Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 1999síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 19. MARS 1999 tíðindablaðið 25 |. deild, og ístaðin komu nógv små serbisk feløg i eirra pláss. eitt nú mitt sarndømsfelag Radnicki Kragujevac, og eisini Spar- tak Subbotica. har eg spældi seinni. Vit fingu knappliga nøguleikan fyri at kappast regluliga ímóti teimum heimskendu „.Reyðu stjørn- um“ úr Crvena Zvezda, sum vunnu Europeiska steypið fyri meistarar í 1991. Mi- hailovic. Savicevic, Jugovic og hinar hetjurnar í jugo- slaviskum fótbólti kenni eg ikki so lítið. Og vit kláraðu onkuntíð at fáa góð urslit Eigann av fyrrverandi liði fekk nýggju ár í fongsli æla. 0 Milan ( imbu kki nakao und 1994 nesun ror ny um jugoslaviska arkið til Ungarns at royna seg deild í grannalandi Mær dámdi ongantíð at sita leingi fastur á sama Ti skifti eg felog fleiri ferðir í míni karrieru. Ahugin hjá mær fyri øðrum londum og ðrum málum hevur altíð verið stórur, og tí var tað ógvuliga spenn- andi at fara til Ungarns. Stadler, sum eg spældi við har, var ikki nakað vanligt felag. Eigarin hjá Stadler, ein av teimum rikastu monnum í landinum, hevdi ætlannir at gera sítt lið, upp- kallað eftir honum, til tað besta í Ungarn, og einaferð í framtíðini millum tey sterkastu í Europa. Stadler- formaðurin heyði tvey stór- feløg, nevniliga Inter Milan og Ajax Amsterdam, sum fyrimynd, og tey bædi fel- øgini dåmdi honum so mik- 10 væl. at hann keypti teirra búnar. Ja. vit spældu dagliga í ungversku Í. deild í troyggjum hjá Inter og Ajax! Stadler fekk nógvar fínar spælarar til sín, eisini utt- anlanda frá. Hann brúkti eina rúgvu av pengum uppá felagið. og fyri at vera er- ligur, høvdu vit eina sera góða løn úr hansara lumma. Eingin av okkum visti nak- að. hvagani bossurin fekk sítt rikidømi, men ung- verskir løgreglumenn vóru helst betri kunnaðir um tað. Os fyri trimum árum síðani var Stadler skuldsettur fyri íggjarligt svik. og nú situr iann fongslaður í níggju ár plássi Í } | Gamli kenningurin Sivic lokkaði til Føroya Síðst í 1996 gjørdist stødan inn, at Milan Cimburovic bleiv so-kallaður ,friur a- gentur”, og kundi tí velja millum ymisk tilboð alla- staðni frá. Og ein dag ringdi 200i vinurin og fyrrverandi liðfelagin frå Spartak Subb- tica, Tomislav Sivic, til hansara. Tomislav hevði longu verið eitt år í For“ oyum tå, har hann spældi við VB í Vági. Sivic segði við Cimburovic, at eitt lítið felag í Suðuroynni leitar eft- ir einum drúgvum miðvall- ira, og spurdi, um hann ikki ii“ var áhugaður at koma. Mil- an ivadist eitt sindur í fyrst- ini, tí at hann heyði tá tilboð frá feløgum í ymiskum londum, men gjørdi av kort- ini at koma og kanna vidur- skiftini. - Eg visti ikki nógv um Føroyar, áðrenn eg kom hendan vegin. Fyri fyrstu ferð hoyrdi eg um hesar lítlu oyggjarrar fyrst í 1990, tá urslitid av lutakastinum til EM-92 undankappingina bleiv kunngjørt og Føroyar fóru í sama bólk sum Jugo- slavia. Eg hugdi sjálvsagt eftir báðum dystunum mill- um Føroyar og Jugoslavia, men tað einasta, sum eg mintist frá tí. var hvíta húgvan hjá Jens Martini... Tomica Sivic sendi mær nógvar upplýsingar um For- oyar, so eg var ikki púra blankur, tá eg kom til Hval- biar. Sigast skal, at eg havi ongantíð iðrað meg um tað stigið... Hin jugoslavin í Hvalba er nú bilførari heima Milan Cimburovic hevur næstan alt sítt lív spælt sum høgrubakkur, men í Royn brúkti hann sum oftast seg sjálvan á miðvøllinum. Mil- an var