hósdagur 4. mars 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Nr. 43 — 4. MARS 1999
Føroysk |
ævintýr
kassettu-
andi
Á
Bárður Jákupsson hevur myndprýtt ævintýrbandið
Teir sjev svanirnir
Í hesi vikuni gevur Plátu-
felagið Tutl eitt nýtt
kassettuband út. Bandið
hevur heitið >Teir sjey
svanarnir<, og tað er
Kári Sverrisson. ið hevur
lagt til rættis.
y bandinum eru
føroysk ævintýr
»Færøske
æventyr«
já Dr. Jakobsen. Dr. Ja-
er (1864-1918)
ferðaðist um allar Fer-
var í árunum 1892, 93
g 98 at
savna Saman
Sagnir, vísur og
kvæði. í 1898 fór hann
va Sdgnirnar Og
1
ævintyr,
ævintýrini út á prent
10 kom fyrst út í
nettum, og í
var alt komið út
Nakrar fáar uppskriftir
fekk hann frá ðrum
901
savnarumi, og tvey ævin-
tyr å nyggja bandinum
hevur Símun av Skarði
1872-1942) skrivað
upp. Ævintýrini á band-
inum eru av Kirkju, úr
Kunoy, Arnafirði, Nóls-
oy, Skálavík og Sumba.
Umframt upplestur er
eisini tónleikur á nýggja
bandinum. Hetta eru inn-
slóg, sum vórðu send í
barnasendingini
>Fríkorterinum< í Ut-
varpi Føroya nú í vetur.
Kári Sverrisson las, legði
siðbundnu løgni til rætt-
is, gjørdi tey nýggju løg-
ini og spældi tónleikin.
Tonleikurin varð tikin
upp í RMS-studio í Sal-
tangará, meðan upplest-
urin varð tikin upp í Ut-
varpinum. Tøkningar
vóru Regin Bjarnastein
og Súni Selfoss.
Kápumyndina gjørdi
Bárður Jákupsson.
Bandið, sum er marg-
faldað hjá Rema-kassettu
-framleiðslu í Saltangar-
á, er 83 minuttir til
longdar og kostar 100
krónur.
Tíðindaskriv.
Hondbóltsfelagið
Tjaldur í Runavík
Hondbóltsfelagið Tjaldur varð stovnað á fundi, hildin í
Runavík hin 29. okt. 98. Endamál felagsins er at íðka
h
i
| ból: og annan ítrótt
timi
gd irbeidi, við røttum
ið fór til verka alt fyri eitt, fyri at halda hond-
landssynningspartinum í Eysturoy gangandi,
og at virka fyri siðmennandi
ítróttaranda.
eftir at hann varð niðurlaggur sum felagsítrótt stutt framma-
nundan
Tað hevur eydnast felagnum at halda lív í og at varðveita
hondbóltin í økinum, og frameftir er ætlanin at víðka um
virkisøkid og ikki minst at menna tað verandi.
Í hesum sambandi verður nú farið runt í gkinum at tekna
limir og harvið tryggja felagnum eitt trygt, stødugt og
varandi grundstødi at standa á. Vónandi verður tikið væl
ímóti felagnum í hesum sambandi.
Á stovnandi aðalfundi hin 29. okt. 98 vórðu hesar nevndir
valdar
Starvsnevnd: Andrias Jacobsen, formaður, Glyvrum,
Katrin Absalonsen, næstformaður, Søldarfirdi, og Térbjørn
Jacobsen, peningarøkil, Glyvrum
Kappingarnevnd: Annika Gregersen, formadur, Søld-
arfirði. Mona Langgaard. Glyvrum, og Ingvard Lamhauge,
Saltangará.
Lesarabrgv
Royndir við esperanto
Lars Forsman undirvísir í
týskum, enskum og espe-
ranto á Karlskoga Folkhøg-
skola í Svøriki. Royndir
hansara eru endurgivnar í
Esperanto-nyt 3/1998. Her
er ein sera stuttur úrdráttur.
Fyri 10 árum síðan skeyt
Lars Forsman upp á at byrja
eitt esperantoskeið á há-
skúlanum. Starvsfelagarnir
hildu hann vera øran, men
rektarin helt, at hann skuldi
sleppa at royna eitt skeið í
8 vikur, sum er markið fyri
ríkisstuðli. Tá ið tær 8 vik-
urnar vóru farnar, vildu
næmingarnir ikki fara heim;
teir flestu hildu fram, og
aðrir komu afturat. Soleiðis
byrjaði esperanto-linjan.
