Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Viðmerkingar: Søgan endurtekur seg IV ' Tað er onkur, sum hevur sagt, at nøkur av teimum, 10 hava lisið niðri á flatlond- um eru vorðin fongd við tvey ymisk sjúkraeyðkenni Summi av hesum hava fingið ta sjúkuna, sum nevnist undirlutakensla, og fyri at fjala ut yvir hana royna tey tí at gera nógv um seg í samfelagnum. Onnur hava fingið ta sjúkuna, ið nevnist yvirluta- kensla, og tað er sermerkt fyri hesi, at tey halda seg duga so nógv betur enn fólk flest og eru sannir orðvarg- ar, hóast meiningarnar oft- ast eru ógvuliga grunnar. Tey halda hánt um mein- ingarnar hjá øðrum, tí tey halda seg sjålvi vita so nógv betur. Og av somu orsøk krevja tey tí serliga rúmd í samfel- agnum. Báðar hesar sjúkurnar eru eins herviligar og tær eru beinleiðis lívsskaðiligar fyri tað umhvørvid, sum tílík menniskju skulu virka í her á landi. Men tí betur eru tað ætl- andi bert nøkur fá, sum hava fingið hasar sjúkurnar í blóðið, men fólk flest eiga kortini at ansa sær, tí sagt verður at tær smitta illa. Tað er eisim sagt, at tað serliga eru nakrir familju- klanar, sum hava gingið og enn ganga og hóreiggja sær av ti óvanliga fødilandskær- leika, sum býr í teirra ser- merktu hjørtum og teirra dreymum um eitt fullveldi, uttan tó at hugsa nakað sum helst um hvussu tey neyð- ars tandur, sum verða eftir í sama fullveldi. tá ið rakår raka, skulu hava tað. Ti eg ivist ikki eina ein- astu løtu í at tey, sum nú reypa mest vera millum tey fyrstu sum stinga í sekkin og rýma av landinum, tá ið tað av álvara fer at sansa at. Hesir somu urvalsføroy- ingar royna eisini at billa fólki inn, at Danmørkin er rótin til alt ilt. Teir hava roynt at billa føroyingum inn, at Danmerkin hevur verið eitt hjálandaveldi av teimum allarverstu, men tað er beinleiðis ósatt. Tí føroyingar høvdu tað als ikki verri í Føroyum, enn danir høvdu tað í Danmark. Men, tað er ein sann- roynd, at eingir vóru ljótari móti føroyingum, enn teir føroysku leigulendingarnir, sum høvdu tann framihjå- rætt, at teir sótu á landsins ognum Tað vóru summir fræls- lyntir menn, sum droymdu um, at vit skuldu vera knýtt- ir nærri at Noreg, tí haðani vóru vit jú komnir. Men ikki haldi eg, at for- oyingar høvdu havt frægari kor enn tey, sum norðmenn hava unt samunum, um so hevði verið. Norðmenn bera jú ikki orð fyri at vera serliga gávu- mildir. Og nú stendur aftur ein, sum er av sama bergi brotin, og sum gongur í somu spor- um og talar ta somu søgu um hvussu gott vit skulu fáa tað, tá ið fullveldið er veru- leiki. Men ikki haldi eg, at tað talar fyri nókrum góðum, at eitt hitt fyrsta, sum hann og allur flokkur hansara gjørdi eftir valið, var at tveita seg - sum gomul uppgávugenta í froðum - í føvningin á tí mest mannfíggindaliga flokki i Føroyum. Og har liggur hann nú og dusar sær, og í søtum full- veldisrusi, letur hann fólka- flokkin gera sum honum lystir. Soleiðis fór tann flokk- urin, sum segði seg vera vinur og álit arbeiðs- og fiskimanna. Tíverri er ofta langt mill- um orð og gerðir. Tað hevur ofta undrað meg, at so nógvir vanligir heiðursmenn og vanligar heiðurskvinnur skulu velja ein flokk sum fólkaflokkin, tí hann arbeiðir jú beint móti teirra áhugamálum. Men tíverri er tað ein veru- leiki, tó tað vónandi verður øorvisi í framtíðini Mangir av oddamonnum og kvinnum tjóðveldis- floksins hava vanliga Ogvu- liga stór og sterk orð á munni. Tey tala um tjóðar- stoltleika eins og hann ein- ans er til í tjóðveldisflokk- inum. Tey tala um at blokkstuð- ulin er ein olmussa, og tí mega vit fáa eitt fullveldi. sum kann loysa okkum frá somu olmussu. Men háost sín serstaka tjóðarstoltleika so haldi eg ikki at tjóðveldisfólk standa aftast í rødini tá tað ræður um at gera sær dælt av nevndu olmussu. Tá halda tey tað ikki vera skomm. Nei sannleikin er tann, at mong av teimum eru von við at tala við fleiri tungum í sama gáki. Nú hava vit fyri nøkrum fáum døgum