mikudagur 17. mars 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tinaluna i Prix Føroyar 99 leygar
kvoldið tann 10. apríl
|
Við í fleiri bólkum
Eitt fleir hava verið onøgd
). er, at tað eru fleiri tónleikarar.
ið hava verið við í fleiri bólkum í
Kapping
Einir fýra tónleikarar
i spælt seg í finaluna við tveim
miskum bólkum. og hetta kann
verða eitt sindur óheppið
að er greitt, at størsti parturin av
luttakandi bólkunum í kappingini
eru við fyri at stuðla tiltakinum, men
uttan iva er tað so, at bólkarnir hóast
ilt trúgva upp á sín møguleika. Ti er
Yngd nr. 11 - 17. mars 1999
tað rættuliga keðiligt fyri onkr-
an ungan og eitt sindur óroynd-
an tónleikara, at ein annar
royndari og meiri kendur tón
leikari er við í tveimum bólk-
um, og harvið ger hann sítt til
fyri at minka um møguleikarnar
hjá tí fyrra.
Onkur vil kanska brúka tí um-
bering, at um tónleikarar ikki
kunnu verða við í tveimum
bóikum, so hevði tað verið
trupult at fingið nóg mikið av
bólkum. tí at vit hava so fáar
tónleikarar, men hetta er nakað
tvæti, tí vit hava eitt sera ríkt
tónleikalív í Føroyum og lut-
falsliga nógvar tónleikarar.
Hvussu verður í finaluni, tá ið
Petur Jensen og Bogi á Lakjuni
skulu verða við í bæði Visible
Fish og Clickhaze, Heri Reyn
heim skal verða við í bæði
Diatribes og MC Hår, meðan
Rókur Jacobsen verður við hjá
bæði Diatribes og Tangz. Hetta
er ikki rætt. at so skal verða. og
hvat nú um ein av hesum tón
leikarunum ger av bert at verða
við í ødrum av bólkinum og
letur hin bólkin og tónleikarar-
nar við sviðið soð? Hetta er
ikki óhugsandi, og ikki kann
sigast annað, enn at hetta er
ógvuliga óheppið fyri eina
annars stak væleydnaða kapping.
Nógv kjak hevur verið um hetta, og
tað er at:vóna, at fyrireikararnir av
Prix Føroyar til næstu kappingina
fara at bera so í bandi, at hetta ikki
verður gjørligt
Gott SVE
Í sambandi við innleiðandi umførini
í Prix Føroyar hevur Sjónvarp
Føroya havt frásøgn frå hvørjari ein-
stakari kapping vid Johan i Kolla-
firði sum fråsøgumanni.
Lat tað vera sagt beinan vegin. at
hetta hevur verið eitt gott avrik av
SVF. sjálvt um onkur kanska heldur
sendingarnar verða eitt sindur fjáku-
tar. Tað er serliga at gleðast yvir, at
í teimum einstøku sendingunum
hevur verið rúm fyri at práta við
limirnar í øllum teimum luttakandi
bólkunum, og at hyggjarin hevur
havt møguleika fyri at hoyra tonleik
hjá øllum bólkunum. Hetta ger, at
teir smærru og meiri ókendu bólkar
nir eisini fáa sina løtu í brennidepl-
inum, og hvgr veit, kanska er hetta
júst tað, ið skal til fyri at geva einum
slíkum bálki júst tann seinasta í-
blásturin.
Undir øllum umstødum skal SVF
hava rós fyri sítt avrik, og serliga
teir báðir myndamenninir, Hallur og
Michael, sum hava ferðast kring
landið til kappingarnar, skulu hava
rós fyri góðar myndir
Hvor er favorittur
Pað er ilt at spáa um úrslitið av fin
aluni i Prix Føroyar. Onkur vil Otvad
halda, at Taxi er stórfavorittar, tí teir
hava royndastu manningina, og tað
kann væl verða, men innleiðandi
umførini hava vist, at tað ikki altíð
eru teir royndastu bólkarnir, ið
vinna.
Hvussu so er og ikki. so verður tað
spennandi í Norðurlandahúsinum
leygarkvoldið 10. apríl. tá ið vit fara
at hoyra átta av frægastu tónleika-
bólkunum í landinum gera sítt til at
vinna Prix Føroyarl999