Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: Jan Miller Jonhard Hammer Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Eirikur Lindenskov Fíggjarleiðari: Blaðfólk: internet: www.sosialurin.fo Nelson Mandela og foroyingar Oddagrein „Þ llur heimurin fagnaði tí svarta frælsis- striðsmanninum, tá hann var latin leysur fyri 10 árum síðani. Øll, sum høvdu møgu- leika fyri tí, sótu framman fyri skiggjan, tå Nelson Mandela trein út úr fangatippinum. Hann varð jú vorðin ein av okkara. Hvort mansbarn hevði hoyrt um hann ótaldar ferðir. Oll, sum vóru tilvitandi um fólkaræði og mannarættindi, hovdu annaðhvort ver- ið við til tiltok til frama fyri ANC og Mandela ella boykottað suðurafrikanskar vorur. Vit Kunnu siga, at stórur partur av heiminum striddist fyri at fáa apartheidskipanina burturbeinda. Henda stýrisskipanin gav tí hvíta minnilutanum í Suðurafrika valdið, samstundis sum tey svortu vóru við skerd- an lut, og vístir til »heimlond« síni. Hvíti minnilutin kúgaði svarta meirilutan. Ofta við harðari hond. Massakran í Sharp- wille er bara eitt domi um, hvussu tey svortu vóru skotin niður. Stórur partur av heiminum fordomdi stjórnina í Suðurafr- ika, men tað vóru lond og pollitikarar, sum tagdu. Kortini vóru tað politikarar og bloð, sum ikki tagdu. Tvorturímóti fekk stjórnin og »tåverandi Suðurafrika< stuðul og herðaklapp frá okkara heimliga Dagblað, málgagni Fólkafloksins. Dagblaðið og blaðstjóri tess bart út ávaraðu ímóti blóð- baði tann dag, svarti meirilutin fekk valdið. Fólkaflokkurin mótmælti ikki. Hetjur, sum stríddust ímóti apartheidskip- anini ogh fyri fólkaræði, vórðu hunddálkað og hildin fyri gjørldur. Hvor minni ikki spei- rekandi orðini um Desmond Tutu, biskupp, tá hann ferðaðist í Norðurlondum fyri at fáa stuðul til stríðið ímóti rasuskilnaðinum. Og føroyingar, sum skipaðu fyri stuðuls- tiltøkunum, fingu somu viðferð. Men hetta stríð bar við sær, at Mandela varð latin leysur, eftir at hava sitið i fongsli i 27 ár. Fólkaítakið kring alt Evropa gjørdi, at ap- artheidskipanin at enda mátti dvína - men einki blóðbað hevur sermerkt Suðurafrika, síðani svarti meirilutin fekk vanlig mann- arættindi, og fólkaræaði varð skipað!!! Nú leggur Nelson Mandela frá sær, og í hesum døgum er hann á takkarferð i Norðurlondum. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at Foroya logmaður sleppur at vera við til almenna hátíðarhaldið í Danmark. Men tað kann ikki skírast annað enn lagnunnar speisemi, at tað er odda- maður Fólkafloksins, sum verður við í heiðursgildinum fyri Nelson Mandela. Sos- ialurin ynskir Nelson Mandela hjartaliga vælkomnan til Norðurlond, sum vóru heit- astu stuðlar hjá ANC og Mandela oll tey árini, hesi stríddust harðast ímóti hvíta aparteidstýrinum. Sosialurin Sveinur Tróndarson Dagny Joensen Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Niclas Johannesen Dagfinn Olsen John Johannessen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: | Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Hægsta mark av næm- ingar i hvørjum flokki Av tí at mær varð noktað at fáa hetta i Skúlablaðið, og av ti at eg meti, at hetta sjónarmið eigur koma fram uttan sensur áðrenn aðalfundin hjá Førova Lærarafelag, verði eg noydd til at gera tað á hendan