mikudagur 24. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Marknaðardeild:
Jan Miller Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Dagbjort S. Hansen
Eirikur Lindenskov
Fíggjarleiðari: Blaðfólk:
internet: www.sosialurin.fo
Politikararnir mugu
kenna storri ábyrgd
Oddagrein
I dag klokkan 16 verður altjóða Eldraárið
sett í Norðurlandahúsinum. Tað er altjóða
felagsskapurin „Sameindu Tjóðirnar“, sum
hevur gjørt av, at árið 1999 skal vera
„Altjóða Eldraár“. Tað verður landsstyris-
maðurin í almanna- og heilsumálum, Hel-
ena Dam á Neystabo, sum setir eldraárið.
Eftir tað verður kunnað um tey tiltok og
ætlanir, sum verða í hesum árinum. Her
eru tað Landsfelags Pensionistanna,
Eldraáðið, Fyrireikingarnevndin 00., sum
fara at leggja fram. Seinni verður so fel-
agssangur og undirhald. Eitt av enda-
málunum við Altjóða Eldraárinum er at
lýsa og fáa í lag tjak um leiklutin og stoð-
una hjá eldra ættarliðnum. Landsstýrið
hevur tí sett ein Fyrireikingarbólk, sum
skal taka sær av hesum. Fyri at lýsa evnið
verður skipað fyri kvoldsetum, fyrilestrum,
tjakfundum, eldradogum, greinaroðum
oø. Ein uppgávan verður at benda al-
menninginum á viðurskiftitini hjá eldri
borgarum í foroyska samfelagnum og
ítokiligt gera vart við, hvussu botast kann
um og menna livikor og livsdygd.
Í skrivi sigur Fyrirreikingarnevndin m.a.,
at um lýsingin av viðurskiftunum skal ger-
ast fjølbroytt og viðkomandi, er umráð-
andi, at allir bólkar við tilknýti og áhuga
fyri viðurskiftunum hjá eldri borgarum
koma við hugskotum og taka virkan lut í
tiltøkum. Umráðandi er, at hetta árið ikki
kemur at standa einsamalt, men heldur
verður byrjanin til eitt framhaldandi breitt
samstarv millum felog, myndugleikar og
stovnar, soleiðis at samfelagið og tey, ið
mynda okkara samfelag, sum heild kom
at kenna og virða stoðuna hjá eldra ætt-
arliðnum.
SANNILIGA er brúk fyri, at okkara pol-
itikarar vísa teimum eldru størri ans. Hygg-
ið bert eftir út av lagi vánaligu stoðuni á
eldraøkinum í hovuðsstaðnum. Orsakað
av mangiandi ellis- og roktarheimspláss-
um mugu gomul fólk halda til á sjúkra-
húsum, har tey als ikki hoyra heima. Hetta
er eisini ein alt ov dýr loysn.Mong verða
slept uppá fjall heima við hús, har tey ikki
fáa neyðugu roktina heldur. Tey avvarð-
andi hava rætt og slætt ikki orkuna til at
taka sær av teimum. Sum fjølmidil hava
vit eisini eina ábyrgd, og hon er at vísa á
stoðuna og vidurskiftini hjá teimum eldru.
Tað mugu politikarar og myndugleikar so
taka til sín og gera nakað við. Nokk er
tosað. Hækkaða tingmannalønin krevur
m.a. av teimum, at teir brúka tíð og orku
at kunna seg við vidurskiftini og út frá
hesum koma viå itøkiligum uppskotum til
loysnir. Sosialurin
Sveinur Tróndarson
Dagny Joensen
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro |
Niclas Johannesen |
Dagfinn Olsen |
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent: |
Sp/f Sosialurin
Bustadur:
Argjavegur 26, Argir
Í
|
Postadr: Postsmoga 76,)
110 Tórshavn |
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Ein viðmerking til hondboltskappingina
å Skåla leygardagin 20. mars 99
Hondbóltskappingin er nú
um at vera liðug. og hevur
tað fyri meg sum venjara,
hjálparfólk og áskoðara ver
10 ein spennandi og undir-
haldandi Kapping
Hondbóltur er ein ítróttar
grein, sum er sera áskoðara
vinarlig, og hava nógv fólk
vitjað hallirnar í vetur. Hetta
er bert at gledast um hjá øll-
um teimum, sum á ein ella
annan hátt eru tengd at hond-
bóltinum. Ert júst afturkom-
in úr hollini á Skála eftir ein
sera spennandi og góðan
dyst millum mansliðini hjá
strandingum og vestmening-
um
Høllin varnæstan fullsett,
og fyri okkum her å vestara
um á Skåltfjørdinum gjørd-
ist dysturin serliga undir
haldandi, tí SUF vann 28-24
TO er tað ikki um henda dyst
in, eg ætlaði at skriva um
Leygardagin skipaði SF
eftir áheitan frå hondbólts-
sambandinum fyri endaum-
fan og finalum á Skála fyri
tey 10 og 12 ára gomlu
Kappingingekk væl. og heilt
fitt av áskoðarum vóru til
dystirnar, ikki bert áskoðar
ar hidani, men eisini úr
Havn. Hoyvík. Vestmanna.
