Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 16. MARS 1999 tidindabladid SOS Løgtingslimur hóast dom fyri neydtøku Farlovið hjá John Petersen frå Løgtinginum er útgingið, og hann er nú aftur løgtingsmadur, hóast hann er dømdur fyri neyðtóku JOHN JOHANNESSEN Í gerðabókini hjá Løgtingi- num stendur John Petersen at vera ein av løgtings- monnunum, id ikki møttu til løgtingsfundin friggjadagin 12. mars 1999 klokkan 10:00. Hetta stendur skriv- að, tí at farloyvið hjá John Petersen frá løgtinginum nú er útgingið, og er hann so- stætt løgtingslimur á jøvn- um feti við aðrar løgtings- limir. Skyldu at avtkvøda hann út Bjørn á Heygum, løgfrød- ingur, sigur, at formanskap- urin í løgtinginum hevur skyldu at leggja fram upp- skot um, at John Petersen skal atkvødast úr tinginum. Maðurin er dømdur fyri neydtøku, og hevur hann sostætt mist sítt valbæri. Bjørn á Heygum sigur, at hesum eru greiðar reglur fyri. Um John Petersen ikki sjálvur tekur seg úr ting- inum, eiga neyðug stig at verða tikin fyri at fáa hann út. John Petersen hevur havt farloyvi frá Løgtinginum í fýra mánaðir, orsakað av, at hann var skuldsettur fyri at hava neyðtikið ein 17 ára gamla gentu. Men nú er far- loyvið útgingið, og tá dóm- ur harafturat er feldur, stríð- ir tað móti reglunum, at maðurin enn hevur sæti á Føroya Løgtingi. Varamadurin slapp ikki á fund Eyðun Viderø hevur verið varamaður hjá John Peter- sen, meðan hesin hevur ver- ið í farloyvi. Og Eyðun Vid- erg var eisini klárur at fara á løgtingsfund fríggjadagin, men fekk boð um, at hann ikki slapp á fund, tí farloy v- ið hjá John Petersen var út- gingið, og John Petersen hevði ikki tikið seg úr ting- inum. Eyðun Viderg sigur, at hann visti av, at farloyvið hjá John Petersen var út- gingið, men at hann var til reidar at møta å fundi, um tad skuldi hent seg, at målid um tingsessin var avklárað. Væntad verdur, at målid Eyðun Viderø slapp ikki á tingfund fríggjadagin, tí John Petersen nú aftur er tingmaður verður avgreitt í dag, og verður tað helst avgreitt á tann hátt, at John Petersen sjálvur sigur tingsessin frá sær, vilja røddir í fólka- flokkinum vera við. Fingu ikki fatur á tingformanninum Roynt varð at fáa eina við- merking frá tingformanni- num, Finnboga Ísakson, um málið, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men hetta eydnaðist okkum tíverri ikki. Eldur í 50 tonsara Leygarmorgunin klokkan hálvgum fýra fekk løgregl- an boð um, at eldur var í maskinrúminum á trolbáti- num Olivant. Fólk høvdu sæð royk koma úr maskin- rúminum, og høcdu tískil boðað løgregluni frá. Sløkkilidid kom skjótt á staðið og fekk sløkt eldin, men maskinrúmið á Olivant fekk stóran skaða. Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at eldur er í báti við bryggjuna í Klaksvík. Fuku útav Kambsdalur er tiltikin vind- hardur. Hetta merktu eisini bilførarar, ið koyrdu har á leið í gjáramorgunin. Tað fóru ikki minni enn 2 bilar út av vegnum á Kambsdali fyrrapartin í gjár. Bilarnir fuky harðliga út av vegnum, men tó var ikki talan um nakran fólkskaða. Frá Jøgreglustødini i Runavík verður sagt, at tann eini av førarunum hevði steðgað bilinum, tá hann sá eina hvirlu vera á veg. Men einki hjálpti at steðga bili- num. Hvirlan tók bilin og syfti hann útav. Grindin slapp Beint eftir døgurda sunnu- dagin varð grind funnin utt- an fyri Syðradal. Bátar fóru út at fáa grindina til lands, men tá bátarnir vóru út- komnir, var eingin grind at síggja. Løgreglan í Vágum upplýsir, at tað var eitt sind- ur óslætt í sjónum, og var hetta helst orsøkin til, at eingin fekk eyga å aftur grindina. Koyrdi å mann Friggjadagin førarin å ein- um trukki å bryggjuni i Lopra so 6heppin, at hann kom at bakka å ein mann. Tann ákoyrdu maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkra- hús, har funnið varð út av, at maðurin hevur brotið beinið. 6 hundaeigarar bót Undanfarnu viku var løg- reglan í Havn úti og hugdi eftir leysum hundum. Ursl- itið gjørdist, at 6 leysir hundar vórðu funnir. Eigar- arnir av hundunum fáa bót, fyri at lata teir ganga leysar. Løgreglan sigur annars, at talið av leysum hundum ofta hevur verið hægri enn hesir 6, ið vórðu funnir á hesum sinni. Alarmtelefonin verður misnýtt A Alarmsentralinum hava tey stórar trupulleikar av, at neyðtelefonin verður mis- nýtt. Tey siga hetta serliga vera galdandi um vikuskift- ini, tá full fólk ringja við býttum viðmerkingum. Hetta er sera óheppi, tf neyðtænastan hevur bert 3 linjur, og tá fleiri fólk ringja at gera ónáðir, kann henda, at fólk, ið veruliga hava brúk fyri hjálp, ikki fáa boð- að frá. Tískil verður heitt á fólk um at lata vera við at misnýta neyðtænastutele- fonina. Fleiri herverk Løgreglan í Havn boðar frá fleiri herverkum um viku- skiftið. Millum annað varð ein rútur í blómuhandlinum við Aarvegin. Harafturat vórðu fimm rútar knústir í einari gravmiaskinu uppi í Havnardali, og eisini varð rúturin á einum bili knústur. Løgreglan hevur ikki fingið fatur á nøkrum, ið hevur framt hesi herverk. Einsini hevur løgreglan fingið onkrar fráboðanir um harðskap. Millum annað hevur ein maður, ið varð tveittur út úr Tórshgll, stút- að duravgrðin í høvdid, so at hesin fekk skaða í ngsina. Ein annar maður, ið varð tveittur út úr Club 20 fyri at hava havt rúsdrekka við inn, hevur verið á løgreglustødi- ni fyri at klaga um, at dura- vørdarnir hava verið ov harðligir við seg. Hesum iv- ast løgreglan tó i. Knallertir koyra ov skjótt Løgreglan hevur tikið nakr- ar knallartir inn á støðina, ið eru tunaðar, so at tær kunnu koyra skjótari enn loyvt er. Frá løgreglustødini verður sagt, at nógvar knall- ertir koyra skjótari enn loyvt er. i i . frítíðaríbúð Danmark Danland ibudir úr 1 37 ; . 3 1 vika i DanCenter summarhús - 1 vika í summarhúsi "6,247,- Noreg Pers Hotel 5088, i Gol 1 vika í summarhúsi Hetland Easterhoull Chalets i 8 0 4, 1 vika í slands summarhúsi Pakka erð til við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari Edda Hotellini Sigl á Flúgv e-mail: bosking€muyril-line.fo 3431, Å hr Siglt verður annan vegin D Si hin vegin egi Tórshavn - Hanstholm 3 420,- - Vágar ? ri kva 3 SMYRIL LINE Tel 31 59 00