hósdagur 4. mars 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 4. MARS 1999
tíðindablaðið
Fleiri foroysk
fiskiskip á
norskum
svartalista
Hevur landsstýrismaðurin
hugsað um móguleikan at lata
vera við at byggja vaktarskip
hjá hesi tjóð, ið á ósómiligan
hátt leggur út fótonglar fyri
okkara vinnulív? spyr Marjus
Dam í fyrispurningi til fiski-
vinnumálaráðharran Jørgen
Niclasen
OLAvur Í BErTI
Viðmerkingarnar til fyri-
spurningin hjá Marjusi
Dam. eru ikki drúgvar, men
tað eru hin vegin allir spurn-
ingar hjá Marjusi Dam. Í 8
spurningum vil Marjus
Dam hava svar frá fiski-
vinnumálaráðharranum
Jorgen Niclasen, og fyrsti
spurningur er, um lands-
stýrismaðurin kann váttað
fyri løgtinginum, at føroysk
skip eru .blacklistað“ í
Noregi. Um so er, hvørji,
og fyri hvat, og er nøkur
tíðaravmarkan galdandi á
hesum lista? Og vágating-
maðurin vil hava at vita um
landsstýrismaðurin kann
upplýsa: - hvussu nógv for-
oysk skip eru tikin av norsk-
um myndugleikum seinastu
árini - hvussu nógv av fiski
tey eru dømd at hava ov
mikið - hvussu nógv tey
hava goldið í bótum og
mistum fiskidøgum?
Forfylging
Marjus Dam vil eisini hava
at vita, um føroyskur mynd-
ugleiki ætlar at gera nakað
við tann trupulleika, at før-
oysk skip ferð eftir ferð
verða forfylgd av norskum
myndugleikum við risa-
bótum fyri sera smá brot á
lógina ? Verða norsk skip
dømd í sama mun fyri smá-
brot á lógina í norskum
sjógvi? spyr Marjus Dam.
Víðari spyr hann, um
nakar føroyskur „.blacklisti“
er? Eru føroyskir mynd-
ugleikar tilsvarandi hardir
ímóti norskum skipum, ið
gera smá lógarbrot í for-
oyskum sjógvi? Hevur for-
oyskur myndugleiki -
møguliga saman við donsk-
um, ætlanir um at fá skil á
hesi viðurskiftir, so føroysk
skip fáa frið at arbeiða?
Og at enda vil Marjus |
Dam hava at vita, um lands-
stýrismaðurin hevur hugsað
um møguleikan at lata vera
við at by ggja v aktarskip hjá
hesi tjóð. ið á Osømiligan
hátt leggur út fótonglar fyri
okkara vinnulív?
Smáttaríir
Í viðmerkingunum til hesar |
8 spurningar, sigur Marjus
Dam, at seinastu árini hevur
javnan verið at hoyrt, at
fiskiskip |
fleiri føroysk
standa á einum norskum
svartalista, uttan at nakað
ólógligt er framt.
— Eisini er komið fram
fleiri ferðir, at føroysk skip
eru tikin og hava fingið risa-
bótur fyri smáttaríir — í
mongum fórum, uttan at
møguleiki var at verða var-
ugur við, at nakað ólógligt
var farið fram, metir Marjus
Dam í sínum viðmerking-
um.
Sámal Petur í í Grund:
Lagnan hjá landsstýris-
manninum ivasom
- ongantíð havi eg møtt slíkari arrogansu, stívsinni og vanvirðing fyri Foroya
Løgtingi, sum Signar á Brúnni, landsstýrismaður, hevur lagt fyri dagin í
málinum um kirkjulógirnar. Lagnan sum landsstýrismaður eigur at standa
kirkjulógirnar týsdagin
RIGMOR DAM
Eftir ordaskiftid í tinginum
um uppskotið hjá Signar á
Brúnni um at útseta ígildis-
setanina av teimum nógv
umrøddu kirkjulógunum í
Føroyum, er ivasamt um
uppskotið verður samtykt.
Sámal Petur á Grund úr
Sjálvstýrisflokkinum tekur
als ikki undir við uppskot-
inum, og sum skilst tekur
Bjarni Djurholm úr Fólka-
flokkinum heldur ikki undir
við tí. Um hetta verður stød-
an fellur uppskotið. tí
atkvødubytid verður 16-16.
