fríggjadagur 12. mars 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 12. MARS 1999
StÍF setti Kyndil á bíðilistan
ítróttar
23
Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Kyndli megnaðu ikki at vinna FM-heitið á
Skála, eins og tær gjørdu í fjør. Men stødan hjá oddaliðnum er ikki viknað,
hóast gullið má bíða
StÍF-Kyndil 23-23 (11-14)
EmiL L. JACOBSEN
Treytirnar vóru greiðar und-
an — dystinum millum
kvinnulidini hjá SUF og
Kyndli í høllint á Skála
mikukvøldid: Vann Kyndil,
vóru tær føroyameistarar
annað árið á rað.
fjør var tað sera spenn-
andi, tá júst hesi bæði liðini
hittust í allarseinasta dyst-
inum í kappingini. Vinnarin
tá bleiv fóroyameistari, men
hóast tað ikki hevur verið
heilt so spennandi í ár, og
StIF ikki hevur møguleika
fyri at vinna gull í år, so var
spenningurin í hesum dyst-
inum eisini stórur
Fitt av havnarfólkið heyði
leitað sær inn á Skála, men
tey fóru ettt sindur vonsvik
in suður aftur. Hóast liðið
hjá teimum ikki tapti, fekk
tað ikki føroyameistaraheit-
ið. sum viðhaldsfólkini vóru
komin efur, við sær heim
aftur.
Kyndil hevði annars nøs-
ina frammanfyri allan fyrra
hálvleik. Tá munurin var
størst. vóru try mál millum
partarnar, og hålvleiksstød-
an var 14-11 ul Kyndil.
Seinni hálvleikur byrjaði
eisini væl hjá oddaliðnum.
sum økti leiðsluna til 16-11
Men so gjørdu tær i Kyndli
tann klassiska feilin, at sig
ursvissan tók yvirhond. Tær
fóru at gera feilir, og kon-
traálopini hjá StIF vóru eir
indaleys. Paula Jacobsen og
Sóley Mikkelsen skiftust
um at skjóta mál, samstund
is sum Karin Hansen — ið
var einasti málverji hjá SUF,
tí Óluva Djurhuus var burt
urstødd — stóð væl í StIF-
málinum. StIF kom inn aft
ur i dystin og fór enntá
framum 20-18, tå eitt kort
er var spælt av seinna hál
eiki
Við hesi tók
oddaliðið time-out, og
roppur varð settur í mál
skjótingina hjá StlF í 11
minuttir. Kyndil tók seg upp
á 21-20 og brendi eitt brots
ast. Tá fimm minuttir vóru
eftir, skeyt Sóley Mikkelsen
sítt sjeynda mál í dystinum
og javnaði til 21-21. Sein-
astu minuttirnar skiftust lið
ini um at skora. so stødan
skifti millum javnleik og
eittmåls leidslu til Kyndil.
Tá 45 sekund vóru eftir,
var stødan 23-22 til Kyndil,
sum eisini heyði bóltin. Tá
støduni
kundi oddaliðið valt tryggu
loysnina og spælt tíðina út,
og so hevði føroyameistara
heitið verið heima. Men tað
eydnaðist StIF at javna enn
einaferð, so endaliga stødan
bleiv 23-23
Móti endanum vóru
Kyndilskvinnur eitt sindur
misnøgdar við eina dómara
avgerð, og tvær av teirra
vórðu vístar út, so liðið end
aði dystin við fýra útispæl
arum. Tað eydnaðist ikki
heimaliðnum at fáa mál
heldur. so dysturin endaði
við javnleiki 23-23
Venjarin er
bjartskygdur
Sostatt fekk Kyndil ikki ta
avgerðina. liðið var komið
eftir. Men ikki
viknað hjá oddaliðnum. hó
ast tað mist stig fyri fyrstu
ferð í endaspælinum. Stigið
frá javnleikinum ger. at tað
nú eru seks stig niður til
Stjórnuna, sum er einasta
lið umframt Kyndil, ið kann
enda á
stødan er
ovasta plássið
Stjórnan hevur bert møgu
leika fyri at fáa seks stig
afturat. og málmunurin hjá
Kyndli er væl betri enn hjá
Stjórnuni. so alt bendir á, at
FM-heitið verður verandi á
Neistin og Stjórnan
kappast um silvurið
Hondbóltur: Neistakvinnur drógu longra stráið í jøvnum
dysti móti VIF í Vestmanna. Dysturin um silvurið sær nú
út til at skula standa millum Neistan og Stjórnuna
VÍF-Neistin 24-26 (13-13)
EmiL L. JACOBSEN
Neistin vann bronsumerkini
í fjør, og nú kappingin líður
móti endanum, sær út til, at
Neistakvinnur aftur í ár fáa
onkran slag av málmi um
hálsin, antin silvur ella
bronsu.
Mikukvøldid bjóðaði VIF
av í Vestmanna, og her end-
aði Neistin omanå vid 26
málum móti 24. Sostatt kom
Neistin upp å 20 stig, eitt
færri enn Stjørnan, nú bæði
liðini hava tríggjar dystir
eftir. StIF hevur á fjórða
plássi 18 stig. men tær hava
bert tveir dystir eftir, og tí
sær tað út til, at silvurid og
bronsan endað í Klaksvík
og í Havn. At gullið fer til
Kyndil, er tað neyvan nakar,
sum 1vast i.
Tað gekk javnt á allan
fyrra hálvleik. og munurin
var ongantíð stórri enn tvey
mál. Í byrjanini var Neistin
frammanfyri, men so kom
VIF upp á bæði 8-6 og 9-7,
tó uttan at sleppa frá Neist-
anum. Fyrri hálvleikur end-
aði 13-13.
