hósdagur 18. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marknaðardeild:
Åb rblaðstjóri: Turið Kjølbro Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, |
ir | Jonhard Hammer Niclas +, Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen Álvur Haraldsen | | Telefon: 311820
Eirikur Lindenskov - | | John Johannessen | Utgevari, uppseting og prent: | Telefax. 314720
Fíggjarleiðari: | Blaðfólk: | i | Spíf Sosialurin | e-mail: -
Sveinur Tróndarson |; Dagny Joensen | ítróttarskrivari: | Bústaður: | — postØsosialurin.fo
Emil L. Jacobsen
Eitt minni id brendi seg inn i medvitid
- Flestu myndirnar hjá listakvinnuni Astri Luihn eru á markinum at vera bæði
málningar og grafikkur. Tær ímynda føroysku fuglabjørgini, og taka stóði í
einum minni, ið brendi seg inn í medvitið á listakvinnuni fyri 30 árum síðani
Aki Bertholdsen,
Argjavegur 26, Argir
Vantandi fyrilit elvdi
til arbeiðssteðg
Oddagrein
Ein arbeiðssteðgur var væntandi. Serliga
eftir at tað frættist, at Figgjarmålastyrid í
mesta lagi góðtók, at lønin hækkaði try
prosent komandi tvey árini. Góðtók
Starvsmannafelagið henda avmarkada
lonarvokstur, góðtók felagið, at toka real-
lonin alsamt minkaði í virði. I Verki hevði
tað merkt, at peninganøgdin, sum fólk
hava til livsins uppihald, framhaldandi
minkaði.
So einfalt er tað, men tað er ikki líkt til, at
ovastin í Figgjarmålastyrinum skilir henda
veruleika. Karsten Hansen hevur áður
avdúkað, at tað hevði ikki verið so galið,
um hann hevði betri politiskt tev. Hesar
samráðingarnar kundu tí staðfest, um
hann hevði betri politiskt tev. Hesar sam-
ráðingarnar kundu tí staðfest, um hesin
politikkarin - sum kanska skal føra okkum
inn í fullveldið Foroyar - hevði tann neyð-
uga samráðingarforleikian.
Men annað umfar í samráðingunum av-
dúkaði, at Karsteni Hansen og samráð-
ingarovastanum, Tummasi Magnussen,
vantaðu tað neyduga handalagið. Eftir at
fólk hvodu samráðst í dagar og nætur,
avdúkaðu teir, at prosent-ramman lá um
trý prosent. Hetta kundu teir havt boðað
frá langt frammanundan, so boð kundu
verið send eftir semingsfólkum longu tá.
— Teir spældu ikki við opnum kortum, og í
hesum fori var tað ótaktiskt. Tann vantandi
ásannanin hjá Fíggjarmálastýrinum, at
neyðugt er við ávísum lønarbata, kann
koma at leggja føroyska samfelagið lamið
í fleiri dagar - kanska vikur. Og tíðarbilið
er - sum altíð - óheppið. Vit hava júst riðið
eina búskaparkreppu av okkum, og skulu
nú fyrireika okkum til broyttu ríkisrættarligu
viðurskiftini, sum landsstýrið hevur stungið
út í kortið.
Tann tøka reallønin - tað sum fólk hava at
liva fyri - er lækkað eini 25 prosent sein-
astu niggju árini. Øll fakfeølgini á almenna
arbeiðsmarknaðinum góðtóku tá, at løn-
irnar lækkaður eini 10 prosent fyri at hjálpa
tí tóma landskassanum. Við tógvið slit og
bit - m. a. við einum aðalferkfalli fyri fýra
árum síðani - er tað eydnast at fáa sátt-
málarnar upp á tað, teir vóru í 1990.
Tí var kravið hjá fakfelogunum um at
steðga reallønarfallinum skilligt. Høvdu
fakfeløgini fingið eitt vet oman fyri pris-
vøksturin, sum er 4,5%, so reallønin ikki
helt fram at lækka, kundi hetta verið tulkað
sum ein tokk fyri, at fakfelogini vóru at
tosa við, tá landið var í váða. Men gakk -
framferðin kann nú heldur skírast eitt
asnaspark. Sosialurin
Ystri Luhin hevur 49 myndir á framsýningini í Norðurlandahúsinum, ið letur upp í dag og er opin til 7. apríl
TuRrIÐ KJØLBRO
I dag kl. 17.00 letur lista-
framsyning hjå Astri Luihn
upp í Norðurlandahúsinum.
Við á framsýningini eru 49
verk. Tey flestu motivini eru
fuglur og fuglabjørg, sum
hava verið tema í myndu-
num hjá Astri Luihn í mong
ár. Myndirnar kunnu síggj-
ast sum súmbol fyri okkara
egnu dreymir og kenslur,
eisini sum frambering av
mynsturdáningum, ævigu
endurtøkunum og sum á-
minningar um náttúrunnar
kvæmi.