Síðan tá hava næmingar úr
38 londum verið við. Eitt
framhaldsskeið aðrar 8 vik-
ur er eisini, og harafturat er
eitt hálvársskeið, við tað at
fleiri studentar ynskja at
læra esperanto rættiliga.
Eftir fáum vikum sita næm-
ingar úr ymsum londum og
pråta í matarhøllini á espe-
ranto
Esperanto veitir grund-
leggjandi innlit i mållæru og
millumtjóða orðatilfar. Eitt
av mongum dómum er um
ein lærara hjå 1. studenta-
skúlaflokki, sum undraðist
á, so skjótt ein genta hevði
tikið seg fram í fronskum,
spurdi, um hon hevði verið
í frítíðini í Fraklandi. Tað
Jeffrei Henriksen
hevði hon ikki, men hon var
farin undir at læra espe-
ranto. Men hetta er einki
nýtt, og tann ið fyrst hevur
lært esperanto, hevur nógv
lættari við at læra onnur
mál. Hesi 10 árini hevur
Lars Forsmann so mangan
sannað hetta. Urslitini eru
so mikil. at mangir politik-
arar, lærarar og onnur vilja
ikki trúgva teimum ella
hoyra um tey.
Lars Forsman heldur tað
vera at spilla burtur tíð,
pengar og sveitta — óneyð-
ugt strev, ikki at nýta espe-
ranto í skúlunum. Har er
nógv at spara, eisini hjá
næmingunum.
Jeffrei Henriksen
Tunnil úr Runavík til Hvítanes
Í Dimmalætting og Sosial-
inum verður fyrispurningur
settur til undirritaða, um ta
raðfesting av fløgum i sam
ferðslukervið, ið verkætl-
anarbólkur undir Vinnu-
málastýrinum hevur gjørt
frágreiðing um. Lat meg
siga beinanvegin, at 130
altíð er gott at fáa kritikk,
men enn betur er, tá kri-
tikkurin er konstruktivur,
sum hann er i lesarabræv-
inum hjá Tóka Højgaard.
Spurt verður í lesara-
brævinum, hví eingin cost-
benefit kanning er gjørd av
einum undirsjóvartunnli
millum Hvítanes og Skála-
fjórðin Brævskrivarin
nevnir sjålvur fleiri orsøkir
til, at eins likur tunnil
møguliga kundi loyst seg.
Tann tydningarmesta orsøk-
in er, at koyristrekkið mill-
um Havnina og stóran part
av Eysturoynni umframt
Norðoyggjar verður stytt
við í miðal 45-55 km alt
eftir, hvar tú býrt. Her kann
skoytast uppí. at sambandið
millum Eysturoy/Norð-
oyggjar og Suðuroy/Sandoy
harvið eisini heyði verið
betri. Um tað er tekniskt
møguligt at gera ein slíkan
tunnil, høvdu ferdandi mill-
um høvudsstadarøkid og
eysturoyar/norðoyagkið
spart bæði tíð og akfarsút-
reiðslur, umframt at hesi gki
vórðu knýtt tættari at hvørj-
um gðrum.
Fyri fólk, ið búgva eyst-
aru megin Skålafjørdin,
standast tó eisini negativar
avleiðingar av at fremja
eina slíka verkætlan. Ferðsl-
an í økinum fer at vaksa
nógv, og hús, ið standa nær-
hendis vegnum, verða tí
meira ávirkað av óljóði frá
ferðsluni. Eisini verður
ferðslutrygdin í økinum
verri, m.a. hjá fólki, ið skulu
yvir um vegin. Alt í alt bøkir
verkætlanin tó óivað um
ferðslutrygdina, tí koyri-
strekkið millum Havnina
og Eysturoynna/Norð-
oyggjar
styttri.
Landsverkfrødingurin
hevur eftir åheitan frå
Vinnumálastýrinum gjørt
tríggjar skitsuverkætlanir til
ein slíkan undirsjóvartunnil
Ongar jarOfrødisligar kann-
ingar eru tó gjørdar av hav
botninum, og ti eru skitsu-
verkætlanirnar fyrst og
fremst gjørdar i mun til.
hvar tunnilin undir havbotni
kann liggja frægast, te
undir grynnsta vatni. Rokn-
að er við 7.5% sum mesta
hall á tunnlinum. Eisini et
roynt at finna hóskandi
pláss til tunnilsmunnarna:
ið helst eiga at liggja so lágt.
sum verandi vegakervið
loyvir.
