Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 20. MARS 1999 Nr. 55 - 20. MARS 1999 - Í 1994 vórðu Elin Mortensen og Femja Petersen. ið báðar á miðnámsskúla, MAF. valdar inn í I 1996 gjørdist Elin NUTU og eru 19 ára gamlar og ganga neyndina í Ung í føroyvskt umboð Femia er varafólk hennara. Mynd: Alvur Haraldsen FRE DM Ti Elin ES og Femja Petersen, Ung i M. ÅF: - Åhugin er atgongumerkið - Tað einasta, ið verður kravt av luttakarunum, er, at teir hava áhuga fyri sjónleiki, siga Elin Mortensen og Femja Petersen, úr Ung í MÁF. Hálvt annað hundrað ungir sjónleikarar úr Norðurlondum eru væntandi til Tvøroyrar í summar á fagnaðin The First Youth Theatre Festival On The Faroe Islands Turid Kjølbro Fyrireikingarnar eru farnar í gongd til at taka ímóti teim hálvt annað hundrað ungu sjónleikarunum úr øllum Norðurlondum, ið koma higar til sjónleika- fagnaðin The First Youth Theatre Festival On The Faroe Islands. Ung í Meg- infelag Áhugaleikara For- oya, MÅF skipa fyri. - Ein dani skjeyt upp å einum fundi í NUTU, ið stendur fyri Nordisk Ung- dom Teater Udvalg, at vit skipaðu fyri einum sjón- leikafagnaði í Føroyum. Sjálv helt eg hugskotið vera gott, men tað er eitt stórt tiltak at fáa upp á beinini, so eg aftraði meg í byrjanini. Oddvá Natte- stad, ið er føroyskt umboð í NARR, ið er norður- lendski felagskapurin fyri áhugaleik, tók beinanveg- in undir við hugskotinum. Og somuleiðis MAF, sigur Elin Mortensen. Sjónleikafagnaðurin, ið verður á Tvøroyri í døgu- num 18. til 25. juli, er tann triði av sínum slag. Freistin at tekna seg er Í. mai, og longu skilst, at undirtøkan verður stór. - Eg havi tosað við nógv, sum kunnu hugsa sær at taka lut. Eisini ung- fólk, sum ikki hava havt nakað við sjónleik at gera fyrr. So eg rokni við, at áhugin bæði úr Føroyum og hinum Norðurlondu- num verður stórur, sigur Femja Petersen. Nógvar listasmiðjur Sjónleikafagnaðurin verð- ur skipaður í tøttum sam- starvi við MAF og Tvør- oyrar Sjónleikafelag. Hvort einstakt luttakara- land velur luttakararnar út. Nøkur taka lut í bólki, onnur sum einstaklingar. Markið er sett til 150 lut- takarar, og lagt er eisini upp til, at fólk úr Baltisku londunum og Týsklandi kunnu tekna seg. - Hvort einstakt land ásetir sjálvt, hvat tey krevja av teimum, ið tekna seg. Tað einasta vit krevja av teimum, ið tekna seg í Føroyum, er, at tey hava áhuga í sjónleiki. Kravt verður av bólkunum, at tey skulu framføra ein leik, men tí sleppa tey, ið tekna seg sum einstakling- ar frá, sigur Elin Morten- sen. Fagnaðurin verður settur 18. juli og tá verður ein nýggjur føroyskur leikur frumsýndur, sum Peter Jensen hevur skrivað. A stevnuni verður nógv ymiskt á skránni. Hvønn fyrrapart verður lista- smiðja ella tað, ið vanliga verður rópt workshops. - Ætlanin er, at øll skulu tekna seg til eina lista- smiðju og ikki fleiri, sum er vanligt á øðrum slíkum stevnum. Tað verður gjørt fyri at fáa eina betri heild- armynd. Restin av deg- num verða leikirnir hjá ymsu luttakaralondunum vístir, sigur Elin Morten- sen. Listasmiðjurnar eru smærri skeið, ið ymisk fólk, sum