Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 tíðindablaðið Nr. 54 — 19. MARS 1999 Milan Cimburovic 7 spælandi venjari hjá NSI - Eg fari at læra mitt fimta fremmanda mál Bláa bók Feddur 5. september 1967 í Kragujevac (Yugo- slavia). Spældi vid: Radnicki (Kragujevac), BSK (Beo- grad), Spariak (Subbotica), Sartid-1913 (Smeder- evo), Stadler (Kiskeres, Ungarn), Dunafer (Duna- ivaros, Ungarn). 1997 vid Royn i Hvalba, i 1998 spælandi venjari hjå Royn. Frå 1999 spælandi venjari hjå NSI i Runavik. Gentan eitur Winnie Thomsen. Tey eiga saman eina dóttir, Kristinu Cimburovic. ÍVAN EGINSON Hesin 31 ára gamli jugo- slavin er ikki heilt ókendt navn í føroyskum fótbólti, sjálvt um hann ongantíð hevur leikt nakran dyst í 1. deild. Milan kom til Føroya á várið 1997, og síðan tá hevur hann verið staddur í Hvalba, har hann fyrst spældi, og seinni eisini vandi lokalfelagið Royn. Og tað gekst rímiliga væl hjá hesum lítla felagnum undir leiðsluni av Cimbúf- ovic - bæði í 1997 og í fjør vóru hvalbingar tætt við at vinna sær pláss í elituni av fóroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð í síni søgu. Tað eydnaðist kortini ikki. men oll í bygdini vóru væl nøgd vid arbeiðið hjá jugoslav: a- num. Milan var dámdur í Royn ikki bert sum venjari og spælari, men ikki minst sum menniskja - altíð fyri- komandi og í góðum lag. Hann treivst í Hvalba og dámdi sera væl viðurskiftini har. Men Milan duldi ong- njaran antíð fyri, at hansara mál var at royna seg á einum betri stødi, og tá hann fekk tilboðið frá Runavík, tók hann móti hesi nýggju av- bjóðing uttan at hugsa leingi um tað. Spældi á høgum stødi í heimlandinum Tey, ið hava sæð Milan Cimburovic leika fótbólt kundu ivaleyst sagt, at hann er ein av teimum bestu út- lendskum Føroyum yvirhøvur. Og spælarum i frá dottrini i Hvalba! Síðst í september mánað i fjør, tå fótbóltslandskappingin í 1. deild ikki enn var liðug , varð longu kunngjørt, at venjar- in hjá NSI í Runavík í 1999 eitur Milan Cimburovic. Sosialurin hevur hitt ve hetta er ikki løgid, um hugsað verður um tað stóðið jugoslavin spældi fyrst i sinum heimlandi og seinni i Ungarn. á - Eg byrjaði at íðka fót- bólt við felagnum í mínum heimbýi Kragujevac. Hetta er ein lítil hugnaligur býur í miðpartinum av Serbia. Eft- ir at hini londini í fyrrver- andi Jugoslavia tóku loys- ing frá Serbia og Montene- gro fyrst í nitiårunum, fóru øll sterk kroatisk og bosnisk feløg úr landskappingini í