Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UR Nr. 51 — 16. MARS 1999 tíðindablaðið 21 Viðmerkingar: Hitt foroyska loysingarævintýrið! Geyksungalótir í orakkulhami ? I føroyska loysingarævin- týrinum verður vanligi før- oyingurin — gjørdur til kappingarføran superman og neyðugu orkuna fáa vit frá klovningsorkuni (fissiønsenergi) tå Føroyar og Danmark loysa frå hvørjum ødrum. Eins og Orakklid i Delfi å sinni segði seg at umboða tær hægru maktirnar, so hava okkara alltråu ella rabiatu loysingarumbod tikið patent uppá hvat Føroya fólk skal meina. Orakkulvisionin hjá teimum er loysing her og nú, kosta hvat í kosta vil Einki við stigvíst at finna útav um og hvussu tingini hanga saman uttanfyri rík- isfelagsskapin. Frelsandi orakkulvisi- ónir eru tó ikki fyri okkum ókend fyribrigdi. Hvor kennir ikki »kommunistiska manufestið<, sum skuldi frelsa allan heimin frá kap- italismuni, ella Týskland í trýatiárunum tá eitt >one man show« førdi seg fram. Har heldur enn hjå okkum treyt ikki vid serfrødingum og skrivaraborðs metingum, men hesar serfrødingamet- ingar høvdu ongar royndir i praksis. Eru vit i prins- ippinum ikki í ferð við at gera sama mistak, við at lata i praksis óroyndar serfrød- ingametingar vera avger- andi fyri einum møguligum »prøv lykken« loysingar- ævintýri? Ein sokallaður søguligur møguleiki við »arbeit macht frei« motto. Hesi yvirhugadu loysing- arumbod vid teirra åhald- andi dæmagogisku fram- ferð loyva ikki okkara dem- okratisku sidvenju at spæla við. Tað er tó ikki ólíkt tí vit kenna frá fundamental- istum, her umboðandi eitt slag av provinsiellari kons- ervatismu, sum hevur sett sær fyri at fremja >abbasa< nationalromantiska dreym i verki. Nútíðar rák við ajour- førdum semveldishugsjón- um hevur ongan áhuga, sjálvt um tað finnast fyrim- yndarlig samveldir, sum USA og Tyskland v.fl. hvors íbúgvar ikki tróta frælsi ella tjóðskapar stolt- leika. Men ynskja vit heldur at liva sum kubanarar, so er vælskiljandi hví okkara >gomlu< kommunistar heil- hjartað taka undir við ævin- týrloysingini, um tað er Kubafrælsi vit veruliga ynskja? Hvat vil henda ævintýr- kenda loysingarrørsla við Føroyum framyvir? Tey hava higartil ikki megnað at umsita sína egnu ávís, men eru bert at finna í okk- ara frilyntu samveldisblød- um, har tey ósmæðin føra seg fram uppå besta geyks- ungamanér. Nationalrom- antikkur niðursjóðaður í provinsiella konservatismu er ikki tad, vit føroyingar hava brúk fyri í dag. Tað romantiseraða bygda-/ bóndafelagið er farið. At røkja bjørgini og skorarnar er tó framvegis fyri djarvar menn - ikki sum vinnuveg- ur, men sum viðmentað frí- tíðarítriv og tað skulu nógv- ir veðrar til, bara fyri at gjalda skrivaraborðið hjá okkara fíggjarmálaráðharra tíansheldur alla Albert Hall! Mangt broytist á mans- ins ævi sæst best av okkara 200 ára gamla fuglakvæði hjá Nólsoyar-Pálli hvors persónsmyndir í fuglahami, sum upprunaliga ímyndaðu umboð fyri donsku yvir vøldina her, nú mest ímynda okkum sjálvi við landsins kosnu umboðum á odda: Kjógvin við sítt klipta vel/ hugsar við sjálvum sær:/ >Vertin á hvat annar fær!