Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Nr. 48 — 11. MARS 1999 Eru blødini óheft? tíðin. tað er at Sosi KK navnabroyting ablaðið Sosialurin SKIOU SONgur r síðan. e oo eitt tíð Nóg met síðar Tu ð 2 e olit sku bløðunum. og teirra ævinliga Kjaftasliti. Nú keypa flokkarnir sær blað- rúmd í bløðunum upp und- I hinum Nordurlondunum var sambandid tå millum flokkarnar og blødini fyri nógvum árum síðani vorðið søga Partapolitikkurin hvarv úr teimum, men tey stóru mål- ini, ið uppi vóru í tíðini tóku teir parti fyri. t. d. ES (EEC, EF og EU. áhugaverdar navnabroytingar) SKUVadal Gunnar í útvarpinum ljós- setti dá tey bæði blødini, ið eftir eru. Hetta var ein sera við- ið hann sending. KOMAaNdi báðir ut teirra blað var óheft Men um tú tosar við fólk, ikki í, at blødini hava hvor sín klepp um hálsin ella liggja fyri hvor akkeri. Javnaðar- flokkurin eigur Tíðinda blaðið Sostalin og sam- bandið er Dimmalætting í kjøti borið Sjálvsagt er hetta ikki all ur sannleikin, tí nógv mál verða umrøtt í báðum blød- unum, sum einki hava við partapolitikkin at gera, men so er tað tað, sum alt stendur og fellur við. um blødini royna at lýsa dagsins mål, sum nerta við tað politiska, og tey eru mong, óheft. Í hesum árinum hevur Dimmalætting havt sakliga og upplýsandi grein um tvey eym mál. Landsverk- frødingin og Frøjanes, skrivað av blaðstjóranum sjálvum. men tå hann skriv- aði um verjuskipið, datt hann i partapolitisku grøv- na Hetta landsstyrid hevur sett sær fyri at fåa skil å vidurskiftunum vid Dan- vast tey yinum mark. Hesum arbeiði tekur ein meiriluti av fólkinum undir vid, men bæði blødini eru samd um at vera ímóti tí. Í so gott sum hvørjum Sosiali sær tú orðið FULL- VELDI og altíð við niður- setandi umtalu. Tú skalt ikki ivast í tí, at hatta orðið er eitt ljótt orð. Ajavnt orðum sum rasisma, kommunisma o.s.f.r. So løgid tað ljóðar liggur Sosialurin klárt á odda her í síni ágangandi herferð. Havi altíð hildið tað vera barnsligt at hótta við ikki at halda eitt blað, tí tú vidhvørt ert ósamdur við tað, sum stendur í tí, men tað hava verið blød, sum eg ikki havi tímað at lisið, og onnur blød tú til tíðir bara hevur skeitt í. Annars havi eg altíð hild- ið. at tað var sera umráðandi at hava góð blød, og havi enn livað í vónini, at tað gongur hóast alt framá. Eitt er, hvat blaðfólkini skriva, hvussu dugnalig tey eru, og hvussu tað verður sett upp. og hvar tað kemur at standa, og hvønn tey velja at tosa við og um hvat. Nakað heilt annað er um ein vanligur borgari, kennur seg væl- komnan av bløðunum, um tað skrivaða ikki fellur í góða jørð hjá leidsluni. Eg skal geva bara eitt dømi frá hesum árinum. so kann lesarin sjálvur dóma. 15.2.99 sendi eg báðum bløðunum yrkingina KIL- IN. Sosialurin prentaði hana 25.2. á síðu 14 á minst møg- uligum plássi. Hevdi skriv- að 15.2.99 niðriundir navn- inum, tað er gott viðhvort, men tað høvdu teir slettað. Tá ið yrkingin ikki var prentað í Dimmalætting 27.2., sendi eg hana aftur, tí kanska var brævið ella hon misfarist, tað kann koma fyri hóast alt. Tá kom hon í 3.3.99, hampuliga uppsett á jøvnum føti við aðrar yrkingar. Teir høvdu ikki stríkað dagfestingina. I yrkingini HVI frå 1970, ein prosayrking vid 50 spurningum er ein setning- ur: »Hvi er sensurur i Før- oyum?« Segði hetta fyri skilagóð- um fólki um 30 ár, sum hevði lisið yrkingina: »Få tær síðu á internetinum, gevst at skriva í blødunum«. Eg hvakk við. Tað eru bara 4 ár síðan, eg fekk teldu, um 4 ár, hvat tá? Eg åsanni nú, at blødini kappast ikki bara við hvønn annan, men sanniliga við tíðina. Fert tú um 5 ár at gjalda 2000 kr. fyri tey bæði blødini. Stend- ur so nógv viðkomandi í teimum tá? Har afturat mennast Útvarpið og Sjón- varpið alsamt. Steinbjørn B. Jacobsen 7.3.99 Viðmerking: Tað undrar okkum, at Stein- bjørn B. Jacobsen kennir seg sensureraðan í Sosiali- num. tí tað kundi als ikki fallið