Tríggir møguleikar eru í
uppskoti, og eru tunnlarnir
7,3-10,2 km til longard alt
eftir, hvor linjuføring verður
vald. Møguleiki I er at gera
ein tunnil úr Runavík til
Hvítanes, og verður longdin
á tunnlinum tå 10,2 km.
meðan kostnaðurin á hesum
undirsjóvartunnli í 1987-
prísum verður mettur til
uml. 530 mió. Runa-
víkarmegin fer tunnilin inn
í benið, ið er einar 250 m
frá rundkoyringini, og kem-
ur upp aftur við íbindingina
oman á Hvítanes.
Møguleiki 2 er at gera ein
tunnil av Hvítanesi inn í
benið inn av landsvegnum
oman fyri Oyrarnar, millum
Saltnes og Toftir. Longdin
á einum slíkum tunnli hevdi
verið 9,1 km, meðan kostn-
aðurin verður mettur til
uml. 505 mió. kr. í 1987-
prísum.
Møguleiki 3 er at gera ein
tunnil av Nesi til Hvitanes-
ar, og er hetta stytsta og
bíligasta loysnin. Tunnilin
verður 7,3 km til longdar,
og kostnaðurin verður um-
leið 450 mió. kr. í 1987-
prísum. Hóast møguleiki 3
er bíligasta loysnin, verður
vegagerðin til tunnilsmunn-
an ella åbøturnar á verandi
verður so nóg
Finnbogi Arge
veg sera truplar, av tí at tað
má fara fram millum hús og
tí umhvervið annars er við-
kvæmt. Hvat møguleika |
og 2 víðvíkur skuldu eingir
trupulleikar verið við vega-
gerð, men møguliga eiga
rundkoyringar at verða
gjørdar við tunnilsmunnar-
nar, har fbindingin i verandi
veg skal vera.
Felags fyri allar triggjar
møguleikarnar er, at stór
óvissa er á kostnaðarmet-
ingunum, m.a. tí ongar jarð-
frødisligar kanningar eru
gjørdar av havbotninum.
Tað sæst tó, at kostnaðurin
av einum slíkum tunnli
millum Skålafjørdin og
Hvítanes neyvan ve
nidan fyri 450 mió. kr.
1987-prisum. f dag hevði
prísurin tó helst verið nakað
oman fyri 450 mió. kr., or-
sakað av príshækkingum,
men føroysku arbeiðs-
lønirnar eru sum heild lítið
og einki broyttar í 90' unum.
Møguliga kundi ein partur
av íløgukostnaðinum verið
fíggjaður við bummpeng-
um, men landskassin slepp-
ur neyvan undan at gjalda
stóran part av kostnaðinum,
eisini ti møguligt er hjá bil-
fórarum at koyra um
Streymin, um bummpenga-
prísurin verður ov høgur.
Tað er tí eingin ivi um, at
um ein undirsjóvartunnil
millum Hvítanes og Skála-
fjørðin skal gerast, verður
tað nógv ár úti í framtíðini.
Ikki er líkt til, at landskassin
kann økja nógv um karmin
til nýíløgur í samferðslu-
kervið í nærmastu framtíð,
og verkætlanin heveði tí
brúkt allan íløgukarmin í
fleiri fylgjandi ár. Eisini er
rakstrar- og viðlíkahalds-
kostnaðurin av einum slík-
um tunnli sera høgur, og
hesa útreiðslu má lands-
kassin bera, tá bummpenga-
tíðarskeiðið er av.
Hóast ein slíkur tunnil
helst ikki verður gjørdur
næstu nógvu árini, eigur
møguleikin tó ikki at verða
avskrivaður heilt, tí um
figgjarorkan hjá landskass-
anum betrast nógv, t.d. við
oljuinntøkum, er møguliga
rætt at fremja verkætlanina.
Fyrst eigur ein cost-benefit
kanning at verða gjørd, ið
kann vísa, um spardur tíðar-
og akfarskostnaður kann
uppviga sera høga fløgu-
kostnaðin. Eg havi tí givið
samskiftisdeildini í Vinnu-
málastýrinum boð um, at
ein slík cost-benefit kann-
ing skal gerast. Tá úrslitið
av kanningini er klárt, vænt-
andi um 1-2 mánaðir, verð-
ur úrslitið lagt á heimasíð-
una hjá Vinnumálastýrin-
um, ið er: www.vms.fo
Vinarliga,
Finnbogi Arge,
landsstýrismaður