Klaksvík og Sandavågi.
Helst vóru hetta foreldur,
sum komu at fylgja sínum
børnum og sum viðhaldsfólk
róptu tey sjálvandi á sítt lið.
Soleiðis eigur tað at vera,
tí hetta ber í sær góðan
stemning í høllini, og spæl-
10 gerst undirhaldandi.Teir
flestu = hondbóltsdystirnir
vera avgreiddir í besta ítrótt-
aranda, og soleiðis var eisini
henda dagin. men tað vóru
tó serliga tvær hendingar,
sum gjørdu, at eg ikki kundi
ata vera vid at skriva hesar
reglur. Hendingar, har til-
omið fólk ikki dugdu van-
igan folkaskikk. Annar til-
»urdurin var, tá eitt lið hjá
Neistanum og ettt hjá Stjørn-
uni leiktu. Ein av leiðarunum
tjá Stjørnuni stóð úti á síðu
injuni. og allatíðina stóð
1ann og bannaði inn á leik
ararnar - eisini sínar egnu -
og ikki minst inn á dómarar-
nar.
SUF hevdi fingið 4 dóm-
arapør at dømadystirnar,
sum vardu frå klokkan 09.30
ul klokkan 17.00, og komu
dómararnir væl frá hesi upp-
gåvu, hóast teir sjálvandi
hava gjørt onkrar feilir. Venj-
arar og áskoðarar hava
mangan tann løgna eginleika
bert at fokusera á feildøm-
ingarnar, men duga ikki at
síggja domaraavrikid sum
eina heild. Men so aftur til
stjórnuvenjaran.
Eftir åhaldandi kjaftaslit
frå venjaranum, góvu dóm-
ararnir honum åvaring, og
skuldi tú trúð, at hann so tók
tað til eftirtektar og tagdi,
men hann bleiv vid, og
gjørdist so mikið grovur, at
dómararnir høvdu einki ann-
að val enn at vísa honum úr
hellini. Ein sera keðilig
hending, sum ikki á nakran
hátt eigur at koma fyri. og
avgjørt ikki tá talan er um
dystir hjá tiggju-tolv ára
gomlum børnum.
Hin hendingin var í sam
bandi við dystin hjá teim 10
ára gomlu gentunum. Neist-
in kom til kappingia sum
vanligt við fleiri liðum, og
áhugavert er at síggja.
ivussu nógv Svanna og hin
ir neistavenjararnir fåa burt-
år, tí oll liðini leika góðan
1ondbólt. Fleiri neistavið-
1aldstolk vóru á Skála hende
dagin, og royndu sum fræg-
ast at:stuðla sínum liðum.
men aftur her var tað ein -
wsaferd ein áskoðari, og eg
giti. at hann var pápi at onkr
um leikara - sum vísti ein
sera vánaligan ítóttaranda.
Dysturin stóð sum nevnt
millum VIF og Neistan,
gentur 10 ár. VIF var betra
liðið, og serliga var tað ein
av vestmannagentunum, ið
skaraði famúr. Oivað besti
leikari í síni deild. Hetta toldi
hesin áskoðarin ivaleyst ikki,
so tá hendan gentan einaferð
fer í ålop, rópar hann hart,
so tað hoyrdist umalla høll-
inia. >Steðgið hasi reyð-
hærdu merini!!!« Slíkt er so
burturvid, at maðurin burdi
verið blakaður úr høllini við
brestin, men hetta bleiv tí-
verri ikki gjørt.
Eg nevni hesar hendingar.
tí møguliga ávirkar tað hes-
ar persónar. so teir bera seg
betur at eina aðru ferð, tí
annars eiga teir ikki meta
upp til ítróttakappingar. Tað
verður sagt og er helst eisini
so, at børnini síggja upp til
síni foreldur og sínar venj-
arar, men eg havi tað vón og
tað álit á teim ungu leikaru-
num. at ikki hesar óhepnu
hendingarnar á Skála hendan
dagin verða teimum til fyri-
myndar.
Petur Jákupsson
Gásadalur, segði tú tunnil?
lgjøgnum nógv, nógv ár, er
nú tosad, skrivað og hvat veit
eg, um hin tunnilin, sum ein-
aferð skuldi koma til Gása-
dals. Í skrivandi løtu, er
framvegis komið líka langt,
einki er hent. Vágoyggin
valdi sær løgtingsumbod at
føra sína sek. men, eingin
tunnil. Hattin av fyri Heina
O. Heinesen. fyri tað hann
hevur fingið av skafti fyri
Kunoy. Metast má, at vága-
tingmenn als ikki hava havt
nakra veruliga ætlan at
sjøgnumføra ein tunnil. Allir
sum ein klappaðu teir gása-
dalsmonnum á herðarnar og
skyldaðu uppá hinar. Teir
Kunna sepgla sær í Heina
Hóast bert ein, avrikadi hann
oført í Kunoy. Heyði ynskt
ein tílíkan í Gásadals sókn.
