hósdagur 11. mars 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 11. MARS 1999
tíðindablaðið
11
Løgtingsgrannskodaranir hava aftur í ár hvassar viðmerkingar til viðurskiftini fíggjarárini 1993-97 á Telefonverkinum
Svinn uppá 4,7 mio.kr
Løgtingsgrannskodararnir átala, at roknskaparviðurskiftini á Telefonverki-
num á fleiri ókjum ikki hava verið í einari tryggari legu og heita á landsstýr-
ismannin um at ansa eftir, at viðurskiftini koma í rættlag. Lógtingsgrannskoð-
aranir hava aftur í ár hvassar viðmerkingar til viðurskiftini fíggjarárini
1993-97 á Telefonverkinum
OLAvur í Bem
I farnu viku løgdu løgtings-
grannskoðaranir = uppskot
fram um góðkenning av
roknskapinum hjá Telefon-
verkinum fíggjarárini 1993-
97, og siga løgtingsgrann-
skoðararnir, at øll árini hev-
ur roknskapargrannskoðan-
in gjørt vart við, at ongar
reglur vóru ásettar fyri
fíggjardeild telefonverks-
ins. Sambært reglugerðini
fyri telefonverkið skuldi
landsstýrið áseta hesar regl-
ur í samráð við telefon-
verksstjóran. Eisini er víst
á, at landsstýrið ikki hevði
skipað ta umrøddu teknisku
nevnd. sum skuldi ráðgeva
landsstýrinum viðvíkjandi
útbyggingarætlanum.
Og viðvíkjandi keypinum
av bygninginum hjá Tele-
fonverkinum á Hálsi frá
felagnum P/F Matr.nr. 1381
f/e, verður sagt, at í 1992
vórðu partabrøvini niður-
skrivað við uml. 3 mi6.kr.
til uml. 2 mi6.kr. Hetta svar-
aði til eginognina í felag-
num tá.
6 mió. upp
— I 1994 vórðu partabrøvini
GRAFISK
Tel +298 31 95 40
Fax +298 31 75 41
Alt innan prentlutir
Maif“ jakzac&post.olivant.fo
niðurskrivað til 0. Grann-
skoðanin vísti í hesum sam-
bandi á, at sambært ársrokn-
skapinum hjá felagnum fyri
1994 var eginognin negativ
við uml. 2 mi6.kr. Orsøkin
var, at í roknskapinum hjá
felagnum var bygningurin
niðurskrivaður við uml. 4,3
mió.kr. til 13 mió.kr. Eisini
varð upplýst, at í 1994 hevði
telefonverkið harumframt
avskrivað uml. 2,5 mi6.kr.
íalt viðvíkjandi áogn hjá fel-
agnum.
— Felagið P/F Matr. nr.
1381 f/e varð tikið av í
1997, og Telefonverkið yv-
irtók bygningin á Hálsi.
Sambært roknskapin fyri
1997 varð bygningurin
virðismettur til handilsvirð-
ið og uppskrivaður við 6
mió. kr, verður sagt í frá-
greiðingini frá løgtings-
grannskoðaranum.
Mælt til broytingar
Roknskapargrannskoðanin
hevur seinastu árini gjøgn-
umgingið týðandi manna-
gongdir á roknskapargki-
num og mælt til broytingar
og åbøtur. Í grannskoðan-
arfrágreiðingini fyri 1997
verður víst á, at á fleiri okj-
um eru viðurskiftini ikki
komin í rættlag: roknskap-
argrannskoðanin mælir til at
gjøgnumganga og endur-
skoða mannagongdirnar
innan figgjarøkid, herundir
eisini dagføra.
— Viðvíkjandi uppgerð av
vørugoymsluni við árslok
1997 er staðfest ókurans og
svinn uppá 4,7 mi6.kr., og
víst verður á, at orsøkin
helst er feilskrásetingar.
manglandi = skråsetingar,
manglandi og illa skipaðar
leypandi uppteljingar og
gjógnumgongdir fyri ókur-
ans. Mælt verður til, at
goymslufunktiónin verður
endurskoðað, soleiðis at
goymsluskrásetingin verður
neyvari og dagførd til eina
og hvørja tíð.
Víst verður á fleiri veik-
leikar viðvíkjandi skráset-
ing av inn- og útgjalding-
um. Helst orsakað av skeiv-
um bókingum og skeivum
dagfestingum standa fleiri
kassakonti í minus við árs-
lok 1997. Bókingarnar av
inn- og útgjaldingum í 1997
hava ikki verið ajour, og tað
hevur verið trupult at
stemma av við pengastovn-
ar, skuldarar og ognarar,
siga løgtingsgrannskodar-
rarnir.
