leygardagur 13. mars 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hevur goldið nógvar ferðir
meiri enn føroyingar fyri
at fáa eitt tilsvarandi
mentunarhús. Tá ið føroy-
ingar fáa ein so stóran og
dominerandi mentunar-
depil inn í eitt so lítið land
og fáa stjórar í húsið. sum
hava góðar og drúgvar
royndir aðra staðni frá, er
tað greitt, at politikararnir,
sum skulu finna pengar til
so nógv annað. seta seg
afturá og bara yvirlata
mentanina til Norður
landahúsið. Tí kunnu vit
siga, at Norðurlandahúsið
er vorðið ein soviptita,
men tað er rættiliga natur
ligt, at so hevur verið
- Ymsu tiltókini i Nord
urlandahúsinum. síðani
tað læt upp, uttan mun til
um húsið sjálvt hevur tikið
stig til tey ella onnur, stóri
áhugin fyri filminum um
Barbaru og fyri Williami
Heinesen uttanlands hava
víst nógvum i Føroyum, at
mentanin er so týdningar-
mikil. at tíðin er komin til
at satsa enn meirt. Norður
landahúsið hevur verið við
til at fingið nógv sambond
í lag millum nógv mentaá-
hugað í útlandinum og í
Føroyum, og eg meti av-
gjørt. at Norðurlandahúsið
eigur sín leiklut í teirri
sannroynd, at mentanin er
komin meiri inn í tilvitid
hjá fólki. So vóni eg bara
at politikarar finna pening
á fíggjarlógini til at vísa
henda góða viljan, ið nú er
komin undan kavi, í verki.
Hvørji ráð hevur tú til
tey, ið fyrireika ein orðað-
an mentunarpolitikk?
- Tað eru nøkur ár síðani
eg var í Føroyum og tað er
avmarkað, í hvussu stóran
mun eg kann fylgja við í
tí, sum hendir, og eisini,
hvussu nógv eg skal
blanda meg uppí. Eg havi
verið so heppin, at Ment-
unarhúsið Katuaq hevur
havt vitjan av nógvum
føroyingum, sangkórum,
rock-bólkum, listafólki,
rithøvundum og eg eri
framvegis hugtikin av
føroyska mentunarlívi-
num. Føroyingar hava
nógv at vera ernir av.
Gott at hyggja út
um landoddarnar
- Tá ið hugsað verður um,
at mentunarpolitikkur skal
setast út í kortið, er tað
umráðandi, at meirvirðis-
gjald framhaldandi ikki
verður lagt á bøkur. so-
leiðis at fólk framvegis
kunnu keypa, men ikki
minst skriva og geva út
bøkur fyri ein sámuligan
prís. Landsbókasavnið
varð, meðan eg var í Før-
oyum, nógv skert í játtan-
ini á fíggjarlógini, og eg
meti, at tað er sera umráð-
andi, at tann stovnurin fær
stórri jåttan. So vóni eg, at
sjónleikarlívið sum heild
og Leikpallur Foroya
koma upp á tað stødid, tey
áttu at havt longu áðrenn
kreppan kom. Somuleiðis
vóni eg, at Listasavn Før-
oya fær meiri pening til
rakstur. Sjónvarp Foroya
hevur ikki so nógvar
pengar at arbeiða við, sum
Nr. 50 - 13. MARS 1999
- Endamálið við einum
orðaðum mentunarpoli-
tikki eigur at vera at
geva føroyingum sjålvs-
álit og ans fyri dygd. Tað
er altid gott at hyggja út
um landoddarnar fyri at
vita, hvat hendir innan
mentunarlívið og so hað-
ani fáa íblástur, sigur
Jan Kløvstad
tað eigur at hava. Tað
tykist vera trupult hjá
stovninum at framleiða so
nógv tilfar á føroyskum,
sum tey fegin vilja.
- Í Grønlandi og í Nor-
egi eru mentunarskrivarar
í hvørjari kommunu.
