týsdagur 16. mars 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tidindabladid SOX
Nr. 51 — 16. MARS 1999
Fuglfirðingar halda at tíðir
1 er búgvin at leggja til brots aftur við svartkjaftinum:
Keypa svartkjaftabát
Fuglfirðingar
halda, at tíðin nú
er búgvin til aftur
at fara undir at
virka svartkjaft til
matna í Føroyum
Til endamálið
ætla teir at keypa
ein størt svart-
kjaftaskip. Næst-
an 100 fólk vera
VIC SKIÐINUM
Hann ætlar sær undir at
matna
virka svartkjaft til
loyvi til at virka svartkjaft
til matna umborð
Sostatt ætlar hann at taka
táttin uppaftur frå sjeyti og
åttatiårunum, tá ið fleiri før-
oyingar gjørdu stórar og
kostnaðarmiklar royndir við
at virka svartkjaft til matna.
Hesar royndir vórðu
gjørdar bæði á virkjum á
landi og umborð á svart-
kjaftaskipum.
Men hóast endaliga úr-
slitið av hesum royndunum
var ein fleiri hundrað milli-
ónir eftir hæli, heldur Sig-
urð Simonsen ikki, at vit
eiga at missa mótið.
— Nidurstødan eftir tað
miseydnaða svartkjafta-
ævintýrið kundi lættliga
verið, at „hatta var so tað
og so hugsa vit ikki meiri
um hatta, sigur Sigurð Sim-
onsen
Men tað heldur hann ikki.
— Hóast tað sonevnda
svartkjaftaævintýrið seinast
í sjeyti og í åttatiårunum
endaði við at kosta okkum
nakrar hundrað milliónir,
vóru tær royndirnar als ikki
til fánýtis, sigur hann
- Tvørturiméti hava tær
royndirnar, og royndir, sum
eru gjørdar seinni, givið
kkum eitt gott stødi at
byggja víðari á, og vit eru
nú væl betur brynjaðir til at
byrja aftur
— Vit hava til dømis fing-
ið staðfest við teimum
royndunum, sum japanska
skipið „Shinkai Maru"
Hann er 94 metrar langur. Næstan 100 mans sigla við honum. Og nú verður roynt at keypa hann til Føroyar. Sig-
urð Simonsen í Fuglafirði ætlar sær undir veruliga svartkjaftavinnu í Føroyum. Men til tað krevst stórt skip og
roynt verður nú at keypa trolaran á myndini. Hann fæst fyri góðar 100 milliónir Nýggjur kostar hann 300 milliónir
at byggja
gjørdi, at svartkjaftur er ein
av bestu råvørunum til sur-
imi framleidslu
- Vit hava eisini fingið
staðfest, at við nóg stórari
togorku er gjørligt at fiska
nóg stórar nøgdir um vet-
urin til at eitt verksmidju-
skip kann klåra seg væl.
Marknaðurin fyri surimi
er eisini stórur
— Eftirspurningurin er
umleið 550.000 tons um
árið.
— Somuleiðis er prísurin
á surimi góður og utlitini
venda rætta vegin, tí prís-
urin er alsamt hækkaður í
seinastuni.
— Prísurin hevur ligið um
17 krónur fyri kiio, men
hendan seinasta mánaðin er
hann hækkaður upp í yvir
22 krónur fyri kilo.
— Stødan er tann, at út-
boðið minkar, men eftir-
spurningurin veksur.
— Orsøkin til, at útboðið
minkar, er, at kvoturnar av
pollack í Alaska, eru skerd-
ar og tað loysir seg betur at
skera hann til flak, heldur
enn at mala hann til surimi.
Annars er tað ongin annar
í Evropa, sum gera surimi,
uttan ein franskur trolari,
men hann hevur tað bara til
parttíðarfiskiskap.