ikki einsamallur jug- oslavi í Hvalba. Samstundis leikti ein áleypari við lið- num. - Sasa Vukotic kom til Føroya saman vid mær i 1997. Sjålvt um hann ong- antíð hevur verið yrkisspæl- ari, kláraði hann seg rætti- liga væl í Royn, serliga tað fyrsta árið, tá hann skoraði nógv mál. Men tíverri manglaði Sasa nakað av sjálvsaga, og í fjør fekk hann ein so álvarsligan skaða, at hann var noyddur at gevast at sparka bólt. Nú koyrir Sasa hýruvogn í sín- um heimbyi í Jugoslavia… - Tað var sera hugnaligt í Hvalba. Fólk bæði frá nevndini hjá Royn og bygd- ini eru Ogvuliga fitt og g60 Á LS ú x at vera saman vid. Men eg vildi royna nakað nýtt, royna at kappast ímóti teim- um bestu í hesum landinum. Har í Suðuroy spældu vit sum oftast leygardag, og hvønn sunnudag plagdi eg at fara til Tvøroyrar, Vágs ella Sumbiar at hyggja eftir dystum í 1. deild. Royn er lítið felag, og vit høvdu ikki fleiri enn seks-sjey góðar leikarar, ið kundu roynt seg í 1. deild. Fyri at hava eitt veruliga gott lið má ein velja í minsta lagi millum fimmtan góðar spælarar. Hitti sin gamla liðfelaga í Runavík Milan Cimburovic er nogd ur við síni gongd í Runavík higartil. Spælarnir tóku væl ímóti honum. og nevndin stuðlar venjaranum í øllum viðurskiftum. Milan heldur. at sjálvt um honum dámdi væl at arbeiða í Hvalba, eru møguleikar norðanfyri nógv betri fyri at fáa góð úrslit. - Her á Runavíkar leiðuni er alt heilt ødrvisi. Felagið er stórt, vit hava tvey hundr- að fólk íðkandi fótbólt í ym- iskum deildum og aldurs- bólkum. Eg venji sjálvur bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið, og eisini ung- lingar. Trygvi Mortensen hjálpir mær bæði við venj- ing og at koma at kenna spælararnar betri. Og við øðrum hjålpir eisini okkara málmaður Dejan Milano- vic, ið var her í Runavík í fjør. Tá ið vit báðir spældu fyrst í nitiårunum við Radn- icki í Kragujevac, kundi hvørgin ímynda okkum, at síðst í tiggjuåraskeidinum enda vit báðir i føroyska fel- agnum NSI! Eg havi eisini sæð sjey 1. deildardystir hjá runavíkingum á sjónbond- um, so eg kenni leikarnar rættiliga væl longu nú. NSI er framtíðarfelag í føroyskum fótbólti, um ein hyggur at, hvussu nógvar evnaríkar spælarar vit hava. Men aldur á spælarum merkir ikki nakað fyri meg. Um ein 16-åra gamal leikari hjá mær er góður at brúka í 1. deild, so sleppur hann at spæla. Og um eg síggi, at næstan 40-ára gamli Abra- ham Hansen, ið venur aftur av álvara við okkum, megn- ar at varðveita sitt stødi, hann er kendur fyri, so skal hann eisini vera við . Eg kenni ikki ungar og gamlar leikarar, eg kenni bara góð- ar og vánaligar... Bbesta úrslitinum hjá NSI nakrantid i 1999 Nýggi NSI-venjarin dylir ikki fyri, at hann ætlar sær betri úrslit í landskappingini í år, enn tað fimta plassið. sum runavíkingar fingu í 1998. - Eg havi ikki brúk fyri fleiri spælarum á liðnum. heldur ikki útlendskum. Vit hava nógv av góðum fólki. og útlendingar reka upprun- aligar leikarar úr liðnum. Lagið á spælarum er gott. allir møta til hvørja venjing og tað verður ikki nakað óvantað fyri meg, um vit fara at stríðast á jøvnum fóti ímóti KI, GI og teimum báðum havnarfeløgum. Eg skal sjálvur vera nøgdur við einum plássi millum trý tey fremstu komandi heyst. NSI hevur ongantíð í síni søgu verið so høgt plaserað i landskappingini og í ár hava vit uttan iva góðan møgu- leika at fáa okkara besta úrslit nakrantíð. Milan Cimburovic roknar við, at hansara framtíð verð- ur sum fótbóltsvenjari. Hann nýtir