Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 13. MARS 1999 tidindabladid Justi Poulsen innstill- | aður til Patentprisen Justi Pouslen, sum hevur upp- funnið eitt nýtt slag av gummi- bjargingarbátum, er nú innstillaður at fáa virdisløn fyri uppfinning- ina JOHN JOHANNESSEN Justi Poslen, ið hevur upp- funnið eitt nýtt slag av gummibjargingarbátum, hevur nú fingið bræv frá Patentdirektorationum, har hann fær at vita, at hann er innstilladur til at fáa virðis- løn fyri uppfinningina. Til- samans er talan um 8 upp- finnarar, ið eru innstillaðir. Nýskapan Endamálið við heidursløn- ini hjá Patentdirektoratinum er, at stuðla nýskapandi uppfinningum innan ídnað- in í danska ríkinum. Eisini verður virdislønin givin fyri at seta gott andlit á uppfinn- andi verksmiðjuna og starvsfólk hennara. Fyri at verða innstillaður til at fáa heidursløn frá Pa- tentdirektoratet, er neyðugt at uppfinnarin er úr danksa ríkinum, og uppfinningin sen hevur uppfunnið skal vera millum tær, ið hava fingið patentbræv árið fyri heidurslønin verður lat- in. Tað serliga við bjarging- arbátinum, ið Justi Poulsen hevur uppfunnið er, at til ber at fara í hann, um hann vendir á høvdid. Båturin hevur serligar slúsir, har til ber at koma umborð . Eisini skipað soleiðis fyri, at tað er lætt at koma í bátin, sjálvt um ein liggur í sjónum. Mynd: Jan Miller Dómaranevnd Talan er um eina dómara- nevnd við umboðum frá Patentdirektoratet, Uni- BankOpfinderfond og Dansk Industri, ið hevur innstillað Justi Poulsen til at vera við í kappingini „Pa- tentprisen 1999“. Vinnarin av heidurslønini verdur funnin i Herning i Danmark tann 3. juni í år, í sambandi vid eina råd- stevnu fyri uppfinnarar. Føroya Tele biðið sem- ingsmenninar koma uppi Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Tele ødru- megin og Starvsmannafel- agið hinumegin hava rent seg so fastar í lønarspurn- inginum, at leiðslan á Før- oya Tele hevur avgjørt, at biða semingsmanning koma uppí. Trupulleikin er bara tann, at tað í løtuni er ógreitt hverjir semingsmenn skulu brúkast í hesum málinum. Ivamálið stendst av, at tað ikki er greitt hvgrja stóðu Føroya Tele hevur sum ar- beidsgevari, hvørt talan er um eitt alment felag, ella um talan er um privatan ar- beidsgevara. Starvsmanna- felagið hevur biðið John Rajani vera semingsmann, men hann hevur valt at kannað løgfrødisliga grund- arlagið áðrenn teir gera av, um teir kunnu verða sem- ingsmenn ella ikki. Av skrivstovuni hjá Strvs- mannafelagnum verður sagt, at verða John Rajani og Niels Sørensen ikki sem- ingsmenn, so verða part- arnir noyddir at finna aðrar. Lønarhækkingin er trupulleikin Orsøkin til at samrådingar- nar nú brådliga læstu seg fastar er lønarkravid frå starvsfólkinum á Føroya Tele. Starvsfólkið ynskir sjålv- sagt eina reallønarhækking, og ti hava tey kravt at fåa eina lønarhækking upp å 6 prosent um árið í tvey år. Hetta lønarkravid verður hildið atskilt frá kravinum um broytingar í lønarskip- anini, sum annars eru komnar upp á pláss. Um- framt lønarkravid, krevur starvsfólkið at fáa eitt pro- sent í pensjón um árið í tvey ár afturat lønarhækkingini. Tað eru hesi krgvini, sum leiðslan á Føroya Tele hevur víst frá sær, tí teir vilja ikki geva stórri lønarhækking enn tað almenna hevur giv- ið í sínum nýggju sáttmál- um. Leiðslan á Føroya Tele hevur, eftir upplýsingum frá starvsmannafelagnum, boð- ið starvsfólkunum eina løn- arhækking upp á 6 prosent yvir tvey ár og tá er alt í- roknað. Bæði pensjónsskip- an, lønarhækking og eisini tann nýggja lønarskipanin. Hesum avvísir Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. Hann sigur, at hann ikki vil binda seg til nøkur tøl, fyrr enn hann veit hvussu al- mennu sattmálasamráðing- arnar koma at enda. ? Eg bæð tey bíða til mitt í næstu viku, tí tá rokni eg við, at vit vita betur um hini feløg- ini og almenna arbeiðs- marknaðin. Men fundurin SA 00:5,54 52 2 22 2 # hjá starvsfólkunum fríggja- morgunin avgjørdi at vraka allar teir tankar vit høvdu spælt okkum við, og tey valdu, at slíta samráðing- arnar. Tí valdi eg at biða tey innkalla semingsmannin so vit ikki stóðu við einum verkfalli í dag. Samráðingarnar gingu væl Andrass Róin er eins og Starvsmannafelgsumboðini keddur av at samráðingar- nar partanna millum slitn- aðu nú. Báðir partar siga, at ar- beiðið við at gera nýggjan sáttmálatekst hava gingið einastandandi væl, og at tað arbeiðið var komið upp á pláss. ? Tað var ikki fyrr enn vit komu til sjålva løn- arhækkkingina, at vit fingu trupulleikarnar, sigur And- ras Róin. Hann leggur afturat, at leiðslan á Førpoya Tele ongantíð hevur lagt seg fast- an á nøkur tøl, serliga av teirri orsøk, at eingin enn veit, hvat úrslitið av al- mennu samráðingunum verður. Tí hevði eg vilja bíða, men tað vildu tey ikki. I næstu viku fara vit at frætta hvussu tað stendur til við samráðingunum og hver semingsmaðurin verður fyri farm! Nú kunnu allir foroyskir innflytarar njóta vikuskiftið, meðan farmurin er á veg. Vit hava latið upp 3 farmastødir í Danmark. Í Hedehusene og Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flut- ningsleið. Norrøna fer avstað leygarkvøld og mánamorgun eru vit frammi í Føroyum. Smyril Line Cargo Jónas Broncksgeta 35 Smyril Line Cargo Trafikhavnsgade 7 100 Tórshavn 7730 Hanstholm TIf. 31 59 00 TIf. 096 55 03 50 Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51 Smyril Line Cargo Birkedam 10 6000 Kolding T!f. 076 30 08 55 Fax 076 30 09 55 Smyril Line Cargo Guldalderen 6 2640 Hedehusene Tlf. 046 59 34 98 Fax 046 59 30 34 Vikuskiftisferð stephanssons hús