Og hann avreiðir bara til
felagið, sum eigur hann,
sum brúkar surimi í serlig-
um framleiðslum
Annars verður meiri enn
helvtin av gllum surimi,
sum verður gjørt í heim-
inum, gjørt burturur poll-
ack, sum verður fiskað við
Alaska.
Ongin ger surimi burturúr
svartkjafti í Norðuratlants-
havi.
Talan er tískil ikki sørt um
undangonguarbeiði, sum
furglfirðingar nú ætla sær
undir.
Sigurð Simonsen sigur, at
nidurstødan må vera tann,
at tað eru so mikið stór
framstig hend á fiskitøkni-
liga og framleiðslutgkniliga
økinum og marknaðinum,
at tað er nógv sum bendir á,
at tíðin er búgvin til itøkilig
tiltøk til tess at skapa okk-
um føroyingum eitt bein
afturat at standa á.
Grundin til, at tað gekk
so illa í åttatiårunum, var
fyrst og fremst, at markn-
aðurin var ikki til staðar og
at prísurin tí var vánaligur.
— Tað er hann nú. Og prís-
urin er góður.
Ein annar trupulleiki er,
at motororkan var ov lítil
til at hava nakran serligan
fiskiskap um veturin.
Seta skjetil á
Sigurð Simonsen sigur, at í
Fulgafirði hava teir so sett
skjøtil á.
Hóast teir hava fingið
loyvi til eitt skip, er onki
skip keypt enn.
Men tað gongur tann veg-
in.
— Vit hava gott eyga å
einum av surimiverk-
smiðjutrolarunum hjá norð-
manninum Røkke, sigur
Sigurð Simonsen
— Talan er um ein trolara,
sum hevur hevur fiskað
yviri í Alaska, men sum er
settur á sølulista, tí kvot-
urnar eru minkaðar.
Hann er heilar 94 metrar
langur.
Ein so stórur bátur krevur
eisini stóra manning.
Tað eru 94 koyggjur um-
borð, so tað verður helst
manningin, sigur Sigurð
Simonsen.
Hann hevur 8.000 hesta-
kreftir.
Hann sigur, at nú verður
arbeitt við at útvega fígging.
Hann vónar at fáa bæði
partapeningin og lánifígg-
ing í Føroyum.
Skipið kostar góðar 100
milliónir krónur.
Nýggjur kostar ein trolari
sum hesin um 300 milliónir
at byggja.
— Hann er bygdur í USA í
1974, men í 1988 var hann
gjørdur av nýggjum, líka úr
skorsteininum, niður í kjøl-
in, so tað er bara sjálvur
skrokkurin eftir frá 1974.
— Talan er um eitt serbygt
skip til at virka svartkjaft
umborð.
Sigurð Simonsen sigur, at
verksmiðjudekkið er 800
fermetrar.
— Hann kann frysta 140
tons um døgnid og gera 100
tons av slógvi til mjøli um
døgnid, tað gevur um 20
tons av mjøli.
Um samggurið kunnu teir
gera 300 tons av sjógvi til
fekst vatn at brúka í suri-
miframleiðsluni.
25.000 tons um árið
Sigurð Simonsen sigur, at
við dagsprísinum á surimi
skal báturin fiska 25.000
tons av svartkjafti um árið,
sum geva uml. 3.500 tons
av surimi.
Prísurin á Surimi er
alsamt hækka.
Men ætlanin er ikki, at
nakað skal fara burtur.
Tí er eisini ætlanin at gera
mjøl og lýsi burturúr burtur-
kastinum í surimifram-
leiðsluni.
Men báturin hevur nógv-
ar møguleikar.
— Surimi er endafram-
leiðslan. Surimi er útvaskað
fars, sum ikki smakkar av
nøkrum. Tað verður brúkt
til grundevni í øllum møgu-
ligum vørum, eitt nú
krabbasneisar, pylsur, eftir-
gjørda sukurlátu o.s.fr.
