. TurIÐ KJØLBRO A síðsta býráðsfundi í Havn varð samtykt, at Tórshavnar kommuna í framtíðini ikki loyvir sólu av grundstykkj- um sínámillum. Tað vil siga, at ein, ið keypir eitt grundøki frá Tórshavnar kommunu, hevur ikki loyvi til at selja tað víðari. Tórs- havnar kommuna tekur tí ímóti grundstykkjum aftur, ið fólk hava keypt, men ikki hava nakrar ætlanir við. - Eigarin av grundstykk- inum fær endurgjald sam- bært ásetingum í skjeytin- um og fyri skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við stykkið, men rentuútreiðsl- ur verða ikki endurgoldnar, sigur Leivur Hansen. Orsøkin til, at Tórshavnar byråd tekur hetta stigið, er, at tað ikki hevur ætlanir um at fara undir nýggjar út- stykkingar í næstu framtíð. - Í dag er grundarlag hjá kommununi fyri at taka grundstykki inn aftur, tí eftirspurningurin er stórur. Sleppa undan at útstykkja Hvussu nógv grundstykki eru í kommununi, sum eig- ararnir ongar itøkiligar ætlanir hava við, er ilt at meta um, men býráðsfor- maðurin í Havn metir, at talan um eini 50-100 stykk- ir. Tey flestu eru í Hoyvíks- haganum og á Hamrinum á Argjum. Kommunan hevur At útstykkja er rættiliga kostnaðarmikið og Tórshavnar býráð vónar at sleppa frá at fara í løtuni 25 grundstykki tok. - Málið er farið aftur í byggi- og býarskipanar- nevndina, har tað skal gerast av, hvussu farast skal fram. Men eftir øllum at døma fara vit at venda okk- um til tey, sum eiga óbygd grundstykki, fyri at vita, um tey hava ætlanir um at byggja á tað. Hava tey tað, fáa tey eina freist at fara undir byggingina, hava tey ikki tað tekur kommunan stykkið inn aftur, sigur Leivur Hansen. Í løtuni er freistin fyri bygging í sambandi við víð- arisølu eitt ár. - Vit hava varugan av, at nógv stykki, ið eru keypt frá kommununi, verða seld víðari, men í llum førum skal kommunan góðtaka søluna, og tá hava vit sett ta treyt, at tað verður fyri tann prísin, tað upprunaliga varð keypt fyri. - Vit vilja helst sleppa undan at fara undir nýggjar útstykkingar fyrr enn tað er neyðugt. At útstykkja er rættiliga kostnadarmikid, vit hava bert eina avmark- aða orku til nyiløgur og vit sleppa ikki at taka lán Verða ætlanirnar hjá Húsa- lánsgrunninum settar í verk, verða nógvar íbúðir bygdar, serliga til eldri fólk, sum so selja síni hús, og tá verða fleiri tók. Og tað skuldi bøtt eitt sindur um støðuna, sigur Leivur Hansen. …