Heimaliðið byrjaði eisini
betur í seinna hálvleiki og
kom upp á 16-13, men
Neistin svaraði aftur til 16-
16.
So gekk aftur javnt á fram
til miðjan seinna hålvleik,
tá Neistin avgjørdi dystin.
Frá 21-20 øktist munurin til
25-21, og tað megnaði VIF
ikki at taka innaftur, og
Neistin vann at enda dystin,
sum varð merktur av ikki
færri enn 11 brotskøstum
(sum øll endadu í málinum).
26-24.
Katrin á Neystabø hevur
havt eitt rimmar kapping-
arár í ár, og hon man eisini
vera eitt upplagi evni til at
verða vald sum ársins leik-
ari á stóru samkomuni, sum
verður eftir kappingarlok.
Mikukvøldid skeyt hon ikki
færri enn 12 mál (6 upp á
brotskast) og tilsamans
skutu hon og Inga Danberg
18 av teimum 26 málunum
hjá Neistanum.
Hjá VIF skeyt loana Rapa
11 mål, men sum heild helt
niðurtúrurin hjá VIF síðani
steypafinaluna fram.
Í endaspælinum í lands-
kappingini vann VIF tveir
teir fyrstu og var millum
FM-kandidatarnar, men síð-
ani taptu tær seks dystir á
rað. áðrenn tað aftur eydn-
aðist at vinna á GUTjaldr-
inum seinasta vikuskifti.
Men unga VIF-liðið framdi
eitt bragd við at vinna
steypafinaluna móti StIF,
sum hevur nógv fleiri
royndir.
VIF-liðið hevur tíðina
fyri sær, og tað hevur týdn-
ing, at spælandi venjarin Io-
ana Rapa verður verandi og
kann byggja víðari upp á
liðið. ið so seint sum í fjør
spældi í 2. deild.
Sosialurin - fimm ferðir um vikuna
sama stað
Venjarin hjá Kyndli,
Sophus Dahl-Christiansen.
sær eisini ljóst uppá tað.
Ein skal ongantíð koyra
armarnar upp ov skjótt. men
tað sær sera gott út, og eg
eri heldur ikki bangin fyri.
at javnleikurin mikukvoldið
fer at kosta hjá okkum, sigur
hann
Sophus Dahl-Christian
sen heldur
hjá Kyndli fyrst og fremst
er úrsliið av
harðari venjing
Vit hava ein
breiðan hóp. og so hava vit
at góða stødan
nogvari og
vóðan og
eisini havt eydnuna við okk
um. Í fleiri dystum hava vit
verið aftanfyri, men eru
komin afturiaftur, ersim ti
vit hava ymiskt, sum vit
kunnu taka fram, tá á stend
ur, sigur venjarin
I fjør fall avgerðin ikki
fyrr enn í allarseinasta dyst
inum, men í ár hevur Kyndil
bert tapt einaferð í lands
kappingini. og í endaspæl
inum vann liðið teir fyrstu
átta dystirnar, áðrenn tað
misti stig nú mikukvoldið
Hóast munurin í topp
inum er størri i år, so hevur
kappingin verið javnari. Í
fjør vóru tað bert trý lið í
toppinum, men 1 ar hava tey
verið fýra ella fimm. Vit eru
komin mest snikkaleys
burtur úr okkara dystum
meðan hini liðini hava tikið
Mikudagin 10. mars 1999
á hvarjumøðrum. vísir
Sophus Dahl-Christiansen
stig IT
á
Einasta lið. sum veruliga
hevur volt Kyndli trupul
leikar í ár. er Stjørnan úr
Klaksvík. Sophus veit ikk
rættiliga at siga, hví tað hex
ur gingið so illa í hond móti
júst Stjørnuni, men hann
heldur. at serliga ágangandi
verjuspælið hjá Stjórnun
illa til Kyndil
Eg voni, at vit kunn
a okkum FM-heitið
komandi viku
VÍF-Neistin
24 - 26
(13 - 13)
loana Rapa 11 (5) (6) 12 Katrin á Neystabo
Jacklin Durhuus 7 6 Inga Danberg
Nikolina Joensen 2 3 Kåra å Dunga
Laila Friis 1 2 Suna Mørk
Angelie Joensen 1 1 Gunnleyg Berg
Frida Johannesen 1 1 Marjun Jógvansdóttir
Randi Kúrberg 1 1 Rúna Wardum
1 Ávaringar 3
0 Utvisingar 2
0 Diskvalifikation/Burturvising 0
Dómarar úr H71:
Gunnar Djurhuus 8 Jákup S. Simonsen
Mikudagin 10. mars 1999
ÍF-Kyndi
StIF-Kyndil
(11-14)
Paula B. Jacobsen 7 (1) 7 Ann Hansen
Sóley Mikkelsen 7 (1) (1) 6 Lotte Sorensen
Hanna Thorleifsson 4 4 Rakul N. Joensen
Alis Hoghamar 3 3 Jórun Ludvig
Eyðleyg Mikkelsen 1 2 Conny Poulsen
Palma Petersen 1 1 Herborg Joensen
1 Ávaringar 2
(0) Utvisingar 4
0 Diskvalifikatión/Burturvísing 0
Dómarar úr Neistanum:
Hugo Lykke Larsen 8 Jan Niclassen
| STOÐAN — kvinnur:
| 1. Kyndil 9 8 1 o 530 - 421 27
| 2. Stjørnan 9 7 0 2 462 - 437 21
| 3. Neistin 9 5 1 3 470 - 425 20
4. StiF ws 2 3 461 - 447 18
5. VÍF 10 3 oO 7 507 - 487 13
6. VB 8 1 0 7 406 - 487 5
9 1 o 8 371 - 503 4