týsdagur 23. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— pe — — —
Abyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: { Turið Kjølbro | Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76, |
Jan Miller | Jonhard Hammer Niclas Johannesen | Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn |
Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen | Alvur Haraldsen | Telefon: 311820 |
Eirikur Lindenskov | | John Johannessen | Útgevari, uppseting og prent: | — Telefax. 314720
Fíggjarleiðari: Blaðfólk: | | Sp/t Sosialurin | email |
Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen | ítróttarskrivari: | Bústaður: | — postGsosialurin.fo
Aki Bertholdsen,
Emil L. Jacobsen
Argjavegur 26, Argir
Teir måa stoðið undan |
vælferðarskipanini
Oddagrein
Umsíðir fekst loysn á ósemjuni millum
Starvsmannafelagið og Foroya Tele um
nýggjan sáttmála, og sluppu vit tí undan,
at arbeiðssteðgurin varð víðkaður til eisini
at fata um limir Starvsmannafelagsins á
Foroya Tele.
| skrivandi lotu er eingin loysn at hóma í
Oosemjuni millum Starvsmannafelagid og
Figgjarmålastyriå. Men við semjuni við
Føroya Tele er tað kanska gingið upp fyri
Figgjarmålastyrinum, at Starvsmannafel-
agið meinar nakað við tað, tá kravd verða
eini 10-12% í lønarhækkan.
Tað er einki at taka seg aftur í, at lontak-
arafelogini vístu samfelagssinni í kreppu-
tíðini, tá gingið varð við til lønarlækking,
eins og at felogini funnu seg í, at pilkað
av álvara varð við vælferðarskipanina, eitt
nú við lógini um karensdagar, sum nýggja
landsstýrið eisini heldur fast um.
Starvsmannafelagið hevur sagt tað fyrr,
at felagið ongantíð aftur fer at gera eina
avtalu við landsstýrið, líknandi henni um
lonarlækkingina. Heili fýra landsstýri síð-
ani 1993 hava í verki prógvað, at tey íkki
halda slíkar avtalur.
Spurningurin er nú, um Karsten Hansen
fer at bakka og lata Starvsmannafelagnum
eins stóran lønarbata, sum Føroya Tele
hevur gjørt. Heldur hann hinvegin fast við,
at limir Starvsmannafelagsins framhald-
andi skulu hava eina minkandi realløn,
so er Spurningurin, um hald er í skuldset-
ingum Starvsmannafelagsins um, at Kar-
sten Hansen brúkar stoðuna út frå høgra-
vendu hugsjónini um at eitt skapa eitt for-
oykst láglonarsamfelag - og at hann hevur
framtíðar ríkisrættarstoðu Foroya í huga.
Vit skulu ikki skjóta honum i skógvarnar
ivasom motiv, men vit kunnu staðfesta, at
framferð hansara ber brá av, at hann vil
halda fram við >kreppupolitikkinum< frá
fyrst í 90'unum, tá lonmóttakarin kundi
kroystast - við hóttanum um uppsagnir
yvir sær.
Sáttmálin við Foroya Tele er sjálvandi eitt
gott grundarlag hjá Starvsmannafelagnum
at byggja á nú - og serliga gjøgnumbrotiå
við at taka av karensdagaskipanina átti
at sagt tjóðveldisfólkunum í samgonguni
nakað.
Hjá Starvsmannafelagnum snýr tað seg
ikki bara um at veita limunum nøkur oyru
eyka í inntøku - tað snýr seg eins nógv
um at forða fyri, at stoðið verður máað
undan vælferðarskipanini Sosialurin
23-28.......AV!
Tað hevur verið ørkymlandi
hesa seinastu tíðina, at
hvørja ferð, ein opnar eitt
blað. eru eitt ella fleiri les-
arabrøv/greinar sum við-
gera dystin millum VIF og
Neistan
Nú er mann sum leikari
ikki heilt óvanur við at ilsk-
ast inn á dómarar undir og
kanska eisini eftir dyst, men
at tað skal fara so vítt sum í
hesum førinum er heilt burt-
urvið. Tað einasta konkreta,
nevnt hevur verið um døm-
ingina, er, at VIF-leikari
fekk reytt kort - ein démur,
sum kortini flestu lesara-
brøv ikki halda vera skeiv-
an
Sjálvandi vóru feilir i
dømingini í hesum dysti
lika sum í øllum øðrum
dystum, vit hava verið við
til - líkamikið hverjir dóm-
ararnir eru. Men at eitt heilt
hondbóltsfelag (t.V.S.
