hósdagur 4. mars 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 4. MARS 1999
tíðindablaðið
5
»Borgin« gjørdist vrak
JOHN JOHANNESSEN
Ikki kann væntast, at útróð-
rarmadurin Mortan Egholm
í Klaksvík metir tritalid at
vera eitt eydnutal. Bátur
hansara, Borgin, er nevniliga
raktur av trimum óhappum í
seinatuni, og tað triðja gjørdi,
at báturin varð mettur at vera
vrak.
Sóu royk
Mikumorgunin í farnu viku
klokkan 6:00 vórðu boð send
eftir løgregluni, tí fólk høvdu
sæð ógvusligan royk koma
frå tí 27 fót stóra glastrevja-
bátinum Borgini, ið lá við
bryggju í Klaksvík. Sløkki-
liðið kom á staðið beinan
vegin og basti eldinum. Men
Borgin fekk stóran skaða, og
er mett at vera vrak. Alt stýr-
húsið er brent burtur og
maskinrúmið hevur eisini
fingið stóran skaða.
Løgreglan sigur seg ikki
enn hava staðfest orsøkina til
eldin, men roknað verður við,
at eldur er komin í av einari
gassfløsku.
Sakk vid bryggju
Ikki er tað langt síðani, at
Borgin sakk við bátabrúgv-
arnar í Klaksvík, full av fiski.
Mortan Egholm var tíðliga
um morgunin komin aftur av
útróðri, og heyði fingið uppí
bátin. Av tí at hann var komin
so tidliga til lands, var upp-
bodssølan ikki latin upp, og
hann fór tí heim at fáa sær
ein blund, áðrenn uppboðs-
sølan læt upp klokkan 8:00.
Men tá Mortan Egholm kom
aftur til bátin, lá hann sokkin
niður við bátabrúgvarnar.
Borgin varð tikin upp aft-
ur á flot, og Mortan Egholm
fór aftur at rógva út við henni.
Men aftur var hann fyri 6-
happi, tá báturin rendi á land
á Kalsoynni. Nú kom so eldur
í båtin, og hann gjørdist vrak
Husmødrafelagid
í Klaksvík byggir út
JOHN JOHANNESSEN
Í hesum døgum byggir Hús-
meðrafelagið í Klaksvík út.
Hetta er til fyrimuns fyri
bæði Husmødrafelagid, ið
húsast í ovaru hædd í bygn-
inginum við Bøgøtu, og fyri
Handarbeiðsskúlan, ið hús-
ast i restini av húsinum
Utbyggingin hevur við
sær, at Handarbeiðsskúlin
fær vátrúm í kjallaranum,
har tey kunnu fást við garv-
ing, tøving og annað, ið
hevur við vatn at gera.
Handarbeiðsskúlin byrjar
í dag eitt skeið í tøving.
Hetta skeiðið varðir í 16
dagar, og læra luttakararnir
gera ymisk listhandverk,
har tey brodera og tøva.
Mynd: John Johannessen
Seinni skipar Handarbeiðs-
skúlin fyri skeiðum í patch-
work, leður og skinn og síð-
ani fyri einum skeiði, har
fólk læra at gera føroysk
klæði. Alt á Handarbeiðs-
skúlanum verður gjørt frá
grundini, vísir Katrin Joen-
sen á. Hon sigur, at mynstur
bert verða nýtt sum hugskot
og ikki sum uppskriftir.
Atlantsflog leigað
eitt flogfar afturat
JOHN JOHANNESSEN
Atlantsflog hevur skrivað
undir sáttmála við Braat-
hens-Malmø Aviation, um
at leiga eitt flogfar i tveim-
um umførum
Leigaða flogfarið er av
sama slagi, sum tad, id fe-
lagið longu hevur framman-
undan, og er meiningin í
fyrsta umfari at seta tað inn
í flúgvingina, meðan flog-
farið hjá Atlantsflogi er til
efurlit í Onglandi, har tað
eisini skal málast. Í ødrum
umfari av leigusáttmálanum
skal leigaða flogfarið røkja
summarflúgvingina saman
við flogfarinum hjá Atlants-
flogi.
Byrjaðu í 1998
Fyrstu ferð roynt varð at
flúgva við tveimum flog-
fórum, var á sumri í 1998,
og hepnaðist hetta sera væl.
Tískil hevur flogfelagið av-
gjørt at taka tåttin upp aftur
í 1999.
Magni Arge, stjóri í At
lantsflogt, sigur, at í 1998
vaks samlaða ferðafólkatal
ið í rundum tólum úr 66.000
upp í 75.000, og er hetta tað
sama sum ein vøkstur á 15
%. Hann sigur, at megin-
parturin av hesum vøkstri
stavar frå summarflúgving-
ini, tá tvey flogfør vóru í
rutu.
Víðka um flúgvingina
Summarflúgvingin hjá før-
oyska flogfelagnum verður
víðkað nakað í ár. Ætlanin
er nevniliga at seta hol á
flúgvingina til Noregs við
einum túri um vikuna á há-
sumri. Hesin túrurin verður
flogin til Stavanger
Harumframt skal flog-
felagið flúgva tvær reisur til
Islands og Grønlands í mun
til ein tår um vikuna i fjør.
. GSM basissteðir
I Dekningur 18. februar 1999
Føroya Tele arbeidir nu vid at gera roamingavtalur vid
aðrar operatørar, soleiðis at tann foroyska GSM-
telefonin kann brúkast uttanfyri Føroyar. Føroya Tele
er i løtuni í holt við at gera avtalu við Vodafon i Stóra
Bretlandi, sum ætlandi fer at virka frá 3. mars
merkir, at foroyskar GSM-fartelefonir kunnu brúkast í
Stóra Bretlandi, og at fartelefonir hjá Vodafon kunnu
brukast í Føroyum. Longu nú kunnu føroyskar GSM-
farteletonir brukast i Danmark
Hetta
GSM dekningu
FORDAE Y
Mynd: Jan Miiller
www tele