Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 55 — 20. MARS 1999 Bíðilistin við børnum til dagstovnarnar og kommunalu dagrøktina í Havn veksur fyri hvønn dag. Í løtuni bíða 450 børn og foreldur teirra. Tey vóna. 5 it verða tey næstu. ið sleppa framat, nú 250 pláss verða tok 1. august. Katrin Holm, leiðari á dagstovnaskrivstovuni hjá Tórshavnar býráð: - Eg eri eingin gandakallur - Eg vildi fegin hjálpt øllum foreldrunum, men tað kann eg ikki. Foreidur í neyðstóðu leggja meg undir lupp og krevja meg til svars fyri avgerðir, eg taki. Eg føli tað akkurát sum, at eg eri eitt sjáldsamt dýr, ið situr í einum glasbúri og verður eygleitt úr øllum heraðshornum. - Hóast eg føli við foreldrunum taki eg fyrst og fremst synd í børnunum. Eg síggi nógvar 6- hepnar og óforsvarligar loysnir, og vidhvørt undrist eg á, at foreldur fara so langt, tá ið tey leita eftir ansing til barn teirra, sigur Katrin Holm TURIÐ KJøLBRO Øll vita hver hon er. Øll í Torshavnar kommunu. Øll, sum eiga børn å dagstovni Øll, sum bida eftir einum stov nsplåssi Í hesum døgum gleðir tel- efonin á skrivstovuni hjá Katrini Holm. Hon hevur úr at gera við at tosa við neyð- stødd og desperat foreldur, ið so ógvuliga fegin vilja koma uppí part. nú 250 pláss skulu lutast út til I august, tá tann stóra útskift- ingin á stovnunum fer fram Samstundis er fundarvirk- semið stórt. Stovnsleidarar eru inni á gólvinum og geva leiðaranum á dagstovna- skrivstovuni nærri boð um, hvussu nógv pláss verða tók, hverjir aldursbólkar skulu raðfestast og hvussu nógv av hverjum kyni hesa ferð sleppa igjøgnum nálar- eygað. - Í ár eru 82 pláss fleiri at luta út, tí tveir stovnar eru útbygdir og ein stovnur er bygdur afturat. Øll foreldr- ini fáa boð í senn og tað er nærum sum at sleppa eini bumbu. Øll vita beinanveg- in, hver hevur fingið pláss og hvor ikki hevur. Hetta er so eldfimt, sigur Katrin Holm Tey hava einki val Seinastu tólv árini hevur Katrin Holm verið leiðari á dagstovnaskrivstovuni hjá Tórshavnar býráð. Skriv- stovan umfatar bíðilistan til allar dagstovnarnar í Havn umframt Frítíðarskúlan, og arbeiðsuppgávan hjá Katr- ini er at luta tey tøku pláss- int á stovnunum til børnini å bidilistanum. Høvudsuppgåvan hjå mær er at dagføra bíðilistan, at boða politikarunum frá, hvussu stødan er, og at tosa við stovnsleidararnar. Men meginparturin av arbeids- orkuni fer til at tosa vid for- eldur. ið hava børn á bíði- lista. Eg fái ikki altíð hjálpt teimum og plagi at siga, at eg eri eingin gandakallur. Vidhvørt havi eg verið ov fitt og sagt, at eg kanska kann hjálpa teimum seinni og havi tí biðið tey um at koma aftur. Kann eg tá ikki hjálpa teimum, gerast tey í ødini, tí tey siga, at eg havi lovað at hjálpt teimum. Sigi eg „kanska tað verður eitt pláss“. hoyra tey tað sum „at tað verður eitt pláss“. - Viðhvort taki eg so synd í teimum, eg vil ikki kvetta av og avvísa tey. Kvetti eg av og Sigl, at „her er einki pláss fyrr enn næsta summ- ar“, verða tey frá sær sjálv- um. Eg havi verið út fyri, at fólk ripa nevna í borðið og hava lagt eftir mær persón- liga og likamliga. Eg kann eisini ripa nevan í borðið og verða ill. - Onnur verða so kedd, og tað er nógv verri. Tað eru eisini nógvar glaðar løt- ur, og tað er tá ið eg kann siga við eini foreldur, at barn teirra hevur fingið eitt pláss. - Hesi fólkini eru í eini desperatari stóðu. Tey hava einki val. Tey sita kanska í einum húsum fyri meiri enn miljónina, farloyvið er langt síðani úti, og arbeiðsgevarin er ótolin eftir at fáa tey til arbeiðis. Kanska hava tey roynt onkra svarta dagrøkt, sum ikki hevur verið ngkt- andi. Og spurningurin er, hvussu nógv tey vilja bjóða barninum afturat. Sam- stundis er tað tvingandi neyðugt, at bæði foreldrini arbeiða, tí tann eina inn- tøkan er ov lítil til at gjalda lánini. - Ert tú í læru ella gongur í skúla er tað eingin ólukka longur at fáa eitt barn, men tú sleppur ikki í skúla, um tú ikki hevur eitt pláss til barnið. Eg síggi dómi, har ommur koma til Havnar ymsa staðr.i frá úr landi- num, at ansa ommubørnum og eru her í hálvt ár ella longri. Onnur dómi eru, har ungar mammur, sum ganga í skúla, hava børnini í heim- bygdini, sum kanska liggur langt burturi og tí síggja tær børnini bara í vikuskifti- num. - Tað eru nógvar meiri og minni óhepnar loysnir og nógvar tristar lagnur. Hjá mær er tað