Sett trúvirðið
uppá spæl
Undir orðaskiftinum var
Sámal Petur í Grund, løg-
tings- og samgongulimur,
sera hvassur i orðum, tå
hann segði, at landsstýris-
maðurin hevur sett sítt trú-
virði uppá spæl í hesum
máli. og at hann hevur víst
eitt sovorði stívsinn og eina
sovorðna lítisvirðing fyri
løgtinginum. at hansara
egna lagna sum landsstýris-
maður eigur at standa ella
falla í hesum máli.
- Alla ta tí eg havi havt
áhuga fyri føroyskum poli-
tikki. havi eg ongantíð mott
slíkari arrogansu, stívsinni
og vanvirðing fyri Føroya
Løgtingi, sum Signar á
Brúnni landsstýrismaður
hevur lagt fyri dagin í
málinum um kirkjulógirnar.
Eg havi gjørt honum greitt,
at eg eri ósamdur við
mannagongdini og havi
mælt honum til at seta
kirkjulógirnar = í gildi
beinanvegin.
Eisini segði hann, at Løg-
tingið hevur samtykt lóg-
irnar, enn tá við stórum
meiriluta, og at tær skuldu
koma í gildi 1. január 1999.
- Nú kemur landsstýris-
maðurin og fortelur okkum,
at hvorki fyrisitingarliga
ella politiskt hevur nøkur
viðgerð verið av kunn-
gerðum og uppfylgjandi ar-
beidi. Ti vil eg spyrja:
Hvussu nógv skal løgtingið
standa modell til? Nær
flýtur bikarid yvir?
I gildi seinni enn ætla
Orðaskiftið tdáýsdagin var
livligt og fyri størsta partin
eisini merkt av principi-
ellum hugleiðingum, um
tað, at ein landsstýrimaður
sendir eitt vidgjørt og av-
greitt uppskot niðan í tingi
aftur, tí hann hevur aðrar
ætlanir á økinum framyvir.
Uppskotið snør seg um at
útseta gildiskomudagin fyri
kirkjulógirnar, frá 1. januår
1999 til 1. desember 2000,
hóast tær eru samtyktar av
løgtinginum undir seinasta
valskeiði.
Signar á Brúnni grund-
gevir útsetanina við at
landsstýrið hevur gjørt av,
at gera umfatandi broyting-
ar í ríkisrættarligu støðu
Føroya, og sostatt eisini er
farið undir at gera føroyska
kirkjulóggávu. Hetta merk-
ir, sambært landsstýris-
manninum. at fortreytirnar
fyri kirkjulóggávuna eru
broyttar. Ti tykist tað ikki
at vera skilagott samstundis
at gera kunngerðirnar lidn-
ar, at fyrireika tað áttanda
ríkislógartilmælið (lógina
um kirkjuráð) og at seta tær
samtyktu ríkislógirnar í
gildi. Hesar lógir, saman við
umfatandi = kunngerðum.,
koma bert at vera galdandi
í einum avmarkaðum tíðar-
skeiði. Hetta heldur lands-
stýrið ikki vera gagnligt fyri
føroysku kirkjuna og
Savnsmynd
føroyskt kirkjuliv. Ti ynskir
hann at útseta igildis-
setanina, soleiðis. at tíð fæst
til at gera føroyska lóggávu
á økinum. Hesum sjónar-
miðum vóru framsøgumenn
Tjóðveldisflokksins Finnur
Helmsdal og Fólkafloksins
Eyðun Viderø samdir vid,
og mæltu teir tinginum til
at samtykkja uppskot lands-
stýrisins.
Ivasom mannagongd
Fleiri tinglimir søgdu seg
vera ímóti mannagongdini,
útfrá einum stýrisskipanar-
ligum sjónarmiði.
Enn einaferð vóru tað
lóggevandi og útinnandi
valdið, sum havd vórðu á
lofti, og tvídrátturin stóðst
av, hvort ein landsstýris-
maður bara skal fylgja og
útinna avgerðir løgtingsins,
ella um tað veruliga fyri-
liggja avgerandi broyttar
fyritreytir fyri avgerð løg-
tingsins í málinum, soleiðis
at løgtingid má taka avgerð
av någgjum.
Alfred Olsen úr Sam-
bandsflokkinum, segði
mannagongdina vera í and-
søgn við styrisskipan okk-
ara og at Løgtingid eigur at
, ella falla í hesum máli, segði Sámal Petur í Grund undir orðaskiftinum um
boða landstýrismanninum
frá, at málið er avgreitt, og
nú er bert eftir hjá honum
at seta tað í gildi ongantíð
ov skjótt.