á ein ella annan hátt hava samband við sjónleik, skipa fyri. Skeið- ið um Dario Fo heldur ein dani, ið eitur Brian Han- sen. Aðrir skeiðhaldarar eru Kristina Hansen, Egi Dam, Birita Mohr, Hjørdis Johansen, Páll Danielsen og Gunnvá Zachariasen. Ein dagur er settur av til útferð, og síðsta dagin verður ein leikur hjá Dario Fo vístur. Endað verður við eini veitslu. Fáa íblástur frá hver øðrum - Endamálið við at skipa yri einum sjónleikafagn- aði er at samansjóða ungar áhugaleikarar í Norður- ondum, at síggja ymiskan eik, at fáa íblástur frá hvør øðrum, og at læra av hver øðrum. Eftir hvønn eik verður kjak. har tosað verður aftur og fram um leikirnar hjá hvor øðrum. - Á einum slíkum fagn- aði fær ein eyga á nógvar úrmælingar. Nógvir bólk- ar, sum taka lut, duga heilt øgiliga væl og eru á einum nógv hægri stigi enn vit onnur. Ahugaleikur kann vera akkurát líka góður sum yrkisleikur, sigur Elin Mortensen. Góðar umsteður Karmurin um sjónleika- fagnaðin verður skúlin í Trongisvági. Elin og Femja eru á einum máli um, at tær umstødurnar, sum skúlin hevur at bjóða, eru sera góðar. Tveir pallir verða bygdir í høllini og luttakararnir búgva á skúl- astovunum. Og hetta verð- ur alt latið ókeypis frá Tvøroyrar kommunu. - Hetta er ein stevna fyri ungfólk og tí verður tað bíligt at taka lut. Tað kost- ar bara 600 krónur og tá er íroknað tríggjar máltíðir, frí atgongd til framførslur- nar, listasmiðjurnar, út- ferðirnar og felags til- tøkini. Nordisk Kulturfond og NARR studla tiltaki- num figgjarliga, sigur Femja Petersen. - Tað er ikki av tilvild, at vit hava valt at hava fagnaðin á Tvøroyri, ti so síggja luttakararnir eisini eitt minni samfelag, sigur Elin Mortensen. - Hevdi fagnaðurin verið í Havn til dømis høvdu luttakararnir verið ov spjaddir. A Tvøroyri verða vit øll savnað og saman- sjóðað, og tá ber betur til at koma í samband við fólk, sigur Femja Petersen. A pallinum og aftanfyri Elin Mortensen og Femja Petersen hava altíð havt áhuga fyri sjónleiki, hóast sjónleikurin á Tvøroyri og úr Kollafirði, haðani tær eru ættaðar, ikki hevur havt tær bestu umstødur- nar. Elin hevur altíð havt ein dreym um at lesa til sjónleikara, meðan Femja á sjónleika- líka so væl dámar at vera handan leiktjøldini - A Tveroyri hava vit gjørt nakrar kvøldsetur og nú arbeiða vit við at seta leikin Karius og Baktus upp. Eftir at hava spælt við í leikinum „Elmar hví“ gjørdist eg meiri virkin, og havi verið á nógvum skeiðum og stevnum í Føroyum og uttanlands, ið MAF og onnur hava skip- að fyri, sigur Elin Morten- sen. - I Kollafirði hava vit spælt sketjir til bygda- stevnur, ungdómskveld og til onnur høvi. Einasti leikurin eg havi spælt við í er Ozon, sum vit fóru til Noregs at framføra i 1995. Vit hava einki sjónleikara- felag í bygdini, men spæla í Fivli, ið hoyrir til Eydn- una á Oy rabakka. Annars havi eg tikið lut á skeiðum og stevnum í Føroyum og uttanlands. Sigur Femja Petersen Aldursmarkið til at verða virkin í MAF er 15- 25 Í nevndini i Ung í MAF sita Elin Mortensen, Femja Petersen, Amanda Ellingsgaard og Turpin Djurhuus