Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Åb rblaðstjóri: | Marknaðardeild: | Turið Kjølbro Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76, | re ler : | Jonhard Hammer | Niclas Johannesen | Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen | Dagfinn Olsen | AlvurHaraldsen | | Telefon: 311820 Eirikur Lindenskov | John Johannessen | Utgevari, uppseting og prent: | Telefax. 314720 Fíggjarleiðari: Blaðfólk: | | Sp/f Sosialurin | e-mail: Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Bústaður: post 8 sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Dagny Joensen Aki Bertholdsen, Lagnunnar speisemi Oddagrein MANADAGIN og týsdagin vitjar suðurafrikanski forsetin, Nelson Mandela í Danmark. Vitjanin er ein liður í eini takkarferð til lond, sum stuðlaðu ANC. felagsskapin hjá Mandela; ímóti Apartheid- styrinum. Ikki minst Norðurlond við Danmark, Sveríki og Noregi á odda vórðu ítarstu og trúgvastu stuðlar hjá Oliver Tambo, táverandi forseta í ANC, ti fongslaða Nelson Mandela og ollum teimum svortu, ið máttu fara í útlegd oll tey árini manna- figgindaliga apartheiddiktaturi stýrdi landinum við fastari og harðari hond EISINI føroyingar ella rættari ein partur av Foroya fólki stuðlaðu ANC og teirra frælsisstríði. Tí er tað einki annað enn náttúrligt, at umboð fyri Foroyar eisini eru hjástodd, tá Mandela takkar fyri stuðulin. Og tað er eingin minni enn Føroya logmaður, sum er boðin við. Um Foroya logmaður at Atli Dam, so vildi tað verið bæði rætt og rímuligt, at hann varð boðin við til hesa hátíðarlotu, tí hann var millum teirra, sum talaðu søk teirra svortu á sinni. tá hesi hovdu mest torv á tí. Men Foroya logmaður eitur ikki Atli Dam, hann eitur Anfinn Kallsberg, og hann er haraftrat formaður í Fólkaflokkinum, tí flokki, sum uppá tað allar harðasta royndi at trútta niður føroyingin, hvat tað var fyri eitt harkalið av „flad- næsede“ kommunistabandittum við monnum sum Mandela og Desmond Tuto á odda, sum stóð fyri ANC TAÐ eydnaðist partamanni løgmanns, sum nú fer til Danmarkar at taka í hondina á Nelson Mandela, at seta ein kila dygt inn í tann sanktiónspolitikk, sum oll Norðurlondini, USA og mong onnur lond róku ímóti hvíta apartheidstdyrinum í Suðurafrika. So langt fór Fólkafloksins stavnamadur, at hann við at m.a. at misbrúka sin løgtings- og fólkatings- sess „lokkaði“ góðtrúnar føroyskar vinnulivsmenn til at taka upp samstarv við apartheidstuðlaða stýrið i sudurafrikanska hjálandinum Namibia. Hver minnist ikki tær Otespuligu, tær haturfullu og nið- urgerandi greinarnar í Dagblaðnum fyri ikki at tosa um rødurnar á fólkatingi og løgtingi hjá Ola Breck- mann, har hann tileinkisgjørdi tann solidariska sanktionspolitikkin hjá teimum londum, sum Nelson Mandela nú vitjar fyri at takka fyri sanktiónirnar. NU fer so partamaður Mandela- og ANC-hataran Ola Breckmann til Danmarkar at verða hjástæddur, tá sami Mandela takkar fyri stuðulin. Vit hoyrdu legmann siga við útvarpið hósdagin, at hann fór sum Føroya legmaður og ikki sum umboð fyri Fólkaflokkin og legði hann aftrat, at vit áttu at gloyma fortíðina. Men er tað ikki nettup fyri at minnast aftur á fortíðina, at Mandela kemur til Dan- markar harra logmaður! At løgmadur í somu samroðu sigur, at hann telist ikki millum teirra, sum í seinastuni í útvarpinum hava sett heit ynski fram um at hitta Mandela, er honum til litlan sóma. Vildi hann liva upp til sítt løgmansembæti leyst av Fólkaflokki, so átti logmaður tvorturímóti at sagt hetta høvid vera ein stóran dag fyri seg og teir føroyingar, sum í síni tíð tóku so dyggiliga undir við sanktiónspolitikkinum. Logmaður eigur nettup at fara til Danmarkar at umboða tey í Føroyum, sum Mandela nú ynskir at takka. Hann eigur at taka í egnan barm og fordoma tað, sum Óli Breckmann og Fólkaflokkurin stóðu fyri, tá Man- dela og hansara fólk høvdu mest brúk fyri hjálp - sanktiónshjálp! Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur ein moralskan trupulleika. Sosialurin Orðloysingur ella? Við sínum uppskoti um út- búgvingarstuðul hevur Sign- ar á Brúnni, landsstýrismað- ur, stungið sínar egnu parta menn í ryggin og gjørt teir til orðloysingar Valyftini munna svíða illa hjá ollum tykkum ungu, ið valdu tjóð- veldisflokkin aftan á tey gyltu lyftini í valstríðnum seinasta var. Nú kom so uppskotið um útbúgvingarstuðul aftur á tingborð. og tað er so eiða- sort, at tað líkist tí, ið hesar kvinnur og hesir menn, ið valdir vórðu, góvu føgur lyfti um Tey garteraðu í í hverjum túni, í hverjum skoti og í hvørjart stovu á miðnáms- skúlunum runt landið. hetta er so úrslitið og Aldurin Verður hetta uppskotið við- tik10, so hava tit, 10 valda her í samfelagnum, sett tann yngra partin av miðnámsn- æmingunum í eina ringari stóðu viðvíkjandi peninga- orku, og foreldrini svíða fyri tað. Tær nýtist ikki tann stóra kunnleikan at fata, at útreiðsl- urnar hjá einum miðnáms- næmingi eru tær somu og hava einki við aldurin at gera. Ein bók kostar tað sama at keypa hjá einum seytjan ára gomlum sum hjá einum átjan ára gomlum. og alt annað i samfelagnum kostar tað sama. Somuleiðis hava tey ungu á hesum aldri næstan somu áhugamál í fritidini, og tú skalt gjalda allastaðni. Ahugin Við hesum uppskotinum eru tit við til at drepa áhugin hjá teimum dúgligu og ofta ógv- uliga dugandi ungu, sum vilja sleppa skjótt igjøgnum mið- námsútbúgvingina fyri so at byrja upp á lestur ella annað, ið skal menna tey til eitt star í vinnulívinum. Fara oll nú at bíða, til tey eru fylt åtjan, áðrenn tey søkja inn á mið- námsskúlarnar, so verða tey alt ov gomul, tá ið tey eina- ferð eru liðug við einhvønn lærdóm. ið gevur 'eimum før- leika at virka í samfelagnum. Vinnulívið A hesum oki fylgja tit polit ikkarar alt ov illa við, hvat vinnulívið í grannalondunum sigur um tey lesandi. Í vetur heva verið ógvusligar atfinn- ingar at útbúgvingunum, tí tá ið ein lesandi, sum í meðal er um tríogtjúgu við lestrar- byrjan, endiliga er liðugur. er hann um tey tríati, og tað halda teir er í minsta lagi trð til fýra ár ov gamalt. Tað á- virkar viljan og evnini at gera seg galdandi í tí ógvuliga fjølbroytta og skjótt skiftandi vinnulívinum í dag og fram- yvir. Grannarnir Tey ungu hjå okkum saman bera seg sjålvsagt vid tey ungu i grannalondunum og serstakliga i Danmark, ið vit enn eru i ríkisfelagsskapi við. Nakað fyri jól var ein send- ing í útvarpinum, har ung undir útbúgving og landsstýr- ismaðurin, Signar á Brúnni, skiftu orð. Eg vil siga. at tað var ein sonn frøi at hoyra, hvussu væl tey ungu málbóru seg og vistu um vidurskiftini. Og so høvdu tey eina greida fatan av, hvussu útbúgving- arstuðulin kundi skipast, men tað vóru bert ússaligar und- anførslur og uttanumtos hjá landsstýrismanninum. Í Danmark fáa næmingar- nir bókurnar ókeypis til láns frá skúlanum, og so fáa tey busskoyringina ella koyring- ina í toki ókeypis, samstundis sum stuðulin er væl hægri. Teir lata ikki stuðul til tey undir átjan, men tað er av øðrum grundum, t. d. av teimum mongu eftirskúlu- num, ið frammanundan fáa í yvirflóð av stundingi. Eisini eru fleiri ymiskar sostalar veitingar, ið vit ikki hava, til tey ungu, ið ikki hava tey heimligu vidurskiftini í lagi og tí ikki megna at gjalda eina miðnámsútbúgving Alitið Hvussu skulu tey ungu líta á myndugleikarnar, tá ið tey verða viðfarin á henda hátt Tey eru so sjålvstødug og duga so væl at skyna á, at tey við slíkari viðferð fara at venda tykkum bakið. Hvussu skulu vit reypa av okkara góða ungdómi, okkara virð ismesta tilfemngi, tá ið vit hava so lítla virðing fyri teim- um og foreldrum teirra, at vit skerja teirra møguleikar at byrja miðnámsskúlan beint eftir 9. — ella 10. flokk. Hvat álit og hverja virðing koma tey at kenna fyri einum slík- um samfelag? Fara tey at koma aftur at virka her í vaksnamannalívinum? Eg eri stórliga bangin fyri, at tey takka fyri seg og verða