týsdagur 16. mars 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 16. MARS 1999
ítróttar
15
Strikuspælarin Conny
Poulsen hevur verid ein
góður styrkur hjá
Kyndli í år
Mynd: Jens Kr. Vang
Flúgvandi føroyameistarar
Hondbóltur: Kyndlakvinnurnar vístu veruliga sínar dygdir, tá ið tær við
sigrinum á VIF í Vestmanna sunnudagin endurvunnu fóroyameistaraheitið í
kvinnuhondbólti
VÍF-Kyndil
19-25 (10-12)
TERJI NIELSEN
Kyndil eigur besta liðið í
føroyskum kvinnuhond-
bólti. Hetta bleiv enn eina-
ferð væl og virðiliga stað-
fest, tá ið kyndilskvinnurnar
vunnu á VIF í Vestmanna
við seks málum og harvið
vunnu fóroyameistaraheitið
fyri aðru ferð á rað.
Kyndil legði
bragdliga fyri
Frá fyrsta bríksli av dystin-
um í Vestmanna, royndu
kyndilskvinnurnar at vísa
vertunum. hví tær hava ver-
ið so einaráðandi í føroysku
kvinnudeildini í ár. Fáir
ninuttir vóru leiktir, tå ið
Kyndil legði seg á odda 4-
0. Síðani komu vestmanna-
kvinnurnar betur við í dyst-
in, men tær fingu tó ongan-
tíð av álvara fatur á teimum
grønu úr Havn. Tað nærm-
asta, ið tær vóru, var tá ið
tær fingu minkað til 9-10
tríggjar minuttir fyri hálv-
leik. Kyndil gjørdi tó skjótt
av og kom upp á 12-9, áðr-
enn VIF fekk eitt mál aftrat
og minkað til 10-12, sum
eisini var hålvleiksstødan.
Kyndil helt tørn, tá ið á
stóð. og tað var týðuligt, at
tær høvdu fleiri streingir at
. enn hvat VIF
Tær fingu mål av
num. við langskotum
Serliga
já teimum grønu
Ssnæla
UDD á
i upp <
1 14
oekk PÍ Í
føroyameistarunum at bróta
seg gjøgnum miðverjuna
hjá VIF, sum var alt annað
enn tøtt. Tó høvdu kyndils-
kvinnurnar stórar trupul
leikar av at spæla í undirtali,
tá ið onkur av teirra leikar-
um var vístur av vølli í tveir
minuttir.
VIF hevði hinvegin trup-
ult við at opna tøttu verjuna
hjá gestunum, og tey flestu
málini, sum VIF fekk,
komu eftir somu uppskrift.
Eftir at Kyndil heyði mist
bóltin í álopi, fekk Ioana
Rapa hann, og hon blakaði
bóltin um hålvan vøllin til
kviku Jacklin Durhuus, sum
síðani leyp inn í málteigin
hjá sínum gomlu liðfelog
um og langaði bóluin í netið
Um málini ikki komu á
henda hátt. so komu tey
sum oftast við brotskasti,
sum Ioana Rapa skeyt
Løgdu sjógv ímillum
Beinanvegin í seinna hálv-
leiki, løgdu kyndilskvinnur-
nar sjógv ímillum seg og
vestmenningar. Tær løgdu
seg á odda 15-10, tá ið ein-
ans fimm minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
og síðani var ongantíð
helmað í aftur.
Kyndilsliðið hevði í
seinna hálvleiki sett ferðina
munandi upp, og hetta tók
fullkomiliga gassið av ball-
ónini hjá vestmannakvinn
um. Alopini hjá VIF vóru
alt ov einstáttað. og tað var
týðuligt, at tað var lætt hjá
Kyndli at verja fyri hesum
Somuleiðis gjørdist tað ikki
lættari hjá VIF at skora, tá
ið báðir málverjarnir hjá
Kyndli, Marita M. Herman-
sen og Hanna Rubeksen,
høvdu ein góðan dag, og
serliga tann fyrra fekk fatur
á sera nógvum royndum hjá
VIF. |
Kvinnurnar hjå VIF hava
tvey sterk ålopskort, og tað
eru tær báðar loana Rapa
og Jacklin Durhuus. Tá ið
tað í seinna hálvleiki fór at
ganga illa hjá vestmanna-
kvinnunum, hekk tað mill-
um annað saman við, at
Jacklin fullkomiliga fánaði
burtur í einki, og allan
seinna hálvleik var hon bert
ein skuggi av sær sjálvum
og skeyt als einki mál.
Hjá Kyndli gekk hinvegin
sum eftir ánni, og álopini
hjá teimum vóru fjølbroytt
og hugflogsrik. Lotte Sør-
ensen og Ann Hansen borð-
reiddu bæði við góðum
skotum og so sanniliga eis-
ini við góðum fríspælingum
til Conny Poulsen á strik-
Jórun Ludvig fær heldur
harða viðferð frá Ioanu
Rapa og Angelie Jógv-
ansdóttir, men tað var
gloymt, tá dysturin var
av, og Kyndil hevdi
vunnið 25-19. Tað merkti
nevniliga, at Kyndil
vann føroyameistara-
heitið annað árið á rað
Mynd: Jens Kr. Vang
uni, ið veruliga hevur styrkt
kyndilsliðið, síðai hon er
komin til Føroyar aftur eftir
at hava lisið í Danmark.
Síðstu løtuna hildu tær
grónu úr Havn sær fyri tað
mesta at gaman, og frøin var
stór, tá ið dómararnir, Petur
S. Dahl og Gunnar Djur-
huus, ið komu væl frá lætt-
ari uppgávu, bríkslaðu dyst-
in av, og Kyndil við einum
25-19 sigri heyði ognað sær
føroyameistaraheitid i
kvinnuhondbólti 1999.
Hava sterst breidd
Eftir dystin spurdu vit ein
av kyndilsleikarunum, Her-
borg Joensen, hvat tað er,
sum ger, at Kyndil aftur í ár
endar á ovastu rok í før-
oyskum kvinnuhondbólti
Herborg sigur, at eftir
hennara tykki hevur kynd-
ilsliðið stórri breidd enn
hini liðini í bestu kvinnu-
deildini. Tær hava tveir
leikarar til so at siga hvert
plássið, og so hava tær eis
ini tann fyrimun, at tær
flestu av teimum hava spælt
saman leingi, og somuleiðis
hevur so at siga eingin út-
skifting verið á liðnum í
mun til í fjør. I år hava tær
fingið Maritu Hermansen
aftrat í málið, og so er
Conny komin aftur úr Dan-
mark, men annars er lítil og
eingin broyting á liðnum,
sigur Herborg.
Hvussu verður við kynd-
iIsliðnum komandi år, veit
Herborg ikki at siga. ti eing-
in nevur sagt seg ikki vera
tøkan komandi kappingarár.
Tað kann tó væntast. at onk-
ur av teimum fer uttanlands
í lestrarørindum. tí fleiri av
teimum vóru lidnar á stu-
dentaskúlan í fjør summar.
verður við
Um Herborg ella onkur
av hinum kvinnunum hjá
Kyndli fer av landinum til
næsta kappingarár. vil tíðin
bert vísa. men tað er tó
greitt, at Kyndil, nú tvey
umfør eru eftir at leika, hev-
ur ognað sær føroyameist-
araheitið annað árið á rað
Sosialurin ynskir Kyndli
hjartaliga tilukku við før-
oyameistaraheitinum 1999.
komandi á