hósdagur 18. mars 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12Nr. 53 — 18. MARS 1999
tíðindablaðið
15
Mynd: Álvur Haraldsen
I útvarpsstovvuni: Jógvan Jespersen. Tøkningur: Jógvan Jespersen. Lagt til rættis: Jógvan Jespersen...
= æ
Einsamallur og krim-
sjúkur í Sortudíki
Jógvan Jespersen, krímsjúkur útvarpsstjóri, verjir einsamallur borg uppi í
Sortudíki so leingi arbeiðssteðgur er
JOHN JOHANNESSEN
Øll starvsfólkini í Utvapi
Føroya uttan sjálvur stjórin
eru limir í Starvsmannafel-
agnum. Tí eru øll uttan
stjórin við í arbeiðssteðg-
inum, og tískil er hann eins-
amallur um at bera tíðindi
til lurtararnar kring landið.
Jógvan Jespersen sigur, at
hann avgjørt ikki metir hetta
sum nakra góða støðu at
vera í. Hann vísir á, at Ut-
varpið er ein samskiftismið-
il, ið er serstakliga væl egn-
aður sum boðberi í neyð-
tænastum, og sigur, at møg-
uleiki er fyri, at okkurt
hendir, ið ein maður einsa-
mallur ikki klárar at bera
boð um. Tískil heldur hann,
at allir leiðarar í húsinum
skuldi fingið loyvi frá
Starvsmannafelagnum at ar-
beitt, hóast talan er um ar-
beiðssteðg. Hann vísir eisini
á, at hann fleiri ferðir undir
øðrum verkfallum hevur
biðið bæði Starvsmannafel-
agið og Landstýrið um at
fáa undantaksloyvi, so t.d.
tíðindastjórin og tekniski
stjórin kunnu meta til ar-
beiðis. Men hesum hava
bæði Starvsmannafelagið
og Landsstýrið hvørja ferð
víst aftur.
Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri, heldur als ikki
at hetta kann góðtakast, tú
beyðugt er við einari góðari
tilbúgving í slíkari støðu,
sum samfelagið er í, undir
einum arbeiðssteðgi.
Einsamallur í 19 dagar
Utvarpsstjórin sigur. at tað
tríggjar ferðir er hent hon-
um, at hann undir verkfallið
er komin at sita einsamallur
og varpa tíðindi út til For-
oya fólk frá Sortudíki.
Fyrstu ferð hetta kom fyri,
var í 1995, tá útvarpsstjórin
sat einsamallur á borgini í
19 dagar. Aðru ferð. hetta
hendi, var í fjør, men tå var
bert talan um tríggjar dagar.
Tvær ferðir um dagin
Útvarpið sendir undir ar-
beiðssteðginum bert tvær
ferðir um dagin. Hetta er á
middegi og klokkan hálvg-
um sjey á kveldi. Utvarps-
stjórin sigur, at hann hevur
møguleika at senda tónleika
allan dagin, men heldur
hetta ikki tæna nøkrum end-
amåli. Tiskil sendir hann
vedurtidindi og tidindi tvær
ferðir um dagin. Hetta held-
ur hann hava alstóran fyri
lurtarafjøldina, tí veðurtíð-
indi og tíðindi eru nakað,
ið ein eigur at hava møgu-
leika at hoyra.
Útvarpsstjórin veit ikki,
hvussu leingi hann kemur
at sita einsamallur í Sortu-
díki, men hann vónar, at tað
ikki verður leingi.
Kunnu ikki vera bekent at virða børnini so lítið
Tað ber heldur ikki til at leggja barnaansingina til kommunurnar, uttan so at peningur fylgir við.
Annars hava fáar kommunur ráð at skipa ella menna barnaansingina, sigur Heðin Mortensen
m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningum um barnaansingartrupulleikarnar
OLAvur Í BEITI
Fyrradagin setti Heðin
Mortensen fyrispurning
fram viðvíkjandi barnaans-
ingini, og vil hava at vita
frá Helenu Dam á Neysta-
bø, hvat landsstýrið ætlar at
gera fyri at nøkta stóra tørv-
in á barnaansing? Um svar-
ið er ja, nær verður tað so
gjørt? spyr Heðin Morten-
sen, og er svarið nei, hví
ætlar landsstýrið ikki at
loysa barnaansingartrupul-
leikan? vil Heðin Morten-
sen hava at vita.
