fríggjadagur 12. mars 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 12. MARS 1999
tíðindablaðið
9
Hetta er musan hjá Williami, sigur Hans Pauli Olsen, ið hevur gjórt fleiri stand
myndir
int til mini hugskot, heldur
myndahøggarin.
Smílið er tydningarmik-
10 á hesi standmyndini. Tað
ger andlitið meira týðiligt,
og harvið myndina minni
abstrakta, sigur Hans Pauli
og minnist, hvussu modellin
mátti standa og smílast ein
heilan dag uttan íhald. Men
hetta má ganga aftur í allar
myndini, leggur hann aftur-
at.
Standmyndin av listadis-
int hjá Wiliami Heinesen,
verður uppsett í Havn á fød-
ingardegi hansara næsta ár.
Enn ber ikki til at fáa at vita
nágreiniliga hvar. Hans
Pauli kundi tó sjálvur hugs-
að sær okkurt rørt hagaøki,
har >aðrir< steinar eisini
liggja, men tílík stød fækk-
ast í høvudsstadnum.
Hans Pauli Olsen verður
eisini umboðaður í Klaks-
vík um ikki so langa tíð. Ein
standmynd av J.F. Kjølbro
verður júst savnað og stoypt
í hesum døgum. Hetta er ein
stór standmynd av vinnu-
lívsmanninum í Norðoyggj-
um við Kunoyarnesi í bak-
grundini
- Tað er kanska eins lagna
at fáa tær uppgávurnar ein
fær. Um eg ikki byrjaði at
gera andlitsmyndir, hevði
eg hvorki sloppið at gjørt
Nólsoyar Páll ella Kjølbro,
í Førovum og Danmark
sigur Hans Pauli, nú kaffi
er drukkið, og onnur fólk
eisini hava hug at práta við
listamannin
- Tað er altíð stuttligt, tá
fólk steðga og spyrja. M.o.
koma eisini nógv listasøgu-
fólk og skifta orð um verk-
ini. Ikki øll av teimum hava
hug at ummæla, og skriva tí
heldur aðrar tættir í rit og
blød ella halda fyrilestrar.
Men tey, ið ummæla spyrja
tó sjáldan, sigur Hans Pauli,
ið annars umhugsar at koma
til Føroya at sýna fram. -
Man má ikki gloyma ta dei-
ligu Havnina, brosar mynd-
ahøggarin, sum vaks upp í
Heimsins Nalva.
Tann abstrakta var listin
høgt í metum á listaskúla-
num, tá Hans Pauli gekk har.
- Eg leið undir, at alt
skuldi vera so abstrakt á ak-
ademinum. Illusiónir vóru
»forbodnar«. Mín gamli
professari segði, at tann
síðsti myndahøggarin, ið av-
myndaði livandi menniskju,
hevði livad, og sipadi til
Aristide Maillol. Vit eru tó
øll børn av okkara tid, og
hann hevði óivað sagt okk-
urt annað í dag, hóast hann
neyvan hevði elskað mínar
myndir, vil Hans Pauli vera
við. - Men tað er týdningar-
mikið at vera konsekventur
í tí, ein ger. Seinni byrjaði
eg so at gera myndir fullar
av illustónum. Traðarmað
urin, ið ber ein stein úr
gamla Stóragarði, sum um-
gyrdi Havnina í farnum
døgum, var eitt úrslit av
hesi tíðini. Tann stand
myndin varð sett upp á
Grækarismessu í „89, tó at
hugskotið var munandi
eldri. Men hóast Hans Pauli
kennir seg sum naturalist-
iskan myndahøggara, held-
ur hann tó tkki eina stand-
mynd vera góða, um ein
ikki kann leggja okkurt
abstrakt í hana.
Hans Pauli byrjaði bein-
anvegin at gera stórar
myndir. Kanska var tað
provokerandi, hugsar Hans
Pauli. Men hóast eg ong-
antíð havi gjørt nakað fyri
at provokera, so havi eg
provokerað, sigur hann.
Nógv fólk hava ofta sagt
við meg, at ein eigur at gera
okkurt ørt, provokera, fyri
at gerast kendur, tí tey, ið
gera slíkt. koma oftani >inn
um<, men tað liggur ikki
til mína natúr, sigur Hans
Pauli.
Hann hevur ofta hugsað
um, hvat onnur mundu
halda um verkini. Eitt nú
um barnakonuna, sum
stendur uttan fyri Listasavn
Føroya, men hesa dámdi
serliga væl teimum ungu
kvinnunum, fortelur Hans
Pauli. Tað vóru tó ikki øll-
um, sum dámdi so væl
standmyndina av Nólsoyar
Pálli, sum varð reist í Vágs-
botni í Havn. Men hóast
Hans Pauli avmyndaði eftir
søgufatan Dr. Jacobsens, so
sigur hann seg >hugsa í
standmyndum«. - Fólk hava
ofta verið meira atfinning-
arsom móti standmyndini
av Nólsoyar Pálli enn sjálv-
ari standmyndini. Tvs. at
tær søguligu metingarnar
hava verið harðmæltari enn
tær listaligu. Tí ein stand-
mynd må kunna standa
einsamøll, sigur Hans Pauli.
- Slikar uppgåvur sum tær
frå teimum kongaligu geva
einum blått stempul, ti tey
kunnu velja tann, tey
ynskja, sigur Hans Pauli.
Tann fyrsta bleiv enntá
gjørd til Frederiksborg Mu-
seum. Eisini tå Margreta
hevði 25 ára jubileum sum
drotning, gav danska stjórn-
in henni verk eftir Hans
Paula Olsen. Men aftur var
tað drotningin sjálv, sum
valdi listamannin.
Uppframt at vera >kong-
aligur hovleverandørur«,
hevur havnarmaðurin eisini
gjørt ta einu av niggju
standmyndum í Odense eft-
ir ævintýrum hjá H.C. And-
ersen - tann hjå Hans Paula
er av eini havfrúgv - og eina
ringríðarastandmynd i
Sønderborg, tå byurin fekk
nytt torg. Henda er 4 metrar
høg. - hon er ikki ein står
reiðmynd, men hóskar væl
til plássið, sigur Hans Pauli.
- Nú eri eg kanska blivin
„ein av teirra«, ti ein skal
vera engageraður í danska
listaheiminum fyri at selja í
Danmark. Eins og føroying-
ar ofta lata føroyskar lista-
menn gera arbeiðini í
Føroyum eru danir eins
mótvegis teirra listafólki
Tað er einki lagið i tí, heldur
Hans Pauli. Men iad eru
kortini føroyskir målarar,
sum selja betri i Danmark
enn eg. leggur hann lítilláun
afturat
V.V.S. HORNID
LAGPRÍSHANDILIN
Tað snogga og prýðiliga sniðið hjá DANSANI
ger tað lætt at innrætta baðirúmið, sum ein
sjálvir ynskir
Tí er DANSANI rætta loysnin til títt baðirúm!
Framsýning av badiruimsmøblum, bæði i
Havn og í Runavík.
i
pen;
frá kr. 15.000
kr. 1.200
Fríggjadagin 12.3. verður opið i framsýningar-
hølunum í Runavík frå kl. 13.00 til 19.00.
V.V.S. HORNID
Lågprishandil
Landavegur 2 - 100 Torshavn
Tlf. 318023 - 447773 - Fax 310963