Kommunurnar í Føroyum
eru framvegis rættiliga
smáar, men eg meti tað
hevur sera stóran týdning.
at tær samstarva og umsita
mentanina í felag. Tá ið
vit royndu at skipa fyri
tiltókum á bygd rendu vit
okkum alla tíðina í tann
trupulleikan, at tað var
trupult at fáa fatur á fyri-
skiparum á staðnum og
hóskandi hólum. Tað
gjørdi, at vit kundu ikki
skipa fyri so nógvum til-
tókum úti um landið, sum
vit fegin vildu. Um ein
orðaður mentapolitikkur
kundi fingið kommunur-
nar meiri við soleiðis, at
mentunarlívið gjørdist
betur skipað, vildi tað okt
lívsdygdina á bygd og í bý
munandi.
- Endamálið við einum
ordadum mentanarpoli-
tikki eigur at vera at geva
føroyingum sjålvsålit og
ans fyri dygd. Tad er altid
gott at hyggja út um land-
oddarnar fyri at vita, hvat
hendir innan mentunar-
livid og so hadani fåa
íblástur. Nýggjari parturin
av Listaskálanum eitt nú
er úrslit av, at tey, ið hava
skapað hann, hava fingið
íblástur úr øðrum londum.
- Í Noregi er bæði innan
kommunur og frá almenn-
ari síðu gjørdar ætlanir
um, hvussu mentunarlívið
eigur at verða ment. Eitt
nú fylkið Sognefjordene
hevur havt ein sera tilvit-
aðan og mennandi ment-
unarpolitikk, sum onnur
oki í Noregi síggja upp til.
Haðani eru ivaleyst nógv
góð hugskot at heinta.
Somuleiðis í Skotlandi.
har nógv áhugavert hendir.
Føroyar framman
fyri Grønland
Síðani í januar í 1996
hevur Jan Kløvstad verið
stjóri í Mentunarhúsinum
Katuaq í Nuuk í Grøn-
landi. Húsini lótu upp í
1997, og undirtøkan hevur
verið ovurhonds stór.
Hvor íbúgvi í Nuuk vitjar
Katuaq í miðal 10 ferðir
um árið. Tað eru serliga
biografurin og kaffistovan,
ið verða væl vitjað.
- Upprunaliga skuldi
Katuaq vera ein mentunar-
depil sum Norðurlanda-
húsið, men vit valdu, at
geva húsunum fleiri funk-
sjónir. Mentunarhúsið
Katuaq er tí bæði mentun-
arhus, biografur, listaskåli,
kaffistovu og rådstevnu-
middepil vid 7.-8.000
gestum um árið, sigur Jan
Kløvstad.
Loyndarmålid aftanfyri
stóru undirtøkuna Katuaq
hevur fingið, er lutvist, at
Mentunarhúsið er einasta
av sínum slag í landinum,
og at leiðslan í húsinum
hevur drúgvar royndir
ymsa staðni frá í Norður-
londum.
- Sjálvur havi eg nógvar
royndir frá Norðurlanda-
húsinum og hav: tikid við
mær tað, sum eydnaðist
væl. Munurin å at reka
Katuaq og Norðurlanda-
húsið er fyri tað fyrsta. at í
Grønlandi er eingin kapp-
ing við onnur mentunar-
hús, og fyri tað næsta, at
oll skulu rinda fyri at
brúka holi og funksjónir í
Katuaq, meðan tað í Norð-
urlandahúsinum er ókeyp-
is. At tað kostar at brúka
Katuaq hevur gjørt tað, at
vit hava fingið ein betri
rakstur og at vit fáa meiri
burtur úr hvørji einastu
krónu, sigur Jan Kløvstad.
Av góðum royndum úr
Norðurlandahúsinum í
Føroyum, sum stjórin í
Katuaq hevur tikið við sær
til Grønlands, eru eitt nú á
hvørjum ári at gera eina
listaplakat og at skipa fyri
eini summarframsýning
við einum listaf6lki, har
bók, kort og plakat verða
givin út.
