Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar Vestmenningar tevja nú gull Hondbóltur: Enn einaferð gjørdist tað ein sannur gysari, tá ið høvdingarnir báðir í føroyskum manshondbólti, VIF og Kyndil dystaðust í Vestmanna sunnudagin. VIF vann við einum máli, og nú er aftur púra opið í kappingini um føroyameistaraheitid 1999 VIF-Kyndil 29-28 (14-12) TerI NIELSEN Ote fe e FR > sr R g burð vest VÍF byrjaði sum eitt ódnarveður andi byrjan. Einans fimm minuttir vóru leiktir, tá ið vestmenningar høvdu lagt seg á odda 5-1 Kyndilsliðið tóktist darv- að av, at teir vantaðu stór- skjúttan á høgra bakki Hannis Wardum, sum sat uttan fyri við einum ringum ryggi. Ístaðin stillaði Kyndil upp við leikandi venjaran- um Jacobi Jónssyni á høgra bakki og Bjarna Wardum á skiparaplássinum Vestmenningar byrjaðu við Bárði Nielsen í málin- um, og hann stóð so mikið væl. at tað bert var til tað eina brotskastið móti end- anum av dystinum, at Eli Miiller, ið heyði ligið sjúkur alla vikuna. kom inn at royna seg Tað var ikki fyrr enn komið var út til miðjan fyrra i hålvleik, at teir grønklæddu úr Havn byrjaðu at fáa skil á spælið og verjuna hjá sær Kyndilsverjan dekkaði øgi- iga flatt fyrstu løtuna av g hetta gav sterku skjúttunum hjá VIF rásarúmi til at fara upp frá og plaserað skotini, har teir vildu, tí kyndilsleikararnir gjørdu onga roynd at fara dystinum. og Vale yst av held Neiaur út og takla vestmenningar í skotløtunum. Tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir av fyrra hálv- leiki, høvdu vestmenningar lagt seg á odda við fimm málum, 12-7. Kyndilsvenj- arin, Jacob Jónsson, valdi so at seta Bárð Johannesen, ið beint fyri dystin saman við Hans á Lag hevdi leikt venjingardyst í fótbólti fyri HB. inn á vinstra bakk fyri Regin Petersen, og hetta skuldi vísa seg at vera eina skilagóða avgerð. Bárður setti beinan vegin ferð á Kyndilsliðið, og besti mað- urin á vellinum gjørdist eis- ini toppskjutti hjå Kyndli við átta málum. Við Bárði á odda ótu havnamenninir seg spakuliga inn á vestmenn- ingar, og tá ið farið var til hálvleiks, var stødan 14-12 til VIF Stavn um stavn Kyndil byrjaði seinna hålv- leik, har teir sleptu i fyrra, og tá ið átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 16-16. Síðani fylgdust liðini stavn um stavn gjøgnum hålvleikin, men størsta partin av seinna hålvleiki, var tad teir grønu Nr. 51 — 16. MARS 1999 Tveir av profilunum hittast i verjuni hjá Kyndli: Åki Olsen, sum bleiv toppskor- ari i dystinum vid niggju målum, og Bårdur Johannesen, sum var besti madur å vøllinum i Vestmanna sunnudagin úr Havn, sum vóru á odda við einum ella tveimum málum. Vestmenningar vildu tó ikki sleppa endanum, og teir hildu allatíðina fast í Kynd- li. Størsti parturin av mål- unum hjå VIF komu antin eftir einmansavrik frå Aka Olsen, sum ferð eftir ferð vísti framúrskarandi skot- teknikk, ella komu málini úti í høgru álopssíðu hjá vestmenningum, har lítli og fótfimi John Zachariassen spældi ein av sinum allar- bestu dystum. Tad var eisini hesin sami John, sum skeyt sigursmålid fyri vestmenn- ingar, tå 10 einans fimtan sekund vøru eftir at leika. Beint framman undan hes- um málinum hevdi Rúni oulsen á stríkuni hjá Kyndli havt ein gyltan møguleika at skora fyri sítt ið, men royndin hjá honum fór við síðuna av málinum já Bárði Nielsen Nakað av roki var júst tesa lotuna, ti tá ið Rúni eyði brent fyri Kyndil, og vestmenningar fóru í skjót- ålop, rendu teir báðir, Jacob Jónsson og Oyvindur Brim- nes, høvdini