Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 12. MARS 1999 tíðindablaðið 23 Todi og teir eru undir størum trýsti Fótbóltur: Men tað er ein stórur spurningur, um føroysku spælararnir erliguni sleppa at spæla í morgin I annaðkvold klokkan 17.30 fer fyrsti landskappingar- dysturin í donsku superlig- uni í 1999 at rulla á sjón- varpsskíggjanum hjá dons- ku TV3 rásini. Fyrsta umfarið eftir vetr- arsteðgin skal sambært skránni avgreiðast, og tað er sjón fyri søgn, at nógv tann størsti áhugin snýr seg um slagið um Keypmanna- havn, toppdystin sum verð- ur á Brøndby stadion mill- um Brøndby og FCK. Øll atgongumerkini eru fyri langari tíð síðani seld. og pressan ger ógvuliga nógv burturúr. — Ju, jú, soleiðis er tað. Nógv mest verður tosað um dystin hjá Toda og teimum. Tá tú lesur blødini, so er sjón fyri søgn, at tað verður gjørt nógv minni burturúr øllum hinum dystunum, enn tí millum Brøndby og FCK, men eg haldi, at vit hava einki ímóti at vera settir í skuggan. Hetta sigur Jákup Mikk- elsen, sum saman við lið- feløgunum tíðliga sunnu- morgunin skal langa buss- túrin um Stórabelt og Lítla- belt og upp til Viborg. Kavin órógvar Tå alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at tað er ikki heilt greitt, um tað yvirhøvur verður nakar fótbóltur í Danmark í vikuskifunum. Seinnapartin mik- udagin fór hann at kava av møkum. og tað heyði við sær, at dysturin á Lyngby stad- ion millum heimaliðið og AaB, sum varð útsettur síðsta heyst, måtti blås- ast av, tå bara tjúgu min- uttir vóru farnir, og um kavin, sum lá hósdagin, verður liggjandi, so er tað nógv, sum bendir á, at dystir fara at verða avlýstir í morg- in. Men hann segði lýggjari veður fram móti vikuskift- inum, so teir høvdu gott mót í gjár. — Tá vit fóru niður til Spania á venjingarlegu høv- du vit frammanundan bara eina ferð verið á grasi — tað var tá vit spældu 1-1 móti OB — annars høvdu vit bara vant á graslíki. Vit hava fimm grasvallir at venja á, men teir eru so bleytir av regni og nú av kava, at vit helst ikki sleppa á teir fyrr- enn 1. apríl. Í hesi vikuni hava vit vant á einum gras- vølli, sum ein skúli í nánd av felagnum eigur, og nú er hesin vøllurin púra eltur upp, sigur Jåkup Mikkelsen. Tað er ivasamt, um liðið hjá hon- um verður í bestu = upp- stilling í morgin: Tveir av føstu monn- unum hjá okkum hava verið skaddir, og tað var ikki fyrrenn hósdagin, at teir vóru til venjingar aftur. Vit hava ikki so ógvuliga breiðan hóp. men nú fáa vit at sígg- ja, hvussu tað verður í morgin. Trýst á Toda Tá Jákup og allir aðrir í sup- erliguni vera lidnir seinna- partin í morgin, fara Todi og hinir í FCK á vøllin í Brøndby. Eingin ivi er um, at Todi verdur i ålopinum undir liðini á Briani Laud- rup. Todi veit væl, at nógv eygu heima á landi fara at fylgja honum, og sjálvsagt hevur hann eitt stórt ynski um, at tað skal gangast væl: Tað var altíð væntandi, at Brian Laudrup fór at fáa nógv tað mestu umrøduna, nú hann er komin aftur úr útlandinum og skal royna seg í superlig- uni, og at åhugin er so stórur fyri honum. hevur við sær, at vit aðrir fáa meiri frið, men tá hetta er sagt. so Veit eg eisini, at dysturin og avrikið hjå mær er ikki tydn- ingarleyst. Tað liggur eitt trýst á mær, tí tá tú ert álops- spælari, so verður rokn- að við, at tú