--Aðrenn tað kemur so
langt, skal svartkjafturin
skerast til flak, hann skal
skrædlast, malast til fars og
tástaðni verður hann gjørd-
ur til Surimi.
— Men loysir tad seg betri
í ávísum førum, ber eisini
til at skera flak, ella at skrá-
skera svartkjaftin at selja.
Altíð trúð uppá svart-
kjaftin
Sjálvur hevur Sigurð Sim-
onsen drúgvar royndir í
svartkjaftinum.
Hann var ein av undan-
gongumonnunum í hesi
vinnuni í sjeyti og áttati-
árunum. Hann hevur fiskað
svartkjaft frá 1974-84, m.a.
við Giljanesi, áðrenn hann
fór aðrar leiðir.
Hann sigur, at hann hev-
ur alla tíðina trúð uppá
møguleikarnar í svartkjaft-
inum.
Og longu í 1979 søkti
hann um loyvi til ein svart-
kjaftabát at gera surimi.
Tað datt tó niðurfyri. Men
dreymurin hevur alla tíðina
fyri yvir 100 millionir
livað. Og nú eru so útlit fyri,
at dreymurin gongur út...
Men hann dylir heldur
ikki fyri, at hetta er ein stór
avbjóðing.
--Avbjóðingin liggur ikki
í at fiska svartkjaftin, tí tað
hava okkara sera dugnaligu
fiskimenn langt síðani
prógvað, at teir megna
Avbjóðingin liggur
heldur ikki í at virka
svartkjaftin til Surimi
Tad skuldi heldur ikki
volt sølulidnum stórvegis
trupulleikar at sloppið av
við surimi, tí hetta er ein
kend vøra, sum stórur eftir-
spurningur er eftir.
Avbjóðingin hjá sølu-
liðnum liggur heldur í at
finna marknað fyri allar tær
vørurnar, sum liggja imill-
um ráfiskin og surimi, sum
er endaframleiðslan, tvs at
finna marknað fyri heil-
frystum svartkjafti, skrá-
skornum, fløkum av ymsum
sløgum og fars.
— Men tann allarstørsta
avbjóðingin liggur í at fáa
eina flakaverksmiðju, sum
virkar nóg væl.
--Fyrr var ongin trupul-
leiki at skera svartkjaftin til
flak.
— Men tá hevði verið lítið
fiskað av svartkjafti og tí
var væl av gomlum fiski
uppií. Av tí sama var svart-
kjafturin væl stórri í miðal
tá, enn hann er nú.
— Fyrst í åttatiårunum var
svartkjafturin einar 29 cm
til støddar í miðal. Men síð-
ani er nógv fiskað av hon-
um, og tí er meiri av smáum
fiski uppí í, samstundis sum
tilgongdin av nýggjum ár-
gangum hevur verið stór.
— Úrslitið er, at nú er mið-
alstøddin á svartkjaftinum
24 cm, ella fimm sentimetr-
ar minni, enn fyri 15-20 ár-
um síðani.
--Og tann stóri trupulleik-
in er, at maskinurnar, sum
eru, klára illa at skera tann
smáa fiskin, sum nú er.
- Men teir, sum gera
flakamaskinurnar arbeiða
av kraft við at loysa trup-
ulleikan, og teir hava rætti-
liga góðar vónir um at loysa
trupulleikan heilt skjótt.
— Vinna vit á hesum trup-
ulleikanum, so er sloppið,
sigur Sigurð Simonsen.
Sjálvur ivast hann ikki í,
at svartkjafturin er ein av
okkara heilt fáu møguleik-
um, sum eftir eru at menna
okkara fiskivinnu.
— Møguleikarnir í botn-
fiskinum undir Føroyum
eru troyttir.
— Men eydnast hetta vid
svartkjaftinum, er møgu-
leikar fyri eini virdisøking
uppá hundraðtals milliónir,
sigur Sigurð Simonsen.