— Lidnar iløgur verða
ognarførdar til kostpris, t.
v. s. alt tilfar og øll løn, sum
er nýtt til ta einstøku fløgu-
na. Roknskapargrannskod-
anin hevur áður mælt til at
gera eina meting av virðu-
num av einstøku íløgunum.
fyri ikki at ognarføra t.d. ov
nógv nýtta løn og tilfar, 10
ikki stendur mát við nyttu-
virðið á ognini. I 1997 mæl-
ir grannskodanin til, at
mannagongdin á hesum oki
verður strammað upp
Stórt yvirskot
Og í viðmerkingunum, siga
løgtingsgrannskodararnir, at
teir hava heft seg við, at
Telefonverkið hevur havt
stórt yvirskot seinnu árini,
og løgtingsgrannskodarar-
nir meta, at tað er sera 6-
heppið. um Telefonverkið
framyvir nýtir sína „fakt-
isku monopolstødu” á fleiri
økjum til framhaldandi at
uppsamla yvirskot, m.a. fyri
at standa ímóti kapping frá
ðrum, til bága fyri brúkar-
arnar. Løgtingsgrannskod-
ararnir vilja tí heita á lands-
stýrismannin um at ansa eft-
ir hesum og tryggja, at prís-
irnir á teletænastum verða
so lágir sum gjørligt, og
helst ikki hægri enn stødid
í okkara grannalondum.
— Í landsroknskapinum
fyri 1997 eru inntøkurnar
frá Telefonverkinum 2,036
mi6. kr., svarandi til jåttan-
ina, men ongin roknskapar-
uppseting er, har roknskap-
artølini eru sett upp sam-
svarandi sundurgreingini í
viðmerkingunum til fíggj-
arlógaruppskotið fyri 1997.
Ogreidu játtanar- og rokn-
skaparviðurskiftini viðvíkj-
andi „landsfyritóøkum“ sum
heild eru ikki loyst, og løg-
tingsgrannskoðararnir hava
heitt á Fíggjarmálastýrið
um at fáa hesi viðurskifti í
rættlag framyvir.
Telefonverkið er frá 1. jan-
uar 1998 umskipað til alment
partafelag. so framyvir verð-
ur virksemið hjá Telefon-
verkinum ikki ein partur av
játtanarroknskapinum.
Til minnis
um Martin
Drangá
Eg vil minnast til okkara
kæra bróður í Harranum
Jesusi, sum eg havi kent í
mong ár á Vón. Eg havi
øll góð minni um hann,
sum ein besti vinur. Vit
hava eina stóra sorg nú
her á Vón, nú vit hava
mist okkara kæra vin,
Martin.
Martin og eg høvdu plagdu at tosa væl saman. Eg
kom at kenna hann fyri mongum árum síðani, og
ynski eg, at Guðs friður má hvíla yvir minninum
um hann.
Tað var ein syrgilig lýta, tá Grímur kom á Vón og
segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum
meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at
Harrin Jesus má vælsigna tey, ið eftir sita. Vit, sum
trúgva, eiga ta sælu vón, at vit skulu síggjast aftur
heima hjá Jesusi.
Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin
heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara,
men vit fara til hansara, eins og Dávid segði um son
sín.
Tað verður ein stórur dagur at meta Jesusi, frelsara
okkara. í Hebrearabrævinum 11,13 - 16 stendur
skrivað: Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið
tað sum lovað var, men tey sóu tað langt burtur og
heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og
útlendingar á jørðini. Tey, sum siga so, vísa jú harvið,
at tey leita eftir fedralandi. Og høvdu tey meint við
landið, sum tey vóru komin úr, hevði jæu borið
teimum til at farið aftur hagar. Men nú tráa tey eftir
einum betri, tað er einum himmalskum: tí skammast
Guð ikki tey, at kallast Guð teirra; hann hevur jæu
gjørt teimum ein stað til reiðar.
Í Sálma 23, grindi 4 stendur: Um eg skal ganga í
deyðskuggans dali, óttist eg einki, tí tú ert við mær,
keppur tín og stavur tín, teir ugga meg. í 6. grindi
stendur: ... og eg skal búgva í húsi Harrans allar
ævir ævir. Og í 4 ørindi í sálma 27: Eittans havi eg
biðið Harran um, eina hetta stundi eg á: at eg má
búgva í Harrans húsi alllar mínar lívsins dagar, fyri
ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans.
Viðari verður sagt í 5. ørindi: Tí hann meg goymir í
sínum høli á mínum vanlukkudegi, meg fjalir í skjóli
í sínum tjaldi , tá ið neyðin gerst mær ov stór.
Ein sálmur, ið hóskar Martini
1. Eg livi og veit at sál mín er grødd
at dómur ei á meg skal falla
Eg livi og bíði tí kallandi rødd
sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd
til Faðirin barn sítt vil kalla
2. Eg doyggi og veit tað vinningur er
at hvíla hin sæla er funnin
at enda endað er lívsins hin troyttandi ferð
at seinasta royndin er útstaðin
her og ævigi sigur vunnin
3. Eg fari og veit hvar ferðin meg ber
til Faðirin æviga ríki
til heimið sum Jesus til reiðar mær ger
til landið har aldri við sorg sum her
frá vinunum burtur eg víki
4, Eg livi og veit at doyggi eg
skal til lívið eg upp aftur standa
eg fari til vinin eg kendi so væl
Hvi er ei min sål meira frå
og sæla hvønn dag enn å landi eg skal anda
Vit å Vén og somuleidis Sosialurin hava mist ein
góðan vin, men vit síggjast aftur heima hjá Jesusi.
Tøkk Sosialurin fyri tey góðu orðini um Martin
Eini minni frá
Eivind Thomsen
á Mýrini 6
Hoyvík