Lendingin í Gásadali
Tå ið eg havi sæð bát við
posti uttanfyri lendingina í
Frollanesi ella onkrari
ari bygd her í Føroyum, er
tað mangan komið mær til
hugs. at ongantíð havi eg
sæð postbát uttanfyri Gása-
dals lending. Einaferð setti
eg fyrispurning. um ikki
postbåturin ul Mykines
kundi leggja at í Gåsadali.
Eg segði frá, at gamalt var,
at um ikki varð lendandi
vestanfyri bygdina í Mykin-
esi. so varð farið norður um
við lítlum báti á sleip. til at
rógva post og pakkar í land
dUr-
So eg helt, at tað mátti borið
til, at tað við báti bundnum
afturúr, kundi verið lagt at í
Gásadali. Men sum vant,
einki hendi.
Tað kundi verið áhugavert
at fingið fram, hvat Gása-
dalsfólk hava goldið í frakt.
Eg hugsi um alt tað, sum í
míni tíð, eini 50-60 ár, er
fraktað við báti av timbri,
koli, sandi. tunnur við olju
og mangt mangt annað. um-
framt alt ferðafólkið. Eg
minnist, at tað kostaði 300
krónur at leiga ein bát.
Ein trøllanesmaður, ið var
komin niðan av lendingini í
Gásadali, segði seg ógvast
við tað hann sá. Eingin báta-
dráttur. einki spæl at draga
við, einki at leggja båtin at.
einkt at binda båtin í. stein
urin, sum bundið varð i, var
farin av briminum. Ræðul-
igt, ræduligt, segði hesin
maðurin, og tað er vorðið
verri síðani tá. Hesin sami
maður tók til, at hvorki Kun-
oy ella Húsar liggja verri fyri
enn Bíggjar í mun til Sør-
vági, so teir pengarnir skuldu
heldur farið til Gásadals
tunnilin. Eg helt tað vera
nógv fyri, at standa úti í Bø,
hyggja út á fjørðin, síggja.
hvussu bátarnir beint við
drógu nógvan fisk. og ikki
sjálvur kunna fáa í pottin at
kóka, tí vegna tey vánaligu
lendingarviðurskiftini
noyddist báturin at liggja í
Sørvågi.
Snipan
Snipan kom og skuldi nu
hava farleiðina til Gásadals
um hendi. Tann gamli post-
maðurin, ið var ein fram-
skygdur maður, hann bygdi
fjós í 1932 og súrhoyggja-
brunn í 1933. segði: >hatta
kemur ikki at ganga, hvat við
mjørka. vindi, bakslåttri við
meira, og dýrt at flyta aftur
og fram. Nei fái tunnilin í-
gjøgnum og síðani hol til
Vikar, tå hava vit allarbestu
og fínastu dyrkilendi og fiti-
lendi til oksar og seyð<. Gás-
adalsfólk hava sannað orð
gamla postmansins. Einaferð
varð roynd at flyta seyð við
Snipuni, so vítt eg veit blen
hetta einasta ferðin. Tað var
skjótt og lætt. men dýrt
Snipan er góð ferðast vid,
men tað er sum eir maður
segði: »komi eg ikki í dag,
so komi eg í morgin<. Tó,
við Snípuni er verri statt,
kemur hon, um illa vil til,
ikki í dag, so kemur hon
kanska fyrst í næstu viku og
helst ikki um summarið, tå
er fult ul Mykinesar. Har er
eisimt Súlan. Eg havi verið
úti fyri, at bilagt var til tveir
mans við Snípuni. Komnir
úr Havn til flogvølli, varð
okkum sagt at Snipan fleyg
ikki idag, bara sum ellar.
Mist arbeidsinntøka, bilgjald
v.m. Einki annad var at gera
enn at taka posan å bakid,
síðani til fjals ul Gásadals,
tann mista tíðin fekst ikki
aftur. Hvat hevði tú sagt til
slíka viðferð. Tann sum vil
nakað í Gásadali í dag hevur
tað torført. Tvær verkætlanir
hava verið frammaliga, men
báðar máttu sleppast vegna
vánaliga sambandið. Við
tunnli verða møguleikarnir
nógvir, og vit vita um teir.
Annars hevur tað verið
strævið, tá farið hevur verið
á fjall á Vikar, serligani um
heystið. Eg visti um ferðir,
tá teir høvdu eina viku til-
samans frá Gásadali til Vík-
ar, haðani aftur um fjallið til
Gásadals og síðani til Sør-
Vágs. At ganga um fjall frá
Gásadali ul Bíggjar á vetr-
artíð, er ikki einhvor førur
fyri. Stormur, kavarok. gler
og bratt hartil. tað er eitt
Guds undur at ikki mannfall
er har ofta. Men, tey ganga
ikki kravgongu, rópa ikki í
útvarpi, gera ikki um seg í
blødunum ella í sjónvarpi.
Tað er ikki meir enn læknar-
nir kenna fólkið, uttan gjøgn-
um resept. Jú mín sann, mót-
ið um tunnilsgerð er fallið.
Hinvegin. kundu vit bert
fingið eina borimaskinu frá
SEV. So kom hol igjøgnum
og vit kundu flutt vid vogni.
Tað mátti kunna verið okk-
um unt.
Tummas Juel við Skipá