Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 11. MARS 1999 tíðindablaðið Manic Street Preache eru Just valdir ti nem besta bol virda enska tonletkt TysÅ høvdu ten Øølak konsert Heimsins bestu gjørdu lítið hóvasták burtur úr Manic Street Preachers spældu skitnan bretskan guitarrock, tá teir hóvdu konsert í Keypmannahavn týskvóldið. Sosialurin var tið vil konsertina EYÐUN KLAKKSTEIN (Keypmannahavn) Virda enska tónleikablaðið Q hev- ur júst kosið teir at verða heimsins bestu bólkur í løt- uni, teir hava fyri kortum vunnið tvær virðislonir í teimum tiltiknu Brit Aw- ards, og teir hava selt mill- jónir av teirra nýggju fløgu. Men tá Manic Street Preachers spældu í eini full- ari KB-høll í Keypmanna- havn tyskvøldid var tað eitt eyðkent dómi um, hvussu bretar helst vilja føra seg fram. Einki hóvasták, eingin søtsuppa, eirki óneyðugt tvætl. Fyrst og fremst tad, sum tad snyr seg um, rock- tónleikur, og so ein einføld og beint fram pallupptraðk- an, onkuntíð við einum ferili av uppreistarlyndi. Walisarnir, sum hava gjørt gittarrock spennandi aftur, spældu í hálvanannan tíma fyri åskodarafjøldini í KB-høllini. Teir spældu løg av seinastu fløguni This is my truth tell me yours, sum var vald sum besta fløga å Brit Award í síðsta mánaði, men teir fóru eisini longur niður í posan og drógu gom- ul, meira skitin og rebelsk løg upp. Løg frá ti tíðini, tå hann øri Richey James Ed- wards var høvudsmadurin í bólkinum. Hann venda vit aftur til. Manic Street Preachers løgdu fyri við teimum báð- um melodiøsu rocksang- unum Everything must go og The everlasting. Og eftir tad gekk ferdin aftur og fram millum seinastu fløg- una og tær gomul. Gomlu sangirnir vid einum illum tóna, ågangandi orðum og annars vid rebelskari yvir- skrift. Nýggju sangirnir við einum syrgnum tóna, vøkr- um yrkingum og einum góðum møguleika hjá sang- aranum og gittarspælara- num James Dean Bradfield at vísa síni framúr evni sum sangari. Eisini keðiligt Onkuntíð gjørdist tónleik- urin nakað keðiligur, serliga tå nøkur av teimum gomlu løgunum, sum als ikki liva upp til stødid á nýggju fløg- uni hjá Manics, vóru spæld. Tá tvey try av teimum komu í hølunum á hvørjum ødr- um, sást tað á áskoðara- fjøldini. Men tad kom sanniliga liv i aftur, tå meira kendu — og nýggju sangirnir — ruku út i høllina. Og hæddirnar vóru nåddar, tå stéru hittini Design for Life og If you tolerate this your children will be next vórðu spæld Gjøgnumgangandi stóra upplivilsi á konsertini var røddin hjá sangaranum og gittarspælaranum James Dean Bradfield. Frálíkt, at ein maður, sum hevur ferð- ast kring knøttin seinastu mánaðirnar, sungið í nærum hvørjum króki, seinast í Olso sunnudagin, og hevur nógvar konsertir fyri framman, kann ljóða so frískur og væl fyri. Brad- field sang fullkomiliga utt- an trupulleikar alla konsert- ina, og røddin var akkurát líka væl fyri í síðsta sangi, sum hon var, tá hann kom á pallin. Og tað var hon, hóast sangarin, samstundis sum hann sang allar sangirnar, eisini skuldu spæla gittar og annars royna at halda lív í frammanfyri pallin. Hann rann aftur og fram á pall- inum og millum sangirnar skuldi hann næstan hvgrja ferð skifta gittar. Hjálpar- maðurin á síðupallinum turkaði so sveittavátu gitt- arina, syrgdi fyri at hon stemmaði, og var so klárar at skifta aftur áðrenn næsta sang. Gittarspælarin hvarv Manic Street Preachers vilja fyri allar tíðir verða knýttir at søguni um tann meira ella minni øra Richey James Ed- wards. Hesin góði Richey var nakað fyri seg, og um- framt at hann royndi at verða innlagdur á sinnis- sjúkrahús, var hann eisini gittarspælari í bólkinum. Søgurnar um, hvat hann kundi finna upp á eru til- tiknar í tónleikaheiminum. Mest tiltikna søgan er frá 1991, tå Manic Street Preachers høvdu konsert í Norwich. Eftir konsertina kom ein ummælari aftur um pallin vísti á, at fólk ivadust um teir vóru veruligir. Hetta fekk Richey at skera „4 Real“ inn í armin við einum barberblaðið. Hendingin náddi ensku dagblødini, og seks dagar aftaná skrivaðu Manic Street Preachers undir sáttmála við Sony. Hetta samstarv hevði so við sær fyrstu fløguna frá bólk- inum. Í január mánaða 1995 hvarv Richey. Beint áðrenn eina ferð til USA, har bólk- urin skuldi gera vart við seg, var gittarspælarin burtur. Bilurin hjá honum var funn- in nærhendis Severn Bridge, sum er kend fyri at fólk stundum leypa út av henni fyri at gera enda á sær. Hóast umfatandi leiting eftir Richie, var hann ikki funnin, og tann dag í dag, er søgan málið ikki upp- klárað. Eingin veit við vissu hvar hann bleiv av Eftir eina trupla tíð hjá teimum trimum, sum vóru eftir í bólkinum, góvu teir í 1996 út fløguna Everything must go. Hon varð vald års- ins fløga í Bretlandi i 1996, 1997 fingu Manic Street Preachers virdisløn frá Brit Awards fyri hana. Tað gjørdu teir eisini næstu ferð, teir góvu eina fløgu út, tað var í fjør. Og nú kunnu teir eisini prýða seg við tittlinum sum heimsins besti bólkur. Og heimsins besti bólkur endaði konsertina í KB- høllini í sama stili, sum teir høvdu spælt í teir 90 min- uttirnar. Teir settu punktum við You stole the sun from my heart, og fóru so av pall- inum. Tey, sum høvdu væntað eykalag, fóru skeiv. Ljósið í høllini varð tendrað og fólk fór undir at taka útgerð- ina av pallinum Kann tað verða bretskt... og í meira