sína frítíð til at lesa ymiskar bøkur um á- stødi av spæli og fyrireika seg ti: venjingar. Fyri nøkr- um mánaðum síðani fekk Milan venjaraprógv í sínum heimlandi. - Eg vitji míni foreldur hvønn vetur. Men eg hevdi spælt uttanlanda í seks ár Málmaðurin hjá NSI, Dejan Milanovic, og hansara núverandi venjari spældu saman í felagnum Radnicki fyrst í nítiárunum og eri nu venur at vera burt- ur frá frændum og kenning- um har. Eg kann ikki siga, at mær leingist so ræðuliga nógv eftir Jugoslavia, sjálvt um tað ongantíð hevur verið nakað kríggj í tí partinum av landinum, sum eg eri ætt- aður frå. Men eg veit ikki um eg verði verandi í Før- oyum í nógv ár. Mær dámar væl her, men tað eru nógvar spennandi avbjóðingar aðr- astaðni eisini. Nú dugi eg ikki at spáa, hvussu tað verður um tvey ella trý ár. Skal ikki undrast, um Føroyar sigra á Skotlandi Vit tosa eitt sindur um for- oyska landsliðið og tess úrs- lit í teimum seinastu dystu num. Milan heldur, at sjålvt um vit hava sæð eina stóra framgong tey síðstu árini. eru úrslitini kortini ikki nog góð. - Fyri meg at tapa 1-2 er næstan tað sama, sum at tapa, siga vit, 1-7. Um mítt ið er eitt mål aftanfyri, so royni eg ikki at verja eitt sovorðið úrslit. men vil elst taka kjansir fyri at javna. Sjálvt um hetta land- ið er so lítið, finnast nógvir fralíkir spælarar her, og tað er eitt sindur spell. at lands- iðsvenjarin ikki nýtir sína tíð og sína orku at royna ungar evnaríkar leikarar. Her í Runavík til dømis kundi eg viðmælt í minsta lagi fýra dreingir á lands- liðið: Christian Høgna Jac- obsen, Dánial Hansen, Jón- stein Petersen og Helga L. Petersen. Eg vil tó ikki standa fast við, at allir fýra kundu fingið fast pláss á liðnum, men Í teir eru í hvussu so er framtíðarspæl- arar, sum vónandi koma á landsliðið fyrr ella seinni. Annars skulu føroyingar hava Ísland ella Kypros sum fyrimynd í altjóða kappingum. Tey bæði lond- ini eru ikki so nógv størri enn Føroyar, men tey klára ség heilt ómetaliga væl Men føroyskur fótboltur er á rættari leið. Um føroy- ingar vinna á Skotlandi í juni mánað, so undrar tað meg als ikki. Tosar fimm mál - lærir føroyskt frá dóttrini Milan Cimburovic dugir ikki færri enn fýra fremm- and mál. Umframt sítt móð- urmál, ið er serbiskt, tosar jugoslaviski venjarin hjá NSI eisini enskt, tyskt, russ- iskt og ungverskt. - Ungverskt er ræduliga torført at læra. Malið líkist ikki nøkrum ødrum í ti part- inum í Europa, og tað hevur tjúgu try føll. Men tå ið eg kom til Ungarns, gjørdi eg av at læra teura mål. Og aftaná try ár í landinum dugdi eg kortini málið sera væl. I Foroyum samskifti Milan framvegis á enskum. og blandar eitt sindur av før- oyskum uppí. Á spurningin um hann fer at læra seg for- oyskt í álvara, svarar Milan smílandi: - Ja. eg skal læra málið frá dóttrini hjá mær... ...Eingin av okkum veit sína lagnu. Tá ið Milan Cimburovic fyri tveimum árum síðani hugsaði um hann skuldi koma til Foroya at spæla fótbólt ella ei, visti hesin hugnaligi og bjart- skygdi jugoslavin helst ikki. at hálvt annað árið seinni skulu hann og hvalbiargent- an Winnie Thomsen fáa eina fitta dóttir. Winni og lítla Kristina eru í Hvalba nú, men tær skulu koma til pápan um nakrar dagar. - Soleiðis kann lívið okk- ara laga seg, sigur ein hugs- anarsamui Milan og hyggur stoltur at myndini cv Krist- inu, sum hongur á veggi- num í harsara nýggju hús- um í Runavík, har hann fer at leiða lokalfelagið NSI til elituna av føroyskum fót- bólti.