Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 24. MARS 1999 tíðindablaðið Stjórin stevnir partfelagnunum Fyrrverandi stjórin í P/F North Atlantic Provider, Suni á Dalbø, hevur nú stevnt felagnum, eftir at hann varð sagdur úr starvi herfyri. Nevndarformaðurin kennir tó einki til nakra stevning DAGFINN OLSEN Suni á Dalbø, fyrrverandi stjóri í North Atlantic Pro- vider, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at hann nú stevnir felagnum. Stjórin varð sagdur úr starvi, eftir at fel- agið legði virksemið stilt, eftir bert at hava virkað í fáar mánaðar. Fyrrverandi stjórin, Suni á Dalbø, góðtekur ikki upp- søgnina. Hvorki orsøk, ella ta mannagongd, sum varð nýtt í sambandi við upp- søgnina. Suni å Dalbø leggur dent á, at felagið á ongan hátt varð noytt at gevast við virkseminum, men at nevndin hinvegin sjálv valdi at leggja virksemi fel- agsins stilt fyribils. Hann hevur annars ikki viðmerkingar til málið, sig- ur hann í tíðindaskrivinum. Nevndin veit av ongum Formaðurin í nevndini fyri North Atlantic Provider, Heðin Poulsen, gjørsist ikki sørt bilsin, tå Sosialurin vendi sær til hansara og hann soleidis fekk tidindini um, at uppsagdi stjórin hevði stevnt felagnum. Heðin Poulsen kennir einki til hetta og hann hevur onga stevning sæð. Hann vil fegin síggja stevningina, áðrenn hann kemur við við- merkingum til málið. Heðin Poulsen váttar, at felagið er ikki niðurlagt. Virksemið er bert lagt stilt fyribils. Annars hevur hann ongar viðmerkingar, fyrr enn hann hevur tosað við fyrrvernadi stjóran, Suna á Dalbg. Heðin Poulsen vil eisni fegin fáa stevningina, áðrenn hann úttalar seg gjøllari. Rættarvegin North Atlantic Provider hevði til endamáls at veita ymsar tænastur í sambandi við oljuvinnuna. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Suna á Dal- Suni á Dalbo, fyrrverandi stjóri í P/F North Atlantic Provider (sitandi), hevur nú stevnt partafelagnum, eftir at verða sagdur úr starvi, tí hann góðtekur hvorki uppsøgn, orsøk ella mannagongd Mynd: Alvur Haraldsen bø, sum í tíðndaskrivi boðar frá stevningini, men sum í sama skrivi annars ikki sigur seg hava annað at viðmerkja, annað enn. at nú letur til. at málið skal ganga rættarvegin Samhugi, hóast avbyrging i Í Miðvági er einki arbeiði til tey timaløntu, ið fáast vid fiskaar- beiði. Hóast hetta, so er samhugi við limum Starvsmannafelagsins í verkfalli og vónar formaðurin í Arbeiðarafelagnum, Georg Han- sen, at Starvsmannafelagið fær okkurt munagott burturúr DAGFINN OLSEN I Miðvági vísa tey samhuga við limum Starvsmannafel- agsins, hóast verkfallið rak- ar fískaarbeiðið meint i bygdini Georg Hansen, formaður í Miðvágs Arbeiðsmanna- felag. sigur, at einki arbeiði evur verið, síðani verkfall- 10 byrjaði. bert okkurt små- vegis fríggjadagin I Miðvági er tað mest lýsa, ið verður arbeidd. Annar fiskur verður koyrd- ur víðari. Tað mesta verður keypt á uppbodssøluni og etta ber ikki til í løtuni. Eisini er trupult, ella 6gjør- igt, at fáa fiskin av oynni aftur. Hóast mesti fiskurin verð- ur keyptur á uppboðsselu, so hava nakrir bátar landað í Miðvági í seinastuni. Men í løtuni fara teir aðrastaðir at landa. Samhugi Men Georg Hansen leggur dent á, at hóast verkfallið rakar tey timaløntu meint í Miðvági. so er samhugi millum miðvingar við Starvsmannafelagnum. Georg Hansen sigur, at fær Starvsmannafelagið einki burturúr såttmålasamråd- ingunum, so kunnu arbeið- arafeløgini heldur íkki vænta sær stórvegis. tá teirra túrur verðir 1. maj. Hóast tað er okkara lim- ir, ið tað gongur út yvir, so hava vit samhuga, tí um Starvsmannafelagið einki fær. so sær einki út hjá okk- um heldur, sigur Georg Hansen. Arbeiða í Sandoynni Verkfallið letur ikki til at nerva fiskaarbeiðið á Sandi. Har verður arbeitt, siga tey, og alt er sum vanligt. Tó fáa tey ikki keypt á uppboðs- søluni. Skipafelagið tekur sær av at flyta virkaða fiskin. Goymslurnar eru so mikið stórar, at tað loysir seg at koma eftir fiskinum. Annars lata tey væl at. og tað gongur rímilga væl, hó- ast heldur lítið hevur verið at fáa. Heldur ikki hava allir bátarnir landa fast í seinast- uni, bert Eysturbúgvin hev- ur verið støðugur. Hava fingið 25.000 krónur Starvsmannafelagið fær dyggan stuðul Dagfinn Olsen at hetta er stuðul, veittur Starvsmannafelagnum på í striðnum fyri bøttum korum á almennu Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF-lærarum arbeiðsplássunum. Við skrivinum er kekkur kring landið hevur samtykt á styrisfundi at áljóðandi 25.000 krónur. játta Starvsmannafelagnum 25.000 krónur í Studentaskúla- og HF-lærararnir boða eisini stuðli í samband við verkfallið. frå, at teir eru fúsir at hava blokaduvaktir tøkar Felagið sigur í skrivi til Starvsmannafelagið, at hjálpa til úti á Argjum onkra nátt í vikuni. A —————Ø AAA AAA