skorar mál ikki minst tá tú spæl- ir saman við Briani Laud- rup, sum hevur góð evni at leggja upp til aðrar. Eg veit eisini, at um tað ikki eydn- ast so væl hjá mær, sum venjarin roknar við, at tað skal gera, so sita tríggir aðrir á beinkinum, sum eru klárir at koma inn og sum brenna eftir at vísa, hvat teir duga. Men 4 skalt tú hugsa um athangaíáhes- u m stødinum, so kanst tú ikki lata teg tyngja av sovornum, og skal eg siga sum er, so kenni eg meg at vera væl fyri. Sjálvandi fer tað at kennast frágera væl, um eg skori í morgin, og vit vinna, men fyri okkum er tað týdn- ingarmiklast, at vit ikki tapa móti Brøndby. og so hevur tað ikki mest at siga, um tað verði eg ella onkur annar, sum ger mál. Tað er eisini sera týdningarmikið, at vit eru so stinnir í verjupartin- um, at teir í Brøndby ikki sleppa at skora. Eisini hjá FCK kom tað illa vid, at tað fór at kava mikudagin: Vit eru ikki væl fyri við venjingarvallum. A Frede- riksberg hava vit bara tveir grasvallir at venja á. og í hesi vikuni hevur tað ikki verið møguligt at brúkt teir. Fyrrapartin hósdagin vandu vit inni í KB høllini, og seinnaparun vandu vit á grasliki Tá FCK vandi seinnapart- in hósdagin var eitt upp- tøkulid frá TV3 á staðnum, so ivaleyst verður okkurt frá tí venjingini at síggja undan dystinum í morgin. Neyvan álopskent Tá FCK síðsta leygardag pussaði formin av í venjing- ardysti móti svenska Hels- ingborg var havt á orði, at útgangs- stødan var sera álopskend. FCK royndi at leggja trýst á langt frammi á vøllinum, og tað hevdi aftur við sær, at Todi Jónsson gjørdist tað, sum í fótbólti verður kallað boksspælari tað vil siga, at hann var nógv í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum At FCK var so ålopskent, hevði við sær, at verjupart- urin var alt ov tunnur, og ferð eftir ferð kom tað fyri. at sviarnir vóru púra leysir frammanfyri málinum hjá FCK. Tað er givið. at FCK alt ikki verður so álopshugað í morgin. Tað verður Brønd- by. sum fer at leypa á, og so verður tað uppgávan hjá Toda Jónssyni og Briani Laudrup at standa fyri snar- álopunum Upp og niður Upp undir fyrsta umfarið í donsku landskappingini hevur verið dúgliga gitt og veddað um, hvussu enda- stødan í juni mánaða verður. Um hetta sigur Jákup Tá Brøndby og FCK fara á vøllin i Brøndby i annadkvøld verda tad eftir øllum at døma hesir báðir garparnir, sum verda i álopi- num hjá FCK - Brian Laudrup og Todi Jønsson Mikkelsen flestu rokna við. = „* at Todi og teir í FCK, sum í løtuni eru á triðja plássi. í juni fara at vinna DM og tað verður eisini roknað vid, at gamli venj- arin hjá okkum. Ole Mørh. og AB verður tað liðið. sum fer at kappast mest við FCK. Herfølge er í løtuni á fimta plássi. og vit eru tað liðið. sum spámenninir rokna við fer at fáa tað størstu afturgongdina. Hetta er akkuråt, sum tað plagar at vera undan kappingar byrjan, og so er bara at vóna, at tað fer at ganga hjá okkum, sum tað fleiri ferðir hevur gjørt, nevniliga at vit hava gjørt spádómunum til skammar. Men tað er tætt millum liðini, skal ikki so tað kunnu verða smáir marginalir, ið verða avgerandi fyri, um vit enda ovarlaga ella longri niðri Sera so tað Nógvir venjingardystir eru nú á skránni Fótbóltur: Feløgini kring landið eru av álvara farin í holt við fyrireikingarnar til landskappingina, sum