síðani havt grækarismessu og í fleiri stóðum hevur grækaris- messuhald verið til tess at bjóða okkara tjóðfugli tjaldrinum vælkomnum aft- ur á klettarnar. Hetta er ein vakur siður, men hann fekk meg eisini at hugsa um ta lagnu, sum bæði tjøldrini og aðrir heiðafuglar hava í hesum døgum, nú rånsfuglarnir hava lagt hagarnar undir seg. Og hetta fekk meg eisini at hugsa um tey, sum í hes- um døgum royna at traðka oman á teimum, ið ikki fáa sín uppiborna lut í samfel- agságóðanum. Hann er nevniliga ætlaður teimum fáu, tí í løtuni er eingin verja fyri nøkrum rættvísi í hesum landi. Og so leingi, sum henda tríflokkasamgongan ríkir úti í Tinganesi, verður tað ikki ødrvisi . Tí er einasta gongda leið burtur úr Oførinum, at før- oyingar venda hesum flokk- um bakið og siga kortanei til tann politikk, sum nú verður ríkin av teimum ráð- andi á tingi og í landsstýri. At føroyingar siga korta- nei til ta ørvitisætlan sum tann nýggi oddamaðurin hjá tjóðveldisflokkinum so ein- víst og betrivitandi roynir at trútta niður í okkara landsmenn. Og tað tykist eins og hini í sama flokki, einans eru vorðin hím ella skuggar. sum við himmalvendum eygum játta opinberingun- um hjá tí nýggja leiðaran- um Men vónandi eru føroy- ingar vaknaðir og fylkjast manniliga um tann flokk. sum alt síðani 1928 hevur slóðað fyri teimum í hesum landi, sum høvdu og fram- hava eina bøtandi hond og ikki eina spillandi tungu fyri neyðini. Eins og tjaldrið er tann imyndin, sum er verja fyri øðrum heiðafuglum og rek- ur ravn, kráka, svartbak og aðrar ófrættagestir burtur, skuldi tað eisini heilt einfalt verið javnaðarpolitikkurin, sum varð ímyndin, ið var verja fyri teimum, sum enn eru fyri órætti og tí treingja til rættvísi í samfelagnum. Eg kann minnast, at ein kendur tjóðveldispolitikkari - av tingsins rødarapalli - einaferð segði, at hann ikki skilti. at foroyingar høvdu valt sær tjaldrið, sum jú var ein flytifuglur, til tjóðfugl. Hann helt, at teir kundu havt valt onkran annan t.d. krákuna, ti hon stødadist her alt árið. Eg haldi. at tjóðveldis- flokkurin skuldi tikið hesi orð til sín og valt krákuna til ímynd fyri flokkin, tí við teimum eginleikum, ið krákan hevur, hevði hon hóskað sera væl fyri tann flokkin. Sama kundi eisini verið sagt um fólkaflokkin, um hann hevði valt sær ravnin sum ímynd. Ein ógvuliga sigandi ímynd! Sanniliga. „Sjálvstýrisflokkurin nýt- ist sjálvandi onga ímynd, tí vegis hann er ein skaploysingur! Ta0 er einki undrunarvert, at hinir flokkarnir å tingi av øllum alvi royna at såa mis- álit mótvegis javnadar- flokkinum við tí í hyggju at syndra hann Og tí var eisini sjálv- stødufråbodanin hjá honum móttikin soleiðis, sum hon varð. Men vit skulu ikki leita so langt burtur í heimin áði enn vit síggja eitt samveldi sum er sett saman av nógv stórri eindum enn Førovar, Grønland og Danmørk. Og her hugsi eg um Ongland, Skotland. Wales, Ulster og fleiri oyggjar har um leiðir. Men hóast Skotland sum hevur umleið 7 mió. íbúgv- arar og Wales sum hevur millum 3 og 4 mió. í grund- ini hava minni sjálvstýri enn Føroyar við sínum 45.000 íbúgvum vilja hvorki av hesum londum kvetta við Ongland. sum er tað størsta og nógv fólkaríkasta landið í Stóra-Bretlandi. Og felags fyri hesi bæði londini er, at sjálv stýris- rørslan er sera veik Hesar tjóðir ásanna týdn- ingin av at vera saman í ein- ari stórri eind. Eitt sindur ødrvisi er tað kortini við Ulster, tí har er ein katólskur minniluti, sum hevur ført eitt blóðugt stríð fyri at landsluturin skal sameinast við tað katólska Irland. Men heldur ikki har er talan um nakað fullveldi. Og so seint sum í fjør ella fyrra árið fingu heimligu tingini í Skotlandi og Wales loyvi til at útskriva skatt. Har skuldi verið nakað at hugsa um. Men bæði skotar og Wal- lisar eru eins stoltir av at nevna seg við teirra tjóð- nøvnum og okkara so- nevndu úrvals tjóðskapar- fólk. Títey verða ikki betri før- oyingar um vit fáa eitt fullveldi eftir