leygardagur 6. mars 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 6. MARS 1999
tíðindablaðið
R +
Meiriluti fyri fólkatryggingini:
- Teir hava svølgt
eitt fylgi av kamelum
Tað sigur Jóannes Eidesgaard um tjóðveldismanningina í
samgonguni. — Áðrenn valið, og fleiri ferðir aftaná valið
við, hevur Tjóðveldisflokkurin sagt, at teir taka undir við
einum samhaldsfóstum samfelag, men teir hava gloymt alt
í berum fullveldisrúsi, sigur formaður Javnaðarfloksins
SVEINUR TRÓNDARSON
A tingfundinum hósdagin
svaraði Helena Dam á
Neystabø, landsstýrismaður
í heilsu- og almannamálum
fyrispurninginum frå Ola
Breckmann um hvørjar ætl-
anir landsstýrið hevdi á
pensionsøkinum.
Fyrispurningurin varð
svaraður samstundis, sum
uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum um at hækka
inngjaldið til »samhalds-
fasta« skuldi til viðgerðar í
tinginum, so tann viðgerðin
fall burtur.
Tað, sum kom fram í
svarinum frá landsstýris-
manninum í heilsu- og al-
mannamålum, hevur av ålv-
ara loypt hvøkk å formann
Javnaðarfloksins. Jóannes
Eidesgaard er skakaður av
framferðini hjá samgong-
uni, og serliga av atburðin-
um hjá Tjóðveldisflokkin-
um, sum annars hevur sagt,
at hann tekur undir við
»samhaldsfasta« og tí soli-
dariska prinsippinum.
— Tjóðveldismenn hava
púrasta saðla um í hesum
málið, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
— Tað er ein løgin støda
at standa í. Fyri umleið
fjúrtan døgum søgdu bæði
Høgni Hoydal og Anita á
Fridriksmørk, hvør i sinum
lagi, at tey taka fult undir
vid »samhaldsfasta«, men
tað er nú ein saga blott, tí í
fyrradagin kom fram, at
samgongan er samd um at
arbeiða víðari við fólka-
floksuppskotinum um eina
fólkatrygging í staðin.
Munurin á skipanunum er
tann, at meðan samhalds-
fasti byggir á eitt solidariskt
grundarlag, so byggir upp-
skotið um fólkatrygging á
tað beint øvugta. Har skal
hvgr einstakur syrgja fyri
sær sjálvum, so at siga, og
tað er hetta sum formaður
Javnaðarfloksins er ímóti.
— Tað er púra burturvið,
at gera eina skipan, har fólk
skulu gjalda 10-15 prosent
til eina pensiónstrygging, tí
tað er tað talan er um. Tað
eru jú verri enn so øll, sum
hava ráð til tað. Hvat við
teimum, sum hava eina inn-
tóku millum 100 og 150 tús-
und krónur. Tey hava ikki
ráð at gjalda millum 15 og
20 túsund krónur inn til eina
pensjónstrygging hvørt år,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— Men tað sum verri er,
at tað verður gjørdur klass-
amunur á fólki. Borgararnir
í landinum skulu nú eftir
øllum at dóma sjálvir
tryggjað sín aldurdóm. Teir
— Tjóðveldisflokkurin er lopin frá øllum lyftum um sam-
haldsfesti, sigur Jóannes Eidesgaard
fáa tað útaftur, sum teir hava
goldið inn í skipanina, og
harvið er samhaldsfasta
grundarlagið í pensjóns-
skipanini fari fyri bakka,
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður í Javnaðarflokki-
num.
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum er eisini 6nøgdur
við, at fólkatryggingin eftir
øllum at dóma skal fíggjast
við skattalætta.
— Í okkara eygum er tað
bara at gera støðuna upp-
aftur verri. Tað sigur seg
sjålvt, at ein, sum hevur eina
inntøku uppá eina hálva
millión hevur lættari við at
gjalda sín part inn í pensj-
ónspart enn ein arbeiðari
við eini lágari løn.
