týsdagur 23. mars 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6 tíðindablaðið Nr. 55 — 20. MARS 1999
Klaksviksnæming« = rr
arnir noyddir at flyta sem
)
{ NA
{
5 S MS
Kambs. einstaki
Nak
10. På
{
Livfrødislestur á Náttúruvísindadeildini
I summar verða livfrødilesandi tikin upp á Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingin er ein univers-
itetsútbúgving á sama stigi sum í grannalondum okkara, men møguleiki er fyri at gera serligt burturúr føroysku nátt-
úruni.
Upptøka til Náttúruvísindadeildina er skipað soleiðis, at lívfróðilesandi byrja í ólíka árstali, meðan aðrar (td.
verkfrødi) útbúgvingar byrja í líka árstali
Undirvísingin
Útbúgvingin fevnir sjálv-
andi mest um livfrødiligar
lærugreinir. Undirvísingin
fer fram við fyrilestrum.
vuvenjingar
nad inn til
ultar verður sav
víðari kanningar
Umskifti
Fyri tey flestu er fakliga
umskiftið stórt. tá farið
verður undir útbúgving á
einum universiteti sum t.d
Fróðskaparsetrinum, tí und-
irvísingarstøðið og krøvini
á einum universiteti eru
munandi hægri enn á mið-
námsskúlunum. Fleiri av
lærubókunum eru á enskum
máli, og tað má ein eisini
venja seg við. Men eftir
fyrstu lestrarhálvu er lestr-
ararbeiðið vanliga komið í
eina fastari legu, og lesturin
fellir tí lættari
Ofta fáa tey, sum velja at
fara undir hægri útbúgving
uttanlands, í fyrstuni trupult
við at fóta sær í nýggjum
og heilt ødrvisi sosialum
umhvørvi. Frá at hava bú-
leikast í Føroyum kanst tú
føla teg rættiliga einsmallan
stórbýnum. Lestrarum
hvorvið er heilt ødrvisi enn
tað, tú hevur verið í framm
anundan, har einir 20 næm-
ingar vóru i flokkinum.
Munur er á
A útlendsku universitetu-
num situr tú í eini stórari
fyrilestrarhøll (autitorium),
í summum førum saman við
100-200 ødrum lesandi.
Lærarin stendur og greiðir
frá onkrum heilt har frammi
við talvuna. Hann leggur
neyvan merki til, um tú ert
til staðar ella ikki, og tú hev-
ur onki samband við teir
flestu av hinum næmingu-
num, sum eru í høllini.
Á universitetinum í Før-
oyum, Fróðskaparsetrinum,
líkjast sosialu umstødurnar
meiri teimum frå miðnáms-
skúlunum. Studentatalið á
einum liði er á leið sum í
flokkunum á miðnáms-
skúlunum. Hetta ger, at gott
samskifti er millum lærarar
og studentar. Hvor einstakur
studentur kann seta sínar
spurningar og fáa svar.
Hetta er hinvegin Ogjørligt
á teimum størru universitet-
unum — tað eru heilt einfalt
ikki stundir til tess.
Møguleikar á
Náttúruvísindadeildini
A Náttúruvísindadeildini
eru untversitetsútbúgvingar
innan náttúruvísindi. teldu-
fróði og verkfrødi (3 og 3
1/2 ára BS-útbúgvingar.
Bachelor of Science). Út-
búgvingarstøðið er fult á
hædd við tilsvarandi út-
búgvingar í útlondum. Út-
búgvingarnar eru skipaðar
sum 2 ára støðisútbúgvingar
við I ella 1 1/2 ára yvir-
bygningi til BS-útbúgving.
Livfrødiligar útbúgvingar
byrja í ólíka árstali, hinar í
líka árstali.
Livfrødislestur á
Náttúruvísindadeildini
I september 1999 byrjar eitt
nýtt lið av livfrødislesandi
á Náttúruvísindadeildini.
