fríggjadagur 26. mars 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BASA AR SU 4 SO ILL
tíðindablaðið
Nr. 59 — 26. MARS 1999
Eldraårid 1999
bg
eN
- Tey gomlu eru veruliga
megin í samfelagnum
— Tey gomlu hava kunnleika og royndir frá einum longum lívi. Tí hava vit brúk fyri hesum fólkum,
og eiga somluleiðis at taka okkum av teimum, sigur Lahja Moilanen, ið lesur til sosialráðgeva
TEKSTUR: JOHN JOHANNESSEN
Lahja Moilanen er pedagog
og hevur i mong år starvast
við ungum fólki, ið hava
rúsevnistrupulleikar. Men
nú er hon vorðin móð av
hesum og er farin at lesa til
sostalráðgeva. Í hesum sam-
bandi er hon í løtuni í ferð
við at kanna viðurskifti
teirra eldru í Føroyum, ið
hon ætlar sær at skriva høv-
udsuppgåvu sína um. Hon
nemur sær í løtuni kunn-
leika i Tilhaldinum í Tórs-
getu í Tórshavn.
Stutta tíðin Lahja hevur
verið í føroyum hevur longu
givið henni eina áskoðan
um eldrapolitikkin í Føroy-
um
Storir trupulleikar
i Finnlandi
Fað. at land tykkara er so
ð. ger. at tey eldru hava
að betri hjá tykkum enn í
Finnlandi. Finnland er eitt
stórt land. og tí er ofta langt
hjá børnunum at koma at
t foreldur síni
somiu
Hóast tað i Føroyum eins
og í Finnlandi er galdandi.
at tey yngru flyta inn til by-
in, meðan tey eldru sita eftir
úti á smáplássunum. so er í
Føroyum ikki so langt hjá
teimum yngru at fara út á
smáplássini at vitja tey
gomlu. I Føroyum ber til hjá
næstringum at ferðast úr
Havnini til Suðuroyar um
vikuskiftini at vitja síni
gomlu foreldur. meðan slíkt
als ikki ber til, um tú byrt í
har suðuri í Finnlandi og
foreldrini búgva langt norð-
uri, vísir Lahja Moilanen á.
Stóri trupulleikin i
Finnlandi er, at øll tey ungu
fólkini flyta í syðru hálvuna
av landinum. meðan tey
eldru verða verandi í norð-
ara endanum. Tað er so gal-
ið. at í norðara partinum av
Finnlandi búgva bert gomul
fólk. sigur Lahja Moilanen.
Hon greiðir frå, at av tí at
tað í nøkrum kommunum
næstan bert búgva eldri
fólk. hava hesar kommunur
MYNDIR: JENS KR. VANG
als ikki ráð at skapa nøkur
tiltøk fyri tey gomlu, tí eing-
in er, ið rindar skatt til
kommunukassan.
Lahja Moilanen sigur, at
í kommununum norðarlaga
í landinum er stødan tann,
at um tað búgva 4.000 fólk
í einari kommunu, so verða
ikki fødd meira enn eini 4 -
5 børn um árið. Hetta heldur
hon væl sýnir, at tey gomlu
búgva fyri seg í lítlum bý-
um, har tey koma at búgva
einsamøll, og heldur hon
hetta vera ein stóran trup-
ulleika.
Ørsøkin til, at Lahja Moi-
lanen kom til Føroya at
skriva uppgåvu um vidur-
skifti teirra eldru var, at hon
heldur at Føroyar líkjast eitt
sindur Finnlandi við øllum
smáplássunum. Tí vónar
hon. at hon her í Føroyum
kann finna íblástur til,
hvussu trupulleikin í Finn-
landi kann loysast.
Ikki nóg góð kor
Hóast Lahja Moilanen er
komin til Foroya at skriva
uppgávu um viðurskifti
teirra eldru og at hon vónar
at finna íblástur at loysa
trupulleikarnar í Finnlandi,
heldur hon ikki. at tey eldru
í Føroyum hava nóg góð
kor.