Grønlendska heima-
stýrið og Nuuk kommuna
eiga Mentunarhúsið Katu-
aq. ið er hálva aðru ferð so
stórt sum Norðurlandahús-
10, og tey stuðla húsið við
9 milliónum krónum um
árið. Arsumsetningurin
liggur um 21 milliónir
krónur um árið. Í summar
tekur Juaaka Lyberth. sum
tók lut á Tórshavnar Jazz-.
Fólka- og Bluesfestivali
seinast. við stjórastarvi-
num í Katuaq.
- At grønlendingar taka
so væl undir við Mentun-
arhúsinum merkir ikki tað
sama sum, at grønlending-
ar hava stórri virðing og
fatan fyri mentan enn
føroyingar. I Grønlandi er
eitt mentamålastyri eins
og i Føroyum, men grøn-
lendsku politikararnir hava
ikki orðað eina menta-
politikk. Eitt notat er frå
1990, sum er eitt upplegg
til ein grønlendskan ment-
apolitikk, uttan at har eru
so nógvar leiðbeiningar.
At Katuaq hevur fingið so
góðan stuðul frá fólkinum
kemst millum annað av, at
í Grønlandi eru ikki so
nógv onnur mentunartil-
boð. Nøkur stig eru og
verða tikin, men mentan-
arpolitiskt liggja Føroyar
langt framman fyri Grøn-
land.
- Stórsti munurin mill-
um størvini hjá mær i
Føroyum og i Grønlandi
er, at i Føroyum sat eg eitt
langt tidarskeid sum tann
einasti innan mentunarliv-
ið sum hevdi pengar, með-
an eg í Grønlandi eri tann
størsti biddarin. Vit hava
pening til lønir, fastar
útreiðslur, men tiltøk
skulu fíggjast heilt frá
botni av. Tí krevur tað ein
heilt annan máta at hugsa
uppá.
- Eg havi lært nógv av
báðum mátunum. Við
hvort kundi eg hugsað
mær sum í Norðurlanda-
húsinum at havt fríar
hendur til at brúka so og
so nógv til tiltók. Frælsið
hjá leiðsluni í Norðurland-
ahúsinum við at fáa ein
ávísa upphædd frá Norð-
urlandaráðnum og av før-
oysku fíggjarlógini á
hvørjum ári gevur eisini
eina ábyrgd, og tá er um-
ráðandi at finna javn-
vágina millum at hava so
stórt vald í mentunarlívi
num og so brúka tað við
djúpari virðing fyri teim-
um fólkum í mentunar-
lívinum. sum ein sam-
starvar við. Og tað er
avgjørt ein avbjóðing
Hóast Mentunarhúsið
Katuaq bert hevur verið
opið í tvey ár, sæst longu,
hvussu stóra ávirkan húsið
hevur havt á mentunar-
lívið.
- Grønlendingar hava
fingið ein góðan karm um
teirra mentan og hava
fingið eitt stað, har teir
kunnu vísa, hvat teir duga,
sigur Jan Kløvstad
Tíðliga í summar fer Jan
Kløvstad úr stjórasessi-
num í Katuaq. Hann hevur
ongar ítókiligar ætlanir um
framtíðina fyri fyrstu ferð
í longri tíð.
- Eg fari heim til Nor
egs, ul Arndal kommunu,
har eg eigi eimi hús. og har
fari eg at skriva víðari
uppá eina bók. eg eri í holt
við, og annars at taka tað
við ró sum heimagangandi
pápi í eina tíð. So fái eg at
síggja. hvat kemur undan
kavi, sigur Jan Kløvstad at
enda.
felag Føroya.
Íkast til orðas
um mentapolitikk -
Hetta er fimta samrødan í eini greinarød um ein føroyskan mentapolitikk, ið
landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við steði í
mentunarålitinum frå 1996, Avmarkadur marknaður. Vit fara i samrødum
og greinum at geva eitt ikast til ordaskiftid um ein framtidar mentapolitikk.
Komandi leygardag verdur samrøda vid Helga Fossådal, formann i Lista-
kiftið