Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 11. MARS 1999 tíðindablaðið SN Lemmamenninir i Vågi verid å stevnu uttanlands: Hava fingið bjartar vonir um framtíðina Teir nýggju trollemmarnir úr Vági vaktu ans á fiskivinnu- steynu í Skotlandi í seinast viku og keyparar úr fleiri londum liggja nú framvið AKI BERTHOLDSEN — Vónirnar fyri framtíðini eru bjartar. — Lars Larsen í Vági, er sera vælnøgdur eftir fiski- vinnustevnuna í Glasgow í Skotlandi í seinastu viku. Lars Larsen er stjóri í fel- agnum „Injector Door“ í Vági. Tað er hetta felagið, sum ger tað nýggja slagið av trollemmum, sum beiggi hansara, flúgviverkfróðing- urin, Helgi Larsen, í Vági, hevur uppfunnið. Hesir nýggu trollemmar- nir mest sum kollvelta fiski- skapin vid troli. Ti vid teimum nyggju lemmunum ur Vågi, fiska skipini væl meir enn vid teimum gomlu lemmunum. — Samstundis er talan um eina munandi oljusparing, tí teir eru nógv lættari at draga ígjógnum sjógvin. — Harafturat = eru teir nýggju lemmarnir nógv minni enn teir gomlu lemm- arnir, og tískil eisini nógv lættari og handigari at skjóta og at arbeiða við yvirhøvur. Fyrstu ferð vågbingar vóru uttanlands og vístu teir nýggju, kollveltandi trollemmarnar fram, var á fiskivinnustevnu í Glasgon í Skotlandi i farnu viku Og tað skerst ikki burtur, at lemmarnir vaktu ans, tí tað var stórur áhugi, bæði úr Skotlandi, Onglandi, Irlandi, Noregi og Fraklandi. Myndin er av stevnuni í Glasgow Hava arbeitt í trý ár Tað eru eini trý ár síðani, at Helgi Larsen úr Vági fór undir hetta slóðbrótandi ar- beiðið í sambandi við fiski- skapin við troli. Hann hevur áður sagt, at hann hevur gjørt lemmarnir útfrá vitanini um luft- streymafrødi, sum hann ognaði sær, tá ið hann lærdi til flågviverkfrøding hjá SAAB i Svøriki. Ti hann sigur, at tad eru somu lógir galdandi niðri í vatni, sum tað eru uppi í luftini. Síðani hava teir arbeitt við at menna lemmin og gera hann lidnan, teir hava arbeitt við at tryggja sær einkarrættin til hann og teir hava arbeitt við at fáa eina framleiðslu á fótur. Alt hetta er nú eydnast og seinasta vikuskifti vóru teir á fyrsta sinni uttnlands og vístu lemmin fram á fiski- vinnustevnu. Fleiri keyparar Og tad kann ikki sigast ann- ad, enn at teir komu bara væl burturúr hesi ferðini. — Vit kunnu ikki annað enn vera væl nøgdir við okkara luttøku å fiskivinnu- stevnuni, sigur Lars Larsen. Hann sigur, at tað var ikki sørt, at tann nýggi lemmurin vakti ans. — Tað var stórur áhugi fyri lemmunum nógva staðni frá, sigur hann. Tað vóru áhugaðir keyp- arar bæði úr Skotlandi, Nor- egi, Onglandi, Irlandi og Fraklandi. — Tað, sum hugtók teir mest, var, at tað bar til at arbeiða við lemmunum, hó- ast hann bara hevur eina held aftan og framman. — Teir gomlu lemmarnir hava eina held frammanfyri og hanafót aftanfyri við trimum heldum í. — Tvs, at okkara lemmar svimja sjálvir ímeðan teir gomlu lemmarnir skulu mestsum tvingast til at spíla. Lars Larsen sigur, at teir, sum vóru á básinum hjá Injector Door, høvdu ikki Flúgviverkfróðingurin, Helgi Larsen úr Vági er maðurin aftanfyri hesa nýskapandi uppfinningina Her er hann við tveimum lemmum. Nú tykist, sum um gongd fer at koma á framleiðsluna av álvara tey neyðugu lemma-málini við sær Men tað eru ein hópur av nøvnum og bústaðum skrivaðar í ordrabókina hjá vágbingunum, og so verður samband tíkið upp við keypararnar í døgunum, sum koma Stjórin í injector Door sigur, at áhugin var so stór- ur, at hann ivast onga løtu i, at såttmålar fara at spyrjast burturur. Vilja ikki leypa framav Spurningurin er nú, hvussu vágbingarnir fara at skipa framleiðsluna. I løtuni arbeiða tiggju fólk í „Injector Door“. Men framleiðslan er trupul, tí plásstrot