Í viðmerkingunum sigur
sambandstingmaðurin, at
tað hevur leingi verið kent,
at barnaansingartrupulleik-
arnir eru overhonds stórir. Í
farnu viku vísti sjónvarpið
aftur á trupulleikan, og m.a.
var formaðurin í barna-
verndini í Havn, Finnur
Helmsdal, á skíggjanum.
Hann segði, at foreldur vóru
so illa fyri, at tey tóku tiltøk,
sum kundu vera lívshættis-
lig fyri barnið.
Sjón fyri
— Og kveldið eftir hevdi
sjónvarpið aftur eitt innslag,
har vit sóu sjón fyri søgn.
Foreldur lata børnini sita í
bilinum, meðan tey eru til
arbeiðis!!!!
— Álvaratos, samfelagið
kann ikki vera bekent at
virða børnini so lítið, at tey
skulu sita í einum bili, í
trygdarseðlum, í fleiri tímar,
meðan foreldrini eru til ar-
beiðis. Hvat kann ikki
henda í eini slíkari stóðu?
Heðin Mortensen vísir á, at
Tórshavnar Býráð hevur
gjørt nógv fyri at fáa tam-
arhald á barnaansingartrup-
ulleikanum í høvudsstad-
num. M.a. eru býlingshús
útbygd, og eitt nýtt býlings-
hús er bygt. Men tað tor-
skilda í øllum hesum er, at
landsstýrið játtaði pening til
at byggja tað nýggja bý-
lingshúsið fyri, men ikki til
raksturin. Tað er burturvið,
tí almenni parturin er hóast
alt 35 prosent.
Ringasti tørvurin
— Eg veit, at Helena Dam å
Neystabø fleiri ferdir hevur
sagt, at barnaansingin skal
leggjast til kommunurnar at
umsita. Men nær tað verður,
er ikki greitt, og so leingi
sum verandi skipan er, sum
hon er, so hevur landid
skyldu at vera vid til at
loysa trupulleikan.
— Tad ber heldur ikki til
at leggja barnaansingina til
kommunurnar, uttan so at
peningur fylgir vid. Annars
hava fåar kommunur råd at
skipa ella menna barnaans-
ingina. Eg haldi, at vit eru
komin til markið, sum vísir,
at tørvurin á barnaansing er
so stórur, at nógv meir må
gerast fyri at loysa hann,
enn gjørt verður nú.
— Eg kann leggja aftrat,
at formaðurin í barnavernd-
ini í Havn er limur í sam-
gonguni, og tí skuldi verið
lagað manni at fingið loyst,
um ikki annað tann ringasta
tørvin, sigur Hedin Morten-
sen at enda í viðmerkingu-
num.
Almanna- og
= Heilsumálastýrið
Enduruppslag
Av tí at ov fáar umsóknir komu til
niðanfyrinevnda starv verður starv-
ið við hesum lýst leyst av nýggjum.
1 starv sum leiðari
fyri rokniskaparhaldið.
Um rokniskaparokið:
Uppgávan er:
* at leggja rokniskaparhaldið innan
Almanna- og heilsumálastýrið til
rættis sambært roknskaparhaldi
landsins og at menna hetta samsvar-
andi hesum.
* at gera mannagongdir og vegleið-
ingar v.m. og vera við til at inplem-
entera hesar.
* at tryggja at datagrundarlagið er í
lagi, og at tað verður eins háttað inn-
an alt Almanna- og heilsuokið.
* At savna og skipa rokniskaparhaldið
í figgjardeildini í Almanna- og heilsu-
málastýrinum.
Forleikakrov.
Viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga
økid frá hægri læristovni, sum t.d.
cand. merc. H.D ella líknandi.
Royndir/kunnleiki innan arbeiði við
roknskapi er ein fyrimunur.
Vit bjóða:
Sjálvstoðugt starv, til tíðir strævið, men
eisini áhugavert, við fjølbroyttum upp-
gávum.
Skeið og eftirutbugvingarmøguleikar.
Lon- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálastýrið og viðkom-
andi yrkisfelag.
Setanarøki er alt Almanna - og heilsu-
málastýrið við tilhoyrandi stovnum.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Mary í Garði, fíggjarstjóra,
tlf. 35 40 43
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum skal
sendast til:
Almanna -og heilsumálastýrið:
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 24. mars 1999