Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kyndilskvinnur fegnast eftir loknan Kyndil aftur foroyameistari TOYOTA = dyst í Vestmanna sunnudagin Hondbóltur: Meðan Kyndil sunnudagin tryggjaði sær føroyameist- oc araheitið hjá kvinnunum, so førdi ósigurin hjá mansliðnum hjá havn- arfelagnum við sær, at kappingin hjá monnunum aftur er púra opin TERJI NIELSEN Í farnu viku var nógv rok í sam- bandi við hondbóltin. Ein dómari kærdi áskoðararnar í Vestmanna fyri ósómiligan atburð eftir og undir dystinum millum VIF og Neistan, og Hondbóltsambandið gjørdi bart og kravdi eina umber- ing frá VIF, men vestmenningar vildu ikki geva nakra umbering, tí teir mettu ikki, at nakað óreglu- ligt var farið fram. Eftir nógvar tingingar aftur og fram gjørdist tað tó greitt, at um vestmenningar ikki komu við eini umbering, kundi tað føra við sær, at dysturin móti Kyndli sunnudagin ikki blen leiktur, ella at hann møguliga blei leiktur fyri ongum áskoðarum. Tí- skil komu vestmenningar við eini umbering seint leygarkvøldid, h6- ast teir ikki vildu viðganga, at nak- að óregluligt var farið fram í sam- bandi við dystin móti Neistanum. HSF góðtók umberingina frá VIF, vg dysturin sunnudagin bleiv leiktur undir vanligum umstødum. Kyndilskvinnurnar føroyameistarar Við sigrinum á VIF í Vestmanna sunnudagin gjørdist tað greitt, at kvinnurnar hjá Kyndli aftur í ár eru føroyameistarar longu í trið- seinasta leikumfari. Kyndilsliðið hevur gjøgnum alt kappingarárið prógvað, at tær hava bestu manningina og best samanspælda liðið hjá kvinnum. Ferð eftir ferð hava tær eisini prógvað, at tær í mun til hini liðini hava nógv fleiri streingir at spæla uppá. Tær hava higartil einans tapt tríggjar dystir í øllum kappingar- árinum. Í steypakappingini noyddust tær at lúta fyri Stjórnuni úr Klaksvík, og í grundspælinum í landskappingini vóru tær við undirlutan tvær ferðir. Eina ferð ímóti VIF í Vestmanna og eina ferð ímóti Stjørnuni í Klaksvík. Stjórnan hevur veruliga verið tað liðið, sum Kyndil hevur havt truplast við at basa, meðan Kyndil tó eisini hevur havt tað neyðuga hepni í ávísum dystum, so sum tá ið tær vunnu við einum máli móti Neistanum. Sjálvt um Kyndil longu hevur ognað sær gullið hjá kvinnunum, so merkir hetta tó ikki, at allur spenningurin er farin úr kapping- ini hjá kvinnum. Kyndil er sjey stig framman fyri Neistan og Stjørnuna, sum liggja jøvn við 22 stigum hvor á einum deildum ann- aðplássi. Neistin hevur tó betra málmunin. Hvor ið vinnur silvur- ið, er ilt at siga, men til stuttleikar kann nevnast, at liðini, sum bæði hava tveir dystir eftir at leika, bæði skulu meta ávíkavist Kyndli og Gl/Tjaldur í teimum seinastu dyst- unum. Komandi leygardag fer Kyndil til Klaksvíkar at leika ímóti Stjórnuni, og sunnudagin skulu neistakvinnur inn í Eysturoynna at leika ímóti GI/Tjaldur. Annan leygardag endar kappingin hjá kvinnunum, og tá leika Kyndil og Neistin í Havn, meðan Stjørnan tá skal í Eysturoynna at leika ímóti felagsliðnum har. Mansdeildin púra opin Dysturin í Vestmanna sunnudagin, har menninir hjá VIF bastu Kynd- li, førdi við sær, at kappingin hjá monnunum um føroyameistara- heitið 1999 aftur er púra opin. I veruleikanum hava fýra lið, Kyndil, VIF, Stíf og H71, nú møguleikan at gerast føroyameist- arar. Tað er tó rættuliga sannlikt, at møguleikarnir hjá H71 fóru fyri skeytið, eftir at liðið noyddist at lúta fyri Neistanum sunnudagin. Hinvegin eru hini trý liðini so jøvn, at bert tvey stig eru á muni millum nummar eitt Kyndil og nummar trý StíF. Hoyvíkingar eru so aftur eitt stig aftan fyri strand- ingar, men um hoyvíkingar skulu vinna meistaraheitið, so skulu teir verða meiri enn hepnir. Dystirnir í tveimum teimum seinastu leikumførinum passa eis- ini so mikið væl, at vit kunnu rokna við at fáa nakrar branddyst- ir, sum veruligani fær at seta eitt virðuligt punktum fyri einum spennandi og ikki minst áskoðara- vinarligum hondbóltsári 1999. Komandi sunnudag skal oddaliðið Kyndil leika ímóti hoyvíkingum í høllini á Hálsi, meðan vestmenn- ingar fara inn á Skála at leika ímóti Lesið eisini ítróttin á Internetinum 13 www.sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang strandingum. Hendir so til dømis tað. at hoyvíkingar vinna á Kynd- li, meðan strandingar og vest- menningar leika javnt, so eru VIF og Kyndil jøvn í stigum, meðan strandingar og hoyvíkingar eru eitt stig aftan fyri tey bæði Í seinasta leikumfarinum hittast so hoyvíkingar og vestmenningar í Havn, meðan Kyndil fer inn á Skála at spæla ímóti strandingum Báðir hesir dystirnir og teir í næst seinasta leikumfarinum fara uttan Iva at gerast sannir gysarar, og tað er eingin ivi um, at tað verða nóg sum fara at sita á nálum hesar dag arnar. At tað eisini verða nógvar hásar røddir at hoyra á Skála, Vestmanna og í Havn komandi mánadagarnar man heldur eingin ivi vera um. Hvussu tað heila so spælir av er ilt at meta um, men undir øllur: umstødum kunnu øll hondbólts áhugað síggja fram til tvey sera spennandi vikuskifti, har vit fara at síggja nakrar spennandi dystir sum fara at seta eitt virðuligt punktum fyri einum megnar hond bóltsári