Fullveldið kostar dýrt
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum er sera ónggdur
við framferðarháttin hjá
Tjóðveldisflokkinum í mál-
inum um framtíðar pensj-
ónsviðurskiftini.
— Eg segði í áðni, at teir
hava púra hava saðla um.
Ja, teir hava snarað 180 stig.
Fyri okkum sær tað fram-
haldandi út sum um, at teir
bara hugsa um fullveldið og
einki annað, og tað gjalda
teir fyri í dýrum dómum.
— Í hesum málið hava teir
svølgt kamelar. Ikki bara
ein, men eitt heilt fylgi av
kamelum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann heldur, at tað er 6-
trúligt, at ein flokkur kann
stara seg so blindan upp á
eitt einstakt mál, sum Tjóð-
veldisflokkurin ger í full-
veldismálinum, at hann
púra gloymir alt annað
rundan um seg.
— Fólkaflokkurin sleppur
at gera akkurát sum hann
vil. Teir hava tosað um fólk-
atrygging í fleiri ár, og nú
sær tað út til at fara at eydn-
ast. Samhaldsfasta prinsipp-
ið verður avsagt á henda
hátt, og tað merkir í veru-
leikanum, at arbeiðsgevar-
arnir, sum hava goldið
helmingin av tí, sum er
goldið í >samhaldsfasta<,
verða fritiknir. Og tað er
eftir míni metan júst tað
Fólkaflokkurin hevur verið
úti upp á alla tíðina, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Trygdarnetið
ikki nóg gott
Jóannes Eidesgaard leggur
afturat, at hann er greiður
yvir, at tað landsstýrið sigur,
at landskassin skal tryggja
tey allar veikastu í samfel-
agnum, men hann heldur
heilt einfalt ikki, at skipanin
verður nóg trygg.
— Eg eri veruliga bangin
fyri, at hetta fer at gera
klassamunin uppaftur stórri.
Vit fara at fáa ymsar klassar
av eldri. Tey, sum hava havt
ráð at spara upp sjálvi, og
tey, sum ikki hava tað. Tey
seinnu koma at fáa eina
pensjón, sum tey allar-
fægstu kunnu klára seg við.
Broytingar á
breiðum grundarlag
Jóannes Eidesgaard er eisini
sera misnøgdur við fram-
ferðina hjá samgonguni í
hesum málið. Hann heldur,
at tað er skeivt, at gera eina
pensjónsskipan á so smøl-
um grundarlag.
— Tað er okkara meting,
at samgongan átti at havt
tikið andstøduna við í við-
gerini av hesum málið, men
tað hava teir ikki gjørt. Var
ein so ógvuslig broyting
gjørd í Danmark, so var
andstødan tikin við í við-
gerðina, men samgongan
hevur valt at gera alt sjálv,
uttan at spyrja okkum eftir
og tað eru vit sera 6nøgdir
við, sigur Jóannes Eides-
gaard at enda.
Hanstholm
96 55 03 50
leið.
í Føroyum.
Smyril Line Cargo
Jónas Broncksgøta 35
100 Tórshavn
Tlf. 31 59 00
Fax 31 89 60
Smyril Line Cargo
Birkedam 10
6000 Kolding
Tlf. 076 30 08 55
Fax 076 30 09 55
md
=
3
D
Hedehusene
46 59 34 98
… tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastødum
| - tað sama hvar tú ert í Danmark.
Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkønum fólki, ið
kenna til farmaflutning til og úr Føroyum. Her svara og loysa
vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og
Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm
líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi
hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings-
Norrøna fer avstað leygarkvold og mánamorgun eru vit frammi
Smyril Line Cargo
Trafikhavnsgade 7
7730 Hanstholm
Tlf. 096 55 03 50
Fax 096 55 03 51
Smyril Line Cargo
Guldalderen 6
2640 Hedehusene
Tlf. 046 59 34 98
Fax 046 59 30 34
SMYRIL LINE
TÍN SKJÓTASTA FARMALEIÐ