nevnd, leikarar og við-
haldsfólk) á henda hátt førir
persónliga hetz ímóti Birgir
Sondum hoyrir ongastaðni
heima, og kann bara skiljast
sum ein roynd at finna
"syndabukkin”. Í fleiri av
lesarabrøvunum/greinunum
verður sagt, at tað ikki var
hesin dystur burturav, sum
fekk ødi í vestmenningar,
men dømingin hjá Birgir
sum heild. Kanska er tað av
tilvild, at innan tvær vikur
hava 10-15 blød umframt
út- og sjónvarp umrøtt hetta
m
Tað, sum í okkara eygum
gjørdi hendan dystin rok-
miklari enn vanligt, var í
stórri mun atburðurin hjá
áskoðarunum enn dømingin
hjá dómarunum. Og tá so
nevndin í VIF sigur seg ikki
at hava sæð nakað óreglu-
ligt undir og eftir dystin,
kunnu vit bert geva teimum
eina hjálpandi hond og vísa
á, at fløskur (og tað var
meira enn ein), sum verða
tveittar inn á vøllin, og á-
skoðarar, sum av leikarum
vera hildnir burtur frá
dómarum, ikki kunnu sigast
at vera regluligir tilburðir.
Annars halda vit tað vera
óheppið, at fjølmiðlarnir
ikki hava vidgjørt hetta mål-
ið nágreiniligari og kannað/
greitt frá (t.d. er eingin úr
Neistanum spurdur), hvat
veruliga fór fram, men hin-
vegin hava latið fólk í ils-
inni tveitt runu hvor at ødr-
um. |
Vit ynskja VIF og Birgir
Sondum alt tad besta fram-
yvir
1. mannslid hjå
Neistanum
Tøkk til Birgir Sondum
Hondbóltsamband Føroya
skal vid hesum takka Birgiri
Sondum fyri hansara ar-
beiði sum dómari í hond-
Birgir hevur - hóast
hetta ofta er eitt ótakksamt
arbeiði - altíð verið góður
at heita á at døma. Eisini á
annan hátt hevur Birgir ver-
ið hollur stuðul hjá føroysk-
um hondbólti. Altíð er hann
fúsur við eini hjálpandi
hond, tá ið kappingar skulu
fyriskipast, heiðursmerk
i og steyp handast .
Tí harmar tað okkum í
HSF serliga, tá ið Birgir fær
eina slíka vidferd, sum hon-
um hevur verið fyri - og
serliga tað, sum er komið
fram í lesarabrøvum í blød-
unum og í úttalilsum frá á-
vísum persónum igjøgnum
Sjónvarp Føroya.
Hetta, sum Birgiri hevur
verið fyri í seinastuni í blød-
um og sjónvarpi, kunnu vit
ikki meta sum annað enn
persónliga forfylging. Hetta
er óverdugt og hoyrir ikki
heima innan ítróttin. Vit
skilja ómetaliga væl, at
Birgir sigur seg fara at gev-
ast at dóma hondbóltsdystir,
bólti
men vit harmast um, at hetta
skal vera so. Men tó vóna
vit, at Birgir fer at umhugsa
hetta stigið.
q Hondbóltsambandið má
so bara vóna, at onkur er,
sum hættar sær undir at vera
dómari framyvir. Uttan
dómarar er illa hugsandi, at
nøkur hondbóltkapping
verður.
Tí kann Hondbóltssam-
bandið vænta, at fólk, ið
hava so gott skil fyri døm-
ing, melda seg á komandi
aðalfundi í HSF at gera eitt
ólønt arbeiði fyri at útbúgva
og útvega dómarar til før-
oysku hondbóltkappingina.
Honbóltsambandið fer ein-
aferð enn at minna feløgini
á, at tað er heimalidid, ið
eigur at syrgja fyri, at bæði
spælarar og dómarar kunnu
ferðast trygt í høllina, í høll-
ini og úr aftur høllini.
HSF og reglurnar
Tað er sjálvandi einum og
hvørjum loyvt at koma við
atfinningum. Men so skal
eisini sakligheit vera í.
