Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NICLAS JOHANNESEN Bjørn á Heygum sær út til at standa rættiliga einsa- mallur við sínum atfinning- um mótvegis niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum Peturi Even Djurhuus í sambandi við Signar-málið. Ein teirra, sum fílist á grundgevingarnar hjá Bjørn á Heygum í hesum máli er Aðalstjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum Pet- ur Petersen. - Trupulleikin er, at Bjørn á Heygum blandar hugtøk- ini saman. Av ein hvørji orsøk gongur hann útfrá, at talan var um eina eykajátt- an, sum landsstýrismaðurin játtaði SvF á sumri í 1999. Sannroyndin er, at hesar 1,6 milliónir krónurnar vórðu ongantíð játtaðar til eitt rakstrarundirskot, men til at nøkta ein gjaldføristørv, sigur Petur Petursen. Og júst í roknskapar- heiminum verður hetta mett at vera ein altýðandi munur. Kapitalurin, sum Signar á Brúnni tryggjaði SvF, ber sambært aðalstjóran sostatt á ongan hátt boð um, at SvF harvið fekk loyvi til at hava eitt rakstrarundirskot. Krav- ið um eina null-loysn við árslok 31.12 var framvegis galdandi. Undirskot Víst verður frá embætis- mannasíðu eisini til, at al- mennir stovnar - eitt nú eis- ini ÚF - kunnu hava minus á kontoini partar av árinum, tí at árið í veruleikanum byrjar við einum nulli og ikki fyrr enn lurtagjøld osfr. byrja at koma inn seinni í árinum byrjar javnvág aftur at koma í. Kravið til stovnar so sum ÚF, SvF, Strand- ferðsluna og Postverkið er so, at tá árið endar - 31.12 - so skal javnvág vera í. Rakstrarúrslitið skal vera null. Trupulleikin hjá SvF var bara tann, at ársroknskap- urin fyri 1999 vísti eitt undirskot. Men tað er ein Aðalstjóri: Bjørn á Heygum misskilir Atfinningarnar frá Bjørn á Heygum móti niðurstøðuni í Signar-málinum halda ikki. Bjørn skilir ikki millum likviditetstørv og rakstur, sigur Aðalstjórin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum Petur Petersen. heilt onnur søga, har orsøk- irnar til tess framvegis vera kannaðar. Væl kannað Petur Petersen sigur, at málið um tær 1,6 millión krónurnar var á tænast- mannastøði sera væl kann- að, áðrenn Signar á Brúnni valdi at flyta sjónvarpinum pengar úr landskassanum. Hann sigur, at spurn- ingurin var til viðgerðar hjá ið hvussu er fimm ymiskum løgfrøðingum, ið komu til somu niðurstøðu: At gjald- føris-flytingin var ikki brot á stýrisskipanarlógina. - Vit vóru heldur ongantíð í iva um, at hetta fór at vera niðurstøðan hjá kanningar- stjóranum. Fyrst og fremst tí biðið verður um tøkan pening og ikki um eina eykajáttan. Petur Even Djurhuus hev- ur í síni 83 síðurs frágreið- ing eisini havt 15 fólk til avhoyringar. Petur Petersen vísir í hesum sambandi eisini á, at tað framgongur, at lands- grannskoðarin Leivur Harryson tann 23. juli í fjør eisini stuðlaði landsstýris- manninum í, at ein gjald- føris-flyting var innan lógarkarmarnar. Petur Petersen metir so- statt eisini, at niðurstøðan hjá løgtingsgrannskoðarun- Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum sigur at Bjørn á Heygum blandar millum gjaldføristørv og rakstrarúrslit Bjørn á Heygum hevur funnist rættiliga hart at kanningarúrslitinum hjá Petur Even Djurhuus um um tað øvugta er grund- að á eina misskiljing. ∆ 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 147 - 4. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Samgongan tykist ósamd um fullveldið ORÐASKIFTIÐ um ólavsøkurøðu løgmans í gjár avdúkaði aftur, at langt er millum Tjóðveldisflokk- in og Fólkaflokkin í sjálvstýrismálinum. So langt er ímillum, at politiskir eygleiðarar kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at eitt greitt alterna- tiv er til fullveldisætlanina, sum landsstýrið hevur arbeitt við í tvey ár. FRAMSØGURØÐAN hjá tjóðveldismanninum, Heina O. Heinesen, bendi á, at Tjóðveldisflokk- urin hevur start seg blindan á fullveldisætlanina. Flokkurin dugir ikki at síggja, at Fólkaflokkurin er ikki við, og at fullveldisætlanin er í dag eitt ynski hjá einum minniluta. Tjóðveldisflokkurin heldur tað framvegis vera løgið, at aðrir flokkar – t.d. Javn- aðarflokkurin – ikki vil taka undir við fullveldis- ætlanini. Tjóðveldisflokkurin hevur áður sagt, at hann hevur slakað nógv í loysingarpolitikki sín- um, men spurningurin er í dag, um vantandi medvit og konstruktivitetur ikki kann forkoma ávirkan Tjóðveldisfloksins í sjálvstýrisstremban føroyinga. HINVEGIN ásannaði framsøgumaður Fólkaflok- sins greitt, at tá tað ikki eydnaðist at gera ein sáttmála við donsku stjórnina um fullveldi við skiftistíð og ynskinum um, at danskir stjórnar- myndugleikar skulu umsita fleiri málsøki fyri før- oyingar í eitt ávíst áramál, so má ein nýggj kós stingast út í kortið. Hann nevndi møguleikan at gera ein sjálvstýrissáttmála, sum hevði við sær, at føroyingar yvirtaka málsøkini so við og við, samstundis sum