Henrik Old úr Javnaðar-
flokkinum spurdi. um hetta
er ein nýggjur formur fyri
demokrati — tað at ein sam-
gonga. aftaná hon hevur
sitid í eitt ár, finnur útav at
hon ikki vil seta í verk tað.
sum ein onnur samgonga
samtykti fyri einum góðum
ári síðani.
Katrin Dahl Jakobsen úr
Javnaðarflokkinum, segði
seg ikki skilja hví vit ikki
kunnu nýta hesar lógirnar
inntil landsstýrið kemur við
føroyskum lógaruppskot-
um. Hon segði, at hesar
lógirnar bara gera praksis
lógligt. ti í løtuni stýra
prestarnir millum skerini
við einum blandingi av lóg
í aðrari hondini og praksis í
hinari hondini. Tí metti hon
ikki at broytingin fer at vera
so stór aftaná fullveldi, tí
hesar lógir bara eru stað-
festan av núverandi praksis.
Framhald av síðu 8
ligir kappingarneytar ikki
skulu verða bundnir av at
vera nærvarp, men skulu
hava loyvi at virka í stórri
hopi.
- Vit renna okkum alla
tíðina í, at Føroyar eru so
smáar. Men skulu vit hava
fleiri stødir og eisini hava
líkinda almennar stødir, so
mugu myndugleikarnir taka
til eftirtektar, at so krevst
haldgott grundarlag, tí hetta
er ein kostnaðarmikil vinna
og nógv skal til at halda
bara eina rás gangandi, sig-
ur sjónvarpsstjórin.
Peningur skal til
- Eg haldi myndugleikarnir
skuldu gjørt sær greitt, hvat
eitt føroyskt sjónvarp skal
kosta árliga. Sjálvur meti
eg, at talið skuldi verið okk-
urt um 10 milliónir hægri
enn í dag. Um vit siga, at
vit í dag liggja nærhendis
24 milliónum, sum vit fáa
til vega so og so við brúk-
aragjaldi, so haldi eg, at fyri
at liva upp til tað, ið væntast
av okkum, so krevjast eini
10 milliónir afturat, sigur
Tróndur Djurhuus, men
leggur dent á, at hetta er ein
politiskur spurningur, hvort
hetta skulu vera almennar
krónur, ella pengarnir skulu
koma inn aðrar vegir.
Sjálvur sigur hann seg
vera við uppá at royna allar
mátarnar at fáa peningin til
vega.
Tróndur vil fegin bjóða
teimum, ið søkja sendi-
loyvi, vælkomnum. Tó hev-
ur hann merkt sær, at onkur
umsøkjari hevur sagt al-
ment, at hann ikki væntar
at kunna forrenta fløgurnar
tey fyrstu mongu årini.
- Aðrastaðir hava vit sæð,
at stødir hava havt so stóra
fígging aftanfyri seg, at tær
hava kunnað koyrt við sera
stórum halli í áravís. Nú veit
eg ikki, um tað er galdandi
her, men tílíkt kann koma
at koppa myndini og kann
vera eitt sindur vandamikið.
Grundsjónarmiðini halda
ikki altíð. I Danmark, sum
er 100 ferðir stórri enn vit,
hevur ein havt lokalsjón-
vørp. Tey eru burtur nú. Nú
eru 4 stórar stødir. DR,
TV2, TV3 (danski part-
urin), og TV Danmark, har
allar tær týðandi nærstød-
irnar eru lagdar saman, tí í
Danmark ikki var grund-
arlag fyri lokalsjónvarpi. So
kann ein spyrja, um tað ikki
er niðurbrótandi, um fleiri
koma, sigur Tróndur Djur-
huus, ið minnir á, at hugs-
anin við smáu støðunum var
at menna demokratiið, og
tann hugsanin er jú burtur
við samanleggingini.
Størri atgongd
du Ted: hugsanina
um eina sjónvarpsrás við
stórri atgongd vera á góðari
leið. Tað er lætt at gera tilfar
við nýggju tøknifrødini, so
SVF t.d. kundi fingið tilfar
frá øðrum. Her hugsar hann
bæði um sokallað band-
verkstød, har øll kunnu gera
sendingar, og um serkønar
fyritøkur, ið kunnu fram-
leiða, og at alt verður sent á
einari rás. Hetta metir
Tróndur Djurhuus vera
skilagóðan hátt at reka
sjónvarp í so lítlum øki, sum
Føroyar eru.
- Eini 10 milliónir afturat,
stórri atgongd frá almenn-
inginum og „kommersiella“
umhvørvinum, meti eg
hevdi verið besti hátturin
fyri sjónvarpsvirksemi i
Føroyum, sigur Tróndur
Djurhuus.