hósdagur 25. mars 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 25. MARS 1999
tíðindablaðið
SP på
Landsstýrið og fakfeløg-
ini tosa hvor sitt mál
Hetta heldur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at
landsstýrið við samráðingarborðið hevur fíggjarligu útlitini fyri fóroyska
fullveldinum í huga.
DAGFINN OLSEN
Starvsmannafelagið hevur
verið í verkfalli, síðani tað
slitnaði millum partarnar
fyri góðari viku síðani. Ikki
eydnaðist semingsmonu-
num at fáa Starvsmannafel-
agið og Fíggjarmálastýrið at
semjast, hóast samráðingar-
nar fóru fram í einar 52 tím-
ar, ella so.
Onnur fakfeløg hava
givið Starvsmannafelag-
num fullan stuðul. Nøkur av
hesum felgum, ið nú ikki
sleppa í gongd við sínar løn-
arsamráðingar, hótta við at
seta tiltøk í verk og eingin
loysn tykist vera í ljósmála.
Ymiskt er, hvat politikar-
ar halda um støduna. Sam-
gongan tykist standa aftan-
fyri tilboðið, ið fíggjarmál-
aráðharrin hevur givið
Starvsmannafelagnum, men
hvat sigur andstødan?
Harmast støðuna
Jóannes Eidesgaarsm for-
maður Javnaðarfloksins,
sigur, at flokkurin harmast
støduna á arbeiðsmarknað-
inum.
- Líkt er til, at motivið hjá
i
|
|
}
|
|
landsstýrinum í hesum fak-
liga stríðnum er eitt heilt
annað, enn tað hjá Starvs-
mannafelagnum, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard, hev-
ur hug at halda, at lands-
stýrið tvíheldur um lønar-
lagið, fyri ikki at darva
fíggjarligu útlitunum fyri
føroyska fullveldinum.
Jóannes Eidesgaard heldur,
at partarnir tosa hvør sítt
mál í hesum stríðnum
Eiga at fáa aftur
Jóannes Eidesgaard sigur, at
Javnaðarflokkurin metir, at
fakfeløgini, sum vístu sam-
flagssinni undir búskapar-
kreppuni, nú eiga at fáa
nakað aftur.
- Umstødurnar og vøkst-
urin í samfelagnum tala fyri
tí, sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins í stuttari viðmerk-
ing til stóðuna á arbeiðs-
marknaðinum.
Høgra hond veit ikki
hvat vinstra
Hetta heldur for-
maður Sam-
bandsfloksins,
Edmund Joensen,
um arbeiðslagið í
landsstýrinum í
sambandi við
sáttmálasamráð-
ingarnar. Hann
minnir eisini á, at
løgtingsmenn
hava lagt stóðið
DAGFINN OLSEN
- Skal ein siga nakad um
støduna á arbeiðsmarknað-
inum ,ni Starvsmannafelag-
ið er í verkfallið, so haldi
eg alt týða uppá, at út í
landsstýrinum veit høgra
hond ikki hvat vinstra ger,
sigur Edmund Joensen.
- Føroya Tele hevur fingið
sáttmála, har er landsstýrið
eigari, og landsstýrismaður-
in á økinum má væntast at
umboða og góðkenna. Sam-
stundis førir annar lands-
stýrismaður ein heilt annan
politikk yvir fyri Sarvs-
mannafelagnum. Tað tykist,
sum er alt ikki samskipað,
og tað vil siga, at ov lítið
álvara er í løgmansuppgåv-
uni.
Edmund vísir á, at alt
hongur saman og veruleikin
er, at løgtingsmenn hava
lagt út við at hækka sína
er
egnu løn. Hann sigur, at
løgting smenn áttu at:9
á odda og verið fyrimyn:
- Samstundis er sáttmálin
gjørdur vid Føroya Tel
vit kunnu illa vænta annad
enn at Starvsmannafelagið
heldur seg hava eina góða
sak, sigur Edmund Joensen
í stuttari viðmerking.
Eingin frágreið-
ing komin enn
Men nú vil Heini O. Heinesen
hava at vita frá løgmanni m.a. nær
farið verður undir pilitisku bygn-
aðarbroytingarnar innan
landsfyrisitingina sum heild
OLAVUR Í BETI
Tann 5. januar í ár kom
tíðindaskriv frá lands-
stýrinum, og viðvíkjandi
hesum hevur Heini O.
Heinesen nú sett løg-
manni fyrispurning sum
hann hevur deilt sundur í
ein fyrisitingarligan og
politiskan spurning.
Í tí fyrisitingarliga spurn-
inginum vil Heina O.
Heinesen hava at vita,
nær tann fráboðaða frå-
greiðingin kemur, sum
boða varð frá í tíðinda-
skrivi tann 5. januar
1999? Og í tí politiska
spurninginum vil hann
hava at vita, nær farið
verður undir politisku
viðgerðina av bygnaðar-
broytingunum innan
landsfyrisitingina sum
heild, soleiðis sum frå-
boða í tidindaskrivi tann
5. januar 1999?
Nidurlegging
I viðmerkingunum til fyr-
ispurningin, sigur Heini
O. Heinesen, at upp undir
jól segði landsstýrismað-
urin í samferðslumálum
Finnbogi Arge landsverk-
frødingin úr starvi og ætl-
aðið at nidurleggja stovn-
in. Ursliud av hesum
gjørdist ein politisk
kreppa.
Heini O. Heinesen vis-
ur so til tíðindaskrivi frá
løgmanni, har m.a. sagt
verður, at løgmadur og
avvarandi = landsstyris-
maður leggja eina frá-
greiðing fram um, hvat er
farið fi am fyrisitingarliga
í uppsøgnini av lands-
verkfrødinginum.
Og vidvikjandi ti polit-
iska partinum varð m.a.
sagt í tíðindaskrivinum, at
ein itøkilig ætlan verður
løgð fyri samgonguna um
samferðslustoynarnar.
Ein frágreiðing verður
løgd fyri tingið um ætl-
anirnar fyri samferðslu-
kervið. Trygd verður veitt
fyri, at ætlaðar broytingar
verða vidgjørdar saman
við starvsfólki á stovni-
num, áðrenn tær verða
settar í verk (sambært
sáttmála). Farið verður
politiskt undir viðgerðina
av bygnaðabroytingunum
innan landsfyrisitingina
sum heild og ætlan fyri
framtíðar bygnað verður
gjørd.
— I åsannan av, hvussu
tydningarmikid hetta mål
er verður hesin fyrispurn-
ingur settur fram, sigur
Heini O. Heinesen i sin-
um vidmerkingum til fyr-
ispurningin
Væl vitjad framsyning
Framsýningin Millum M6tstødu og Martyrinum, sum
Jehova Vitni skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum, var
væl vitjað. Um 1800 fólk vitjaðu sýningina, ið
vidgjørdi lagnuna hjá teimum, ið vegna trúgv sína,
endaðu í týningarlegum undir seinna heimsbardaga
Eini 20 skúlaflokkar úr øllum landinum vitjaðu
syningina. Framsýningin ferðast nú víðari til Haslev
Folkebibliotek, Roskilde Universitetscenter og Ålbor
Iniversitet. I Januar år 2000 verdur syningin i
grønlendska mentanarhúsinum Katuaq.