/ eg skal nøra at mær«. Í dag skal hver føroyingur gjalda næstan 20 ferðir so nógv fyri ein løgtingslim, sum hvør danskari skal gjalda fyri ein fólkatingslim, og ongantíð áður hevur eitt før- oyskt valt stýri mergsogið danska statskassan so nógv, sum verandi loysingarstýri ger nú. Henda alltráa loys- ingarrørslan hevur sanniliga gjørt sær dælt í sínum dún- klædda samveldisfíggjaða geyksungareiðri, so tað er vælskiljandi, at tey ynskja eina folkaatkvødu nú, með- an tey enn kunnu prýða seg við lántum fraðrum í fjálga geyksungareiðrinum, held- ur enn at bíða til tann fjað- ursári = loysingarhamurin vísur seg. Um vit ynskja at liv aupp til vanliga demokratiska siðvenju, er neyðugt at kanna møguleikan fyri eini nútímansgerð av ríkisfel- agsskapinum ella samveld- inum og samanbera tað við eina realistiska loysingar- ætlan, so møguleiki er fyri at samanbera fyrimunir og vansar, áðrenn endalig stóða verður tikin. Vit sam- veldishugaðu hava eitt 600 ára gamalt samveldiskjøl- festi at vísa á, og sum hevur verið við til at menna For- oyar til eitt nútímans sam- felag við stoltum traditión- um, sum vit hava ráð og umstødur til at livga um og njóta gott av. Loysingar- rørslan hinvegin hevur bert síni romantisku lyftir um, at tá ið loysingin kemur, klára vit føroyingar alt. Lat okk- um fyrst síggja hvør hugur og dugur er í „monnum“, tí longu nú stendur tað einum og hvørjum føroyingi frítt fyri at virka og arbeiða, sum hann vil bæði her heima, í Grønlandi og í Danmark, og í stóran mun í EU, takkað verið ríkisfelagsskapinum. Orakkulvisiónir, profetiir ella serfróðingaútsagnir eru bert orð, so leingi tey ikki eru roynd í praksis, har mett kann vera um burðardygd- ina og tær praktisku fylg- irnar. Ríkisfelagsskapurin og blokkstuðulin eru hvor sítt. Samanber smáu útoyggj- arnar í Føroyum, sum hava tørv á »blokkstuduli« frå restini av Føroyum, ti tær klåra ikki sjålvstødugt at framleiða nógmikið til nú- tíðar krøv. Ahugavert kundi verið at minkað um henda >útoyggja blokkstuðul< og kannað um kreativiteturin, arbeiðssemið, oyggjastolt- leikin og fólkatalið vaks á hesum útoyggjum í takt við at stuðulin minkaði. Sam- bært føroyska loysingar- ævintýrið skal tað ganga soleiðis, tí neyð lærir nakna kvinnu at spinna, siga tey! Atferðin hjá loysingar- rørsluni higartil er mest åtøk geksungalótum í orakkul- hami. Vanligi føroyingurin veit hvat hann hevur, og vil vita hvat hann fær. Tað er tí lítið sannlikt, at vanligi før- oyingurin velur loysing i leysari luft. Gott nokk eru vit føroyingar naivir við- hvort, men vit eru ikki býtt- ir Regin Eikhólm Folkafloksleidslan og Trælanipan Møk rann åin, vatnid spegl- aðist og Bøsdalafossur kvað sitt eyðkenda lag i sárka og ørsku ut av klettinum og niður í Vesturhavið. Søgnin sigur, at tøgn fall á menn á veg oman aftur av Trælanípuni og niður í Bøsdal eftir lokna illgerð og tíning av trælum. A leiðini niðan á eggina var ikki so fridarligt. Róp og hvin hoyrdust. Líka so lætt, sum tað var at traðka ein útslitnan træl út av trom- uni, var tað tungt, at dragsa hann niðan móti brekkuni. Onkur niðurundirkomin mátti berast, meðan onkur annar, sum hevði roynst ov boysin fyri harra sín, bleiv jagstraður niðaná, og síðani slongdur út av eggjuni. Hann spjálkaði oført í leys- um lofti, men uppdriftin frá útsynningsgulinum var ikki nóg mikil til at