byrjar í apríl og tí eru nógvir venjingardystir á skránni Í morgin verður av álvara farið undir nýggja fótbólts- árið, tí tá verða fyrstu dyst- irnir í steypakappingini hjá monnum spældir. Í innleiðandi umfarinum skal Skála spæla í Hvalba, og AB skal norður til Eiðis. St.IF hevur frí hetta viku- skiftið í 1. deild hjá monn- um í hondbólti, og tað kem- ur ivaleyst væl við, tí fleiri av teimum, sum manna 2. deildarliðið hjá Skála í fót- bólti, spæla eisini hondbólt, og harafturat er stórskjúttin í hondbóltinum, Artur Jo- hansen, venjari í fótbóltin- um. Vit hava frætt av Skála, at teir so smátt eru farnir undir at venja fótbólt, og teir royna at fáa tað at ganga upp við at laga venjingina í fótbóltinum eftir hondbólt- inum. sum verður á skránni nakrar vikur afturat. Hjá Royn er tað í morgin talan um fyrsta týdningar- mikla dystin hjá Zoran Mancic, spælandi venjaran- um hjá hvalbingum, sum er komin aftur í oynna, eftir at hann í eitt ár var í Klaksvík. Í 1997 spældi hann við VB. Eina ferð í hevst ljóðaði tað. at Oddbjørn Joensen, sum í fjør var hjålparvenjari á Toftum, skuldi hava á- byrgdina av EB/Streymi í ár. Tað endaði kortini við, at Oddbjørn fór út á Argir at vera venjari, og í morgin verður fyrsta høvid hjá lægst stadda felagnum í steypakappingini at royna seg við nýggja venjaranum. fjør var Sverri Jacobsen færre venjari hjá EB/Streymi. Hann hevur aftur ábyrgdina í ár, og í morgin setir hann saman við sínum undirsátt- um hol á nýggja kappingar- árið. Spæla nógv Nú er rættulig gongd komin á venjingardystirnar hjá |. deildarlidunum, sum skulu bíða tvær vikur afturat, áð- renn tey sleppa framat í bólkaspælinum í steypa- kappingini. Í fyrrakvoldið vóru tveir venjingardystir í Eysturoy. A Toftum vitjaði B36, sum vann 2-1, eftir at hálvleiks- stødan hevði verið 1-1. I Gøtu var KI á vitjan, og klaksvíkingar vunnu 3-2, sum eisini var hálvleiks- stødan. Í báðum dystunum var talan um fleiri útskiftingar. Landsliðsspælararnar John Petersen hjá B36 og John Hansen hjá KÍ sást einki til. Teir eru framvegis plágaðir av skadunum, sum teir fing- u i Spania. Å I dag fær KI vitjan av NSI. og í morgin skal B68 til Havnar at spæla móti HB. Komandi vikuskiftid verður Klaksvíkskappingin, sum hevur verið á skránni nógvu tey seinastu árini. Leygardagin hittast KI og HB og GI og B36. Sunnu- dagin hittast vinnandi liðini í finaluni, og tapararnir sku- lu spæla um triðja plássið.jh Komandi vikuskifti verð- ur skipað fyri skeiðið fyri fótbóltsdómarum. Byrjað | verður friggjakvøldid, og | skeiðið endar við próv- tóku sunnudagin. Skeiðleiðarar = verða | Jógvan Jensen og Niklas á Líðarenda, og treytin fyri at taka lut á skeiðnum | er, at tilstundandi dómarin áður hevur luttikið á fyri- | reikandi dómaraskeiði við gjøgnumgongd av fót- bóltslógunum. FSF boðar frá, at bind- Dómarar til provtøku Fótbóltur: Komandi vikuskiftið skipar FSF fyri dómarasekiðið. Til- meldingarfreistin er 17. marts andi tilmelding skal vera FSF í hendi í seinasta lag- ið mikudagin 17. mars. Tilmeldingargjaldið er eitt hundrað krónur. ; Skeiðið verður i ISF húsinum. Tað byrjar fríggjakvoldið frá klokk- an 19 til klokkan 22, og leygardagin verður skeið- ið frá klokkan níggju og út á seinnapartin. Sunnumorgunin leggja teir fyri longu klokkan níggju.jh