Nevndin í VIF hevur i skrivi
til HSF - nakað sum HSF
fyrst frætti igjøgnum fjøl-
miðlarnar - funnist at, at
HSF ikki heldur seg til sinar
egnu reglur. Tad snyr seg
um eina avgerð sum kapp-
ingarnevndin tók í sam-
bandi við eina frágreiðing
frá einum dómara í dysti-
num ímillum VIF og Neist-
an í Vestmanna 28. februar
í ár.
Tann regla, HSF verður
lagt undir at bróta, er $6 stk.
16 í kappingarreglunum.
Henda grein snýr seg um
kærur - rættin og møgu-
leikan at kæra. Hesa reglu
hevur HSF sambært nevnd-
ini í VIF brotið, ti HSF ikki
hevur hoyrt allar partar í
málinum.
Sakin er tó soleiðis:
Her er eingin kæra komin
til HSF í hesum nevnda
máli. Dómarin dømir og
sendir eina frågreiding um
tað sum, hann upplivdi, fór
fram í Vestmanna henda
dag. Men løgfrødiliga kem-
ur hetta ikki undir tad, sum
eitur kærur.
Tann ella tey, id kunnu
kæra smb. $ 6 stk. 16 eru:
„Ein og hvor luttakari (leik-
ari, venjari og leiðari (mítt
uppiskoyti)) ella eitt og
hvort felag. ið beinleiðis
ella óbeinleiðis verður rakt
av onkrum tilburði í sam-
bandi við kapping ella aðra
avgerð innan virki hjá HSF,
kann kæra tilburðin ella av-
gerðina.“
Eingin kæra er komin
HSF í hendi í hesum máli,
og tí hevur HSF ikki havt
fyri neyðini at heinta inn
upplýsingar frá øllum pørt-
um. HSF hevur hildið seg
til reglurnar og fer sjálvandi
at halda seg til tær framyvir.
Tí er tað heilt burturvið,
at VIF leggur Hondbólts-
sambandið undir at bróta
sínar egnu reglur.
Við hesum er henda ó-
grundada ákæra so víst aft-
ur, og fara vit í Hondbólts-
sambandinum ikki at gera
meira við tað.
Hondbóltsamband
Føroya
i Havn, 21. mars 1999.
Petur Ove Petersen,
formadur
Norðmenn byggja ferjur at bjarga skipasmidjunum
EIRIKUR LINDENSKOV
Norski arbeiðsmálaráðhæarin,
Lars Sponheim, hevur eina
bjargingarætlan klára, til tess
at bjarga norsku skipasmiðj-
unum, um teimum tørvar ar-
beiðsuppgávur í framtíðini.
— At skifta út ferjurnar
verður av stjórnini mett sum
ein møguleiki, segði Lars
Sponheim í spurnartímanum
í Stórtinginum í síðstu viku.
Hann vildi kortini ikki út-
greina hetta nærmari, tí tað
kundi skaða fíggjarlógarar-
beiðið, segði hann.
Spurningurin til Sponheim
varð settur, eftir at ein av
partamonnum hansara hevði
kravt, at stjórnin innførdi
sáttmálastuðu! til skipasmiðj-
urnar til bygging av fiskiskip-
um og ferjum.
Lars Sponheim gjørdi
greitt, at EØS-avtalan vid ES
ikki loyvir slikum studuli til
bygging av fiskiførum. Tå er
bert loyvdur studul, sum upp-
fyllir treytirnar í fiskivinnu-
ætlanini hjá ES - og tað ger
skipasmiðjustuðulin ikki.
Ødrvisi er við bygging av
ferjum. Samstundis sum stór-
ur partur av norska ferjuflota-
num skríggjar eftir endur-
nýggjan, er møguligt at
gjalda út byggistuðul á sama
hátt sum fyri bygging av ødr-
um fórum, sum fáa stuðul.
— Tað er orsøk at óttast, tá
vit síggja, hvussu gongdin er
í skiðasmíðnum. Eg ætli mær
at fylgja væl við gongdini í
framtíðini, — gjørdi Lars
Sponheim greitt.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, ið hjálptu
okkum og á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið
okkara elskaða mamma, vermamma, omma og lang-
omma
PETRA SMITH
doyði og varð jarðað.
Fyri tey avvarðandi
Ella og Torfinn