mikudagur 17. mars 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Yngd nr. 11 - 17. mars 1999
Nú letur OrBits
upp
Fyri umleið tveimum mánaðum síðani
skrivaðu vit í Yngd um, at ein nýmótans
PC-Kafé fór at lata upp í Havn, og nú er
dagurin so komin
Terji Nielsen
Tad eru ikki meiri enn sjey ár síðani.
at tann fyrsta veruliga kaféin lat upp
í Havn, tá ið Cafe Natúr lat upp
niðri á Aarvegnum. Nú eru vit
komin so langt, at tann fyrsta PC-
Kaféin er latin upp í høvudsstadn-
um
18 brúkarateldur
A eimi PC-Kafé ber til at koma inn
og leiga sær eina teldu í eitt ávíst
tíðarskeið. Sum navnið eisini sigur,
so ber somuleiðis til at keypa sær
ein kaffimunn, eina sodavatn og
okkurt søtt afturvið, um hugurin er
til tess.
OrBits, sum nýggja PC-Kaféin eit-
ur, lat upp í gjár í snotuligum hølum
oman á Rokkjallaranum á Tinghús-
vegi 40. Inni í hølunum hjá OrBits
eru 18 brúkarateldur. Tíggju teirra
standa við eitt avlangt borð, fimm
hvørju megin, og hesar tiggju teld
urnar hava allar ein 350 mhz pro-
cessor, sum tað eitur á fakmáli
Hesar teldurnar eru serliga ætlaðar
til tey, sum leiga sær eina við tí
endamáli at fara at rógva út á inter-
netinum. Sjálvandi kunnu hesar
teldurnar eisini nýtast til at spæla
við, og tær eru eisini åtgjørdar við
øllum teimum forritum, sum restin
av teldunum eru.
Etlanin er eisini, at hesar áður-
neyndu tíggju teldur kunnu eitt nú
nýtast til ymiskt skeidvirksemi, har
ymiskar fyritøkur og stovnar kunnu
leiga seg inn i hølini hjå OrBits og
hava skeið fyri starvsfólki sínum
har.
Hinar átta teldurnar standa við tvey
rund borð - fýra við hvort borðið.
Hetta eru tær teldurnar, sum eru
serliga ætlaðar til at spæla við. Tær
hava allar 400 mhz processor, so at
tær arbeiða sera skjótt. Um fýra
brúkarar sita við sama borð. so ber
til at spæla okkurt spælið, har man
kappast ímóti hvørjumødrum
Felags fyri allar teldurnar er, at tær
hava ein 17 tumma skíggja
Stendur í 800.000 krónum
Nú tá ið OrBits er latið upp. standa
hølini og útgerðin eigarunum í sløk-
um 800.000 krónum. Hetta ljóðar
sum ein øgilig rúgva av peningi,
men tað er tað ikki. tí í veruleikan
um skuldi telduútgerðin kosta væl
meiri. Tað eydnaðist tó stigtakaru
num at fáa teldufyritøkuna Siemens
í samstarvi við Formula Xerox at
stuðla tiltakinum. so at OrBits hevur
fingið útgerðina fyri ein munandi
minni prís enn vanligt er
Somuleiðis hava stigtakararnir ar-
beitt nógv ið síðuna av sínum van
liga arbeiða fyri at fáa OrBits upp at
standa, og hetta hava teir ikki fingið
nakra løn fyri
I yra av privatpersónunum aftan
fyri OrBits arbeiða allir á einum al
mennum stovni í høvudsstadnum. og
teir eru samdir um, at tað ikki ber til
at hava og reka eina slíka kafé, sam
stundis sum man hevur eitt vanligt
arbeiði. Tískil verður helst eitt fólk
sett burturav til at taka sær av rakst
inum av OrBits
Stórur áhugi
Stigtakararnir til OrBits siga. at fólk
hevur synt Kalemi stórar nug
lata upp. h 5 erð |
tað kemur at kosti
Somul iðis nevur ni iI klak , h
hesin ætlar sær at lata c
kafé upp í Klaksvík. Nær hetta verð
verið grundarlag y Silk
kafé í næststørsta by ndi
Tad er einki at ivast i, at serliga ung
dómurin fer at hava stórar g
fyri OrBits. og tað verður spennar
at síggja. hvussu stora undirtøkt
kafein tær I nninginu