Upptøkutreytirnar eru
støddfrødiligt students-
prógv ella tilsvarandi vid í
minsta lagi B-stigi í hesum
trimum lærugreinunum:
evnafroði. støddfrødi og
alisfróði. Umsóknir frá fólki
við ødrum fortreytum
kunnu verða viðgjørdar ser-
stakt.
Í undirvísingini verða
granskingarúrslit viðvíkj-
andi føroyska djóra- og
plantulívinum tikin við, og
granskingararbeiðið = hjá
lærarunum er soleiðis við til
at eggja studentunum til at
útvega sær vitan um før-
oysku náttúruna. Tað med-
virkar eisini til, at studenta-
rnir hava áhuga fyri at virka
í Føroyum eftir lokna út-
búgving.
Víðari útbúgvingar-
meguleikar
Bæði eftir lokna støðisút-
búgving og eftir BS-út-
búgving ber til at taka fram-
haldandi útbúgving í út-
londum.
Ein BS-útbúgving er ein
liðug útbúgving og eitt væl-
definerad útbúgvingarstig í
flestu londum. Við slíkari
úbúgving ber til at søkja inn
á universitet í ymiskum
londum tl framhaldandi
hægri útbúgving. Tað ger
hvor einstakur eftir at hava
lokið = BS-útbúgvingina,
men Náttúruvísindadeildin
gevur fegin góð ráð í slíkum
fórum.
Men tað ber eisini til át
halda fram í útlondum eftir
lokna stóðisútbúgving; t.d.
um ein ætlar sær at taka eina
BS-útbúgving ella hægri út-
búgving, sum ikki er í boði
á Fróðskaparsetrinnum.
Tvey ára stóðisútbúgvingin
í livfrødi á Náttúruvísinda-
deildini er góðtikin av
Keypmannahavnar Uni-
versiteti sum teirra fyrsti
partur. Tað er í løtuni eingin
beinleiðis avtala við onnur
universitet, har sjálvskrivað
góðskriving er fyri stødis-
útbúgvingina í livfrødi.
Men til ber at sókja um góð-
skriving í hvørjum einstøk-
um føri, og hevur tað verið
gjørt við góðum úrsliti.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreist til lívfróð-
islesturin á Náttúruvísinda-
deildini er 1. juli 1999. Boð
um upptøku verða givin í
seinasta lagi 15. julí 1999.
Nærri verður lýst í blød-
unum.
Meir at vita
Tey, ið vilja vita meira um
útbúgvingina og tær ein-
støku lærugreinirnar, kunna
venda sær til Náttúruvísind-
adeildina, Nóatún 3, Tórs-
havn tel. 315306, har um-
soknarblødini eru at fáa.
Tað ber eisini til at kunna
seg á heimasíðuni hjá Nått-
úruvísindadeildini. Ad-
ressan er http://
www.sleipnir.fo/setur/nvd
Nýgg veggjamáling fyri ovurviðkvæm
Profa er nú komið við nýggjari veggjmáling uttan upploysingarevnir. Hendan máling
er serstakliga góð fyri fólk við ovurviðkvæmi
Nýggja málingin frá Profa
er heilt uttan upploysingar-
og tískil er hon góð-
kend að
danska Atsma og
gifelagnum Eisini
ur hendan målingin nytt
á Almennum stovnum,
skúlum, heilsustovnum og
ødrum
Eins góð og onnur
Hóast nýggja málingin ikki
inniheldur vandamikil upp-
loysingarevnir, hevur hon
sama góðskustig sum onnur
máling. Hetta er bæði gald-
andi viðvíkjandi haldbæri
og litmøguleikum.
Hendan nýggja málingin
varð innførd í Svøriki í fjør,
og hevur hon síðani verið
sera væl umtókt. Málingin
hevur fingið góðkenning frá
ES sum umhvørvisvinarlig-
måling. Hon hevur nevni-
liga fingið umhvorvisgóð-
kenningina EU's miljø-
blomst”
a" *x