er. — Vit hava havt eitt holi niðri á flakavirkinum í Vági, har arbeiða fimm mans, men har er trongligt. — Somuleiðis hava vit tveir mans í Hovi, sum sveisa fyri okkum - Harumframt er ein maður, sum passar skeri- maskinuna og teknar lemm- arnar, umframt uppfinnaran sjálvan og stjóran Lars Larsen sigur, at hetta eru ikki tær bestu umstød- urnar. Teir hava sekt um stykki í Vági til at byggja eitt eitt virki á og tað hevur kommunan givið teimum tilsøgn um. — Vit hava verið varnir og hava ikki viljað bygt enn Vit vilja ikki leypa framan og byggja virkisbygning fyrrenn vit vit vita, at framleiðsla er í hesum nýggju trollemmunum Lars Larsen heldur, at møguleikarnir eru sera góð- ir og hann sigur, at alt bend- ir á, at teir fara at byggja. Og hann ivast ikki í, at hetta kann blíva eitt stórt arbeiðspláss, um gongd rættiliga kemur á Alheims marknaðurin er stórur og tað er ongin framleidari, sum er ordiliga stórur. Men hinvegin er kappingin gróthórð Hann sigur, at føroyski heimamarknaðurin er nakað liil og teir vænta, at tað illarmesta av framleiðsluni verður til útflutnings Men vit halda, at vit hava ein møguleika, tí vit hava eina stak góða veru at selja Øl, sum hava roynt lemmin, siga, at hann er nummar eitt Annars er rættilig gongd eisini við at koma á søluna ul føroyskir trolarar - Hetta er dyr útgerð, so ongin skiftir, bara fyri at skifta. Men eg haldi, at tå 10 trolarar kortini skulu skifta, koma teir hendaveg- in at kanna møguleikan Tað, sum ger okkara lemmar serliga åhugaverd- ar, er, at teir spila trolið nógv meiri út, enn gomlu lemmarnar Samstundis ganga teir nógv lættari igjøgnum sjógvin. Sostatt kunnu trolarar toga við eini ferð sum er 1,5 fjórðingar skjót ari enn teir kundu við teimum gomlu lemmunum Ella teir kunnu toga við somu ferð, men so kunnu teir hava næstan 20% minni megi á motorunum, og tað | lan leiðara Hanus 8 Janus er handilin til tann vaksna Til nýggja klædnahandilin til mannfólk í SMS Hanus 8 Janus“ sekja vit eftir einum dagligum sparir ein hóp av olju Ti er tað serligur áhugi fyri at kunna toga skjótari ti so fiska teir meir Og tað frættist heilt munandi at teir fáa meiri fisk, enn við homlu lemmunum sigur Lar Larsen Strævið Lars Larsen sigur arliga hevur tað verið sera strævið at koma so langt Pó sigur hann, at Føroya banki hevur verið avbera lagaligur Tað, sum hann fylist mest á, er at teir hava sekt ymsar grunnar um stuðul og fígging, men at avgreiðslu túðin er alt ov long, ofta sjey, átta mánaðir —Tys, at vit hava ofta ver- ið í gjaldføristrupulleikum — Men tá hevur bankin verið sera lagaligur Hann sigur eisini, at tað er sera trupult at koma í- gongd Tað, sum manglar í Før- oyum, er ein stovnur, sum kann veita bílig lán til nýtt virksemi, uttan at krevja trygd afturfyri, nakað sum ídnaðargrunnurin var, sigur Lars Larsen Tó vísir hann á, at Menningarstovan hevur goldið ein part av menn- ingarútreiðslunum og at vælvildin haðani frá hevur ikki verið til at fylast á at liggj & Janus mannin bæði til gerandis og tá tú skalt vera fínur. Handilin letur upp 28. apríl Tú fært ábyrgd av handlinum og kemur at hava tætt tilknýti til stjóran. Tú skalt tilrættisleggja dagliga arbeiði, marknaðarforingina og síggja til at handilin altíð er dagførdur til tað seinasta nýggja. Tú kemur saman við oðrum at standa fyri innkeypi og vitja klædnamessur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil við mannfólkaklæðum. Og sjálvandi dugir tú væl at umgangast starvsfólk og kundar. | Umsóknirnar skulu stílast til Hanus 8 Janus, att: Schumann Hjaltalin, Postboks 1255. 110 Tórshavn. gjørligt. |-4 anus SCNUManr Umsóknin skal verða okkum í hendi skjótast Hjaltalin, P« Sti K 125 1 C r Snavn | 57