Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 20. MARS 1999 tíðindablaðið Tyrlan økir ikki um vanliga túratalið Hóast ferðasambandið sjóvegis millum oyggjarnar liggur lamið orsak- að av verkfallinum, hevur tyrludeildin hjá Atlantsflogi ongar ætlanir um at ókja um túratalið JOHN JOHANNESSEN Manningin á tyrluni hjá At- lantsflogi er ikki limur í Starvsmannafelagnum, og sostætt er tyrluflúgvingin ikki rakt av arbeidsstedgi- num, Tyrlan flýgur sínar vanligu túrar kring oyggj- arnar, eins og einki var hent. Men av tí at tyrlan í løtuni er einasta regluliga sam- bandið millum oyggjarnar, er eftirspurningurin stórur fyri at sleppa við tyrluni. Frá tyrludeildini verður sagt, at rættuligur telefon- stormur hevur verið síðani skrivstovan opnaði miku- morgunin eftir at verkfallið var lýst. Men hóast tann stóra kravgangin, hevur tyrludeildin ongar ætlanir um at røkia túratalið. Rutu- flúgvingin verður tann sama sum vanligt. Tyrlupallur raktur Hóast manningin á tyrluni ikki er limur í Starvsmanna- felagnum, er manningin á einum einstøkum tyrlupalli limur f hesum felag. Talan er um tyrlupallin i Frodba i Suduroynni. Suduroyggin er helst tann oyggin, sum er mest avskorin frå restini av landinum, tå Smyril ikki er í sigling. Tí kemur tað sera illa við hjá suðuroying- um, at heldur ikki tyrlan er í rutu til oynna undir verk- fallinum. Pedagogar í samhugaverkfall Føroya Pedagogfelag er millum teirra, ið eru farin í samhugaverkfall fyri Starvsmannafelagnum. Tey halda framferðina hjá Fíggjarmálastýri- num vera beinleiðis vanvirðisliga móti fakfelógunum JOHN JOHANNESSEN Limirnir í Føroya Pedagog- felag sýndu allan gjárdagin samhuga við limum Starvs- mannafelagsins við at leggja arbeiðið niður. Pedagogfelagið er samt við Starvsmannafelagnum í, at tey alment løntu starvs- fólkini als onga lønarhækk- an hava fingið í áravís. Tey halda gongdina heldur hava verið beinleiðis øvugta. Ti halda tey tað vera heilt 6- skiljandi, at Fíggjarmála- stýrið vísir so lítlan vilja at veita teimum alment løntu starvsfólkunum sømulig kor. Tey átala harðliga tvørr- andi viljan hjá Fíggjarmál- astýrinum at eftirlíka teim- um krøvum, sum fakfeløg ini hjá teimum alment løntu hava sett fram undir verandi sáttmálasamráðingunum Lenarhækking legtings- manna vanvirðislig Somuleiðis metir Pedagog- felagið framferð Fíggjar- málastýrsins vera beinleiðis vanvirðisliga, tá hugsað verður um, at politiski myndugleikin samstundis, sum hann ikki vil hækka lønirnar hjá teimum alment løntu, hevur samtykt lóg, sum gevur teimum fólka- valdu lønarhækkingar, sum eingin yrkisbólkur á før- oyska arbeiðsmarknaðinum nakrantíð hevur fingið Liðugur á midnått Arbeiðssteðgurin hjá peda gogunum var liðugur á mid- nátt. Men tó hevur hann havt stóra ávirkan, tí ein rúgva av foreldrum vistu í gjár ikki hvussu tey skuldu fáa børn síni passaði, meðan tey vóru til arbeiðis. Nakrir limir í Føroya Ped- agogfelag vóru undanuknir arbeiðssteðginum. Hesir vóru starvsfólk á døgn- stovnum, tænastumenn og tænastumannalíknandi sett. Arbeiðið elvir til 1.000 krabbatilburðir á hvørjum ári JOHN JOHANNESSEN Ein donsk kanning vísir, at vánaligar arbeidsumstødur elva til umleið 1.000 krabb- ameinstilburdir á hvørjum ári, og umleið 700 av hesum tilburðum føra til deyða, metir Jórgen H. Olsen, yvir- lækni á Institut for Epide- miologisk Kræftforskning í Danmark. — Tað finnast fleiri evni á donskum arbeiðsplássum, ið vit vita eru krabbameins- elvandi, sigur Jórgen H. Ol- sen við danska blaðið In- formation. Karbbameinstilburðirnir, ið vanliga kunnu sporast aftur til arbeidsumhvørvid, eru fyrst og fremst karabb- ameinstilburðir í andaleið- ini. Lungnakrabbi er nógv tann størsti parturin. Hóast sjúkurnar eru elvd- ar á arbeiðsplássunum, ber illa til at fáa endurgjald. Or- søkina til hetta heldur Jørg- en Olsen millum annað vera, at læknar ikki gera nóg mikið við at skráseta krabb- ameinstilburðir sum ar- beiðsskaðar. — Læknarnir eiga at gerast betri ul at hugsa um talan ikki kann vera um arbeiðs- elvdar krabbameinstilburð- ir. Er talan um hetta, eiga teir at skráseta tilburðirnar, sjálvt um illgrunin ikki er so ógvuliga væl grundaður, sigur Jørgen H. Olsen. Fotboltsvøllurin i Vågi skræddur undir kavarudding JOHN JOHANNESSEN I ti nógva kavanum fyrr í månadinum skrædnaði fót boltsvøllurin í Vági, tá farið var at rudda kavan av hon: um við einari gravmaskinu. Tað bar so á, at ein av tonn- unum á skuffuni á grav- maskinuni kom føst í vøllin og skræddi eitt petti av vøll- Inum omanav. Fótbóltsdeildin hjá VB sigur, at væl ber til at um- væla óhappi, og eingin vandi er fyri, at vøllurin ikki verður klárur tá landskapp- ingin byrjar. Nýggjar tíðir fyri frukt og gronmeti — og feskan, ísaðan fisk av landinum. Í meðal eru ikki meira enn 48 tímar millum sendara og móttakara. Allan fríggjadagin taka vit ímóti farmi í Hedehusene og Kolding og í Hanstholm, líka til leygardag á middegi. Norrøna fer avstað leygarkvøld og mánamorgun eru vit frammi í Føroyum. Í Føroyum taka vit móti farmi allan hósdagin og longu um middagsleiti leygardag rullar farmurin í land í Danmark. Allir út- og innflytarar av farmi hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutningsleið. Smyril Line Cargo Jónas Broncksgøta 35 100 Tórshavn Tlf. 31 59 00 Fax 31 89 60 Smyril Line Cargo Trafikhavnsgade 7 7730 Hanstholm Tlf. 096 55 03 50 Fax 096 55 03 51 Smyril Line Cargo Birkedam 10 6000 Kolding Tlf. 076 30 08 55 Fax 076 30 09 55 Smyril Line Cargo Guldalderen 6 2640 Hedehusene Tlf. 046 59 34 98 Fax 046 59 30 34 +» SMYRIL LINE 7 TIN SKJÓTASTA FARMALEIÐ