halda honum uppi. Eitt stórt plask hoyrd- ist, táið sjógvurin tók, og so var kvirt. Sára kvirt. Deyð- akvirt. Og tøgnin fall eisini á maktarinnar menn, sum nú við sveittabroti høvdu slept sær av við nøkur orm, vesæl og stríggin menn- iskju. Hetta er søgnin. Trælir valdast. Ikki veit eg, kanska er søgn- in als ikki sonn. Onkur held- ur, at ongi múgvandi fólk hava búð í Føroyum fyrr, tí eru ongar borgir her, og tí- ansheldur nakrir trælir. Onkur annar meinar, at trælur merkir tríkantur, sum líkist skapinum á Trælanip- uni, og har av navnið. Tað sama er at siga um træla- bitan, hesin soltni tríkant- urin niðast á huppinum. Men kanska vóru tað bara nakrir gamlir hundar, sum blivu blakaður út av trom- uni, tí at kasta hund oman, er, ið hvussu so er, ikki 6- kent í Føroyum. Og í prin- sippinum er ikki tann stóri munurin, heldur onkur sárur djóravinur. Strutsa-taktikkur. Og Oli Breckmann og fólk- afloksleiðslan liggja sum Ole Mørke: krumpen pá loftet — í pulshosum (gomul føroysk heimaráð) úti undir væðingini í tøgn. Ein ikki ókend metoda í politikki er at gera sum strutsurin. Um nakað er á- fatt, so stingur strutsurin bara høvdid niður í sandin og uggar seg við, at so er problemið loyst. Ein heldur naiv atgerð, og vanliga utt- an nevniverda succes. Strutsahålsurin å Stavna- manninum vid propellini undir høkuni røkkur longu hálva leið niður til kinesar- arnar. Tað verist og haldist. Men, men, hann sleppur at tala. Kanska longu í ár. Nyrup Rasmussen hevur ongantíð verið so linur í kongunum, sum nú. Anders Fogh Rasmussen, sterki andstøduleidarin i Venstre, er sera væl fyri. Hann er eini 12 år yngri enn Uffe og lika so knåur. So tað er bara ein spurningur um tíð, kanska longu í år, til hann fær skuffuna undir Nyrup, og tá er val í nánd. Eisini fyri Ola. Til ta tíð má strutsahálsur stavnamansins upp í ljós dagsins, og tægan verður vend, og í henni eru bæði duld og døpur mein. Svikin yfti, snidålop, trælanipu- tøgn, talentloysi, ósannindi, uatsk álop á tey alment settu o.s.fr. Og niðast á botni iggur endurndtslu- politikarin Finnbogi Arge, sum eingin vil hoyra ella frætta frá hóast margfaldu itmyndaflóð í málgagni floksins. Silkisnórurin sum boomerang Oli nikkaði til — og hetta hevur hann hóast opinberar gávur hvorki avsannað skrivliga ella munnliga - at Finnbogi Arge gav Henn- ingi Jacobsen. ein av lands- ins bestu monnum, silki- snórin í jólagávu, og hetta kann koma at roynast hon- um eitt dýrt nikk. Og nakað er at missa: tvey almenn hålvtidarjobb, sum hann passar eftir be- hag. Og sum kosta teim donsku og føroysku skatt- gjaldarunum øðru megin milliónina um árið, og sum Oli hóskandi elegant kvitt erar afturfyri við at skelda oll út og síðani niðurgera tey yvir ein kamb Ja, hví ikki tað. so leingi tað gongur? (hugsar hin be- snissaði) Tað kundi tí hent, at Oli á valdeginum stendur og manglar nakrar atkvødur frå “ tí ugandi meirilutanum”, sum hann dediceraði bók sina "Stavnurin” til á sinni, tí øll — eisini tey stillu í landinum - vita longu væl um silkisnóra-jólagávu fólkafloksins, men hetta bleiv teimum tó for groft! Og tí kundi tað hent, at Oli Breckmann tá ikki hev- ur meiri åhuga millum manna, enn åvisin frå i gjår. Arnstein Niclasen 11.03.99.