Finski = sosialrådgevin
hevur millum annað verið
á vitjan í Suðuroynni, og har
heldur hon vanda vera fyri,
at kommunurnar koma í
somu stóðu sum í Finnlandi.
Vandi er nevniliga fyri, at
bert gomul fólk verða eftir
úti á smáplássunum. meðan
øll tey ungu flyta til mið-
stadarøkid.
— Tad kann vera, at børn-
ini fegin vilja hava foreldr-
int at flyta til midstadarøkid
saman vid teimum. men
hetta er ikki so lætt, tí gomul
fólk vilja ikki flyta. Tey
ynskja at verða búgvandi
heima í teirra egnu húsum.
sigur Lahja Moilanen.
— Miðsavnanin av teim-
um ungu ger, at tey eldru
fáa trupulleikar at dragast
við. Ein tann størsti av hes-
um er kanska einsemi, og
so eru tað eisini trupulleik-
arnir, ið standast av sjúku.
Hetta kenna vit sum stórar
trupulleikar í Finnlandi. og
tey, eg havi tosað við um
hetta, stúra fyri, at hetta eis-
ini fer at gerast ein trupul-
leiki í Føroyum, vísir Lahja
Lahja Moilanen sigur, at
tað krevst peningur og fleiri
sosialráðgevarar fyri at basa
trupulleikanum í Føroyum.
Men hon heldur, at hvorki
landsins myndugleikar ella
sosialrådgevarnir í Føroy-
um hugsa nóg mikið um tey
eldru. Hon heldur, at áhugin
fyri vinnulívinum køvir á-
hugan fyri teimum gomlu.
Men hon vísir á, at tey
gomlu veruliga eru megin í
samfelagnum.
--Tey gomlu hava kunn-
leika og royndir frá einum
longum lívi. Ti hava vit
brúk fyri hesum fólkum og
eiga somluleiðis at taka
okkum av teimum. sigur
Lahja Moilanen.
Hóast stóðan hjá teim
un gomlu ikki er vorðin
cIny atvarsom I Før Vit
sum hon er i Fin landi. ei
1 áskoðan. at okkurt má
Rúákið gongur tun
vegin. at:tex gomlu gerast
gerast
I ]
alsamt metra etnsamoti
Noev av teimum ungu
flyta til Danmarkar. og
hvor veit um tex fara at
koma aftur. Eg veit ikki,
steur Lahja Moilanen,
komandi sosialráðgevi
oyum eru enn ikki komnu
so langt, at teir síggja trup-
ulleikarnar hjá teimum
eldru. Í Finnlandi eru mynd-
ugleikarnir hóast alt komnir
longri á hesum økinum, og
tiltøk eru sett í verk. Men
sjálvandi eru samfeløgini
bæði heldur ikki eins. Før-
oyar eru eitt minni land, har
tann lítla fjarstødan ger, at
lættari er at taka sær av
hvørjumødrum. Finnland
hevur kanska ikki so nógvar
íbúgvar, men landið er stórt,
og ti kann fjarstødan eisini
vera stór til næstringarnar.
Hetta er munurin á støduni
í Finnlandi og í Føroyum,
sigur Lahja.
rn
Okkurt må gerast
— Hóast stødan hjá teimum
gomlu ikki er vorðin eins
álvarsom í Føroyum, sum
hon er í Finnlandi, er mín
áskoðan, at okkurt má ger-
ast. Rákið gongur tann veg-
in, at tey gomlu gerast als-
amt meira einsamøll. Nógv
av teimum ungu flyta til
Danmarkar, og hvør veit um
tey fara at koma aftur; eg
veit ikki.
— Síðani hava vit eisini oll
tey ungu, ið flyta til Havnar.
Eg síggi støðuna soleiðis, at
bygdirnar bert minka og
minka. og at enda verður tað
ein gamal, ið er seinastur at
flyta úr bygdini. sigur Lahja
Moilanen, komandi sosial-
ráðgevi. I hesum føri heldur
hon tað vera alneyðugt. at
okkurt verður gjørt. Hon
heldur. at hóast einastu
íbúgvarnir, ið eru eftir í ein-
ari bygd, eru 10 gomul fólk.