eisini ein etiskur spurningur um, hvussu langt eg skal grópa í for- eldrunum. Summi eru opin og leggja oll kort á borðið. Onnur eru afturlatin og kon- tant, sigur Katrin Holm. Nógv skal ganga upp Hesar lagnurnar, sum Katr- in Holm hvønn dag allan dagin fær innlit í, fara ikki tvørtur við borðinum uttan at tær rína við hana. - Tað er ikki hvønn dag, tá ið eg komi heim úr ar- beidi, at eg kann siga, at nú eri eg liðug at arbeiða. Mangan liggi eg um kvøld- ið og sovni ikki. tí eg hugsi um tingini. Serliga nú, tá ið trýstið er so stórt og foreldur vita, at tað er í hesum døg- um, at tað verður avgjørt, hvørji børn sleppa inn. Men eg eri úr góðum bergi brotin og eg gevi ikki skarvin yvir. Foreldur koyra tað ikki yvir á meg persónliga, og eg foli Mynd: Jens Kr. Vang ikki, at eg havi óvinir. Hóast Katrin Holm tví- heldur um, at upptøkuregl- urnar eru amboðið, hon ar- beiðir út frá, sigur hon, at hon í fórum verður noydd at taka serlig fyrilit, tá ið tað ræður um støðuna hjá tí einstaka barninum og til samansetingina á tí einstaka stovninum. - Eg veit, at foreldur eru ónggd við, at børn, ið eru seinni skrivað upp enn teirra, verða tikin fram um. Og tað er einfalt tí, at ald- urssamansetingin á dag- stovninum má varðveitast eftir einum ávísum býti, tí annars detta vøggustovur- nar niður fyri. Vit kunnu ikki fylla vøggustovurnar við 2 ára gomum børnum. Tað má vera eitt ávíst tal av børnum í øllum årgangum fyri at varðveita samanset- ingina á vøggustovuni. Annars gongur tað ikki upp. - Viðvíkjandi kyninum er tað umráðandi fyri trivnaðin á stovninum, at ein ávís javnvág er millum kynini. Tað kann tykjast heilt órím- iligt hjá foreldrum, at eitt barn sum er fott í jan. 99 verður tikið fram um eitt barn, sum er føtt í okt. 98. Men fyri aldurs- og kyns- samansetingina á stovni- num er tað neyðugt. Tá ið barnaverndin vendir sær til okkara við einum barni, 10 má fáa pláss. raðfesta vit tað sum tað fyrsta. Men foreldur leggja meg undir lupp og krevja meg til svars fyrr av verðir. eg taki. Eg føli tað akkurát sum, at eg eri eitt sjáldsamt dyr, ið situr í ein um glasburi og verður eyg leitt úr ollum heraðshorn um. Eg kann ikki gera ein eil. so eru oll á gosi. Eg so væl eftir. hvat fólk vita so 0 nær hetta o barnið er uppskrivað hon átti og nær hin átti Kemur eitt barn, 10 barna rndin visit ma anså trúliga væl hatta næl Ve á má faa ett pláss. spyrja fólk meg. hví tað sleppur framat. Eg havi tagnarskyldu og kann ikki úttala meg um persónlig viðurskifti. Tey. eg skal standa til svars fyri. eru pol itikararnir og umsitingin Nógv filast á. at foreld ur, sum einki arbeiði hava fáa pláss til barnið. Vit kunnu venda tað við os siga, at hevur tú einki pláss til barnið kanst tú ikki søkja arbeiði. Eg kann ikki taka dagar ímillum um, hvørji skulu á stovn ella ikki. Eg havi "upptokureglurnar at ganga eftir og einki annað. - Eg vísi foreldrunum á. at vit hava ikki nøkur pláss. Hóast tað gongur framá sleppur kommunan ikki undan at byggja fleiri dag- stovnar, men hon ræður ikki einsamøll fyri hesum. Fyrstu kreppuárini vórðu allar utbyggingarætlanir lagdar í skuffuna. Fólk, sum rýmdu av landinum tá, koma aftur nú. Tey fara hvorki til Viðareiðis ella Sumbiar, øll koma til Havn- ar. Stórur partur av børnu- num á bidilistanum eru børn hjá tilflytarum. Umframt er ein listi yvir hálvt hundrað børn hjá fólki, ið fara at flyta hendanvegin, men tey koma ikki uppá tal, fyrr enn tey eru flutt. Veruleikin hin sami Katrin Holm hevur sitið í arbeiðsbólkinum, ið hevur tilevnað uppskot til nýggjar upptøkureglur til dagstovn- arnar og dagrøktina. Og hon er ikki f iva um, at tad er rætt at hava økislistar. - Tað er av alstórum tydn- ingi, at barnið er í nærum- hvørvinum og er millum hini børnini í grannalag- num. Tað er attavgerandi fyri trivnaðin hjá teimum. Tey, ið búgva í einum oki við býlingshúsi, hava verið ógvuliga priviligerað. So priviligerað verða tey ikki í framtíðini, tí tey mugu deila plássini við onnur. - Hóast vit fáa nýggjar upptøkureglur og nýggja telduskrá, verða ikki tær stóru broytingarnar, tí bíði- listin er tann sami. Eg gleði meg til tann dag, tá ið fólk koma inn til mín og søkja um eitt plåss, og eg kann spyrja tey, um tey vilja hava eitt plåss å Argjum ella Inni å Gøtu. Tann dagurin kemur kanska, men hann er langt burturi. sigur Katrin Holm at enda.