Føroysku fuglabjørgini,
ið listakvinnan fyrstu ferð
sá í teirra sanna veldi í
Skúvoy í 1970, eru bert við-
fáningur í dag. Myndin,
Astri gevur av bjørgunum,
er eitt minni, ið brendi seg
inn í medvitið.
Myndirnar eru gjørdar á
ymsan hátt á linoleum,
skorið, valsað inn við litum
og prentað á pappír. Á hesi
framsýningini hevur hon
afturat málað beinleiðis á
pappirid, se myndirnar eru
á markinum at vera bæði
málningar og grafikkur.
Astri Luihn er ættað úr
Noregi. Hon kom til Før-
oyar fyrst í sjeytiårunum og
hevur búð her meginpartin
av tidini sidani tå. Hon er
cand. mag. i folkalivsfrødi
og tónleiki. Sidstu 10 árini
hevur hon burturav virkað
sum listafólk og í løtuni er
hon forkvinna í felagnum
Føroysk Myndlistafólk.
- Eins og við tónleiki ert
tú sum listafólk noydd at
arbeiða hvønn dag fyri at
menna teg, fyri at halda
handverkið við líka og fyri
at fylgja við, hvat hendir.
Sum listafólk mást tú eisini
fylgja við myndlistini aðra
staðni. Hugsar tú bert um
títt egna steðgar tú upp.
Eldri list er eisini ein kelda
Mynd: Alvur Haraldsen
til íblástur. Í mínum føri eru
tað serliga grafikararnir, eg
havi lært nógv av. Listafólk
síggja veruleikan á ymiskar
mátar og tað er í sjálvum
sær íblástur. Tað nýtist als
ikki at líkjast tí eg geri fyri
at tað kann geva mær nak-
að, segði Astri Luihn í sam-
rødu í blaðnum í farna mån-
að.
Síðstu árini hevur Astri
Luihn sýnt fram á framsýn-
ingum bæði í Føroyum og
uttanlands. Framsýningin í
Norðurlandahúsinum er op-
in til 7. apríl.
Býráðsfundur í Havn:
Upptøkureglurnar viðgerast í kvold
Býráðslimir í Havn skulu taka stóðu til eitt munandi broytt uppskot um
nýggjar upptókureglur til dagansingarstovnarnar og kommunalu dagróktina
TURIÐ KJØLBRO
I kvold hevur Tórshavnar
býráð fund og ellivu mál eru
á skránni. Størsta málið er
uppskotið til nýggjar upp-
tókureglur til dagansingar-
stovnarnar og kommunalu
dagrøktina. Uppskotið hev-
ur sum kunnugt verið fyri
býráðsfundin fyrr, men nú
tað kemur aftur á borðið, er
tað munandi broytt.
Arbeiðsbólkurin, ið síð-
ani í heyst hevur arbeitt við
uppskotinum, er ikki ein-
mæltur. Uppskotið er í 13
punktum. Formaðurin í sos-
talu nevnd, Heðin Morten-
sen, ið er minnilutin í bólk-
inum, tekur ikki undir við,
at økislistar verða gjørdir so
leingi tørvurin á stovns-
plássum er so stórur. Meir-
lutin, Eyðun Jensen, Katrin
Holm og Katrin Dahl, hin-
vegin mælir til at býta býin
upp í fýra øki.
Verða upptøkureglurnar
samtyktar á býráðsfundi-
num í kveld, fáa foreldur,
ið hava børn á bíðilista, eina
betri og greiðari avgreiðslu.
Tey fáa høvi at raðfesta ans-
ingarstað i økinum, og tey
fáa skrivligt svar frá umsit-
ingini við fráboðan um, nær
umsóknin er móttikin, hvat
nummar barnið er á tí saml-
aða bíðilistanum, hvat
nummar barnið er á økis-
bíðilistanum, og nær barnið
væntandi kann fáa pláss.
Eftir nýggju reglunum
koma børn á bíðilista eftir
umsóknardegnum. Tá pláss
er tøkt skal fyrsta barnið á
bíðilista í økinum hava til-
boð.
Systkin fáa ikki framíhjá-
rætt, men miðast eigur ímóti
at systkin fáa pláss á sama
stovni.
Av gðrum málum, ið lim-
ir í Tórshavnar býráð skulu
viðgera og taka støðu til í
kvold, er eitt nú Býlings-
húsið Inni á Gøtu, ið ikki
fær pening til rakstur frá tí
almenna fyrr enn í summar,
hóast húsið letur upp hálvan
apríl. Nýtslurætturin hjá
Føroya Ellisakførum av
gamla vatnbrunninum vid
Gråastein skal eisini vidger-
ast umframt leigusåttmålin
millum Térshavnar komm-
unu og Grunnin Tórsvoll.
Onnur mål eru eisini å
skrånni.