burt- uri í útlondunum, tá ið tey einaferð eru farin. Smápengar Ætla tit at spara, so eru hatta smápengar. Men tað hevur víst seg hesi seinastu mongu árini, at potitikkarar okkara elska at spara smápengar, sum í veruleikanum høvdu gjørt stóra nyttu, meðan teir við himmalvendum eygum algoystir tosa um milliardai løgur, sum teir innast inni vita. ikki allar gerast veruleiki í teirra tíð. Til komandi fíggj- arlóg vil eg geva tær Signari á Brúnni hesi ráð. Set tað trifalda av til Skúlabóka- grunninin og Landsmidstød ina, samstundis sum Mið- námsskúlarnir fáa pening játtaðan til bókakeyp til allar næmingarnar. Sjålvt um summir halda, at hetta er nógv, so eru hatta smápengar ið muna og verða til nyttu og gleði fyri mong Komandi veljarar Oll. ið ganga á fyrsta ári. og sum byrja í miðnámsskúlu- num tey næstu tvey árini, eru veljarar til komandi val, og tað er fyri meg so upplagt, at eingin av hesum nýggju velj arunum fer at atkvøda fyri teimum løgtingsmonnum, ið fara at atkvøda fyri stuðuls- lógini í ti líki. hon nú fyri- liggur. Tað er mín áheitan til tykkum ungu: minnist til hetta valdagin komandi. Aðalmálið við stuðulslóg- ini må vera, at stuðulin tekur við frá fyrsta degi í mið- námsskúlanum. Hetta heyði tjóðveldisflokkurin í síni val- skrå og somuleiðis javnaðar- flokkurin. Hvussu man Sign- ar á Brúnni klára at koma við undanførslum fyri hesum á flokstinginum hjá flokkinum, ið verður komandi vikuskifti. Vallyftini munnu svíða illa hjá øllum tykkum mongu ungu, ið valdu tjóðveldis- flokkin aftan á tey gyltu val- lyftini seinasta vár. Johan Joensen Tveroyri Nevnd at endurskoða tingskipanina Formanskapurin heldur, at tørvur er á ávísum broytingum, og hava tingmenn eisini gjørt vart við hetta. Formanskapurin hevur haraftrat fingið skrivliga áheitan frá tingmonnum um at skipa fyri ávísum broytingum, sigur Finnbogi Ísakson í viðmerkingunum til uppskotið um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina OLAvur í Ber Uppskotið hjá tingformann- inumn Finnboga Isaksyni var, at løgtingid samtykkir at seta eina nevnd, sbr. ting- skipanini $ 25, við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki saman vid formans- skapinum at umhugsa og møguliga gera uppskot um at broyta Tingskipan Føroya Løgtings. Og hósdagin samtykti so tingid hetta uppskot vid 22 atkvødum fyri. I viðmerkingunum til uppskotið, sigur Finnbogi Ísakson, at tá nýggja stýris- skipanin var samtykt, varð nýggj tingskipan gjørd fyri løgtingid. Uppskotið varð gjørt av einari nevnd, sum var sett saman av táverandi løgtingsformanni og fyrr- verandi løgiingsformonn- um. Sjúrður Rasmusen ad- vokatur var skrivari hjá nevndini. — Tingið samtykti nýggju tingskipanina 31. mai 1995, men samtykti samstundis. at nevndin skuldi verða sitandi sum millumtinganeynd at arbeiða víðari við uppskot- inum. Tingskipanin kom i gildi samstundis sum stýr- isskipanarlógin, og førdi hetta eisini við sær, at mill- umtinganevndin fall burtur. 3 ár — Vald varð nýggj nevnd við einum umboð úr hvgrjum flokki at viðgera og koma við møguligum broytingum til tingskipanina. Nevndin gjørdi uppskot um ávísar broytingar. Hesar vórðu samtyktar 15. maí 1996 og komu í gildi á Glavssøku í 1996. — Tingið hevur sostatt nú í skjótt 3 ár arbeitt eftir hesi tingskipan. og virkar hon sum heild væl. Formans- skapurin heldur. at tørvur er á åvisum broytingum, og hava tingmenn eisini gjørt vart við hetta. Formans- skapurin hevur haraftrat fingið skrivliga áheitan frá tingmonnum um at skipa takka vit hjartaliga. Tøkk Øllum tykkum, sum vóru vid til at gera okkum silvurbrúdleypsdagin ógloymandi, Heilsan Elinborg og Ólavur Samson fyri ávísum broytingum. — Formaðurin fer tí at mæla tinginum til at seta nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki. sum saman við tomansskapinum skal umhugsa og møguliga gera uppskot um, at broytingar í ungskipanini, sigur tingfor- maðurin. Og hetta verður so gjørt nú.