vit laga føroyska samfelagið til veruligt sjálvstýri. UTTAN annars at vera samd við Óla Breckmann, so vísti hann á eina konstruktiva leið, sum kann fáa breiðari undirtøku í løgtinginum og í fólkinum. Flestu føroyingar taka undir við øktum sjálvstýri og nógv stig eru tikin á sjálvstýrisleið seinastu mongu árin. Tí er tað ikki so umráðandi, at stigið – tað at staðfesta føroyska fullveldið – verður tikið við ein brest. Tað ber til at finna eina leið, sum liggur millum fullveldisætlanina og uppskotið hjá Sambandinum um ábøtur á Heimastýrislógina. TANKARNIR hjá framsøgumanni Fólkafloksins minna nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina Sjálvstýrislóg. Tí skuldi verið møguligt at fingið ein skynsaman dialog millum Fólkaflokkin, Javn- aðarflokkin, miðflokkarnar og kanska eisini Sam- bandsflokkin – um Tjóðveldisflokkurin ikki vil vera við – um eina miðloysn, sum ein størri partur av føroysku veljarunum kann taka undir við. Eini loysn, sum gevur Føroyum fult sjálvstýri. HÓAST Tjóðveldisflokkurin góðtekur tann við- gongda liberalistiska politikkin hjá Fólkaflokkinum, so er ikki líkt til, at hann fær allan flokkin við í fullveldisætlanina. Orðaskiftið í gjár bendi á, at samgongan tykist ósamd um fullveldisætlanina í dag! Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara DÁNJAL PETERSEN Tórshavn andaðist mánadagin 31. juli 73 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer í dag kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Alisa, Ludvík, Bjørg og Oystein Tey, ið vilja minnast Dánjal, kunnu lata eina gávu til Zarepta. ✝ Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum hava hjápt og stuðlað okkum í hesum tungu tíðum, tá okkara kæri pápi, verfaðir, abbi og familjumaður Arnbjørn Randrup Thomsen doyði og varð jarðaður. Familjunnar vegna Tórhallur, Sjúrður, Høgni og Armgarð Fáa tit ikki blaðið leygardagar? Vinarliga ring tel. 214118, um tœ sum haldari ikki f¾rt leygardagssosialin. BoÝar tœ ikki fr‡ innan kl. 15.00 leygardag, hava vit ikki m¿guleika fyri at bera leygardagsblaÝiÝ œt. EYÐUN KLAKSTEIN Formaðurin í flokkinum hjá Signari á Brúnni fegnast um, at fráfarni landsstýris- maðurin fekk uppreisn í kanningini hjá Petur Even Djurhuus. Men kanningin fer ikki at hava við sær, at Signar á Brúnni fer aftur í Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið at starvast um landsstýris- maður, hóast Høgni Hoydal lovaði Signari á Brúnni, at varð hann reinsaður, so fekk hann landsstýrissesin aftur. —HVit hava tikið ein aðra politiska avgerð í flokkin- um, sum varð neyðug at taka, sigur Høgni Hoydal. Hann segði annars við Sosialin 14. apríl í ár, at um Signar á Brúnni varð reins- aður, so varð støðan null- stillað, og hann skuldi í landsstýrissessin aftur. —HTað var ein politisk meting, sum varð gjørd tá. Síðani hava vit tikið eina aðra støðu í flokkinum, tí tað var neyðugt at seta ein nýggjan landsstýrismann. Undirvísingar- og Menta- málastýrið kundi ikki liva við einum hálvum lands- stýrismanni, sigur Høgni Hoydal. Signar góðtók Signar á Brúnni hevur fleiri ferðir ført fram, at hann kennir seg sviknan av sín- um egna flokki, tí nýggjur landsstýrismaður varð settur í hansara stað. Men hetta skilir Høgni Hoydal ikki. —HSignar á Brúnni hevur altíð verið við til fundirnar, tá vit hava viðgjørt hetta málið, og hann góðtók eis- ini, at vit settu nýggjan landsstýrismann fyri hann, sigur Høgni Hoydal. — Hetta málið snýr seg ikki um persónar, men um hvat er best fyri flokkin, og hvussu vit náa teimum mál- Formaðurin fegnast Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, fegnast um, at Signar á Brúnni fekk uppreisn, men tað var neyðugt at seta nýggjan landsstýrismann, sigur hann um, sum vit hava sett okk- um fyri. Høgni Hoydal heldur, at Signar á Brúnni hevur borið seg rætt at í hesum máli- num. —HTá løgtingsgrannskoð- ararnir komu við síni frá- greiðing, var so stórur ivi sáddur um embætisførsluna hjá Signari á Brúnni, at tað kundu vit ikki liva við. Tí var tað rætt, at Signar fór frá, meðan málið varð kann- að til botns. — Kanningin dró tíverri út, og tí gjørdist tað neyðugt at seta ein nýggjan lands- stýrismann. Kanningin skal brúkast Er tað nakað í hesum málið, sum tú ert keddur av? –HTað er harmiligt, at Signar á Brúnni hevur verið ígjøgnum hetta við nógvari umtalu í bløðunum, men tað er fegnast um, at hann er vorðin reinsaður, og hann er styrktur politiskt. Hvat heldur tú nú skal henda í málinum? — Tjóðveldisflokkurin fer at viðgera málið aftur, og vit fara at nærlesa kanningina. Hon eigur at kunna brúkast til at stað- festa tær lógir og reglar, sum vit arbeiða undir. Høgni Hoydal, form. Tjóðveldisfloksins: »Flokkurin fer at viðgera málið aftur, og vit fara at nærlesa kanningina. Hon eigur at kunna brúkast til at staðfesta tær lógir og reglar, sum vit arbeiða undir