leistinum hjá nýggja oddamanninum hjá Jógvan Adolf Johannesen tjóðveldisflokkinum. Men javnaðarflokkurin talar um eitt samveldi mill- um frælsar tjóðir á jøvnum føti, og har er munur á Tað áttu eisini okkara heimligu nalvaskoðarar at skilt. Eg ivist kortini ikki i, at teir skilja tað skilagóða i hesum. men kortini vilja teir ikki víka seg frá sínum. Teir eru eftir ollum at døma fongdir av teimum keðiligu = sjúkum, sum nevndar vóru í byrjanini, og tað er sjálvandi spell Tí vil eg heita á føroy- ingar um at ansa sær og venda teimum bakið. með- an tíð er og latið ikki sjúk- urnar smitta tykkum Fylkist um javnaðarhug- sjónina og vísi frá tykkum snævurskygnið hjá teimum. sum nú leggja ráð um lagnu okkara úti í Tinganesi At enda skal eg siga, at eg kenni ongan trupulleika av at nevna meg føroying. og at eg eri stoltur av min- um fødilandi og mínum landsmonnum. Men eg kann leggja afturat, at eg eri nógv stoltari av okkara sjó- og fiskimonnum og okkara arbeiðsmonnum. -kvinnum enn summum av okkara sonevndu pennasleikjarum, sum annars halda nógv seg sjálvan - ja, í grundini meira enn væl er! Jógvan Adolf Johannessen Hvi er Finnur Helmsdal firtin - er tað samvitskan sum nivir? Tað kann ikki vera nakað annað enn samvitskan sum nívir Finnur Helmsdal. Annars hevði hann í svari sínum til mín i Dimmalætt- ing, týsdagin. ikki lagt mær orð í munnin, sum als ikki samsvara við veruleikan. Eg havi ikki sagt, at tú finnur uppá søgur. Men eg haldi framvegis at tað sum tú segði var at vanvirða for eldur í høvudstadnum. Og tað er júst út frá tí sann roynd, at tú ert partur av landsins politisku sam gongu. Tú kundi roynt at ávirka tínar partamenn í Tinganesi, og út frá tíni vit an sum formaður í barna verndini hjá Tórshavnar Kommunu, kundi tú eisini roynt at fingið landið at játta meir pening. so tamarhald fekst á barnaansingartrupul- leikanum. Vit eru hóast alt als ikki ósamdir í sjónarmiðinum um, at barnaansingartrupul- leikin í høvudsstadnum er ovurhonds stórur. Vit vita eisini, at Tórs havnar Kommuna ger eitt stórt arbeiði, fyri at fáa tam- arhald á tí trupulleikanum Men alt strandar, tí landsins partur vantar Tórshavnar Kommuna hevur bygt eitt nýtt býlings hús Inni á Gøtu. Landsstýr ið játtaði sín part til bygg ingina, men nú talan er um raksturin, er eingin pening ur at fáa. Eg veit at tå skilir stoð una, og tí vil eg heita á teg. um í stórri mun enn nu, at gera tina politisku ávirkan galdandi í samgonguni, so ein loysn verður funnin. Eingin er betri fyri at finna tær loysnirnar, enn tú sjålv- ur Og tað er framvegis ein sannroynd. at landsins part- ur av barnaansingini er 35 prosent. Og tað er framveg is ein sannroynd, at lands- stýrið skal góðkenna fleiri ansingarpláss. ella útbygg ing av verandi ansingar skipanum. Tí átti tú sum partur av landsstýrissam gonguni, at gjørt tina åvirk an galdandi Finnur Helmsdal sigur seg vera órógvaðan og skakkan av at eg sum for maður i sostalu nevnd fanst at honum. fyrr ikki at nevna ítokilig dømir í sjónvarp- inum. Tað gjørdi eg ikki. Eg ordarætt: »Hann (EH.) nevndi einki itøkiligt, men segði. at gerðir hjá for- eldrunum ofta vóru at líkna sum lívshættisligar fyri børnini. tí eingi ansingar- pláss eru<. Tað vóru orðini : fyri at a, at eg segði sum eg endurgav tes siga. og má viðgang gjørdist skakkur. tá tey vóru søed Þá tú segði it í barnavert høvdu gjørt vart við leikan hjá býráðnum. me! at býráðið bert tveitti bolt fi til landsstýrið ur OS HU Ti tú veist líka so væl sum oll ið hava nakað tilknýti til býráðið. at eitt stórt arbeiði er og verður gjørt. fyri at nøkta barnaansingartørvin Og út frå ti sannroynd at tú ert limur i landsstýris- samgonguni. sum skal jåtta sin part til barnaansingina, so átti tú at vend væl fyri til at gjørt tína ávirkan gald andi. At tú kallar meg politisk an misnýtara av grovasta slag. kann eg liva við. Mer tað brovtir ikki ve tí Finnur Í in is i Åssty sameone Hedin M 5 N kin