hátt. I fjør vár strýddist Yrkis- felagið hjá studentarskúla- og HF lærarum móti, at tá- verandi landsstyrismadur ætlaði sær fylla fleiri enn 24 næmingar í ein student- arskúlaflokk á Kambsdali Lærararnir har mettu, at tað var sera óheppið. Ten vístu á. at 24 næminga markið í forvegin er í hægra lagi. tann einstaki næmingurin fáa nóg mikið burturúr undirvísingini. Teir førdu eisini fram, at tað er skal ógjórligt at hava samband við allar næmingar í einum so stórum flokki Foroya Lærarafelag lýst tvær ferðir sín samhuga við Yrkisfelag- num í tjølmidlunum. At eitt fakfelag lýsir sin samhuga við øðrum fakfeløgum, tå tey eru í fakligum stríði er vanligt og gott. haldi eg Tað vóru tó limir í Foroya Lærarafelag, sum hildu, at hetta ikki var nóg gott. Tað vóru nógvir limir, sum heittu á Lærarafelagið um at gera meira. Onkur skeyt upp verkfall. Tað var bara tað, at limir- nir í Føroya Lærarafelag kundu ikki fara i verkfall, og tað kunnu 2/3 av teimum ikki enn. Eg meini heldur ikki, at Føroya Lærarafelag gjørdi nokk tå. Ti vit hava eisini trupul- leikar vid 24 næminga- markinum, ella rættari sagt ti væntandi markinum av næmingum i flokkunum. Nei, eg meini ikki, at vit skuldu lagt arbeiði niður í samhuga. tí tað heyði verið ólógligt. Vit skuldu heldur ikki blandað okkum aktivt í stríðið hjá Yrkisfelagnum, ti tá kundu vit kanska gjørt meira skaða enn gagn, men vit kundu gjørt teirra stríð til okkara uppá ein taktiskan máta, og á tann hátt stuðla teimum meira. At seta seg nú at vurdera, hvat meira kundi verið gjørt tá, tænir ongum endamåli. Yrkisfelagið helt á, stóð fast við sítt, og megnaði at fáa sína hugsan framda í verki. Men vit sita enn við sprenfullum flokkum líka ; eina ella frá 1. flokki til og við 10. flokk. Tað undrar meg, at nevndin i Føroya Lærara- felag ikki tók tráðin upp, tå Yrkisfelagið hevði vunnið sítt stríð. Fólkaskúlalógin sefur bara hægstamark fyri næm- ingatali í 1.-7. flokkunum. Hetta mark var fast inntil 1993. Tá tók Marita Peter sen, táverandi landsstýris maður í skúlamálum ta van lukkuligu avgerð at seta eina uppbloyting inn í lóg ina, so lógin skuldi gerast meira "hdilig”, Føroya Lærarafelag var harðliga ímóti hesum. ti Felagið var sannført um, at hetta fór at verða brúkt sum ein fjald sparing, og at hetta fór fyrst og fremst at ganga út yvir næmingarnar í fólk- askúlanum. Myndugleikin tryggjaði Lærarafelagnum, at henda regla bara skuldi nýtast í undantakstori. Men Foroya Lærarafelag fekk rætt, tí tað. sum bara skuldi vera undantak, er nú meira ein regul. Á teimum skúlum, sum ikki hava flokkar, gerst trupuleikir størri, ti har hevur lærarin afturat fleiri årgangir sam stundis í flokkinum. Skúlin fyri øll hevur held ur ikki lætt um støðuna, tí nú eru eisini næmingar í hesum stóru flokkum. sum hava brúk fyri serligum tørvi, og skúlarnir fáa ikki nóg mikið av tímum tl næmingarnar við serligum tørvi. Við nýggju skúlalógini eru komin nógv fleiri krov, sum skulu passa inn í tíma- planin. Jåttanin er nøku- lunda tann sama, og skúla- leiðslurnar skulu syrgja fyri, at alt skal býtast í smærri partar. Tá verður tað, at tær (leiðslurnar), sum seinasta útveg, leggja flokkar sam- an, og tann einasta loysnin í so máta verður at fylla næmingar í framhaldsflokk- arnar. Tað