fríggjadagur 26. mars 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 26. MARS 1999
tíðindablaðið
Eldraárið 1999
Bartal Kass, formaður i fyrireikingarnevndini:
- Tey eldru skulu á dagskránna
- Fólkasamansetingin er broytt og broytist soleiðis, at tað lutfalsliga eru fleiri
eldri borgarar. Nýggja stóðan setir onnur króv til samfelagið. Ellisárini eru
ætlað til at nýta ágóðan av einum virknum lívi, tí er umráandi at umstóður
verða skaptar fyri tann einstaka, soleiðis at hetta kann gerast veruleiki, sigur
Bartal Kass
Turi KJØLBRO
Á setanini av Eldraårinum
greiddi formaðurin í nevnd-
ini, ið fyrireikar og fyriskip-
ar Eldraárið, Bartal Kass,
frá árinum og endamálinum
við tí.
Gamalt var, at ættarlið-
ini livdu saman og tey eldru
við sínum lívsroyndum
lærdu frá sær, soleiðis, at
lærdómur og hugsjónir
gingu í arv. Stødan í dag er
ein onnur. Eldra og yngra
ættarliðið liva í stórri mun
hvør sær og kann hetta geva
trupulleikar við at skilja
støðuna hvert hjá øðrum. Tí
er umráðandi at byggja brýr,
soleiðis at vit skilja, virða
og stuðla hvønn annan.
Fyri at røkka hesum
máli verður hugsað um at
fáa í lag evnisdagar í skúl-
unum. sum lýsa samskifti
millum ættarliðini. Næm-
Fyrsta
TurID KJØLBRO
Fyrsta tiltakið í Eldraárinum
verður månakvøldid kom-
andi kl. 19.00 í Býráðsholl-
ini í Klaksvík. Anfinn
Nógv fólk høvdu leitað sær í Klingruna mikudagin.
ingarnir fáa til uppgávu at
fara út til tey gomlu í familj-
uni og spyrja um ymiskt.
Bæði um, hvussu tað var,
tá ið tey vóru ung, um teirra
livsroyndir, og hvussu stød-
an er í dag. Eisini er ætlanin
at fáa eldri næmingarnar at
hugleiða um, hvussu tey
kunnu hugsa sær samfelag-
ið, tá ið tey verða gomul.
— Endamálið við hesum
er at skapa fatan millum
ættarlidini, lýsa hvat fyri
stødi tey eldru hava at passa
seg inn í samfelagið og
hvussu ein sjálvur kann
skilja tey og brúka tær
royndir tey hava.
Fatanin millum ættar-
liðini er ikki nóg stór, og tå
kann tað virka sum vantandi
virðing. Ein og hvør hevur
nærum nóg mikið við sjálv-
um sær og har gloymir ein
hesi viðurskiftini, sigur Bar-
tal Kass.
tiltakið
Kallsberg, løgmaður, setir
fundin. Sigvald Kristiansen,
fyrrverandi kommunulækni
og nú limur í fyrireiking-
arnevndini av Eldraårinum,
fer at halda fyrilestur um
Greid mål
Fyrireikingarnevndin fyri
Eldraárið hevur tvey heilt
greið mál. Fyri tað fyrsta at
brúka hetta árið at fara runt
allar Føroyar at tosa um
støðuna og vidurskiftini hjá
teim eldru, at fáa kommun-
urnar at taka støðu til, hvat
tey ynskja at gera her og nú
og í framtíðini. At fáa ein
eldrapolitikk, har hann ikki
er. Fyri tað næsta er ætlanin,
at tá ið árið er liðugt skal
eitt álit og ein bóklingur
koma burtur úr, ið lýsir
støðuna hjá teim eldru á øll-
um økjum, íbúðarviður-
skifti, figgjarmøguleikar,
røktarheimsvidurskifti.
Hetta er ætlad at vera
upplysingar til landsstyris-
kvinnuna i almanna- og
heilsumálum. Hvussu álitið
og bóklingurin verða brúkt
itøkiliga er sjálvsagt upp til
politikkararnar, sigur Bartal
Kass.
Gjøgnum árið verður
skipað fyri kvøldsetum,
kjakfundum, evnisdøgum,
greinarróðum, og yvir-
ornaða evnið er eldrapoli-
tikkur.
Samfelagið er broytt og
broytist framhaldandi, so alt
fleiri eldri verða í mun til
tey yngru í og við, at heilsu-
stødan er bøtt og miðallivi-
aldurin øktur. Nýggja stød-
an setir onnur krøv til sam-
felagið, tá ið hugsað verður
um elliseftirlón, íbúðar-
møguleikar, ítriv, útbúgv-
ingartilboð og annað.
Bartal Kass, formaður í
neyndini sum fyrireikar og
fyriskipar Eldraárið 1999.
Mynd: Jens Kr. Vang
í Eldraárinum
heilsustøduna hjá eldri
fólki. Jógvan við Keldu, bý-
ráðsformaður og løgtings-
limur, greiðir frá ætlanum
um eldraíbúðir og sambýli
undir Kráarbrekku. A
skránni verður eisini tón-
leikur, felagssangur og kaffi
og køkur.
Mynd: Jens Kr. Vang
i
Búmerkið
Búmerkið í sambandi við
Eldraárið er í tveimum pórtum
Í sambandi við Eldraárið
er gjørt eitt búmerki. Ov-
ari parturin av búmerk-
inum ímyndar ta lívs-
megi. fjølbroytni og
frælsi, ið eldra ættarliðið
stendur fyri. Longu lívs-
royndirnar og fjølbroytti
hugsunarhátturin el
grundarlagið fyri sjålv-
støðugum og
g virknum
ellisårum. Eitt samfelag
í støðugari rørslu gevur
nógvar broytingar, tí er
neyðugt at byggja á eitt
trygt grundarlag. Krúnu-
blødini í búmerkinum
ímynda samanspælið og
javnvágina millum ættar
liðini, 10 við dirvi, før
leika og umsorgan hví
y ødrum samantvir
T hn }