saman á miðj- um velli, og stoyturin var rættuliga ógvusligur. Oy- vindur Brimnes bleiv skjótt fingin út av vøllinum til við- gerðar, meðan verri stóð til við íslendska venjaranum hjá Kyndli. Lækni var bein- an vegin hjá honum, men dysturin bleiv ikki steðgað- ur, fyrr enn John hevði skor- að sigursmálið fyri VIF. Hetta vóru kyndilsmenn rættuliga ónggdir við, tí teir mettu, at dysturin átti at ver- Kyndilsmenn vóru illa nøgdir, tá venjarin fekk skaða, uttan at spælið bleiv steðgað, fyrr enn VIF heyrði skorað Mynd: Jens Kr. Vang ið steðgaður áðrenn, men um so var, so høvdu dómar- arnir uttan iva tikið ein upp- lagdan målmøguleika frå heimaliðnum. Vestmenningar vóru kaldari VIF vann dystin 29-28, og samanumtikid kann sigast, at úrslitið var á góðari leið. Í mun til gestirnar, so hildu vestmenningar hevdið kalt, tá ið á stóð, og so høvdu teir eisini tað neyðuga hepni, sum skal til fyri at vinna ein slíkan dyst. John Zachariassen spældi ein sera góðan dyst fyri VIF, og hann bleiv eisini match- vinnari. Somuleiðis stóð Bárður Nielsen sera væl í málinum, meðan Aki Olsen og Hjalmar Klein Olsen eis- ini vóru millum teir bestu hjá heimaliðnum. Hjá Kyndli var Bárður Jo- hannesen nógv tann besti leikarin. Um fleiri av hinum kyndilsleikarunum høvdu torað at gjørt sum Bárður og roynt at bart seg gjøgn- um sterku verjuna hjá vest- menningum, so hevði úr- slitið møguliga verið eitt annað, tí tað tóktist, sum um alt ov fáir av havnarmonn- unum tordu at taka ábyrgd. Eisini royndist Leivur Holm væl bæði í álopi og verju, meðan Bjarni Wardum var góður í álopinum í seinna hálvleiki. Hans á Lag stóð til tíðir eisini væl í málinum hjá Kyndli. Dómararnir í dystinum, Petur S. Dahl og Gunnar Djurhuus, komu hampuliga væl frá eini truplari upp- gávu. Fyrstu løtuna av dyst- inum tóktist tað tó, sum um teir vóru eitt sindur bangnir fyri, at teir skuldu fáa á- skoðararnar ímóti sær, tí teir góvu allar marginaldómar t;l På DF: til VE diff RIRRIEEL ál it stedein royndust teir stak Mynd: Jens Kr. Vang væl, og avgerðin ikki at stedga dystinum beint eftir stoytin millum Oyvind og Jacob var helst eisini røtt, hóast Kyndil uttan iva vil mótmæla hesum. Dómaraborðið Her í blaðnum bleiv nevnt seinasta kappingarár, at tað var eitt sindur óheppið við hallarfråsøgn frá dómara- borðinum í Vestmanna. Framvegis er hallarfråsøgn til dystirnar hjá VIF, men nu er fråsøgnin batnad, og nógvar av byttu og óneyð- ugu vidmerkingunum eru burtur. hóast onkur fram- vegis kemur fyri Hinvegin er tað undir alt lágmark, at tað gongur so striltið við at fáa steðgað tíðini. tá ið dómararnir biða um hetta, sum tað ger í Vestmanna. = Undirritaði blaðmaður taldi í hvussu so er tríggjar ferðir, har tíð- takarin ikki steðgaði tíðini fyrr enn eini fýra til fimm sekund eftir, at dómararnir høvdu gjørt vart við hetta. Ta einu ferðina var móti endanum av dystinum, tá ið VIF júst heyði lagt seg á odda 29-28, og kyndilsleik- ari fekk bart seg til eitt tríggjarmeturkast. Fimm sekund vóru eftir á klokk- uni, tá ið dómararnir bóða um, at tíðin skuldi steðgast, men tá ið klokkan steðgaði, var bert eitt sekund eftir at leika. Hetta fekk ødi í kynd- ilsleikararnar, og tað er væl skilligt. Um tíðtakarin ger hetta við vilja, skal verða ósagt, men undir øllum um- støðum, so eigur hetta ikki at koma fyri í so avgerandi dysti. Tískil átti møguliga at verið umhugsað at fáa uttanveltað fólk til dómar: borðið í so týðandi: dyst r P - ” Undir øllum umstødum e VIT t tal hatt på tir f