er ikki Ovanligt, at upp til 28 næmingar eru í einstøkum framhaldsflokk- um. Og tað er loyvt, tí tað stendur ongastadna, hvat hægsta markið er fyri næm- ingum í flokkunum í fram- haldsdeildini í fólkaskúla num. Tá studentarskúlalærarar åtala flokksstøddini á mið- námsskúlunum. so er so mikið stórri grund fyri, at fólkaskúlalærararnir gera tað, um vit hava í huga munin á teimum ymisku støðunum næmingarnir hjá okkum eru á. Er tað løgið, at vit lærarar og skúlaleiðslur fola, at vit eru slept uppá fjall? Eg ivist heldur ikki i, at nuverandi landsstyrismadur í skúlamálum, Signar á Brúnni, í ávísum fórum følir seg sleptan upp á fjall segðist. årgangsbyttar Eilit Samuelsen var, sum landsstýrismaður i skúla- málum frå 1994 til 1998. faðir til tað nýggju fólka- skúlalógina. Hann trýsti lógina igjøgnum, stutt áðr- enn hann fór úr Landsstýri- num, og visti væl, at hann ikki sjålvur for at umsita lógina. Men tað er Signar á Brúnni. sum nú stendur við allari teggjuni av relgum og fyriskipanum, sum Eilif Samuelsen so væl slapp frá Hendan skúlalógin, hóast hon í fleiri fórum er eitt framstig, legði stein omaná byrðu hjá tí hart kroysta lær aranum, tí nú stendur í lóg ini, at ein undirvísingarætl an skal leggjast fyri hvønn næming sær, og lærarin skal eisini hava tíð til saman við sínum starvsfeløgum at eft irmeta hvønn næming sær fleiri ferðir um árið. Næmingurin skal nú vera í sentrum, men næmingatal- ið. tann mongdin. sum lær- arin hevur í flokkinum, varð onki gjørt við. Við hesum fingu vit enn minni tíð til hvønn næming. Og tað er áby redarley St. Eilif Samuelsen segði. at hendan nýggja skúlalógin ikki fór at kosta eitt oyra meira at seta í verk. Lærarafelagið vísti á, at skuldu lærararnir gera hetta eykaarbeiðir afturat fór tað at kosta nógvar milliónir. Ein av teimum fáu politik- arunum, sum stuðlaði Før- oya Lærarafelag í hesum sjónarmiðum, var Signar á Brúnni. Undarligt at hugsa sær. Bæði Marita Petersen og Eilif Samuelsen eru lærarar og fyrrverandi formenn í Føroya Lærarafelag. Hví var tað bara Signar á Brúnni, sum skilti vanliga læraran og skúlaleiðslur- nar? Hví var tað bara hann, sum tá á stóð, bæði kundi vera fakfelagsmadur, lærari og politikari? Nú fær hann ákoyringar fyrr ikki at hava megnað at seta umleið 40 reglugerðir í verk hetta knappa árið. hann hevur verið landsstýr- ismadur í skúlamálum. Er tað ikki nakað nógv at Tel #298 31 95 40 Fax #298 31 75 41 Alt innan prentlutir Mail: jakzac&post olivant fo Tr Elsa Birgitta P. Petersen, lærari krevja uppá so stutta tíð? Eg haldi heldur, at tey skulu lastast, sum fyltu okk- um flokkarnar á tremur og skundaðu hesa so umfatandi fólkaskúlalóg igjøgnum og lótu efurkomaran í starvi- num standa við hesi vón- leysu uppgávu. Eg meini avgjørt, at við tí nýggju skúlalógini í hug- anum, skulu flokkarnir ger- ast minni. Tað átti at verið eitt hægstamark uppá 20 næmingar í hvørjum flokki. ikki bara tá skúlaárið byrj- aði, og hetta eigur eisini at verða galdandi fyri fram- haldsdeildina í fólkaskúla- num. Mín vón skal verða, at landsstýrismaðurin í skúla- málum, Signar á Brúnni, fer at taka hetta mál á sína ar- beidsskrå, tí eg veit, at hann skilir trupuleikarnar, sum lærarar í fólkaskúlanum hava í dag. Elsa Birgitta P. Petersen, lærari