okkum í huga at gjørt slíkt. Heldur ikki í hesum fóri, har dagfestingin av yrking hansara er burtur- blivin - og um so er, at vit hava gloymt dagfestingina, so biða vit Steinbjørn um- bera okkum, tí hetta er als ikki gjørt við ávísum í kvitt- anum. Annars skal sigast, at vit eru fegin um, at Steinbjørn B. Jacobsen 0. o. vilja nýta okkara blað í almenna kjak- inum - og vit vóna, at hann framhaldandi vil gera tað. Men fyri ein ordans skuld skal eisini vísast á, at Stein- bjørn B. Jacobsen er vanur við at fáa greinarnar »6- sensureraðar< í blaðið, eins og hann eisini er vanur við, at greinarnar verða settar á rímuliga gott stað í blað- num. Ein stórur trupulleiki hjá okkum er plásstrot, og tí hendir tað, at tilfar má bíða - og vidhvørt nakað leingi. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Opið bræv til Kommunala Eftirlitið og ovasta myndugleika á økinum Føroya Løgmann Orsøkin til hetta bræv er, at nú Læknahúsini á Skála skuldu seljast á uppboði hendi tað óskiljandi fyri Sjóvar Kommunu, at vit ikki fingu sama møguleika at bjóða sum Skála Kommuna, eins og vit bert fingu loyvi at bjóða upp til helvtina av virðinum av húsinum Tí vilja vit gera viðmerking- ar til Kommunala Eftirlitið. og annars framferðina í hes- um máli. Stødan er hon, at Lækna- húsini á Skála, sum í dag verða nýtt sum Eldrasam- býli. vóru seld á uppbodsølu hósdagin 25.2.1999. Sjóvar Kommuna sekti við telefax 3.2.99. um loyvi at bjóða upp á og keypa húsini. Men vit fingu ikki svar. Vit ringdu til Seren Pram fyri at fáa svar, og hann lovaði okkum svar beinan vegin. Men einki svar kom. Vit ringdu aftur, men søgan endurtók seg enn einaferð. Síðan fingu vit okkara sak- førara at rykkja eftir svari. Men einki hjálpti. Sostatt hava vit í telefon rykt eftir svari í minst alagi 4 ferðir, eins og sakføran okkara eis- ini hevur rykt eftir svari. Men einki var vit fingu. Hósdag sendi eg fundar- boð til týsdagin 23.2.99. A skránm er Læknahúsini á Skála. Mánadag og týsdag rykkja vit eftir svari, so at eg kann geva bygdaráðslim- um boð um vit fáa loyvi at bjóða. Jú vit fáa lova svar. Men einki svar kom. Sostatt høvdu vit fund, uttan at vita, um vit fingu loyvi at bjóða upp á húsið. Vit vistu einki. og tí kundu vit bert taka stóðu treytað av at vit fingu loyvi frá kommunala eftir- litinum. Ella við øðrum orð- um vit høvdu als einki at halda okkum til. Vit høvdu sjålvandi okkara egnu met- ing av virðinum á húsinum, og avgjørdu so at bjóða s0- leiðis at vit forsvaraðu virð- ini hjá Kommununi. Mikudagin ringi eg til Sørin Pram, og fái at vita, at vit skulu fåa svar tann dagin. Harumframt fåi eg at vita, at teir hava avgjørt, at Skåla Kommuna fær loyvi at bjoda meira enn Sjóvar Kommuna. Skála Komm- una fær sambært Sørin loyvi at bjóða 1,2 mió. með- an vit fáa loyvi at bjóða góða millión. Hann grund- gav við, at tá fingu vit for- svara okkara virði, og at vit onga orsøk høvdu at keypa húsið. Sjálvandi mótmæli eg, og sigi við Sørin, at hetta ber ikki til. Við hesum gev- ur hann okkara part burtur fyri hálvan prís. Men hann svarar, at hann er ikki eins- amallur um at taka hesa av- gerð. og hon verður ikki broytt. Eg royni at muta ímóti. men einki hjálpur. Sørin sigur, at eg kann royna at sevna. Men hetta var mikudagin 24.2.99. Hvussu skuldi Sjóvar Kommuna tá for- svara síni virðir. Kl. 13.09 kemur telefax svar upp á umsókn dagfest 3.2.99 um at fáa loyvi at bjóða uppá Læknahúsini. Svar kom eis- ini sum bræv dagin eftir, og var tað okkum í hendi, eftir at uppboðsan hevði verið. Uppbodssølan skuldi verða 24.2.99 kl. 9.50. So var einki at gera, uttan at møta i rættinum og krevja nyggja uppbodssølu. Grundgevingar sum tala fyri, at Sjóvar Kommuna bjóðar upp á Læknahúsini Tryggingarvirðið, og tað er uttan grundstykki er 1,8 mi6., og ti má virðið av hús- unum metast at verða 2,0 mió. Húsið treingir til åbøt- ur, men minnist til, at landið letur 50.000 pr. búfólk sum stuðul, og tí má roknast við, at tá hesin stuðul er brúktur, er húsið sum nýtt. Húsini eru 221 kvm. midhædd, 70 kvm. kjallari, 121 kvm. krúpikjallari, 24 kvm. bil- hús og 9 kvm. hjallur. Grundøkid er 1420 kvm. Um líknandi hús skulu byggjast, kosta tey í minsta lagi 2,5 milliónir. Men einki mál er einfalt, Tí verður neyðugt at greiða frá, Hví Sjóvar Kommuna møguliga hevur áhuga í at keypa Læknahúsini. Frá almennari síðu verður sagt, at eitt eldrasambýlið eigur at verða fyri hvørji 1500 fólk. Tí verður bert tað eina á vestara armi á Skålafjørd- inum. Galdandi lóg er so- leiðis, at skal ein íbúgvi úr einari kommunu inn á eitt heim sum onnur kommuna eigur, skal gjaldast fyri hetta. Einki stendur í lógini, og tí kann kommunan sum eigur eitt tílíkt eldrabýli leggja tað gjald á, sum hon heldur verða hóskandi. Eingin vegleiðing er, sum sigur, hvat er rímiligt. Sjálv- andi verða tær kommunur, sum ikki hava nakað eldra- sambýlið noyddar at gjalda. Tær kunna ikki nokta sínum íbúgvum røktarplåss. Held- ur ikki um kostnaðurin er órímiligur. Harumframt fáa tríggjar náttarvaktir í kommununi arbeiði. Hetta sæst aftur í kommunukassanum. Ser- stakliga nú heimahjálpirnar úr Sjóvar Kommunu, sum hava arbeitt um dagin, í Læknahúsinum, av ókend- um, og sera løgnum, orsøk- um eru uppsagdar. Ti kunna vit ikki góðtaka tað grundgeving, at vit ikki hava nakra orsøk til at keypa húsið. Hetta, sum eg júst havi nevnt eru tvær góðar orsøkir at keypa hús- ið. Tó eru aðrar orsøkir sum tala ímóti. Men tað má verða Bygdaráðið í Sjóvar Kommunu, sum vigar fyri og ímóti, og ikki onkur til- vildarligur embætismaður í Landsstýrinum. Harumframt nevndi Sør- in, at hann ikki var einsam- allur um at taka stóðu í mål- inum. Hervið vilja vit biðja um at fáa at vita, hvor ann- ars hevur tikið hesa avgerð. Tað er væl ikki Ingi Mohr, sum hevur verið uppi í leik- inum. Vit fara hervið at krevja at fáa fund við kommunala Eftirlitið um hetta mál. Vit kunnu gera greitt beinan veg, at vit ynskja, at hetta fær fylgir fyri onkran, hver tað so er!!! Kommunala Eftirlitið Nú eg eri í gongd, vil eg eisini siga nøkur orð um Kommunala Eftirlitið. Hetta sokallaða eftirlit hev- ur ikki virka í nýggjari tíð. Tað hevur als einki gjørt, síðan Karolina Petersen setti Jógvan Við Keldu und- ir umsiting. Eitt eftirlit sum bert arbeiðir hvørt tígginda ár kundi ivaleyst gjørt meira. Tí vil eg spyrja nakrar spurningar, sum eg meini, at tingmenn eiga at taka við í sínar metingar, nú viðgerð verður av kommunumálum seinni í mánaðinum. Hesir spurningar eru til Føroya Løgmann, sum er Landstyrismadur i komm- unumålum. 1. Hvi gongur tað so long tid at fåa svar frå Komm- unala Eftirlitinum. 2. Hvussu nógvar klagur um óreglusemi hevur Kommunala Eftirlitið fingið seinastu trý árini, og hvussu nógvar av hesum eru kann- aðar nærri? 3. Hvussu ber tað til, at tað ikki verður gjørt nakað við eina kommunu, har tað í grannskoðaraprotokollini stendur > Vit skulu enn eina- ferð gera vart við, at tað ikki er loyvt at brúka pening, sum ikki stendur á fíggj- arætlanini<? 4. Eg veit um eina komm- unu, sum ikki hevur latið roknskapin fyri 1996 inn. Enn hevur eingin rykt eftir hesum roknskapi. Tí vil eg spyrja. Hvussu nógvar kommunur hava ikki latið roknskapin inn fyri 1996, og hvussu nógvar kommun- ur hava ikki latið inn rokn- skapin fyri 1997? 5. Tað sigst, at tað ikki bert eru Landsstýrismenn, sum trívast undir trappuni?! 6. Eru hesir spurningar møguliga svar uppá, hví tað stendur so illa til hjá Kommunum í Føroyum. Sjálvandi havi eg nógvar aðrar spurningar. Men hetta átti at verið meira enn nóg mikið. Um spurt verður um ov nógv í senn, ovbyrja vit Kommunala Eftirlitið, og tá fer tað at taka enn longri tíð at fáa svar. Vit kundu hugsa okkum, at svara bleiv alment, og skótast gjørligt. Strendur 8.3.1999 Sjóvar Kommuna Eivind Jacobsen, form.